mikudagur 16. mai 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 16. mai 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
unum, sum hava verið
frammi nú um dagarnar.
Hetta merkir so aftur, at
eisini í ár fer gongdin at
halda fram, soleiðis at
blokkurin fær uppaftur
minni týðning í samlaða
búskapinum frameftir.
Vónandi hevur Kristian
Magnussen nú skilt hetta
málið. Men kanska eru
sosialdemokratisku ský-
klapparnir soleiðis innrætt-
aðir, at tað sæst ikki uppum
eggina á landskassanum.
Tað finst eingin verð
uttanfyri hendan almenna
kassan, sum ein serliga
útvald elita av pamparum
burdi sitið og gjara út av, -
til sínar vinir og kenningar.
Ljósasløkkingin, tá ið man
sat og taldi niður, nærið hin
seinasti
føroyingurin
mundi fara at sløkkja eftir
sær á flogvøllinum, - ber
boð um hetta sama. Men
hitt føroyska fólkið gjørdi
øllum dómadagsprofetiun-
um til skammar. Uppdriftin
í samfelagsins kyknum,
sum ikki kann gradast,
hevjaði samfelagið á beint
aftur. Og ein av tesunum
hjá eysturoyingum, um
orsøkina til skjóta vøkst-
urin í oynni er hon, at Javn-
aðarflokkurin altíð hevur
verið so hóskiliga lítil her.
Skal ikki siga at tað er so.
Men dómadagstosið hjá
Kristiani m.a., - kundi bent
á, at nakað er um tosið.
Men Kristian, hesaferð eru
tit ovseinir úti, føroyingar
síggja nú ígjøgnum im-
perialistisku tokuna. Ljósið
vinnur á myrkrinum um-
síðir.
Og nú er eisini somikið
fráliðið í aðramáta, at
abstinensirnar av miseydn-
aða misálitinum so smátt
munna fara at fortaka seg.
Hav tað gott gamli og njót
summarferiuna,
soleiðis
sum tað nú einaferð sømir
seg einum forkølaðum og
vilstum uppreistrarmanni.
VIÐMERKINGAR
Framhald av síðu 14
Birgir Mohr
Sandi
Landsstýrið og løgtings-
meirilutin fremur ábyrgdar-
loysi!
So leingi ein skyldar
umleið 4 milliardir krónur,
sigur ein ikki nei tøkk til
300 – 400 milliónir krónur
fyri árið 2002, sum vit hava
rætt til í sama danska stati,
sum vit skylda meira enn 4
milliardir krónur.
Tað ber væl til at gera ein
avtalu við donsku stjórnina
um, at vit fastfrysta blokkin
á núverandi støði, so mink-
ar hann við inflatiónini.
Ella eina avtalu um at
minka blokkin varliga yvir
nógv ár eftir ávísum formli,
og harvið medvirka til ein
sjálvbjargnan
búskap
í
Føroyum. Hetta má gerast
so varisliga, at tað ikki fer
at merkjast á livistøðinum
hjá miðal føroyinginum.
Men ikki við 300 – 400
milliónum per ár. Tað er
sera vandamikið fyri okk-
ara búskap, okkara livistøði
sum
vælferðarsamfelag.
Tað vita vit øll. Og hetta
skal henda samstundis, sum
vit yvirtaka málsøkir fyri
aðrar 200 – 300 milliónir
krónur.
Hetta kemur at merkjast
út í hvønn krók í landinum,
bæði sum ein beinleiðis og
óbeinleiðis fíggjarlig av-
leiðing. Vit eru ikki olju-
sjeikar
enn!
Hetta
er
skamleys almenn hugmóð.
Men hugmóð fellur.
Er tað ynski Føroya
landsstýrisins at minka
peningarenslið
her
hjá
okkum, so ber tað væl til at
lata handan partin av
blokkinum fara sum ein
eyðka avdráttur upp á
skuldina hjá landskassan-
um í Danmørk.
Tað hevði verið skatta-
lætti upp á langt sikt fyri
føroyingar. Tað er “molbo”
– politikkur at senda pening
retur, so leingi vit skylda í
milliarda upphæddum til
danska statin.
