Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. oktober 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 194 - 8. oktober 2007 ] Allir spurningar eru svaraðir í toppinum og eisini í botninum í næstbestu deildini, har síðsta umfarið verður annan leygardag 1. DEILD Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Orsaka av a-landsdystinum ímóti Fraklandi seinnapart- in leygardagin og U-21 landsdystinum ímóti Ukreina fyrrapartin leygar- dagin verð­­ur ikki spælt í næstbestu deildini í hesi vikuni. Síð­­sta umfarið­­ er á skránni annan leygardag. Kanska er tað­­ eitt sindur óheppið­­, at tað­­ skal bíð­­ast so leingi eftir síð­­sta umfar- inum. Allir spurningar eru svarað­­ir í toppinum og í botninum. B68 og ÍF flyta upp, FSV04 hevur vunnið­­ bronsu, og B36 og KÍ flyta nið­­ur. Einastu broytingarnar, sum kunnu koma fyri á støð­­utalvuni, eru á 4. 5., 6., 7. og 8. plássunum. LÍF hevur møguleika at røkka TB á fjórð­­a plássi, men tað­­ er rættuliga lítið­­ sannlíkt, tí málmunurin hjá TB er +24, og hjá LÍF er hann +18. LÍF skal í síð­­sta umfari spæla á heimavølli ímóti FSV04. NSÍ er nummar seks við­­ 30 stigum, HB er nummar sjey við­­ 29 stigum, og SÍ er nummar átta við­­ 27 stigum. HB skal í síð­­sta umfari spæla á Tvøroyri, með­­an SÍ og NSÍ hittast í Sørvági. Við­­ sigri á TB kann HB lyfta seg upp um NSÍ. Við­­ sigri á NSÍ kann SÍ lyfta seg upp um HB og koma ájavnt við­­ NSÍ í stigum. Men tað­­ ber næstan ikki til hjá SÍ at lyfta seg upp um NSÍ. Málmunurin hjá NSÍ er -19, og málmunurin hjá SÍ er -26. Einasta óvæntað­­a úrslitið­­ hesa ferð­­ var tað­­, tá ið­­ SÍ fríggjakvøldið­­ vann 3-1 í Gundadali á HB. Talan var um javna uppgerð­­ við­­ sera lítlum intensiteti. Jørgen Meitilberg legð­­i SÍ framum mið­­skeið­­is í 1. hálvleiki, og Tróndur Sigurð­­sson svarað­­i aftur fyri HB við­­ stútara eftir innlegg úr høgru. Eftir steð­­gin misti HB skjótt ein mann. Í somu støð­­u varð­­ brotsspark dømt, og tað­­ umsetti Jens Erik Rasmus- sen til 2-1 SÍ leið­­slu. Jørgen Meitilberg stað­­festi 3-1 sig- urin, tá ið­­ hann lyfti bóltin upp um HB málverjan, sum kom út ímóti. Eftir góð­­a gongd í nógvar vikur noyddist TB úr Sanda- vági við­­ ongum. Vindurin var nógvur, og Heron legð­­i FSV04 á odda í 1. minutti, tá ið­­ hann sneiddi framvið­­ fleiri, áð­­renn hann setti bóltin í málið­­. Lítið­­ korter undan steð­­ginum økti Súni Fríð­­i Barbá um leið­­sluna, tá ið­­ hann setti krúllin undir frísparksinnlegg frá Jovan Panic. Sigurin bar við­­ sær, at FSV04 tryggjað­­i sær trið­­ja plássið­­ og harvið­­ bronsumerkini. ÍF vann 3-1 í Klaksvík, har intensiteturin var lítil. Bæð­­i ÍF málini í 1. hálvleiki skorað­­i Atli Petersen, sum mannað­­i ÍF álopið­­ saman við­­ Bartal Eliasen. Fyrra málið­­ skorað­­i hann eftir horna í 10. minutti, og seinna málið­­ skorað­­i Atli í 23. minutti, tá ið­­ hann