týsdagur 9. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 195 - 9. oktober 2007
Kvinnulistar
krevja lógar-
broyting
Vallóg
Áki Bertholdsen
- Tað er púra greitt, hvussu
lógin skal tulkast. Og skal
tað broytast, má lógin
broytast.
Tað sigur Hilmar Høg-
enni deildarstjóri í innlend-
ismálaráðnum.
Seinastu tíðina hevur
ein kvinnubólkur roynt at
ávirka politikarar til at
taka stig til at gera tað lætt-
ari at gera kvinnulistar.
Í hesum sambandi vilja
tær í bólkinum hava, at tað
skal gerast púra greitt, at
grein 18 í vallógini skal
tulkast so, at stillar ein
flokkur fleiri listar upp í
sama
valdømi,
skulu
atkvøðurnar hjá øllum list-
unum telja saman.
Men Hilmar Høgenni
ger vart við, at á hesum
øki er lógin púra greið og
kann bara tulkast upp á
ein máta og tað er, at
atkvøðurnar hjá hvørjum
lista vera taldar hvør sær
og at listarnir fáa umboð á
ting eftir tí.
- Tað ið valdømisvaldir
tinglimir
skulu
býtast,
verður bara hugt eftir
sjálvum valevnislistunum.
Skal talan vera um at
leggja atkvøðurnar hjá fleiri
listum saman, tá ið valdøm-
isvaldir tinglimir skulu být-
ast, er neyðugt við beinleiðis
lógarbroyting, sigur hann.
Ikki Kristian,
men John
Í Sosialinum í gjár umrøddu
vit møguleikarnar fyri at
gera
kvinnulistar.
Tá
nevndu vit sum dømi, at
hevði Javnaðarflokkurin í
Suðurstreymoy havt kvinnu-
lista, hevði Helena Dam á
Neystabø verðið vald ístað-
in fyri Kristian Magnussen.
Her vóru vit nakað skjót
at avhøvda Kristian, tí tað
hevði ikki verið hann, sum
fall. Kristian Magnussen
var nevniliga fyrst valdur á
javnaðarlistanum í Suður-
streymoy við 412 atkvøð-
um. Tann, sum hevði fallið,
hevði verið John Johannes-
sen, sum fekk 380 atkvøður.
Annars fekk Helena Dam á
Neystabø 341 atkvøður
At fáa útlendingar til
Føroyar at arbeiða,
kann føra bæði til
happing og til ófrið
og tí mugu vit hugsa
okkum serstakliga
væl um, heldur
Javnaðarflokkurin
Útlendsk
arbeiðsmegi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- At fáa útlendingar til
Føroyar at arbeiða, fer at
leggja
føroyingar
undir
stórt trýst og tað kann føra
bæði til happing og til ófrið
í Føroyum.
Tað sigur Kristian Magn-
ussen, sum er formaður fyri
Javnaðarflokkin á tingi.
Føroyskir arbeiðsgevarar
hava leingið skríggjað eftir
arbeiðskraft
á
nógvum
økjum, tí teir siga, at tað er
stórt trot á arbeiðsmegi,
bæði í fiskivinnuni, í byggi-
vinnuni og aðrastaðni.
Í hesum sambandi hava
teir gjørt sítt besta fyri at
sannføra landsstýrið um, at
tað einasta rætta er at gera
tað lættari hjá útlendingum
at sleppa til Føroyar at
arbeiða.
Í hesum sambandi hevur
Jacob Vestergaard, lands-
stýrismaður í innlendismál-
um, gjørt eitt uppskot, sum
fer at gera tað lættari hjá
ES-borgarum at sleppa til
Føroyar at arbeiða.
Í leysari luft
Uppskotið hevur verið lið-
ugt í minst ein mánað og síð-
ani hevur tað verið til við-
gerðar í politisku skipanini.
Men enn er púra óvist,
nær tað verður búgvið at
leggja fyri Løgtingið og
fyri fólkatingið.
Og tað skilst á øllum
brøgdum, at tað er serliga
javnaðarflokkurin í samgong-
uni, sum er ivingarsamur.
- Tað er rætt, at vit vilja
ikki lata slúsurnar upp uttan
víðari, sigur formaðurin fyri
Javnaðarflokkinum á tingi.
Annars dugir Kristian
Magnussen als ikki at
skilja, hví tað er blivið so
torført at fáa útlendingar til
Føroyar.
- Danskir myndugleikar
hava altíð gjørt okkum greitt,
at í Føroyum fáa vit tann
útlendingapolitikk, vit vilja
hava. Tað, vit kenna til, hevur
tað heldur aldrin verið nakar
trupulleiki at fáa útlendingar
higar. Tað einasta, føroyskir
myndugleikar skuldu gera,
var at viðmæla ella frámæla
eini umsókn.
- Men hesi seinastu árini
er fullkomiliga stígur komin
í og tað skilji eg ikki.
Sjálvur metir hann, at ein
orsøk kann vera, at føroy-
ingar tað einu tíðina fóru at
viðgera
umsóknir
um
arbeiðs- og uppihaldsloyvi,
hóast tað var eitt málsøki,
vit onki høvdu við at gera
og so varð alt málið fløkt í
ein ellubita og at tað er
hetta, vit ikki komu burturúr
aftur.