At Tjóðveldisflokkurin
ikki vil skilja hetta, kundi
ein kanska roknað við, men
at Sjálvstýrisflokkurin og
Fólkaflokkurin ikki vilja
skilja
hetta,
sum
tað
ábyrgdarloysi, hetta er, tað
undrar. Men veljarar hjá
hesum flokkum skilja væl,
at slíkt er óðamannaverk og
skilaleysur politikkur, tað
er vist.
Okkara løgmaður segði í
sjónvarpssending
beint
áðrenn hann fór til Dan-
markar at samráðast um
fullveldi fyrstu ferð, at
hann fór aldri at bjóða før-
oyingum
eina
4
ára
skiftistíð at avtaka blokkin.
Men hvat ger hann nú?
Minkar blokkin við upp til
40 % upp á eitt ár? Soleiðis
roynast álitismenn!
Hvør einast føroyingur,
óansæð um hann ella hon
eru fyri tí sokallaða full-
veldinum ella ikki, skilur,
at hetta er ikki ábyrgdar-
fullur politikkur mótvegis
Føroya fólki.
Samstundis,
sum
ar-
beiðarafeløgini berjast fyri
betri korum til tað fólkið,
sum arbeiðir við hondun-
um, tí tey fáa sum er –
undir hákonjukturinum vit
hava – ikki endarnar at
røkka saman fíggjarliga, so
frásiga okkara kosnu fólk á
løgtingi og í landsstýri
okkum ein stóran part av
inntøkum landskassans.
At hetta er ábyrgdarleyst
og skilaleyst, ja tað skilja
øll.
Sakleys hugmóð
Kvinnusamskipan Føroya
hevði Dýra biðidag árs-
aðalfund í Mettustovu í
Havn, har samfelagsstøðan
í kvinnupolitiskum høpi
varð umrødd.
Í hesum døgum er serliga
hugaligt,
nú
barsils-
grunnurin fer at virka 1.
juni. Hetta er heiðurligt
tiltak og úteftir ein virðilig
mynd av samfelag okkara,
har arbeiðsmarknaðurin við
lóg tekur ábyrgd av kom-
andi ættarliðum og ger tað
høgligari hjá konum at vera
lønarbeiðarar og barna-
mammur.
Arbeiði
er
aftur
til
nærum allar vinnuførar
hendur. Tað er tí hugstoytt
at ásanna, at nógvar ikki fáa
lut í barsilsgrunninum, tí
tær ikki fáa børn síni ella
síni gomlu ansað.
Nú land og kommunur
hava fótað sær fíggjarliga,
fara vit so staðiliga at biðja
tey virka fyri, at ungfólk
okkara ikki missa vónina
og hugin til at seta føtur
undir egið borð.
Smábarnafamiljur vilja
vera, har byggilendi og
barnaansing eru tøk. Hesin
tørvur er hent amboð at
stýra bústaðarmynstrinum
og vinnulívinum við, so at
eisini bygdir og býir uttan
fyri
Havnina
fáa
ein
veruligan kjans at mennast.
Lívskor føroyinga sum
heild standa fyri stórum
broytingum.
Týdningar-
mikið
hevði
tí
verið
beinanvegin at fingið eina
granskingarverkætlan í lag
at kanna lívskorini her á
landi, har eisini harðskapur
á øllum økjum í sam-
felagnum verður lýstur.
Slík verkætlan kann geva
okkum grundleggjandi og
ítøkiliga vitan um álvarsom
viðurskifti,
við
annars
verða fjald og tagd burtur.
Vegna
Kvinnusamskipan Føroya
Inga Ellingsgaard,
forkvinna
Yvirlýsing frá ársaðalfundinum hjá KSF
TÍÐINDASKRIV
Forvitnislig listafram-
sýning umborð á Slupp-
uni Høganes. Tað er 30
ára gamli listamaðurin
Karstin Olgar Lam-
hauge (Oggi) úr Søld-
arfirði, sum sýnur fram
grafiskar myndir. Talan
er um 17 grafiskar
myndir og listamaðurin
hevur nýtt ymisk graf-
isk tøkni so sum stein-
prent, turrnál, linolium-
skurður og einprent.
Listamaðurin ynskir at
skapa eina myndlistar-
liga heild á sýningini og
tó leggja dent á frá-
vikini, sum koma til
sjóndar.
