Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 194 - 8. oktober 2007 ] Fleksnes kundi ikki hjálpa Norskir fjølmiðlar gjørdu í farnu viku nógv burtur úr, at nýggi venjarin hjá Odd Grenland, Ove Flindt-Bjerg, tók eitt heldur óvanligt stig. Flindt-Bjerg, sum áður hevur vant KÍ, gav sínum spælarum ein frídag og bæð teir verða heima og hyggja eftir Fleksnes, sum er norsk skemtirøð, ið eisini var at síggja í føroyskum sjónvarpi á sinni. Sunnudagin spældi Odd Grenland á útivølli ímóti Rosenborg, og Odd Grenland tapti dystin 4-1. Harvið er liðið framvegis í stórum niðurflytingarvanda. Waage er hjáparvenjari Eftir at leiðslaní Odd Grenland hevði givið venjaranum og hjálparvenjaranum sekkin fyri tveimum vikum síðani, hevur Ove Flindt-Bjerg havt ábyrgdina av liðnum. Hjálparvenjari hjá Flindt-Bjerg er Lars Borgar Waage, sum áður hevur verið høvuðsvenjari hjá Pors Grenland. Waager hevur eisini áður verið høvuðsvenjari hjá Odd Grenland, og nú er hann aftur at finna í felagnum sum hjálparmaður hjá Ove Flindt-Bjerg. Fyri triðju ferð í ár varð bara eitt mál skorað, tá ið klaksvíkingar og skálamenn stríddust í landskappingini SKÁLA-KÍ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er synd at siga, at talan er um oyðsl við málum, tá ið Skála og KÍ takast í landskappingini. Hesa ferð vitjaði KÍ á Skála, og klaksvíkingar vunnu 1-0. Hetta var triðja ferðin í ár, at úrslitið var 1-0. Fyrr í summar hevur Skála vunnið 1-0 á heimavølli ímóti KÍ, og KÍ hevur vunnið 1-0 á heimavølli ímóti Skála. Einsamalla málið skoraði miðvallarin Kristian á Lakj- uni, tá ið eitt korter var eftir: Eftir frísparksinnlegg frá Heðini á Lakjuni innfyri, sendi Paul Clapson við høvdinum innfyri aftur, og á brotsteigarmarkinum lyfti Kristian á Lakjuni bóltin upp um Predrag Markovic og í málið. Skálamenn vildu vera við, at Paul Clapson hevði gjørt fríspark, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í. Skála hevði eftir steðgin verið væl við, og eftir KÍ leiðslumálið royndi heima- liðið at leggja trýst á. Send- ingarnar vóru ofta høgar í brotsteigin, og har vóru Ovi Nysted og Kaj Ennigarð, sum kom á vøllin beinan- vegin eftir steðgin, omaná. Tað var alla tíðina spenn- andi, hóast intensiteturin og ferðin ivaleyst hava verið hægri áður. Sigurin kom væl við Skála, sum saknaði Rúna Rasmussen í miðverjuni og Paula G. Hansen á miðvøll- inum, hevði í 1. hálvleiki eina góða støðu, men í tí Slavisa Kaplanovic, sum var einsamallur á toppinum, royndi seg, varð skotroyndin blokerað. Hesa ferð var Denni Cont- eh frá fyrsta bríksli undir liðini á Paul Clapson í KÍ álopinum. Denni hevði tvær góðar royndir í 1. hálvleiki. Í fyrra førinum vardi Predrag Markovic meistarliga fyri frísparksroynd hjá danska álopsspælaranum, og í seinna førinum bendi málverjin bóltin á tvørtræið. Kristoffur Jacobsen hevur nógvu tær seinastu ferðirnar verið mest eyðsýndi KÍ spælarin. Hesa ferð var U21 landsliðsspælarin ikki so væl upplagdur, og eftir steðgin varð Jan Andreasen fluttur úr miðverjuni og fram á sentrala