Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 9. oktober 2007 13 viðmerkingar Søgur ganga um, at Poul Michelsen er í ferð við at snikka eitt komplott sam­ an. Endamálið er at fáa uppreisn fyri sínum gamla hjartamáli; at fáa ein flog­ vøll á Glyvursnesi. Ein flogvøll, ið eftir øllum sólarmerkjum verður líka so óbrúkiligur sum hitt gamla hjartamál hansara, havnin inni á Sundi. Koyr á, Poul, tú fær helst eina standmynd av tær onkun­ stani í Havn fyri hetta um nøkur ár. Men nú má onkur steðga Bjarna Djurholm við at fremja undirgravandi virk­ semi í Føroyun. So um Fólkaflokkurin ikki skiftir mannin út, má Løgmaður taka ábyrgd og geva honum fótin í reyvina. Hesin mað­ urin kann ikki blíva við at brúka skattapengar og Lands­ verk upp á tokutalu, veljaratekkjan og møsn, úr enda í annan. Hann sær út til at vera sjúkur í høvdinum, tí hann hvørki hoyrir ella sær nakað rundan um seg, uttan tað, ið hansara líkar og viðróparar siga. Alt annað verður skúgvað til viks. Norska Asplan Viak gjørdi eina kanning, latin Landsverk á sumri 2006. Hetta var kanning av nýggjum flogvølli á 1600 metrar. 1600 metrar, har bygging á Skorhæddin er illa egnað, í Søltuvík er góð og á Glyvursnes er ivasom. Og tá eru mjørka­ trupulleikarnir í Føroya størsta mjørkaholi ikki tiknir við. Og álíkavæl møsna Bjarni og co um altjóða flogvøll uppá 2700 metrar á Glyvursnesi. 1.6 milliard er ikki einki, og vit vita fyri víst, at tað talið er lágt sett. Landsverk kann biðja Asplan Viak ella Rambøll gera meting. Tá skula tit síggja, at her er talan um meira møsn! Men lat okkum nú seta mjørkamátitól at kanna í 2­ 3 ár fyri at síggja, at hetta ið eg og nógv onnur siga hvørki er toku­ ella mjørkatala. Niðanfyri síggja tit uppsummeringina hjá Asplan Viak. Lesið sjálvi, so síggja tit, hvør støðan er. Og niðast eru link til alla kanningina og kvalitets­ sikringina frá Rambøll. OPPSUMMERING Vi har gjennom kartstudier funnet fire områder, i til­ legg til den tidligere vurd­ erte lokalitet helt øst på Glyvursnes/Dalurin, med tilstrekkelig utstrekning til at det skulle være mulig å etablere en flyplass med de nødvendige tekniske installasjoner: 1 på Eysturoy på neset mellom Toftir og Æðuvik 2 på Streymoy nordøst for Kirkjubøreyn syd for Torshavn 3 på Streymoy rett øst for Kirkjubøreyn 4 på Sandoy på neset mellom Sandur og Søltuvik 5 på Streymoy fra Glyv­ ursneset og sydover i Dalurin Alternativ 1 anbefales ikke på grunn av topograf­ ien rundt innflygingtraséen fra nord over Skálafjørður. Riktignok vil hinderplan­ ene i følge beregningene etter PANS­OPS kunne til­ fredsstilles, men ikke hind­ erflatene etter Annex 14. Også prosedyrene for ut­ flyging etter motorbortfall vil måtte få minimale sling­ ringsmonn. Disse forhold kombinert med den store fare for turbulenser ved fremherskende vindforhold gjør at vi ikke anbefaler videre arbeid med alternativ 1, Alternativ 2 anbefales ikke fordi det ikke kan etableres tilfredsstillende trasé for instrument­inn­ flyging fra nordvest. Alternativ 3 anbefales ikke, til tross for terreng­ messig gode inn­ og utflyg­ ingsforhold, fordi: ­ terrenget gjør at det vil bli svært kostbart å etabl­ ere tilfredsstillende eks­ pedisjonsområde ­ fordi området ligger svært høyt og derved utsatt for lave skyer og dårlig sikt og derved lav regularitet ­ utflyging mot nord går rett over Torshavn og såled­ es vil kunne forårsake støy over bebygde områder Alternativ 4 synes å være det beste alternativet til tross for en noe begrens­ et banelengde for landing. Det vil likevel kunne få avgangslengder på 1800 m og landingslengder på 1650 m, det vil si henholds­ vis 550 m og 400 m lenger enn hva man i dag har på Vágar. Innflyging til begge baner vil kunne oppnå svæ­ rt lave minima (beslutnings­ høyder), og det bør derfor kunne forventes en brukbar væravhengig regularitet. Det anbefales derfor at dette alternativet legges til grunn for et eventuelt videre arbeid. Alternativ 5 synes å være et mulig alternativ. Det ligger nært Torshavn og får således en kort at­ komstvei fra hovedtyngden av brukerne, men har noen klare ulemper: ­ Innflygingsvinkel fra syd vil bli på 4,0º. Dette er fullt mulig, men ikke ønskelig. ­ Terrenget i sydvest tilfredsstiller ikke Annex 14’s anbefalinger om hind­ erfrihet, noe som kun kan avhjelpes ved betydelige masseflyttinger. ­ Det vil også kreve svæ­ rt store terrengarbeider både for selve rullebanen og sikkerhets­området og for å tilfredsstille krav om hinderfrihet utenfor sikker­ hetsområdet, særlig i nordvest. ­ Støyaspektet. Traséene for innflyging fra nord og utflyging mot nord går rett over Torshavn sentrum. Avstand fra baneende til byen er kun 3 km, og dette vil, særlig ved økende trafikk, kunne medføre støyproblemer. Kanningin hjá Asplan Viak og kavlitetssikringin hjá Rambøll: kann øll síggjast á: www.logting.fo Og meðan Bjarni og Poul koyra á....... Miðvágur NapolioN MagNusseN Kundi nevnt fleiri fyrrver­ andi politikarar og álitis­ menn annars, sum støðugt og áhaldandi hava ávarað ímóti “heilagau alliansuni” millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður lýsti eisini hetta álvarsmál í fram úr góðu røðu síni í samband við umrøðuna av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2008. Heilaga allian­ san millum hesar báðar flokkar stendur í løtuni í besta og fagrasta blóma. Uppskotið til fíggjarlóg er teirra og bert teirra. Alt, sum sambandsflokkurin, ígjøgnum Magna Laksá­ foss, ætlaði sær av fingra­ merkjum, er ikki bert viskað út, tað er makulerað og koyrt niðan á Hjalla. Landskassin felagsnevnari Atdráttarmegin millum flokkarnar er ikki nýtt fyri­ brygdi. Hon hevur verið har leingi, og altíð verið sera sterk. Atdráttarmegin hevur verið so sterk, at ideologiskir mótsetningar og ójavnar hava verið skúgvaðir til viks. Hetta tí flokkarnir báðir hava júst sama innfalsvinkul til sítt politiska virksemi. Nevnil­ iga, at landskassin skal nýtast til at tryggja flokku­ num atkvøður. Og tað er júst tað, sum er bulurin og substansurin í heilagu alliansuni. Fólkflokkurin vil sleppa at nýta lands­ kassan soleiðis, at ríku veljarar teirra sleppa undan at gjalda skatt og avgjæld. Um tað er soleiðis, at lækk­ andi inntøkur hjá lands­ kassanum merkja, at Fólka­ floksveljarar sleppa undan at gjalda, so er alt í lagi. Javnaðarflokkurin góðtekur inntøkuskerjing­ arhugburð Fólkafloksins, um hann aftur fyri sleppur at nýta tær inntøkur, sum allíkavæl eru, til sínar velj­ arar. Klokkuklári politikk­ ur javnaðarmanna er, at teir taka landskassan á ryggin og so spræna tíggju­ talsmilliónir í hvørt hol, teir síggja á vegnum. Hetta ger, at vegurin sær penari út eina løtu, og fólk eru tí so hjartans fegin um hesar oh so sosialu javnaðar­ menninar. Hvør vinnur og hvør tapir í longdini, tað er ikki áhugavert. Um sam­ felagið verður skipað, um framtíðin verður tillagað og tryggjað, og hvør ríkis­ rættarliga støðan er tað hevur ikki áhuga í Fólka­ og Javnaðarflokkinum. Tað, sum hevur áhuga, er at landskassin til eina og hvørja tíð verður nýttur til at útvega teimum atkvøður. Fólkflokkurin og Javn­ aðarflokkurin eru har um­ framt eisini fult samdir um, at praktiskur politikkur altíð vinnur á løgfrøðini. Ja, tað er kanska teirra nýggjasta branding, at alt snýr seg um praktiskan politikk, og at løgfrøðin á ongan hátt má vera ein forðing fyri, at politikarin fremur tað, hann hevur hug til. Viðhvørt halda teir, at løgfrøðin skal tillagast praktiska politikkinum. Men ofta, so leggja teir líka í løgfrøðina. Tað eru altíð teir sjálvir, sum av­ gera hvat skal fáa avleið­ ingar, og einki fær avleið­ ingar. Heilaga alliansan hevur so eisini fingið ta dimensió­ nina afturat seinastu árini, at báðir flokkarnir av hjar­ ta hata Tjóðveldisflokkin, sum miðvísur, við hegni og arbeiðssemi vinnur alt stør­ ri part av veljarafjøldini. Mótsetningar ella... Nú verða Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin javn­ an umrøddir sum mótsetn­ ingar, bæði hvat idelogi og politiskum arbeiðshátti viðvíkur. Spurningurin í dag er kanska tann, um hes­ ir báðir flokkarnir eru mót­ setningar á tingi. Vit síggja í hvussu er, at Fólkaflokk­ urin við sínum høgraeks­ trimistisku sjefideologum bæði reiðrast og fríggjar inniliga við Føroya Javn­ aðarflokki, hvørs ideologar eina ferð taldust millum DKP’ararnar og vinstasosi­ alistarnar. Og soleiðis, sum ting­ og landsstýrismenn hjá Javn­ aðarflokkin hugsa og gera í politiska rúminum, loyvir ein sær rættiliga at ivast í, um ein einasti dropi av sosialismu er eftir í æðru­ num hjá einum einasta virknum javnaðarpolitik­ ara. Teirra virðisgrundarlag og hugburður annars líkist alt meira ditto hjá Óla Breckmann, sum har aftur ímóti er snildur og letst, sum hann heilhjartaður er við í sosialu morgun­ og kvøldmessunum hjá javn­ aðarmonnunum. Aftur fyri fær Óli ein samlaðan javn­ aðar ting­ og landsstýris­ bólk at leggja seg sker­ flatar og ofra framman fyri kapitalistiska altarinum. Vit standa tí í teirra fyri okkara land so álvarsligu støðu, at talan er ikki bert um vanligu heilagu allians­ una millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, vit uppliva eina ideologiska samanrenning, sum sam­ stundis merkir fyrilitarleys høgrasnaring av føroyskum politikki. Alliansan hevur kanska sterkasta vápnið, ein kann hava í politikki. Teir hava óavmarkaða atgongd til landskassan, og teir gagnnýta hetta vápn til fulnar. Lesarin spyr kanska, hvør leikluturin hjá Sam­ bandsflokkinum er í øllum hesum ideologiska og politiska hurlivasanum. Hevur Sambandsflokkurin einki at siga. Og svarið er einfalt, at einasta orsøk til, at Sambandsflokkurin er í samgongu er, at hinir báðir flokkarnir hava ikki meiri­ lutan einsamallir. Samband­ flokkurin er við sum ífylla, og hann skal ikki trúgva, at hann skal hugsa um at hava annan leiklut. Vit sóu, hvussu teir í Fólka­ og Javnaðarflokkinum bóru seg at, tá nýggi landsstýris­ maðurin í fíggjarmálum brádliga loyvdi sær at vek­ ja allar fiskarnar. Hann var kjølhálaður, niðurtraðkaður og útspiltur. Men hvat gjørdi Sambandsflokkurin, lýðin og uttan at mukka át hann alt í seg aftur, og fór aftur í leiklutin sum ífylla. Og heilagaða alliansan sleppur at fram haldandi og ótarnað at liva sítt ábyrg­ darleysa lív við lands­ kassanum sum høvuðsspon­ sori. Onkur annar hevur eisini spýtt í seinastu árini. Heilaga alliansan tingmaður fyri Tjóðveldið FiNNur HelMsdal Í útvarpi var forvitnislig sending um at kava. Mitt í sendingini broyttist orðið knappliga til dúkka. Síðani varð tosað um eitt dúkk, ikki eitt kav ella eina kavan/ kaving. Fyrr varð sagt dúkkari og tann og tann hjá dúkkaranum. Verður hetta sagt enn? Eru vit ikki komin longri í 2007? ALTSO: KAVA og KAVARI, ikki DÚKKA og DÚKKARI. KAVNAGLI: Munnu timburmenn brúka føroyska orðið, kavnagli, ella siga teir dúkknagli um naglan, sum fær kavseymin undir kav? BURMA, ikki BØRMA: Hví munnu útvarpsfólk siga Børma? Her er neyvan talan um danska ávirkan!?! Á Borg á Argjum í skurðsól 2007 Við málkvøðu Dúkkar kavarin ella kavar dúkkarin? Dúkknagli ella kavnagli? málverji eyðuN á Borg