Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 194 - 8. oktober 2007 ] Nýggja meistaraliðið er tað 11., sum hevur vunnið FM heitið og tað sætta, sum fær rættin sum meistari at luttaka í europeisku kappingini 25. UMFAR Jóannes Hansen joanes@sosialurin.fo Formelt er tað ikki avgjørt. Men í veruleikanum er eing­ in ivi. NSÍ er meistari í 2007. Formliga staðfesting­ in verður við Løkin annan sunnudag, tá ið VB/Sumba fyri síðstu ferð á hesum sinni fer norður um fjørðin at biðja farvæl til Formula­ deildina. Og FM steypið og gullkrónurnar, sum eru optimala 50 ára føðingar­ dagsgávan, sum felagið kundi geva sær sjálvum, verður handað í Klaksvík annan leygardag. Eftir 25. umfar er neyðugt hjá NSÍ at vinna tvey stig afturat fyri at tryggja sær meistaraskapin, og sjálvandi fer NSÍ at vinna fleiri stig afturat. Kanska seks. Alt annað enn at rokna við tí hevði verið ófólkaligt ímóti væl trimmaða og tilvitaða oddaliðnum. NSÍ fer at vinna fleiri stig. Men tað kann væl hugsast, at meistaraheitið verður vunnið við stigatalin­ um, sum er vunnið burturúr 25 teimum fyrstu umførun­ um. B36 stórkiksaði á Sandi, og nú er fjarstøðan hjá árs­ talsfelagnum fram til toppin fimm stig. Vónbrotið er sjálvandi ógvuliga stórt í B36, og tað skal nógv til at endurreisa mentalu styrk­ ina, sum saman við góðu fótbóltsevnunum verður neyðug, um úrtøka skal fáast burturúr stóru avbjóð­ ingunum, ið bíða. Í næst­ síðsta umfari skal B36 vitja í Streymnesi, og í síðsta umfari bíðar lokaluppgerð í Gundadali. Leingi varð tað roknað við, at grannauppgerðin millum B36 og HB skuldi verða ultimativa finalan um FM. Soleiðis verður tað ikki. Eftir at meistaraheitið hevur verið feirað í Gunda­ dali seinastu seks árini, verður FM fagnaðurin nú í Runavík. B36 og silvurið Stóri spurningurin er nú, um tað fer at eydnast B36 at halda tørn um silvurkrón­ urnar. Um einki fæst burt­ urúr í Streymnesi, kann tað gerast alt avgerandi, at full úrtøka fæst burturúr ímóti HB. 2006 meistararnir, sum í løtuni ikki tykjast fara at fáa meiri burturúr hesum kappingarárinum enn silvur­ krónurnar í steypakapp­ ingini, fara heilt víst ikki at geva grannunum nakað sum helst! Harvið er møguleiki fyri, at EB/Streymur kann strúka avstað við silvurkrónunum í landskappingini. So verð­ ur úrtøkan í landskappingini hjá samansetta liðnum tann sama, sum hon var í fjør. Tá var talan um vónbrot. Hesa ferð verður talan um framúr avrik. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at løgmans­ steypið fyrr í summar varð vunnið norður í Sunda­ lagið. Umframt ímóti B36 á heimavølli í næstsíðsta umfari skal EB/Streymur í síðsta umfari spæla á Sandi. Sunnudagin staðfestu sandoyingar, at tað ikki verður bara bara hjá EB/ Streymi. Fleiri ferðir fyrr í summar hava teir í B71 kent seg at hava marginalir­ nar ímóti sær á heimavølli. Hesa ferð vendi tað hin­ vegin. Stigatalvan sigur, at tað serliga er ímillum tey fýra, sum eru millum fimta og áttanda plássið, at kappingin er tøtt. Eftir 25. umfar er GÍ nummar fimm, og B71 er nummar átta. Ímillum gøtu­ menn og sandoyingar eru KÍ og Skála. Øll hesi feløg­ ini hava møguleika at vinna fimta plássið, og øll hesi feløgini kunnu enda á áttanda plássi. Ellivu eru í felagnum FM heitið, sum NSÍ fer at fáa staðfest annan sunnu­ dag, verður tað fyrsta, sum teir við Løkin hava vunnið. NSÍ hevur bíðað eftir meist­ araheitinum síðani 1976, tá ið NSÍ fyrstu ferð royndi seg í fremstu røð og beinan­ vegin varð sent niður aftur í næstbestu deildina. Síðani tá hevur NSÍ verið 22 ár í bestu deildini. Eftir fleiri uppflytingar og niður­ flytingar, sum bóru ellivu ár í bestu deildini við sær, hevur NSÍ síðani 1997 ver­ ið ellivu ár í fremstu røð, áðrenn tað – eingin ivi er um tað! ­ eydnaðist at vinna FM. Meistaraheitið ber við sær, at NSÍ verður partur av fína selskapinum, sum hev­ ur FM­nálir í reversinum. Nú eru tey ellivu, sum hava vunnið FM, síðani fyrsta kappingin var á skránni í 1942. Hini meistarafeløgini eru HB, KÍ, B36, TB, GÍ, B68, SÍ, ÍF, B71 og VB. NSÍ er komið í fína liðið Atli millum áskoðararnar Atli Danielsen var millum áskoðararnar, tá ið Frem í gjár á heimavøllinum í Valby vann 2­1 á Fredericia. Atli var eisini leikbannaður fyri einari viku síðani, men nú er hann aftur tøkur. Atli er leikbannaður í landsdystinum nú leygardagin, og tí verður hann við, tá ið Frem sunnudagin fer at spæla á útivølli ímóti SønderjyskE. Í dag varð aftur ein Frem spælari rikin av vølli. Fosu Boateng sá reytt í 56. minutti ella fýra minuttir eftir, at hann hevði lagt Frem framum 2­1. Hóast teir í meiri enn ein hálvan tíma vóru undirmannaðir, so megnaðu liðfelagarnir hjá Atla Danielsen at halda tørn um 2­1 leiðsluna. Frem missir seks stig Danska felagið Frem, har Alti Danielsen er ein av spælarunum, var í byrjanini av hesum kappingarárinum í fíggjarligum trupulleikum og fekk ikki goldið allar rokningar. Sambært reglunum hjá danska fótbóltssam­ bandinum fer óskilið nú at kosta felagnum seks stig í heimligu kappingini. Formaðurin í Frem, Hans Herman­ sen, sigur við Tipsbladet, at felagið hevur verið fyrireikað upp á at missa hesi stigini. NSÍ hevur ongantíð vunnið FM-heitið í bestu deildini, men nú skal nógv ganga galið, um ikki NSÍ fær gullið í Formuladeildini í ár