týsdagur 9. oktober 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 195 - 9. oktober 2007
HEILSUVERKIÐ
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Sjúklingarnir á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi kunnu nú hyggja
eftir sjónvarpi uttan at fara
úr songini. Men nýggju
sjónvørpini eru ikki eitt
úrslit av, at Heilsumálaráðið
hevur uppraðfest trivnaðin,
og tí hevur sett pengar av til
sjónvørp.
- Við tí játtan, sum vit fáa
og hava fingið tey seinastu
mon-gu árini, hevði tað ikki
verið í bræði, at vit sjálvi
høvdu havt ráð til at gera
hesa
íløguna,
staðfestir
Heri Ellingsgaard, umsjón-
armaður á Klaksvíkar Sjúk-
rahúsi.
Hugskotið til nýggju sjón-
vørpini eigur Arthur Gud-
jonson
úr
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag,
og
saman við Norðoya Spari-
kassa kundi hann í gjár han-
da sjúkrahúsleiðsluni eitt
gávukort á 150.000 krónur.
Heri Ellingsgaard, um-
sjónarmaður á Klaksvíkar
Sjúkrahúsið, sigur at sjón-
vørpini koma væl við og
fara at økja um trivnaðin á
sjúkrahúsinum. Og sum
hann sigur, so hevði hend
íløgan ikki komið í lag utt-
an privatan stuðul, tí tørvur
alla tíðina er á øðrum brá-
neyðugum tólum, og pengar
eru ongir.
Privat fíggjað tól
Sjónvarpsgávan er ikki fyrs-
ta privatfíggjaða íløga hjá
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
Norðoya Sparikassi hevur
fyrr verið inni í myndini,
ein kvinnubólkur fíggjaði
einaferð ein ultraljóðsskann-
ara, og aðrir felagskapir
hava givið smærri gávur,
sum til dømis leikur til børn-
ini.
- Fyrr í ár heittu vit á
Norðoya Sparikassa um at
stuðla keypi av einum hjarta-
tóli, sum skuldi brúkast
Klaksvíkar Sjúkrahús
Eingin valfundur við Jákupi og Jógvani
Eingin valfundur verður upp undir seinna umfarið av biskupsvalinum. Orsøkin er, at annað
valevnið, Jógvan Fríðriksson, fer av landinum í morgin og verður burturstaddur í minst
tvær vikur. - Tey, sum skulu velja, kenna míni sjónarmið og vita, hvar eg standi, segði hann
við útvarpið í gjárkvøldið. Hitt valevnið, Jákup Reinert Hansen, ásannar, at hann hevði
viljað, at teir báðir hittust saman við veljarunum undan seinna valumfarinum. Á middegi
tann 31. oktober verða atkvøðurnar í biskupsvalinum taldar, og tá fæst at vita, hvørt tað
verður Jógvan Fríðriksson ella Jákup Reinert Hansen, sum skal taka við eftir Hans Jacob
Joensen.
Eldri danir drekka meiri enn fyrr
Altsamt fleiri eldri danir drekka meiri, enn Heilsustýrið sigur vera ráðiligt. Talið
á eldri dønum, sum drekka meiri enn tað, sum Heilsustýrið sigur vera gott, er
vaksið sera nógv tey seinastu tíggju árini, skrivar Nyhedsavisen. Fyri tíggju árum
síðani vóru tað 5,7 prosent av teimum, sum høvdu fylt 65, ið drukku ov nógv. í
dag er talið 13,5 prosent. Næstan 5. hvør maður og næstan 10. hvør kvinna
drekka meiri, enn tilráðingin frá Heilsustýrinum sigur.
Í Føroyum hava vit almenn sjúkrahús, men almenna heitið fjalir yvir ein veruleika, har almenna játtanin ikki røkkur nógv longur enn til mat, med
isin og lønir. Hetta staðfestir Heri Ellingsgaard, sum í gjár fekk handað gávukort frá Norðoya Sparikassa.
- Við tí játtan, sum vit fáa og hava fingið tey
seinastu mongu árini, hevði tað ikki verið í
bræði, at vit sjálvi høvdu havt ráð til at gera
hesa íløguna, staðfestir Heri Ellingsgaard,
umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi