týsdagur 9. oktober 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 195 - 9. oktober 2007
Sosialurin
Miðlahúsið í
Norðoyggjum
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Í dag er stórur dagur fyri okkum í Miðlahúsinum.
Vit vóna og rokna við, at hetta eisini er stórur
dagur í Klaksvík og Norðoyggjum. Eftir at vit leingi
hava hugsað um og lagt ætlanir, sum fleiri ferðir
eru vendar, snaraðar, revideraðar og broyttar, seta
vit í dag skjøtil á nýtt tíðarskeið.
Vit hava móttøku í studionum, sum vit fyri stutt-
um keyptu frá Pegasus. Tá ið vit fingu tann
møguleikan, vóru vit ikki í iva um, at tað var rætt
at keypa. Vit hava leingi verið sannførd um, at
tað er rætt at seta meiri orku inn í norðara og
eystara parti av landinum. Her verður hugsað um
Klaksvík og Norðoyggjar, og her verður hugsað um
Eysturoy, og í hesum førinum serliga eystara partin
av oynni, men eisini Skálafjørðin.
Hetta økið hevur veldugar vakstrarmøguleikar og
menningarmøguleikar. Síðani Norðoyatunnilin opn-
aði fyri skjótt hálvum øðrum ári síðani, eru fleiri
ítøkiligar ætlanir um samstarv og samanlegging
vornar til veruleika. Eitt nú á vinnuøkinum og á
mentanarøkinum. Miðlahúsið vil fegið fylgja við í
hesum økinum. Tað hava vit roynt at gera í Sosial-
inum, eitt nú við at hava skrivstovu í Klaksvík og
við regluligum vitjanum í økinum. Nú vilja vit fegin
spenna okkum meiri út.
Í Miðlahúsinum í Vágsbotni eru vit júst nú farin
undir nýtt konsept. Blaðið og netið hava fingið
útvarp afturat sær. Møguleikar eru fyri fleiri
miðlum, møguleiki er fyri at senda alla staðni frá,
og møguleiki er at senda alla tíðina.
Tað er í hesum sambandinum – við blaðnum, neti-
num og útvarpinum – at vit nú bjóða okkum fram
í Norðoyggjum. Vit kenna hetta sum spennandi
avbjóðing, og hóast vit í fyrstu atløgu leggja eitt
sindur varliga fyri, so rokna vit við, at sendingar
í og úr Norðoyggjum skjótt fara at gerast ein
týdningarmikil partur í útvarapsskránni. hjá Rás2.
Í eini miðlafyritøku er fyrsta fyritreytin fyri, at
tað skal ganga, at tú hevur fólk, sum er virkið og
skúlað, og sum hevur hug og áræði at fáast við
hetta slagið av arbeiði, og sum hevur fingurin á
pulsinum í økinum, sum tað verður arbeitt í.
Fleiri av okkara fremstu journalistum hava havt og
hava røtur í hesum økinum. Vit hava væl skúlað
og roynt fólk her norðuri, og vit vóna, at tað fer at
bera til at klekja nýggj journalistisk evni her á leið,
nú nýggjar avbjóðingar standa fyri framman.
Vit bjóða øllum at vera væl komnum til móttøku
í Klaksvík í dag, og vit síggja fram til góða
samstarvið og stóru menningina, sum vit heilt víst
vænta stendur fyri framman, nú Miðlahúsið er
vorðið partur av Norðoyggjum, og Norðoyggjar
eru vornar partur av Miðlahúsinum. Hetta er ein
stórur dagur fyri okkum, og hetta er vónandi eisini
ein stórur dagur fyri klaksvíkingar og norðoyingar.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Undirritaði hoyrdi megin
partin av orðaskiftinum á
tingi um Skálafjarðar
tunnilin. Eg loyvi mær at
tríva í okkurt av tí, sum
treingir til viðmerking
Rundkoyringin
Allir tinglimir tyktust vera
samdir um at trunka ferðs
luna saman í ein undirsjóv
artunnil við rundkoyring
undir havbotninum. Tað
er skeivt.
Ferðslan, sum »bara«
skal um Skálafjørðin, eigur
at haldast leys av høvuðs
ferðsluni, sum verður tann
tættasta í landinum, sjálvt
um ferðslan um Skálafjørð
in ikki verður blandað uppí.
At landsverk varð niður
gjørt fyri at hava eina mein
ing um ætlaða rundkoyr
ing, var ósømiligt.
Einki lært!
Ein tinglimur nevndi møgu
leikan at lata høvuðsferðsl
una fara omanfyri húsini í
Runavík. Hann fekk harða
átalu. Tingini skuldu ikki
blandast saman, tí her var
talan um undirsjóvartunnil.
Er meiningin at fáa størri
ruðuleika enn í Leirvík!
Umhugsast má gjølla,
hvussu best er at koma
til/frá tunnilsmunna
num báðu megin.
Eg havi áður víst á,
at nógvir fyrimunir
eru við at høvuðs
tunnilin er millum
Hvítanes og
Rituvíksháls.
Ti dømis er dýpið á
Tangafirði minst her.
Harvið verður hallið í
tunlinum munandi
minni, enn við ætlaða
tunli av Sundi og
ferðslan verður leys
av bygdum øki, um
vegur verður gjørdur
omanfyri húsini í
Runavík.
Ískoyti Flogvøllur
Samskipan eigur at
vera, so mest nytta
fæst úr tunnils
grótinum til dømis
nýggj flogbreyt.
Flogmálið er
komið upp í rulk, tí
politikarar ikki vita
ella vilja vita
hvat teir tosa um.
Málið verður millum
alternativan flogvøll til
tann í Vágum og EINA
nýggja floghavn.
Í Søltuvík eru umstøður
nar at kalla tær somu sum í
Vágunum, so kanningarnar
har eru at spilla tíð og
pengar burtur.
Kirkjubønes og Skor
hæddin/Eystnes eiga at
kannast samstundis, so
samanberast kann.
Skorhæddin var í 1963
kanningini mett best egnað
til flogvøll, millum annð
tí har er rættuliga javnur
vindur. Og møguleiki fyri
tvørbreyt. Eisini fæst long
breyt 34000 metrar
eftir røðini móti Eystnesi.
Her eru stórmál at taka
støðu til mál, sum hava
avgerandi týdning fyri, um
Føroyar klára seg í
framtíðini.
Skálafjarðartunnilin
lækni
ÓLI MIKKELSEN
Til lukku við nýggja samleikanum! Ein spurning: Hví hava tit gjørt av at eita Tjóðveldi heldur enn Tjóðveldið? Hví
óbundið heldur enn bundið? Vil tað so siga, at tit fara at siga: “Vit í Tjóðveldi halda at...” heldur enn: “Vit í
Tjóðveldinum halda at...”.
Til Tjóðveldi
GyðjA
joHANNESEN
MIRIAM NoLSøE
joHANNESEN