týsdagur 9. oktober 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 195 - 9. oktober 2007
Mikudagin klokkan
15 fer ungdóms
sendingin »Pink« fyri
fyrstu ferð beinleiðis
í luftina á Rás 2. Í
hesum sambandi
hava vit fingið okkum
eitt lítið prát við teir
tríggjar vertirnir
Ragnhild, Heiðu og
Sóleyð
RÁS 2
Annika Hedegaard Isfeldt
Hóast tær ikki vilja út við,
hvat fyrsta sendingin miku
dagin kemur at snúgva seg
um, siga tær tríggjar, at tað
avgjørt verður spennandi at
tendra fyri útvarpinum kl.
15 í morgin.
Vit kunnu sjálvandi ikki
avdúka, hvat sendingin í
morgin kemur at snúgva
seg um, tí soleiðis er
journalistikkur jú, sigur
Ragnhild og smílist.
Hóast tær hava onkrar
royndir innan journalistikk,
er tað fyrstu ferð, at tær
tríggjar fara undir at arbeiða
innan útvarp.
Vit halda tað vera eina
spennandi avbjóðing, og
tað var eisini tí, vit søgdu ja
til at hava sendingina, tá ið
Rás 2 spurdi okkum. Vit
gleða okkum sera nógv til
at síggja, hvussu alt fer at
rigga, siga tær.
Lurtarin er
miðdepilin
Hóast sendingin er ein ung
dómssending, halda gent
urnar, at onnur fólk eisini
kunnu lurta eftir henni.
Nógv ungdómsevni verða
sjálvandi tikin upp, men tær
meta, at tað eisini verður
okkurt, ið er áhugavert fyri
øll, tí tær fara eisini at taka
evni upp, sum eru nógv
uppi í tíðini.
Sendingin verður vænt
andi bæði lærurík og stutt
lig, sigur Heiða.
Vit eru nevniliga als
ikki bangnar fyri tabu
evnum.
Enn er ikki heilt greitt,
hvat innihaldið í sendingini
fer at verða. Hetta siga tær
er orsakað av, at pláss skal
vera fyri tí einstaka lurtar
anum. Tær ætla at halda
ymisk tiltøk fyri at fáa
lurtaran meira við. Hetta
umfatar m.a. livandi tónleik,
ymiskar kappingar og kjak.
Tær vóna, at »Pink« kann
gerast eitt sindur øðrvísi
enn hinar sendingarnar við
tað, at hon bæði er ung
dommilig og upplýsandi.
Den som intet vover, intet
vinder, endar Ragnhild við
einum smíli.
Sendingin verður at hoyra
beinleiðis á Rás 2 hvønn
mikudag kl. 1517.
PINK er livandi og live
PARTABRØV Í UNDANVINDI
Evropisk partabrøv hækkaðu fjórðu viku á rað og
liggja í dag 1,5% hægri enn fyri viku siðan. Ein av
orsøkununum
er,
at
mánaðarliga
arbeiðsmarknaðarfrágreiðingin úr USA, sum var
kunngjørd fríggjardagin, gjørdist betur enn væntað,
tá 10% fleiri størv vóru stovnsett. Heraftrat bleiv
seinasta frágreiðingin uppmett í so stóran mun, at
talan kann hava verið um eina villu í tí seinastu. Um
so er, var seinasta rentulækking uppá 0,50% bygd á
partvíst skeivt grundarlag. Tí er ivasamt, um
amerikanski tjóðbankin lækkar rentuna til næsta
rentufund seinast í mánanum ella bíðar til desembur.
Frágreiðingin vil í fyrstu atløgu ávirka positivt, men
neyðugt er at hyggja nærri at hvussu veiki
húsamarknaðurin rakar arbeiðsmarknaðin.
Stóri bankin Merrill Lynch kunngjørdi eitt minni tap
uppá partabrævið enn væntað fyri 3.ársfjórðing.
Hettar fekk fíggjarpartabrøv at hækka, Tí lítla hallið
uggaði íleggjarnar sum tó framvegis kenna seg
ótryggar, tí teir ikki kenna vavið á sub-prime
kreppuni. Men so hvørt sum bankaroknskapir verða
kunngjørdir, koma árinini av kreppuni til sjóndar og
fer hetta at ávirka gongdina á partabrøvum.
BRETSKA PUNDIÐ HÆKKAR
Góðu tíðindini ávirka eisini gjaldoyruni. Dollarin
liggur á 5,31 sum er 1,2% hægri enn fyri viku síðan.
Bretska pundið er hækkað stútt síðan lækkingina fyri
góðum tveimum vikum siðan og liggur nu á 10,78.
Íleggjarar átaka sær sum heild størri váða, og sæst
tað aftur á gjaldoyrakursinum í vakstrarbúskapunum
sum hækka.
RENTURNAR ÓBROYTTAR
Renturnar eru óbroyttar í mun til fyri viku siðan. 10-
ára lánsbrævarentan er 4,44%.
HESA VIKUNA
Hesa vikuna verður áhugavert at hoyra nærri frá
rentufundinum í FED og hvat lá til grund fyri stóru
rentulækkingini seinast. Eisini kunnu tøl úr USA um
nýtsluna og brúkaraálitið fyri septembur mánaða,
geva eina ábending um, hvussu kreppan á
lánimarknaðinum hevur ávirka hesi.
Broytingarnar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðarnar.
Greiningin er grundað á keldur, sum Kaupthing metir vera álítandi, men Kaupthing hevur ikki ábyrgd av, at tilfarið altíð er neyvt og nágreiniligt. Kaupthing kann heldur ikki ábyrgdast tapi ella
líknandi, sum stendst av gerðum, ið hava støði í greiningunum í hesum tilfari.
Postsmoga 3090, Bókbindaragøta 8, 110 Tórshavn, Tel 351500, Faks 351501, kf@kaupthing.fo, www.kaupthing.fo
V I K A 4 1 2 0 0 7
M A R K N A Ð A R R Á K
Vísital fyri norrøn partabrøv
Donsk 10-ára renta
4,2%
4,4%
4,6%
4,8%
02/07
02/08
02/09
1320
1420
1520
02/07
02/08
02/09