mánadagur 8. oktober 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 194 - 8. oktober 2007 ]
Lyngby fekk try mál
kolldømd
Lyngby vitjaði sunnudagin í Horsens, og dysturin hjá
superligaliðnum, har Christian Lamhauge Holst er ein av
spælarunum, endaði við 2-1 tapi. Lyngby sendi fýra ferðir
bóltin í málið, men tríggjar ferðir kolldømdi dómarin
málini. Tvær ferðir orsaka av frísparki og eina ferð orsaka
av rangstøðu. Harafturat misnýtti Lyngby eisini eitt brots-
spark. Málið hjá Lyngby skoraði Mikkel Beckmann, og
Christian Lamhauge Holst var sum vant fyri frá byrjan.
Henrik Larsen dugir enn
Fríggjadagin spældu veteranarnir hjá Lyngby finaluni í
landskappingini á Sælandi, og tað eydnaðist Lyngby at
vinna finaluna ímóti Næstved 4-1. Millum spælararnar á
liðnum hjá Lyngby var fyrrverandi føroyski
landsliðsspæarin í fótbólti Henrik Store Larsen. Aðrir
spælarar á liðnum vóru Klaus Berggreen, Torben
Piechnik, Bent Christensen og Peter Packness.
Fimm
mál í
tveimum
dystum
21
ára
gamli
EB/
Streyma-áleyparin, Arn-
bjørn Hansen, hevur
rættiliga funnið formin
síðstu dystirnar. Fimm
mál í síðstu tveimum
dystunum talar fyri seg,
og áleyparin var sum
vera man vælnøgdur
eftir 6-1 sigurin á VB/
Sumba, har hann fekk
tvey av málunum.
- Vit vistu, at hetta
kundi gerast ein harður
dystur.
VB/Sumba
hevði einki trýst á sær
undan dystinum, og
seinast teir vóru á vitjan
her, førdu teir 2-1 nak-
að inn í seinna hálvleik
og tí vóru vit eisini klár-
ir frá byrjan av í dag,
segði Arnbjørn.
Hann helt eisini, at
fyrsta málið hevði stór-
an týdning henda dag-
in.
- Tað hevði ógvuliga
nógv at siga fyri okkum
at fáa fyrsta málið so
tíðliga, tí so mátti VB/
Sumba fram á vøllin.
Hetta gav okkum betri
pláss á vøllinum, og tí
gjørdist uppgávan hjá
okkum heldur lættari,
metir Arnbjørn.
Nú bert seks stig eru
eftir at spæla um, liggur
EB/Streymur á triðja
plássi trý stig framman
fyri HB, og Arnbjørn
dylur ikki fyri, at liðið
fer eftir bronsuni.
- Ja, nú fara vit eftir
bronsuni. Tað eru bert
seks stig eftir at spæla
um, so vit eru í eini góð-
ari støðu. Vinna vit á
B36 næsta vikuskiftið,
so vera vit harafturat
bert eitt stig aftanfyri
teir, so í besta føri
kunnu vit eisini enda á
øðrum plássi. Men mál-
ið er fyrst og fremst at
fáa bronsuna, staðfestir
Arnbjørn.
Eingin sum helst ivi
var um úrslitið, tá
tey bæði felagsliðini
í Formuladeildini
møttust sunnudagin.
EB/Streymur sendi
VB/Sumba um
Suðuroyarfjørð
við einum 6-1
tapi, og sigurin hjá
heimaliðnum var ikki
eitt mál ov stórur
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
EB/Streymur skuldi royna
at varðveita bronsuplássið í
formuladeildini sunnudag-
in, tá teir tóku ímóti VB/
Sumba, sum longu undan
dystinum var dømt til niður-
flyting úr bestu mansdeild-
ini. Undan dystinum var
heldur eingin ivi um, at EB/
Streymur var stórfavorittur
at varðveita sína góðu støðu
í oddinum, men móti endan-
um av einum kappingarári
vísir tað seg ofta, at liðini,
sum slett einki hava at
spæla fyri, ofta yvirraska
ímóti oddaliðunum.
Seinast VB/Sumba var á
vitjan í Stremnesi fyrr í ár,
førdu teir eisini 2-1 út í
seinna hálvleik, og tí var als
ikki óhugsandi, at saman-
setta liðið úr suðuroynni
enn einaferð kundi leypa
ein hvøkk á EB/Streym.
Tað skuldi tó ikki vera
henda sunnudagin, at VB/
Sumba yvirraskaði í Streym-
nesi, tí EB/Streymur lat
snøgt sagt ongan iva vera
um úrslitið, og tá dysturin
var komin at enda, hevði
heimaliðið vunnið størsta
sigurin á árinum.