Listamaðurin hevur
verið
við
á
fleiri
várframsýningum
og
hevur umframt hetta
víst síni verk fram
saman við øðrum. Um-
framt hesa aðru al-
mennu stakframsýning
hansara, her á landið,
hevur
hann
latið
altartalvan úr hondum,
til Hattarvíkar Kirkju
og hendan var vígd 9.
Juli í fjør.
Sýningin verður opin
frá týsdegnum 15. mai
til hósdagin 17. mai og
verður opin um somu
tíðir sum fiskivinnu-
stevnan á staðnum.
Leygardagin
19
mai
klokkan
11.30
verður
matiné í Havnar kirkju við
tí væl umtókta Havnar
Manskóri. Tað er Bjarni
Restorff,
sum
stjórnar
kórinum, og skráin verður í
høvuðsheitum sálmar og
sangir úr Føroyum og
aðrastaðni við.
Oggi umborð á
sluppini Høganes
Matiné í Havnar kirkju
14
Nr. 92 - 16. mai 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður
Glyvrum, 14. mai 2001
Fólk eru ivaleyst ørkyml-
að av fjarðarokinum, nú
skjøtil er settur á ein
politiskan hanakamp um
tøl, ímillum tveir leik-
menn, ið helst báðir tveir
hava líka lítið skil á
búskaparfrøði,
sum
hundur á himmiríki. Tað
fall mær av munni vesturi
í Vágum, at brúkti part-
urin av donsku heildar-
veitingini svaraði til 8%
av føroyska búskapinum.
Ákærurnar flúgva um
oyrini. Kristian Magnus-
sen heldur fast við, at tað
snýr seg um 50%. Enda-
ligu útrokningarnar siga
nú,
at rætta talið er
4,35%. Samstundis sum
eg takki javnaðarmann-
inum fyri, at hann varpar
ljós á hendan veruleikan,
at
føroyingurin
einki
hevur at óttast í sjálv-
ræðinum, verður hetta
ein roynd, at svara honum
aftur sum frægast.
Sum ein annar forrættari
skoðar hann út so víðan.
Kristian Magnussen. Líkist
kamelinum
hjá
Viderø
undir Karmel-fjalli. Bara
hann kendi hin eina sann-
leikan, og tí kundi hann
standa har, so dulin at sær,
við ovmetnaðarfulla yvir-
bragdinum. Moustachan er
eisini har. Hendan evsta
royndin hjá øllum politisk-
um tufluhetjum, at prógva
fyri alheiminum, hvørið
hevur brøkurnar uppiá. Í
hesum førinum kann tað so
bara verða ein pseudoroynd
í macho. Tá ið svarað
verður aftur, hevði tað
kanska verið eitt hugskot,
at kloynt ein columbi-
anskan hatt niður á krúllin
og hongt nakrar fjákutar
oyraringar uppí oyrini, tá
hevði man av illum, fingið
accosiatiónir tann vegin, at
landsins
fremsti
ljósa-
sløkkjari var ein partur av
átakinum. Politiskar karri-
erur í mistreysti. Hann náði
meg.
Misálitasøgan hjá Javn-
aðarflokkinum er eitt mál
fyri sálarfrøðingar. Tey
flestu hava fingið ta fatan,
at seinasta royndin drukn-
aði í øli og breyði uppi á
tinghúsloftinum. Men er
hetta nú allur sannleikin?
Rakti eisini hendan royndin
Kristian og hansara menn, -
sum ein boomerangur? Fari
í hvussu er at takka tí
tingmanni floksins, sum
hevur latið meg frætta, at
hann ikki hevði atkvøtt fyri
misálitinum. Hann mundi
ikki halda at ein føroyskur
ministari skuldi kippast av
so lítlum. Av kókaðum høn-
um og gemenum bókhald-
arum.
Og appropos, gemenir
bókhaldarar, lat meg so sláa
fast alt fyri eitt, at tað varð
kanska tikið í so dýran til
hendan dagin. Eg havi
alrastørstu
virðing
fyri
landsgrannskoðaranum,
Leivi Harrysyni. Tað er ikki
so lítið hann hevur fingið á
skaftið hesi árini. Hevur
tosað Roma beint ímóti.
Óræddur og djarvur. Hevur
virkað soleiðis sum ein
ríkisrevisión eigur at gera
tað. Hevur í stóran mun
fingið skil á rangum og
røttum. Ákæran gongur
ikki ímóti honum, - soleiðis
sum hon nú er yvirtulkað.