miðvallar- plássið. Eftir trý tap við samlaða málmuninum 3-12! var sigurin kærkomin hjá klaks- víkingum, sum í tveimum teimum seinastu umførun- um eiga stórar avbjóðingar: HB í Gundadali og NSÍ í Klaksvík. Í kappingini við eitt nú KÍ um fimta plássið tykist skráin vera munandi lættari hjá Skála. Í næstsíðsta umfari skulu skálamenn vitja í Gøtu, og í síðsta umfari eiga teir heimavøll ímóti AB. Skála-KÍ 0-1 (0-0): Hesa ferð helt KÍ tætt Hóast AB hótti við at javna, megnaði HB at fara yvir um brúnna aftur við øllum stigunum. AB-HB Niels Petersen Fyri fyrstu ferð í tríggjar dystir fóru teir í HB av aftur vøllinum við fullari úrtøku, tá teir vitjaðu á Argjum sunnudagin. AB hevði undan hesum umfarinum enn møguleikan at halda seg í deildini, men hetta kravdi, at teir skuldu fáa fulla úrtøku í øllum teirra komandi dystum, samstundis sum at B71 ikki skuldi fáa nakað stig afturat. HB byrjaði betur uppá dystin og fingu skjótt yvir- takið á miðvøllinum. Hetta trýsti kanska AB nakað langt aftur á vøllin, og eftir 7 minuttir eydnaðist tað teimum at fáa hol á. Skjótt spæl frá HB í høgra borði førir við sær, at Ólavur í Ólavsstovu sleppur til bak- linjuna, harfrá prikar hann bóltin til ein leysan Andrew av Fløtum, sum høggur bóltin í netið til 0-1. Eftir hetta var tað, sum um at teir í AB rakna við og taka seg enn meiri inn í dystin. AB skaptu sær leikliga yvirvág og javnaðu eisini eftir hálvum tíma, tá ungi og evnaríki Johan Ellings- gaard var fyrstur á bólti sum var sendur innum HB- verjuna. Við eitt sindur av hepni kundi AB eisini havt lagt seg á odda áðrenn hálv- leik, men í tveimum førum fekk HB ruddað vekk í evstu løtu. Og tískil fóru liðini jøvn til hálvleiks. Nógvir málmøguleikar Annar hálvleikur byrjaði eins og fyrri endaði við leik- ligari yvirvág til AB. Við at nýta skjótt spæl og nógvar skiftingar frá síðu til síðu, eydnaðist AB at finna op í HB-verjuni. Men tá ikki verður skorað uppá møgu- leikarnir, so kostar tað aloft- ast dýrt, og so var eisini hesu ferð. HB gjørdi sær dælt av einari frísparksstøðu í høgru eftir 75 minuttum. Frísparkið varð skotið væl og hart innfyri til ein púra leysan Andrew av Fløtum, sum við høvdinum kundi senda HB á sigurskós. Við tveimum málum frá Andrew sá dysturin út til at vera avgjørdur, men AB kempaði víðari. AB vístu at teir ikki vildu tapa. Teir kempaðu til síðsta bríksl, og við eitt sindur av hepni kundu teir havt javn- að, tá innskifti Jón Nielsen blakaði seg í fullari longd fyri at náa eitt høgt innlegg úr høgru. Men bólturin fór framvið málinum, eins og seinasta vónin hjá AB um at halda seg uppi í bestu deildini. Lítið man vera at ivast í at argjafólk ikki ætla sær ein langan steðg í 1. deild. Teir hava fingið alsk fyri For- mulafótbólti og fara óivað at gera alt teir eru mentir í komandi kappingarári, so teir skjótt kunnu borðreiða við fótbólti av bestu skuffu á Hamrinum á Argjum. AB-HB 1-2 (1-1): AB er rokið AB hevði fitt av spæli og fleiri kjansir, men tað var HB, sum hevði munin í lokaluppgerðini á Argjum KÍ Skála HB AB