Føroyingar sutta
labbarnar
Formaðurin fyri tingbólkin-
um hjá Javnaðarflokkinum
sigur, at tað er ein rættiliga
grundleggjandi avgerð at
lata upp fyri ES-borgarum.
- Eftir ætlan skulu teir
tryggjast 30 tíma arbeiðs-
viku og tað kann leggja
okkum undir stórt trýst og
føra til happing og ófrið.
Hann sipar til, at seinastu
mánaðirnar hevur lítið og
onki fiskaarbeiði verið.
- Skuldu vit nú havt nógvar
ES borgarar her, sum skuldu
tryggjast 30 tíma arbeiðsviku,
høvdu arbeiðsgevarar verðið
noyddir at tikið teir framum
og latið føroyingar sitið
heima og sutta labbarnar. Tað
sigur seg sjálvt, at tað kundi
ført til ófrið og frustratiónir.
Men frustratiónin og ágang-
urin høvdu uttan iva verið
vend ímóti útlendingunum,
sum í veruleikanum eru ósek-
ir, tí tað er ikki altíð, at kan-
ónirnar venda rættan veg.
Hann sigur, at serliga tí at
vit eru eitt lítið samfelag,
eiga vit at hugsa okkum ser-
stakliga væl um.
Hann leggur afturat, at
seinasta tíðin er bara eitt
dømi um, hvussu knappliga
tað gongur hvønn veg í
fiskivinnuni, tí broytingar-
nar henda frá viku til viku.
- Hettta er eitt mál, sum
vit rætt og slætt noyðast at
hugsa serstakliga væl um,
leggur hann afturat.
Hann sigur, at er tað byggi-
vinnan, sum er í trupul-
leikum, skilir hann ikki, hví
tað ikki ber til at útvega
arbeiðsmegi við lógini, sum
er, tí tað bar var til fyrr.
Landsstýrismaðurin
vil hava fíggjarnevnd
ina at játta tvær
milliónir afturat til
ábøtur á Smyrli
suðuroyar
siglingin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er alt, sum bendir á, at
Smyril verður ikki vekk úr
suðuroyarsiglingini longri
enn upprunaliga mett.
Tað sigur Jacob Vester-
gaard, landsstýrismaður í
innlendismálum.
Smyril er farin til Lands-
krona í Svøríki til eftirlit,
samstundis sum at ymsar
ábøtur skulu gerast.
Talan er í mesta mun um
ábøtur, sum eru umfataðar
av trygdini hjá Skipas-
miðjuni.
Upprunaliga varð mett, at
tað fer at taka Skipasmiðjuni
tríggjar vikur at gera eftirlitið
og neyðugu ábøturnar.
Eitt, sum arbeiðið umfatar,
er at gera stabilisatorararnar
endaliga, eftir at teir vórðu
fyribils umvældir fyrr í ár.
Og nú Smyril varð tikin
upp í dokkina um vikuskiftið
og alt er gjøgnumgingið,
hevur skipasmiðjan boðað
frá, at alt bendir á, at hon fer
at megna at halda tíðina.
Men kortini varð mett, at
nú Smyril er í dokk, er tað
rætt eisini at gera ábøtur
fendararnar framvið síðuni,
sum hava fingið buglur
ymsastaðni.
Jacob Vestergaard sigur,
at hetta er eitt arbeiðið, sum
er mett at kosta tvær
milliónir og nú hevur hann
biðið fíggjarnevndina játta
peningin, so at arbeiðið
kann gerast.
Men sum fráboðanin frá
Skipasmiðjuni er nú, bendir
alt á, at Smyril verður aftur
í sigling fyrst í novembur,
sum ætlað.
Smyril kemur aftur til tíðina
Smyril verður ikki longur burtur úr sigling enn upprunaliga
ætlað
Fer at leggja stórt trýst á føroyingar
Í samgonguni er tað serliga javnaðarflokkurin, sum ikki enn er til reiðar at góðtaka, at tað skal vera lættari at fáa útlendska
arbeiðsmegi til Føroyar. Sosatt er enn púra óvist, nær málið verður avgreitt
Ísfjall á óvanligum leiðum
Eitt ísfjall er komið norður ímóti suðurafrikonsku strondini, og tað er
óvanligt. Suðurafrikanska sjóverjan fekk fyri nøkrum døgum síðani boð
um, at skip høvdu sæð eitt ísfjall óvanliga langt norðuri. Tann seinasta
fráboðanin kom í gjárkvøldið frá einum fiskiskipi, sum hevði siglt fram
við ísfjallinum 35 fjórðingar úr suðurafrikonsku strondini. Sjóverjan
sigur, at ísfjallið er um 20 metrar breitt og einar 25 metrar høgt. - Hetta
er sera óvanligt, og tað er fyrstu ferð í nýggjari tíð, at vit hava sæð eitt
ísfjall so langt norðuri, sigur talsmaðurin hjá suðurafrikonsku
sjóverjuni. Skip, sum eru í økinum, eru varskógvað um ísfjallið.