Trupulleikin er, at teir ið
hava
fólksins
mandat,
hvørki hava bøllingar ella
rygg til at fremja tað lógar-
smíð, sum væntað verður
av teimum. Teir stinga upp
fyri eksternum hóttanum,
og hesum kann fólkaræði
ikki liva við. Og í síni egnu
avmakt røkka teir ikki
longur enn at ætlað eitt
misálit á mannin, ið gjørdi
sína skyldu, - legði eitt
progressivt uppskot fram,
um hvussu almennu fjøl-
miðlarnir
skula
virka
frameftir. Onkuntíð hevur
politiski ryggurin í ting-
manni fólkafloksins í Eyst-
uroy verið kvæmari enn nú.
Annar av gomlu Moskva-
kommunistunum í Javn-
aðarflokkinum hevur eftir
øllum at døma somikið av
tjóðskaparkenslu eftiri í
sær, at hann fæst við, at
leita eftir politiskari føði
inni á heimasíðu Tjóð-
veldisflokksins. Umrødda
flaggrøðan finst bara har og
á míni egnu teldu.
Og
kjarni
málsins
(Tórbjørn vs. Kristian) eru
nú hesar báðar orðingarnar:
Tórbjørn: "Tað er ein
sannroynd, at bara 8% av
danska blokkstuðlinum
komu inn í føroysku ring-
rásina, í árinum sum farið
er."
Kristian: "Nú veit eg
ikki
hvussu Tórbjørn
roknar prosentir, tá ið
hann kann fáa umleið
50% at verða 8%. Nú eru
vit í tí hepnu støðu, at
landskassaroknskapurin
fyri 2000 longu er fram-
lagdur og sambært rokn-
skapinum var yvirskotið í
2000 475 mió, tá eisini
avdrátturin uppá 127 mió
av landskassans skuld til
danska statskassan var
goldin. Blokkstuðulin fyri
2000 var 973 mió og tá
landskassans
yvirskot
"bert" var 475 mió, so
merkir hetta at í øllum
føri, at 498 mió av blokk-
stuðlinum vóru brúktar
til at avhalda landskass-
ans útreiðslur. Umroknað
til % gevur hetta umleið
50% og ikki 8%. Hevur
Tórbjørn rætt við sínum
8% so vóru bert 78 mió av
blokkstuðlinum í 2000
nýttar til landskassans
útreiðslur."
Kristian Magnussen,
hentur býttlingi hjá
Nyrup(!)
Í 1959 byrjaði av álvara ein
peningastreymur at floyma
inn úr Danmørkini. Hann
hevði bara til endamáls, at
niðurpína kensluna hjá før-
oyingum av, at teir megn-
aðu at standa uppi av sær
sjálvum
búskaparliga.
Átakið var væl umhugsað
frá danskari síðu. Pening-
urin skuldi fíggja ellisárini
hjá føroyingum. Hetta var
avgerandi royndin, harið
føroyingar skuldu venjast
við, at kenna tryggleika í
peningi,
sum
danska
valdselitan kravdi inn frá
fiskimonnum
á
Borg-
undarhólmi, pedagogum í
Áarósa og lossingarmonn-
um í Esbjerg.
Í fyrstu útgávuni av
føroyska lógarritinum, sum
hin
virkni
grundlógar-
skrivarin, Kári á Rógvu,
hevur fingið í lag, finnst
ein grein, sum tveir ser-
frøðingar í altjóðarætti hava
skrivað. Báðir virka teir í
Bruxelles. Í greinini vísa
teir á, at endamálið hjá
dønum, við at senda før-
oyingum pening er, og
hevur altíð verið, at styrkja
og røkja eina ófrælsis- &
ótryggleikamentan millum
føroyingar, - "a culture of
fear."
Tað varð staðfest við
sjeytummaseymi
undir
kreppuni og fyri hvønn dag
sum liðin er síðani, at talan
var og er ikki um annað, -
enn falskan tryggleika.
Tað varð ikki farið fram
við
mýkindum
undir
seinastu føroyaviðgerðini á
Danatingi. Øgiligar bú-
skaparligar hóttanir, - men
vælsignaður, - einki annað
enn innantómar brestingar.
