Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 195 - 9. oktober 2007 Demokratia: Eru kvinnur øðrvísi? “Meira enn ein kvotu-kvinna” er evnið, sum Rúna Sivertsen fer at røða um á økisfundinum, sum Demokratia skipar fyri í Eydnuni á Oyrarbakka í annað- kvøld, mikukvøldið kl 19.00. Rúna Sivertsen fer at eggja kvinnum at vera við til at taka tær avgerðir, ið skapa framtíðina hjá teirra børnum og ommubørnum. Eisini fara Sæunn Ólavsdóttir Hansen og Randi í Jógvanstovu, býráðspolitikarar, at hugleiða um, hví neyðugt er við fleiri kvinnum í politikki. Fundurin er ein av økisfundunum, sum Demokratia skipar fyri kring landið. Í tí sambandinum fara Hjørdis Háberg Petersen og Eyðun Christiansen, umboð fyri Demokratia, at greiða frá arbeiðinum hjá nevndini. Aftaná verður kjak og ein drekkamuður. Vil hava grønlendskan banka Tingmanningin hjá grønlendska flokkinum Siumut vil hava landsstýrið at taka stig til at stovna ein banka, sum grønlendingar skulu eiga. Ruth Heilmann, sum er formaður í tingbólkinum, sigur við KNR, at grønlendingar hava brúk fyri einum banka, sum gevur øllum somu málsviðgerð. Sum eru koma alt ov nógvar klagur, sigur hon. Landsstýrið er ikki serliga fegið um uppskotið frá Siumut, tí tað víkir frá vinnupolitikkinum hjá landsstýrinum. Fiskavirkini Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Andresa F. Hansen er ikki longur virkisleiðari á Sandoy Seafood, har hann hevur starvast seinasta hálvt triðja árið. Magnus Jespersen er maðurin, sum hevur ábyrgdina av virkjunum í Sandoynni. Andreas er held- ur ikki formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag longur. Har var hann formaður í eini tvey ár. Nýggjur formaður er Símun Jacobsen, ið starvast sum søluleiðari hjá Faroe Seafood. - Enn havi eg ikki tikið avgerð um, hvat eg fari at takast við, ei heldur um tað verður fiskur ella annað, sigur hann. Er illa vorðið Andreas F. Hansen heldur, at tað stendur rættiliga illa til í føroysku fiskavirkis- vinnuni. - Tað er truplari í ár enn seinastu undanfarnu árini, sum heldur ikki vóru nakað serlig. Nú er tað serliga ráfiskanøgdin, sum er ein stórur trupulleiki – og trotið á arbeiðsmegi, tá fiskur er. Toskurin minkar og er mink- aður nú í fleiri ár. Eisini hevur minni verið at fingið av upsa í ár. Várið var á eini leið, men síðan í apríl hava skipini fingið minni. Tað er einki óvanligt, at summarið er heldur slakt til útboð av fiski, eitt nú tí, at nøkur skip eru á gulllaksi. Hinveg- in skuldi fiskiskapurin eftir upsa verið komin uppaftur, nú vit nærkast hálvum okto- ber. Men útboðið av fiski hevur verið munandi minni í summar og higartil í heyst enn somu tíð í fjør. Andreas sigur, at tá útboð- ið er so lítið, bæði av toski og upsa, hækka ráfiskaprís- irnir. Tað ger ikki støðuna betri, at dollarin er metlágur, sum aftur førir til, at alska pollokurin og onnur fiska- sløg úr Ameriku kunnu selj- ast bíligari á evropeiska marknaðinum. - Toskafiskiskapurin und- ir Íslandi er eisini minkaður. Íslendingar eru vanliga raskir í feskum fiski, og tá útboðið í eitt nú Bretlandi av feskum fiski er lítið, veksur áhugin hjá bretum at fáa feskan fisk úr Føroyum. Tí noyðast føroyskir fiska- framleiðarar eisini at kapp- ast við bretska marknaðin um feska fiskin. Hann sigur, at støðan á føroyska marknaðinum ger, at ráfiskaprísurin er ov høgur í mun til, hvat kann fáast fyri lidnu vøruna í útlandinum. Trot á arbeiðsmegi - Tað er uppaftur truplari at halda upp á arbeiðsfólkið, tá fiskaarbeiði aftrat gerst óstøðugt, og inntøkan har- við eisini minkar. Ógvuliga torført hevur verið at fingið nóg mikið av fólki, tá fiska- arbeiði hevur verið rímiliga støðugt, men uppaftur verri er – og verður – tá ov fáir tímar eru til tey, sum skulu liva og virka í hesi vinnu. Eingin tilgongd av ungum fólki er í føroysku fiska- virkisvinnuni. Andreas sigur, at hann er rættiliga sannførdur um, at miðalaldurin á føroysku arbeiðsmegini, sum arbeiðir í fiskavirkisvinnuni í dag, liggur tætt upp ímóti teim- um fimti árunum. - Hesi fólk hava drúgvar royndir og eru serstakliga dugnalig, men tey, ið eru eftir, eru bara alt ov fá, sig- ur hann. Vit spurdu eisini fyrr- verandi fiskavirkisleiðaran, um tað er hugsandi, at vit í framtíðini fara at manna før- oysku fiskavirkini við út- lendskari arbeiðsmegi burt- ur av? - Eg veit, at bæði í Íslandi og Noregi eru virkir, sum burtur av eru mannað við útlendskari arbeiðsmegi á gólvinum. Leiðan er úr heimlandinum. Tað eru í minsta lagi eini 6-7 ár síðan, at hetta mynstrið byrj- aði í Íslandi. Andreas er sannførdur um, at taka okkara myndugleikar ikki annað skinn um bak og lata upp fyri útlendskari arbeiðsmegi til føroysku fiskavirkini, gongur ikki long tíð, til vit onga fiska- Sær dapurt út í fiskavi - Var eg ungur, hevði eg ikki farið á gólvið á einum fiskavirki at arbeitt. Ungdómurin hevur so nógv útbúgving- ar-og arbeiðstilboð, at fiskavirkini standa seg slett ikki í kappingini um føroysku arbeiðsmegina. Gera vit ikki sum íslendingar og norðmenn og í nógv størri mun fáa okkum útlendingar inn á virkini, hava vit onga fiskavirkisvinnu í Føroyum um nøkur ár, sigur Andreas F. Hansen, sum hevur drúgvar royndir í føroysku fiskavirkisvinnuni, bæði sum virkisleiðari og formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag - Fólk hava hug at gera okkurt annað. Tøknin er tiltalandi, og tað eru útbúgvingarnar, bæði í Føroyum og uttanlands, eisini. Men hesum kunn Útlendska arbeiðsmegin á føroysku fiskavirkjunum fer ikki at kappast við føroysku arbeiðsmegina, sigur Andreas F. Hansen