Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 194 - 8. oktober 2007 ] Vit skulu hava fleiri stig NSÍ-málmaðurin Jens Martin Knudsen var sera fegin eftir 4-0 sig- urin á GÍ í Gøtu sunnu- dagin, og hann helt, at sigurin var væl uppi- borin. - Hetta var ein trupul dystur, men vit sótu væl á dystinum í fyrra hálv- leiki. 4-0 er ein góður sigur, men eg vil ikki siga, at hetta gjørdist lættari, enn eg hevði roknað við frammanund- an, segði Jens Martin. Nú tvey umfør eru eftir at spæla, er NSÍ fimm stig frammanfyri næstfremsta liðið, og runavíkingar eru rætti- liga farnir at tevja gull. - Vit skulu hava nøkur stig afturat, og tí kunnu vit ikki verða vísur í at vinna FM, fyrr enn vit hava fingið tey stigini afturat, segði Jens Martin. Næsti dysturin hjá NSÍ er á heimavølli ímóti VB/Sumba, og tí skal ein verulig sensa- tión henda, um NSÍ ikki tryggjar sær FM- heitið í næstseinasta umfarinum. Runnu aftaná NSÍ Veteranurin Magni Jarn- skor viðurkendi eftir dystin ímóti NSÍ, at GÍ hevði ikki uppiborið at vinna ella fáa javnleik. - Vit ætlaðu at fáa ein tættan og javnan dyst, men vit runnu aftaná teimum alla tíðina. Vit høvdu bóltin nógv í seinna hálvleiki, men vit skaptu ikki nógv. Vit vóru sera ófarligir, og hóast tað er skuffandi at tapa ein dyst, so høvdu ikki uppiborið nakað annað í dag, segði Magni Jarnskor. Føroyingarnir stóran leiklut Enn eru bæði Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen á næstbesta liðnum hjá AaB, og har er týdningarmikið hjá teimum at vísa venjaranum, at hann eigur at umhugsa at hava teir á besta liðnum. Leygardagin hevði liðið hjá AaB í 2. deild vestur vitjan av Esbjerg. AaB vann 1-0. Málið fingu teir stutt eftir steðgin. Skotroynd hjá Súna Olsen varð rættað av, bólturin støkk til ein av liðfeløgunum, og so var mál. Lítla løtu seinni smekkaði Súni Olsen til, men bólturin brast í tvørtræið og aftur í spæl. Sum 2. hálvleikur leið, øktist Esbjerg trýstið á AaB verjuna, men Jón Rói Jacobsen var fínur stýrimaður, og tað eydnaðist at halda tætt. Fundur um samanlegg- ingina Nú verður møguleiki hjá vágafólki á almennum fundi at frætta um og at siga sína meining um ætlanina at leggja FSV04 og SÍ saman í eitt felag. Almennur fundur um henda spurningin er ásettur at vera á Hotel Vágum hóskvøldið 11. oktober klokkan 19. Sambært fsvagar.fo fer á fundinum at verða greitt frá ætlanini við nýggja felagnum, og hví komið nú er hertil. Eisini verður møguleiki at seta fram spurningar um ætlanina. Fyri stuttum løgdu FSV04 og SÍ uppskot fram um at stovna nýtt fótbóltsfelag, ið ætlast at reka fótbóltin í vesturøkinum. Meistaraverkirnir sást einki til, tá ið NSÍ enn eina ferð vísti trygt avrik ímóti gøtumonnum, sum tað var lítil saft og kraft í GÍ-NSÍ Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo NSÍ verður meistari í 2007. Tað hevur leingi verið stór- ur møguleiki fyri, at hetta skal gerast veruleiki, og sunnudagin gekk alt upp í hægri eind hjá teimum gulu og svørtu. Í Sarpugerði varð GÍ smurt av, og tað var sjón fyri søgn, at nú er vent upp og niður upp á styrkis- býtið í Eysturoy. GÍ hevði lítið ella rættari sagt einki at bjóða uppá. Jens Martin Knudsen, sum í níti árunum var við til at vinna so nógv gull og skreyt til Gøtu, hevði í NSÍ málin- um onga rættuliga bjarging. Tað var ikki neyðugt hjá vet- eraninum at spenna seg út og vísa, at tað framvegis er dugur í honum. Tá ið gøtumenn onkra ferðina í 2. hálvleiki vóru um reppið at koma í skot- støðu, ofraðu teir í meistara- verjuni seg og blokeraðu. Soleiðis sum tað sømir seg sannari meistaraverju. Men tað var sjáldan, at heimaliðið var vandamikil gestur frammanfyri NSÍ málið. Í hinum endanum varð alt avgjørt longu í 1. hálv- leiki. Tveir av monnunum, sum undan kappingarbyrjan vórðu keyptir til Runavíkar fyri at vera við til at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð til NSÍ, vóru ikki við. Hjal- grím Elttør var leikbannaður, og miðvallar krumptappur- in, Nenad Stankovic, sat aftur hesa ferð skaddur uttanfyri. At teir báðir manglaðu, vísti seg ikki