Fólkatingslimir gramdu seg
um alt frá "gensidig re-
spekt" og "de historiske
bånd" til mikla høvundin
William Heinensen, sum
teir eftir øllum at døma ikki
hætta sær undir at lesa
aftur, um føroyingar skuldu
verið so náðileysir, at teir
yvirtaka sína egnu kirkju
ella eftirlitið við sínum
egnu skipum.
Tað var týðuligt, at
fólkatingslimirnir høvdu
ein
trupulleika
hendan
dagin.
Ein
avgerandi
trupulleika. Og hann er
føroyski búskapurin, sum
undir hesi samgonguni er
vorðin so sterkur, at tað er
als ongin trupuleiki at
kappa einar 300-400 milli-
ónir av blokkstuðlinum í
komandi ári. Forsætismála-
ráðharrin tók sjálvandi ikki
hesar upphæddir upp á
tungu, - tær høvdu ikki
harmonerað og hóskað inn í
mynd
og
hunddálking
hansara av føroyingum,
sum primitivir nassarar av
Guðs náði.
Klassiska strategiin hjá
dønum er komin undir
hóttafall. Verður skorið
niður í blokkinum, tá kann
tað skjótt henda, at ótrygg-
leikamentanin í Føroyum
missir takið. Hetta veit
stjórnin og hetta veit Peter
Duetoft, ið hvein sum ein
stungin
grísur
hendan
dagin um, at "……..nú var
Danmørkin
minkað
nokk………….ikki eisini
Føroyar(!)"
Danir hava fingið ein
stóran politiskan trupul-
leika av førda fíggjar-
politikkinum hjá Karsteni
Hansen. Nyrup & Duetoft
og aðrir luxus-imperialistar
vilja ikki finna seg í, at
landskassin hevur yvirskot,
og at ein búskapargrunnur
verður
skipaður,
sum
hjálpir føroyingum at skapa
sær veruligan tryggleika.
Úrslitið ella niðurstøðan av
fólkatingsviðgerðini kann
tí dragast saman í ein
setning:
"Nå
så
kære
færinger. Ka´ I så se at
bruge pengene i en fart,
fordi, hvis I ikke gør det,
ja! Så skærer vi blokstøtten
væk."
Tær tørvast hvørki at
vera
sosialráðgevi
ella
skipsførari fyri at fylgja
donsku strategiini. Fimleiki
í prosentrokning er heldur
ikki neyðugur. Hendan
samgongan hevur skorið
inn á bein í imperalistiska
kyninum. Í stuttum kann
sigast: At um vit føroyingar
ikki syrgja fyri at knúsa
búskapin, við at brúka
yvirskotið hjá landskassan-
um, so missa vit blokk-
stuðulin. Og tá ið so
búskapurin aftur liggur í
skeljum, og vit fara akandi
á knøunum eftir trotahjálp,
eftir at hava sagt farvæl til
fullvaldaríkið med alla, ja,
tá verður svarið frá dønum
so sjálvsagt: "Det må I selv
klare."
Blokkstuðulin
eitrar
mentan okkara og elvir til
ótryggleika. Tað er skjala-
fast, at hetta alla tíðina hev-
ur verið ætlanin við veit-
ingunum, og tað ber ikki til
at siga annað enn, at hetta
hevur
eyðnast
dønum
fyrimyndarliga,
serliga
síðani stríðsárini seinru, -
við góðari hjálp frá sam-
bands- & javnaðarmonn-
um, sum Kristiani Magn-
ussen til dømis.
Reinging og lygnir eru nú
seinasta royndin at halda
sær uppi í politiska
sjóvarmálanum !
Politiska
jørðildi
hjá
Kristani Magnussen søkkur
undan honum. Hetta veit
hann væl. Men sum hjá
øllum
øðrum
breyð-
politikkarum ræður tað
bara um at røkja taburet-
límið sum longst. Og tí er
tað, at hann sum ein annar
Erasmus
Montanus
vil
prógva, at føroyingar ikki
megna at standa uppi
fíggjarliga,
-
av
sær
sjálvum. Einhvør útsøgn
um tað øvugta, at tað ber
til, skal tí afturvísast, og um
tað er neyðugt, tá eisini við
reingingum og lygnum.
Gamli
stríðsmaðurin,
Kristian Magnussen, er
vorðin ein hentur býttlingur
í hondunum á Poul Nyrup
Rasmussen.