lyfti upp um málverjan. Otto Jacobsen minkað­­i um munin, tá ið­­ 2. hálvleikur var fimm minuttir gamalur. Mið­­skeið­­is í 2. hálvleiki stað­­festi verjuspælarin Áki Petersen 3-1 ÍF sigurin, tá ið­­ hann umsetti brotsspark til mál. Tað­­ var um reppið­­, at NSÍ vann øll stigini ímóti B68. Úrslitið­­ var 1-1, og B68 javnað­­i í yvirtíð­­ini, tá ið­­ Dánial Hansen við­­ høvd- inum stýrdi hornasparks- innleggi í málið­­. Mið­­vallarin Jann Martin Mortensen skorað­­i fyri NSÍ, tá ið­­ tað­­ restað­­u 20 minuttir. Eftir eitt tvey samanspæl í vinstru millum Øssur Dalbúð­­ og Jónstein Petersen stýrdi Jann Martin bóltin upp um Gunnar á Steig og í B68 málið­­. LÍF fekk einki burturúr vitjanini hjá B36. Botnlið­­ið­­ vann 2-1. LÍF misnýtti nógvar upplagdar møguleik- ar, og Jóan Pauli Jakobsen var sannur brandur í B36 málinum. LÍF hevð­­i fitta lotið­­ undan í 1. hálvleiki, og longu í 6. minutti legð­­i Adrian Joensen LÍF á odda. Eftir steð­­gin hevð­­i B36 vindin undan, og tá var verjuspælið­­ hjá LÍF út av lagi vánaligt. Í 52. minutti spældi Tummas Hans Rubeksen Sigurd Carlsson leysan, og hesin javnað­­i til 1-1. Eitt korter fyri leiklok skorað­­i Tummas Hans B36 sigursmálið­­, tá ið­­ hann rann frá LÍF verjuni. Í 2. hálvleiki hevð­­i B36 fleiri að­­rar møguleikar at skjóta mál. 27. og síð­­sta umfarið­­ leygardagin 20. oktober: B68-KÍ, ÍF-B36, LÍF- FSV04, TB-HB og SÍ-NSÍ. Henrik Larsen dugir enn Fríggjadagin spældu veteranarnir hjá Lyngby finaluni í landskappingini á Sælandi, og tað­­ eydnað­­ist Lyngby at vinna finaluna ímóti Næstved 4-1. Millum spælararnar á lið­­num hjá Lyngby var fyrrverandi føroyski landslið­­sspæarin í fótbólti Henrik Store Larsen. Að­­rir spælarar á lið­­num vóru Klaus Berggreen, Torben Piechnik, Bent Christensen og Peter Packness. Lyngby fekk try mál kolldømd Lyngby vitjað­­i sunnudagin í Horsens, og dysturin hjá superliga- lið­­num, har Christian Lamhauge Holst er ein av spælarunum, endað­­i við­­ 2-1 tapi. Lyngby sendi fýra ferð­­ir bóltin í málið­­, men tríggjar ferð­­ir kolldømdi dómarin málini. Tvær ferð­­ir orsaka av frísparki og eina ferð­­ orsaka av rangstøð­­u. Harafturat misnýtti Lyngby eisini eitt brotsspark. Málið­­ hjá Lyngby skorað­­i Mikkel Beckmann, og Christian Lamhauge Holst var sum vant fyri frá byrjan. Bíða bara eftir síðsta umfarinum 1. deild 26. umfar leygardagin 6. oktober HB-SÍ 1-3 (1-1) 0-1: Jørgen Meitilberg 1-1: Tróndur Sigurðsson 1-2: Jens Erik Rasmussen br 1-3: Jørgen Meitilberg Reytt kort: Torkil Kollsker, HB FSV04-TB 2-0 (2-0) 1-0: Heron 1. 2-0: Súni Fríði Barbá 33. B36-LÍF 2-1 (0-1) 0-1: Adrian Joensen 6. 1-1: Sigurd Carlsson 52. 2-1: Tummas Hans Rubeksen 75. KÍ-ÍF 1-3 (0-2) 0-1: Atli Petersen 10. 0-2: Atli Petersen 23. 1-2: Otto Jacobsen 50. 1-3: Áki Petersen br 66. NSÍ-B68 1-1 (0-0) 1-0: Jann Martin Mortensen 69. 1-1: Dánial Hansen 90 FAKTA