týsdagur 9. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 195 - 9. oktober 2007
ikki ráð til sjónvørp
Dansur við Heidi Hauge á Hálsi
Leygarkvøldið 10. november verður dansur í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn við tí í
Føroyum sera vælumtóktu norsku country-sangarinnuni Heidi Hauge. Superbólkurin
„Spaðar 5” fer á pallin at spæla góðan countrytónleik. Aftan á sera væleydnaðu
konsertirnar við „The Bellamy Brothers” í bæði Tórshavn og á Tvøroyri, hava
fyrireikararnir fingið nógvar positivar afturmeldingar frá áhoyrarunum. Tí verður arbeitt
fyri at endurtaka størsta partin av konseptinum frá Bellamy-tiltakinum. Møguleiki
verður hjá fólki at dansa, og viðrar verður aftur eitt tjald úti á parkeringsøkinum við
teimum hartil hoyrandi hentleikunum! Tiltakið væntast at byrja kl. 23. Atgongumerkini
verða at fáa eftir 15. oktober. Sølustøð og nágreiniligar klokkutíðir verða lýstar nærri í
bløðunum og loftmiðlunum seinni í mánaðinum, sigur 12. Maður í tíðindaskrivi.
Ólavur í Beiti á Kom-
munuskrivstovuni
Hesa vikuna letur upp listaframsýning í
fundarhøllini á Kommunuskrivstovuni í Sørvági.
Tað er Ólavur í Beiti, rithøvundur og listamaður,
sum sýnur fram nýggjar málningar.
Til ber at støkka inn á gólvið og síggja
málningarnar, tá ið skrivstovan er opin.
millum annað í sjúkrabilun-
um. Hetta tóli var alneyðugt,
men tað var dýrt, og vit høv-
du ikki ráð at keypa tað.
- Antonius Olsen, vinnu-
lívsmaður í Klaksvík, hoyr-
di um tørvin á nýggjum
hjartatóli og bjóðaði sær at
fíggja tað. Tí kom Norðoya
Sparikassi ikki við tá, greið-
ir Heri Ellingsgaard frá.
Eyðfinn Reyðberg sigur,
at Arthur Gudjonson frá
Klaksvíkar Arbeiðsmanna-
felag vendi sær til sín og
spurdi, um tað ikki var eitt
hugskot at geva sjónvørp til
sjúkrahúsið.
- Hetta hildu vit vera eitt
frálíkt hugskot, tí í dag má
trivnaðurin hjá sjúklinginum
setast í hásæti, og tað kann
ikki vera meiningin, at tú í
einum sjúkrahúsið í 2007
skalt liggja bundin í einari
song uttan møguleika at
síggja sjónvarp, staðfestir
Eyðfinn Reyðberg.
Ongar pengar
til útbygging
Jákup Petersen, yvirlækni,
sigur í viðmerking í bløðun-
um í gjár, at Klaksvíkar
Sjúkrahús nú skal útbyggj-
ast. Eftir at bæði Suðuroyðar
Sjúkrahús og Landsjúkra-
húsið hava fingið neyðugar
ábøtur og útbyggingar, er
túrurin nú komin til Klaks-
víkar Sjúkrahús.
Álitið
um
»Framtíðar
Sjúkrahúsverk í Føroyum«,
sum var handað landstýris-
manninum í heilsumálum,
Hans Paula Strøm, fyrr í ár,
mælti til munandi ábøtur á
bygningarnar á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi. Og sambært
Jákupi Petersen, hevur land-
stýrismaðurin sagt, at skøtil
skal
setast
Klaksvíkar
sjúkrahús í 2009.
Men Heri Ellingsgaard,
umsjónarmaður á Klaksvík-
ar Sjúkrahúsi, sigur, at tey
hava søkt um pengar til for-
arbeiðið í samband við
ábøturnar, men eingir peng-
ar eru settir av til hetta á
fíggjarlógini komandi ár.
Sjálvt byggiarbeiðið er mett
at kosta á leið 90 milliónir,
og hóast hann gleðist um,
at allar sjúkrahúsleiðslurnar
eru samdar um, at Klaksvík-
ar Sjúkrahús nú skal raðfest-
ast, so má hann eisini bara
staðfesta at pengar ikki
hava fylgt við jaliga hug-
burðinum.
- Vit hava søkt um pengar
til útbygging, men á fíggjar-
lógini er onki avsett til het-
ta, og vit hava ikki fingið
nakra afturmelding frá land-
stýrismanninum, sigur Heri
Ellingsgaard.
Bleyt virði raðfestast
Sjúkrahúsálitið, sum leiðar-
nir á teimum trimum føroys-
ku
sjúkrhúsunum
hava
skrivað, staðfesti, at sjúk-
lingurin má setast í fokus.
Hetta merkir millum annað,
at trivnaðurin má upprað-
festast, og seinni í ár kemur
úrsliti av fyrstu stóru triv-
naðarkanningini av føroys-
ku sjúkrahúsunum.
Sambært
stjóranum
í
Norðoya Sparikassa eiga
pengar at vera settir av til
tey bleytu virðini í heilsu-
verkinum. Hann heldur, at
tað fyrst og fremst má vera
ein almenn uppgáva at oyra-
merkja pengar til hetta øki,
men privatur stuðul er eisini
góður afturat.
- Kanska onkur annar nú
fer inn og stuðlar onkrum
øðrum. Tað næsta kundi til
dømis verið internetsam-
band. Tað kann ikki vera
rætt, at tú skalt liggja avskor-
in frá umheiminum bara tí
tú hevur brotið beini, heldur
Eyðfinn Reyðberg.
Spurdur um hann hevur
ætlanir um at biða privatir
fíggja
fyrireikingina
av
nýggju útbyggingini, sigur
Heri Ellingsgaard, at tað
ætlar hann ikki.
- Privat ynskja ofta at
stuðla onkrum konkretum,
og tað er fínt, serliga tá tey
fyrst spyrja okkum, hvat
okkum tørvar. Men ein
útbygging er alt ov leys og
stór til at fáa privata fígging
til. Hetta má framvegis vera
ein almenn uppgáva í einum
almennum heilsuverki, stað-
festir hann.
Klaksvíkar Sjúkrahús fær endiliga sjónvørp í sjúkrastovurnar, tí privat traðka til. Her handa Jákup Olsen og Marjun Joensen frá
Norðoya Sparikassa gávukortið til Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu, Synnøvu Hansen, leiðara á deild M og Annu Løwe Sørensen,
leiðara á deild A
Hugskotið til nýggju sjónvørpini eigur Arthur Gudjonson úr Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag. Her er hann avmyndaður saman við
Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu á Klaksvíkar Sjúkrahúsið