Ein
døpur
sjón. Eg má viðganga at
hann í seinasta útspælinum
er farin undir alt lágmark,
og hetta svar hansara eigur
ikki at standa ósvarað. Og
lat meg bara gera sum
mikladalsmaðurin segði við
sonin tá ið hann fór uppí
fremmandalegiónina:
"Kemur tú í nærkamp góði,
pín teir tá ikki meira enn
neyðugt er, - sting bara nóg
djúpt."
Í røðu míni flaggdagin, í
Seyrvági og á Giljanesi,
segði eg: "Tað er ein
sannroynd, at bara 8% av
danska
blokkstuðlinum
komu
inn
í
føroysku
ringrásina, í árinum sum
farið er."
Í
Sosialinum
og
í
Dimmalætting
seinasta
fríggjadag leggur Kristian
Magnussen
meg
undir
talfusk. Hann sigur at talið
8% er ov lágt sett. Rætta
talið er 50%, vil hann vera
við. Ætlanin hjá Kristiani
er at geva fólki ta fatan, at
føroyski búskapurin er væl
meiri heftur av donskum
pengum, enn hann í veru-
leikanum er tað.
Eg fari ikki at leggja meg
útí hvussu Kristian roknar
prosentir, men fari heldur at
gera greiðu á míni egnu
útrokning, sum eftir øllum
at døma hevur fingið
blóðið í kók á sosial-
ráðgevanum.
4,35%, - tað var alt
Kristian !
Frøðiligt heiti fyri føroysku
framleiðsluringrásina
er
bruttotjóðarúrtøka(btú).
Hetta hugtakið lýsir virðið
á
samlaðu
framleiðslu
føroyinga í einum ári.
• Btú fyri ár 2000 var um
8,2 milliardir kr.
• Blokkstuðulin var 959
milliónir kr. (Tað er ikki
rætt at rokna endurgjøld
viðvíkjandi læraraeftir-
lønum við í heildarveit-
ingina,
soleiðis
sum
Kristian ger.)
• Yvirskotið í landskass-
anum var 602 milliónir
kr. (Tað er villleiðandi at
rokna
avdráttir
uppí
úrslitið
soleiðis
sum
Kristian ger tað. Hetta er
líka so tápuligt sum tað
hevði verið, at vaksið um
úrslitið við stórari lán-
tøku.)
• Parturin av blokkstuðlin-
um, sum harvið kom út í
føroysku ringrásina varð
soleiðis bara 959 - 602 =
357 milliónir kr.
• Roknað í prosentum av
btú: ((357.000.000 X
100) : 8.200.000.000) =
4,35%
Mín ringi óvani, at kjálkað
verður ov tætt uppat dead-
line, táið røður verða skriv-
aðar, hevur spælt mær eitt
puss. Tað má eg viðganga.
Visti at somu viðurskifti
svaraðu til umleið 8% í
1999. Av tíðarneyð fekk eg
ikki eftirkannað talið fyri ár
2000. Men nú skuldi tað so
verið greitt fyri øllum -
eisini
ljósasløkkjaranum
Kristiani Magnussen - at eg
havi ikki mála støðuna
meiri ljósareyða enn hon í
veruleikanum er. Tvørt-
urimóti. Tikið varð í so
rívan til tá ið eg ásetti hesi
8%´ini.
Tað
var
bara
helvtin. Og fáur lýgur meiri
enn helvtina verður sagt.
Fór nakað skeivur, men tey
flestu munnu fara at bera
yvir við mær, táið ein
sólskinssøga kom burturúr
tí tilendans.
Havi gjørt mær tann
ómakin at kanna tølini
nærri eftir, og serfrøðingar
siga fyri vist, at høvuðs-
niðurstøðan í røðuni er røtt
og stendur við. Føroyski
búskapurin er væl fyri, og
hann hongur saman sum er,
- eisini við ongum blokk-
stuðuli. Parturin, sum vit
nýta av blokkinum svaraði
seinasta ár bert til góð 4%
av búskapinum, og ikki 8 &
50%, sum vit báðir Kristian
hava fráboðað. Hartil kann
leggjast, at stóri búskapar-
vøksturin heldur fram í ár,
skal man trúgva forsøgn-
Abstinensir av miseydnaða misálitinum?
VIÐMERKINGAR
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
14