Heimaliðið skoraði
beinanvegin
Tað gekk ikki long tíð, áðr-
enn tað gjørdist greitt, at
hetta kundi gerast ein lang-
ur dystur fyri gestirnar úr
VB/Sumba,
tí
dómarin,
Ransin Djurhuus, hevði
ikki meir enn sett dystin í
gongd, so lá bólturin fyri
fyrstu ferð í málinum hjá
gestunum.
Eftir bert ein góðan min-
utt fekk EB/Streymur inn-
kast í vinstru síðu. John
Heri tveitti innkastið inn í
brotsteigin, har bólturin
bleiv longdur. Við aftaru
stong fekk Arnbjørn Hansen
fatur á leysa bóltinum, og
hann gjørdi ikki matari enn
at lyfta bóltin upp um mál-
mannin, áðrenn han skallaði
bóltin síðsta pettið í málið,
og so var 1-0.
Og tað gingu bert góðir
átta minuttir, so var aftur mál
til EB/Streym. EB/Streymur
gjørdi eitt skjótt skifti úr
høgru síðu yvir í vinstru
síðu, og har gjørdist Hans
Pauli Samuelsen brádliga
púra leysur. Einsamallur við
málmanninum sveik hann
ikki, og so var 2-0, og dystur-
in tóktist eftir bert 10 minutt-
um at vera avgjørdur.
Heimaliðið var tó ikki
liðugt enn. Á hálva tímanum
var nevniliga aftur galið í
verjuni hjá VB/Sumba. Enn
einaferð
kastaði
EB/
Streymur eitt langt innkast
inn í brotsteigin, og har
fekk Sorin Anghel fatur á
leysa
bóltinum.
Hann
spældi bóltin út frá til Hans
Paula, sum smekkaði til í
stongina og inn, og so var
3-0 til EB/Streym. Eitt sera
vakurt mál av Hans Paula.
Eftir hetta hevði EB/
Streymur kjansir at økja
enn meir um leiðsluna, og
tættast var Sorin Anghel, tá
Arnbjørn Hansen spældi
hann púra leysan, men
Vlada í málinum bjargaði.
Málveitslan helt fram
Undan steðginum hevði
EB/Streymur spælt rættiliga
væl til tíðir, men fyrstu løt-
una av seinna hálvleiki sást
einki til sama góða spælið.
Hesa løtuna var lítið skil á
spælinum, men tað var tó
framvegis
EB/Streymur,
sum setti dagsskránna.
So við og við byrjaði
heimaliðið tó at finna góða
spælið fram aftur, og hetta
gav eisini úrslit, tá seinni
hálvleikur var knapt hálv-
runnin. Eitt innkast í vinstru
síðu endaði við, at John
Heri fekk bóltin. Hann
sendi bóltin inn í brotsteigin,
og har var Anbjørn fyrstu á
bóltinum, og so var 4-0 til
EB/Streym, og enn hevði
VB/Sumba ongan veruligan
kjans havt í dystinum.
Men nakað aftan á 4-0
málið fekk VB/Sumba sín
fyrsta kjans, og hetta gav
eisini úrslit. Teir tóku eitt
stutt hornaspark, áðrenn
bólturin bleiv sendur inn í
brotsteigin. Har var Dmitriy
hægstur og skallaði bóltin í
málið, og so var 4-1.
Tað gekk tó ikki long tíð,
so svaraði EB/Streymur aft-
ur. Teir fingu fríspark í
høgru síðu, og inni í brots-
teigin var Sorin Anghel
hægstur, og so vóru aftur
fýra mál á muni.
Tað skuldi tó koma eitt
mál afturat í dystinum, og
eisini hetta átti EB/Streym-
ur. Eitt skjótt mótálop end-
aði við, at Bárður Olsen
spældi Sorin Anghel frían í
vinstru síðu. Hesin rak seg
leysan av tveimum mót-
støðumonnum, áðrenn hann
spældi bóltin aftur til Bárð,
sum hevði runnið seg í góða
støðu. Úr fimm metrum
kundi Bárður lætt senda
bóltin í netið til endaligu
støðuna 6-1 til heimaliðið.
Við knúsandi sigrinum
staðfesti EB/Streymur sína
støðu sum nummar trý í
formuladeildini, og spælið
hjá heimaliðnum var eisini
til tíðir rættiliga gott henda
dagin. Tað kann heldur ikki
setast ein fingur á úrslitið, tí
EB/Stremur var stutt sagt
klassar betri enn VB/sumba,
sum má finna heilt annað
spælt fram, um teir ætla at
enda tilveruna í formula-
deildini á ein rímiligan hátt.
EB/Streymur-VB/Sumba 6-1 (3-0):
EB/Streymur bukaði botnliðið
EB/Streymur helt um vikuskiftið fast í bronsuplássinum við einum knúsandi 6-1 sigri á
botnliðnum VB/Sumba.
Mynd: Sofus Debes Johannesen
VB/Sumba
EB/Streymur