Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 194 - 8. oktober 2007 ] Todi og teir eru flúgvandi Tað gongur sum eftir ánni hjá føroyska liðnum í triði bestu donsku fótbóltskappingini. Málið hjá Fremad Amager og Toda Jónsson og hinum føroyingunum aftanfyri felagið er at endurvinna plássið í næstbestu deildini beinanvegin, og higartil í hesum kappingarárinum hevur tað hilnast væl. Í dag var Fremad Amager á útivølli í Glostrup. Fremad Amager vann 4-0. Eftir tíggju umfør er Fremad Amager oddalið – fimm stig framman- fyri tvey tey næstu, sum eru Brønshøj og FC Roskilde. B68 og GÍ flyta upp Eysturoy er fótbóltsøkið fram um nakað annað í landinum. Næsta ár verða seks av tíggju feløgunum í Formuladeildini úr Eysturoy – tá ið EB/Streymur er talt við. Og nú er greitt, at hóast bæði B68 og ÍF flyta upp úr næstbestu deildini, og hóast einki lið úr Eysturoy flytir niður úr Formuladeildini, so fer Eysturoy næsta ár at eiga eins stóran part av 1. deild sum í ár. Leygardagin varð tað greitt, at bæði B68 og GÍ nú flyta úr 2. og upp í 1. deild. B68 hevur vunnið gullmerkini, og GÍ hevur vunnið silvurmerkini. Stóran sálarligan týdning Leikandi venjarin hjá B71, Eli Hentze, er sannførdur um, at sigur- in á B36 hevði sálarlig- an týdning. - Sigurin hevði nógv at siga á nógvar ymsar hættir. Vit hava verið útsettir fyri nógv niður- flytingarprát, men nú er tað doyvt. Vit hava eisini tapt nógvar dystir í síðstu løtu, so hetta hevði stóran týdning sálarliga, sigur 38 ára gamli framherjin. Vit spurdu eisini Eli, hvussu tað ber til, at B71 hevur spælt við so nógv stór lið í ár. - Vit hava ein ungan og óroyndan hóp, sum uttan undantak hevur víst stórar dygdir, ljóðar álitið frá Eli til ung- dómin. Vóru óneyvir Kurt Mørkøre helt eftir tapið á Sandi í gjár, at nú verður trupult hjá B36 at gera nakað við NSÍ í stríðnum um gullið. - Eg vil siga, at B71 revsar okkum í byrjan- ini. Vit sótu á øllum dystinum, men vóru óneyvir. Vit raka annað- hvørt beint við síðuna av, ella tekur málmaður- in hjá teimum bóltin, sigur venjarin hjá B36, Kurt Mørkøre. Hann vil ikki siga, at árið hjá B36 hevur verið ónøktandi. - Vit kunnu saman- bera við í fjør, har B36 fekk 43 stig, og í ár hava vit fingið 52 stig higartil. Føroyameistar- in í fjør fekk 54 stig, vísir Kurt á og sigur, at nú fara teir at berjast fyri silvrinum. B36 megnaði ikki at hanga í NSÍ í odd­ anum av Formula­ deildini, eftir at teir mistu øll trý stigini heima á Sandi í gjár Formuladeildin Pætur Albinus patur@sosialurin.fo B71 hevur fleiri ferðir í ár staðið í vegin fyri teimum betru liðunum í liðunum, og í gjár gjørdu teir tað aft- ur. Teir gulu av Sandi sendu B36 aftur til Havnar við ongum, og B71 legði harvið rættiliga fót fyri B36 í stríðnum um FM-heitið. Nú bara tvey leikumfør eru eftir, hevur B36 fimm stig upp til NSÍ á fyrsta plássi. Við sigrinum tryggjaði B71 sær endaliga luttøku í Formuladeildini komandi kappingarár. Sera lítil møgu- leiki var fyri, at AB tók teir aftur, men fulla úrtøkan í gjár tryggjaði uppflytarun-um sætið í fremstu deildini. B36 omaná Teir hvítu úr Havn vóru leik- liga omaná størsta partin av dystinum, men vandamiklir frammanfyri málinum gjørdist teir sjáldan. B71 hevur verið eitt av teimum liðunum, ið hevur gagnnýtt flest málmøguleikar í For- muladeildini. Hetta góvu teir eitt greitt dømi um, tá ið teir í 12. minutti slóu til. B71 vann bóltin eftir mis- eydnað uppspæl frá verju- partinum hjá B36, og her var Gudmund S. Nielsen, sum í fjør leikti við ung- lingaliðnum hjá B36, skjót- ur at revsa mistakið og setti bóltin í netið til 1-0. Omaná hesa óvæntaðu leiðsluna fylgdu tveir mál- møguleikar til B71, sum lættliga kundu elvt til eina 2-0-leiðslu. Hesa løtuna var eitt sindur av órógvi á spæl- inum hjá B36, og venjari Kurt Mørkøre setti mið- vallarovastan hjá liðnum hetta kappingarárið, Mikkj- al Thomassen, á vøllin fyri 17 ára gamla Odmar Færø. Leikaði á Í seinna hálvleiki trýst B36 nógv fyri at fáa útjavnandi málið. Trýstið vaks støðugt, men B36 hevði trupult við at finna málgevandi loysnir. Tá ið leið móti endanum av dystinum setti B36 Ander- son Castilho á vøllin, og hetta vísti seg at vera eitt gott val, hóast brasiliumað- urin ikki fekk skorað. Hann gjørdi góðan mun og var í fleiri atløgum nær við at skora. Men B71 megnaði at standa væl á vøllinum, og hetta spann øði í B36-leik- ararnar. Serliga Alex Dos Santos, sum í yvirtíðini varð rikin av vølli eftir eina harðliga takkling ímóti Eiriki Poulsen. Eftir sigurin er B71 tryggj- að pláss í Formuladeildini komandi kappingarár, með- an B36 við ósigrinum fær sera trupult við at røkka meistaraheitinum. B71-B36 1-0 (1-0): B71 stegðaði FM-kandidatunum Heini í Skorini, B36, søkir at B71-málinum, men málverjin Símun Rógvi Hansen og verjuspælarin Anders Rasmussen hava tamarhald á støðuni B36 B71