at bila. Jústin- us R. Hansen loysti meistar- liga væl sentrala verjukenda leiklutin á miðvøllinum, og Andy Olsen, sum í útgangs- støðu var ytstur á miðvøllin- um í vinstru, átti sín leiklut. Hann var í vinstru við í upp- spælinum til fyrsta málið, og tað var hann, sum smekk- aði til ímóti málinum hjá Geza Turi. Bólturin brast í handaru stólparótina. GÍ verjan, sum alla tíðina var trilvandi og lítið sannførandi, himprað- ist, og tá ið teir ikki fingu beint bóltin av vegnum, var Christian Høgni Jacobsen sum ein heykur har, smekk- aði bóltin í málið, og harvið var tónin sligin ann. Guli og svarti fagnaðurin og rómin vóru óførir kring vøllin, og tað kendist úr høgættini, sum oddaliðið hevði undan í 1. hálvleiki, at hetta fór ikki at vera so stórur snávingarsteinur hjá NSÍ, sum tað í Gøtu kanska varð roknað við og í hvussu so er vónað! Sannur brandur Kappingarárið hjá Christian Høgna Jacobsen hevur ikki verið hitt besta. Sammett við eitt nú í fjør, tá ið hann var liðformaður í barndóms- felagnum og toppskjútti í Formuladeildini, hevur tað kenst eitt sindur strevið – bæði meðan hann var í HB, og eisini síðani hann flutti aftur til NSÍ. Men í Sarpugerði var flogið hjá Christiani Høgna væl hægri, enn tað var hjá skurðunum. Lítla løtu eftir fyrsta málið var landsliðs- spælarin aftur upp á spæl. Ætlaða afturleggingin til Geza Turi var jánkaslig, Christian Høgni var ágang- andi, fekk fatur á bóltinum, sneiddi framvið málverjan- um og legði bóltin í málið. 2-0 til NSÍ og ivin, um hvar stigini skuldu fara, var blástur burtur. Jónhard Frederiksberg, sum tað leingi hevur verið rættuliga strevið hjá, var væl upplagdur fyrstu løtuna. Gøtumenn royndu at leggja nógv fyri í nærdystunum, men tað var sjáldan, at teir fingu fatur í rætta endanum. Jónhard varð skaddur, og tað hevði ivaleyst verið best bæði fyri hann og liðfelag- arnar, um hann varð tikin út. Hann royndi at spæla, inntil tíggju minuttir vóru eftir. Tá ið hann fór av vøllin- um, var munurin trý mál. Eftir stóran hálvan tíma økti ein av skilagóðu ungu monnunum. Tað sigur eisini nakað um, hvussu skilið var í GÍ verjuni. Bogi Løkin stóð blankur mitt fyri málin- um og stýrdi við høvdinum millum stóru verjuspælarar- nar bóltin í GÍ málið, eftir at tryggi bóltspælarin Sjúrð- ur Jacobsen hevði lagt hornaspark innfyri. Eingi mistøk Tá ið GÍ eftir steðgin hevði vindin undan, royndu teir seg við longum sendingum til Christian Lundberg og Hendrik Rubeksen, men treytirnar hjá teimum og hinum, sum royndu at vera framrættaðir, vóru ikki góðar. NSÍ verjan var aftur hesa ferð sum bergið, og allir spælararnir hjálptu til í verjuspælinum. Óli Hansen vísti seg aftur hesa ferð sum framúr stýrimann. Jóhan Troest Davidsen og størsti stabilisatorurin Pól Thor- steinsson gera eingi mistøk, og Einar Hansen hevur í handavend ment seg til iva- leyst besta vinstra vongverj- an í landinum. Eyðkennið fyri NSÍ – ikki minst í verjupartinum – er, at mistøkini eru fá og smá. Hesa ferð kundu tey teljast á aðrari hondini. Soleiðis var tað ikki hjá heimaliðn- um, sum gjørdi eina ørgrynnu av mistøkum, og fleiri teirra vóru rættuliga kostnaðarmikil. Tíðindini frá Hilmari Jan av Sandi gliðu væl niður, og tá ið NSÍ økti til 4-0, bar tað illa til at fjala, at nú er fyrsta FM heitið nakrantíð komið inn um stokkin hjá 50 ára gamla NSÍ. Uppspælið til síðsta mál- ið var meistarligt. Diagonalt skifti úr vinstru frá Sjúrði Jacobsen og heilt út í høgra borð til Christian Høgna, sum við ferð streyk framvið fleiri, áðrenn hann inni í málteiginum varð feldur. Brotssparkið umsetti lið- formaðurin til mál. Innskiftu unglingarnir Jann Martin Mortensen, Øssur Dalbúð og Klæmint A. Olsen fegnaðust saman við hinum, og tað var væl skiljandi. Teir eru so hepnir, at teir eru við til at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð til Runavíkar. Við meistara- avriki í Gøtu! Nýggja gullliðið framdi meistaraavrik NSÍ var greitt betra liðið í Gøtu sunnudagin, og nú manglar NSÍ bert seinasta fetið í at vinna fyrsta FM- heitið hjá felagnum NSÍ GÍ