týsdagur 9. oktober 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 195 - 9. oktober 2007
Miðvingar fáa skelti
Í flestu bygdum kring landið eru skelti, sum siga, hvussu
teir ymsu gøturnar í bygdini eita. Men í Miðvági er einki
gøtunavnaskelti komið upp enn, og sambært heimasíðuni
hjá kommununi hava mong spurt eftir skeltunum.
Kommunan sigur, at ein misskiljing millum kommununa
og virkið, sum ger skeltini, hevur seinkað verkætlanini.
Aðrir trupulleikar hava eisini verið, men teir eru beindir
av vegnum, so nú fara skeltini í Miðvági at nærkast.
Sheila kann fáa Nobel
Fyrrverandi formaðurin í inuittafelagsskapinum ICC
kanadiska Sheila Watt-Cloutier verður hildin at hava
góðar møguleikar at fáa ársins Nobel-friðarheiðursløn.
Millum teirra, sum hon kappast við, er fyrrverandi
amerikanski varaforsetin Al Gore. Sheila Watt-Cloutier
sigur við eina kanadiska tíðindastovu, at hon ætlar sær at
hava teloefonin a hjá sær, skuldi tað hent, at norska
Nobel-nevndin ringir. Vinnarin verður kunngjørdur
fríggjadagin.
virkisvinnu hava í Føroyum.
- Sum gongdin er í løtuni,
steðgar henda framleiðsla
av sær sjálvum, leggur hann
aftrat.
Ikki hug til fisk
Fyrrverandi formaðurin í
Føroya Ráfiskakeyparafel-
ag ásannar, at unga ættar-
liðið í Føroyum hevur ikki
hug at standa á einum fiska-
virkisgólvi.
- Soleiðis er tað bara, og
hesum mugu vit liva við og
innrætta okkum eftir – antin
vit vilja tað ella ikki. Ung-
dómurin hevur øll møgulig
útbúgvingar- og arbeiðs-
tilboð. Tað er bara at hyggja
í bløðini; tú finnur einar
20-30 lýsingar hvønn dag,
har søkt verður eftir arbeiðs-
fólki til eitt og annað, sum
ikki hevur við fisk at gera.
Útbúgvingartilboð og tæn-
astuvinna av ymiskum slagi
draga ungdómin til sín, og
eisini bankar ein møgulig
oljuvinna á dyrnar.
Andreas dylur ikki, at var
hann ungur í dag, hevði
hann heldur ikki vígt sítt lív
til eitt fiskavirkisgólv.
- Var eg ungur, hevði eg
gjørt júst tað sama, sum okk-
ara ungdómur ger. Eg hevði
leitað aðrar vegir enn til fiska-
virkisvinnuna, og soleiðis er
tað bara. Tað er tungt og eins-
táttað at arbeiða í fiski.
Nýggja ættarliðið leitar aðrar
vegir, og tað er væl skiljandi.
Hetta mugu vit bara ásanna
og gera nakað við. Skulu vit
framhaldandi hava eina fiska-
virkisvinnu í Føroyum, mugu
vit hava onnur fólk at gera
tað arbeiði, sum fjøldin av
ungdóminum ikki hevur hug
til.
Hann sigur seg skilja før-
oyskan ungdóm sera væl.
- Fólk hava hug at gera
okkurt annað. Tøknin er
tiltalandi, og tað eru útbúgv-
ingarnar, bæði í Føroyum
og uttanlands, eisini. Men
hesum kunnu tey, sum hava
ábyrgdina av føroysku fiska-
virkjunum, ikki liva við.
Eingin kapping
Andreas F. Hansen er sann-
førdur um, at útlendska
arbeiðsmegin á føroysku
fiskavirkjunum fer ikki at
kappast
við
føroysku
arbeiðsmegina.
- Tá okkum vantaði fólk
á Sandoy Seafood, tóku vit
fundir við arbeiðarafeløgini
í oynni, men tey høvdu
einki fólk at vísa okkum á.
Vit lýstu í Útvarpi Føroya,
men tað gav einki úrslit.
Eingin meldaði seg at koma
til arbeiðis hjá okkum.
Tískil vantaði okkum nógv
fólk, tá mest var at gera, og
hetta kostaði okkum nógvan
pening í mistum inntøkum.
Á Sandoy Seafood hava
tey eisini verið noydd at
senda fisk óvirkaðan av
landinum, tí ov lítið var av
fólki at virka fiskin til dýr-
ari fiskavørur.
- Í stuttum er støðan hon,
at antin manna vit fiska-
virkini – ella manna vit tey
ikki. Velja vit tað seinna, er
einki annað at gera enn at
lata virkini aftur, sigur hann
avgjørdur.
Andreas er púra samdur
við Meinhardi Jacobsen,
stjóra í Føroya Fiskavirking,
at tað gongur alt ov seint
hjá politisku myndugleikun-
um at broyta mannagongd-
ina, so lættari verður hjá
føroyskum fiskavirkisleiðsl-
um
at
fáa
neyðugu
arbeiðsmegina til landið.
- Teir siga um tríggjar
mánaðir og aftur um tríggjar
mánaðir, men tað hendir
bara einki. Higartil er alt
bara vorðið til tos og aftur
tos. Tú kanst tí ikki trúgva
tí, sum politikararnir siga í
hesum máli, og tað er ov
vánaligt, slær hann fast.
Stuðulskipanin
Fyrrverandi fiskavirkisleið-
arin vísir á, at hóast vit hava
eina fiskavirkisskipan, sum
gevur ískoyti til veruligu
inntøkuna hjá teimum, sum
arbeiða á fiskavirkjunum,
so er hetta ikki nóg mikið
til tess at halda fólki til
virkini.
- Mær dámar ikki best
slíkar stuðulsskipanir, men
tað er ein veruleiki, at vit
hava eina slíka – og so kort-
ini vantar fólk á flestu virkj-
um, tá fiskur er, sigur
Andreas F. Hansen, sum
heldur, at útlitini hjá okkara
fiskavirkisvinnu í løtuni
eru døpur.
rkisvinnuni í Føroyum
- Antin manna vit fiskavirkini – ella manna vit tey ikki. Velja vit tað seinna, er einki annað at
gera enn at lata virkini aftur, sigur Andreas F. Hansen, sum hevur verið virkisleiðari á Sandoy
Seafood og formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag Mynd: Jens Kr. Vang
nu tey, sum hava ábyrgdina av føroysku fiskavirkjunum, ikki liva við.
Mynd: Jens Kr. Vang
- Var eg ungur, hevði eg gjørt
júst tað sama, sum okkara
ungdómur ger. Eg hevði
leitað aðrar vegir enn til
fiskavirkisvinnuna, og soleiðis
er tað bara. Tað er tungt og
einstáttað at arbeiða í fiski.
Nýggja ættarliðið leitar aðrar
vegir, og tað er væl skiljandi,
sigur Andreas F. Hansen