týsdagur 9. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 195 - 9. oktober 2007
Síðstu tíðina hevur evnið
flogvøllur verið nógv fram
mi í fjølmiðlunum. Millum
tað, sum hevur verið nevnt,
soleiðis sum eg havi skilt
tað, er at modernisera og
effektivisera flogvøllin vest
uri í Vágunum. Einki galið
í tí soleiðis sæð. Somuleiðis
hevur verið nevnt um at
byggja ein meira nútíðar
hóskandi flogvøll. Glyvurs
nes og Søltuvík hava verið
nevnd, og í farnu viku var
Nólsoyggin somuleiðis nev
nd sum eitt møguligt altern
ativ til ein nýggjan flogvøll.
Í vikuskiftissosialinum,
dagfestur 5. 10. 2007, las
eg grein um hetta evnið,
skrivað av Andreasi Peter
sen, har hann nevnir, at
Glyvursnes er einasta rætta
stað her í Føroyum til at
hava ein flogvøll. Hetta er,
eftir míni meting, burtur
við, at hetta verður sagt.
Ikki tað, Havnin jú størsta
bústaðarøkið í ladninum,
so at soleiðis sæð skilji eg
væl hugskotið at hava flog
vøllin í høvuðstaðarøki
num. Men so kunnu vit
eisini venda steikina og
siga, at Tórshavn er IKKI
alt, hóast tað eru fólk í
Havnini, sum ikki taka
undir við hesum.
Sum nevnt omanfyri, at
fara út í bløðini og siga, at
ein nýggjur flogvøllur skal
byggjast úti í Glyvursnesi,
og tað undir øllum umstøð
um, er burturvið. Andreas
hevur eftir øllum at døma
gloymt at hugsa um, at mjø
rki kann koma, og veðrið í
Føroyum er til tíðir heilt
svikaligt. Nú er Havnin eitt
sera deiligt mjørkapláss, og
ávísar ættir eru tiltiknar
ringar í Suðurstreymi.
Eftir míni meting, so eru
aðrir møguleikar til staðar
at hava ein nútíðarhóskandi
flogvøll eina aðra staðni í
hesum lítla oyggjalandi. At
siga hvar er ikki mín upp
gáva, at taka ta avgerðina
lati eg teir serkønu at av
gera. At ikki hava flogvøll
in uttan fyri Havnina er
eingin katastrofa. Taka vit
t.d. og siga, at flogvøllurin
verður bygdur í Søltuvík,
so koma bygdirnar á Sand
oynni at fáa fleiri størv.
Somuleiðis vita vit, at flei
ri fólk vilja flyta suður at
búgva. Í hesum sambandi
kann nevnast, at Sandoyar
tunnilin hevur verið eitt
heitt evnið í miðlunum, og
verður hann veruleiki, so
er tann enn skjótari at
koma suður, eisini hjá
teimum, sum koma at hava
starv á flogvøllinum, men
sum ikki hava ætlanir at
flyta suður.
Men sjálvandi, alt skal
bara til Havnar, tí tað, sum
Havnin ikki hevur, skal
Havnin undir øllum
umstøðum bara hava. Og
tað óansæð prís.
At enda kann sigast, at
tað bilar einki, at koyrt
verður nakrar minuttir
eyka, tí so stórt er hetta
land heldur ikki, og hóast
at høvuðstaðir kring Ev
ropa hava flogvøll so at
siga beint við, so skal ein
undir øllum umstøðum, um
koyrt verður við bili, koyra
kanska upp til ein tíma,
áðrenn viðkomandi er kom
in til rætta staðið. So hví
grenja um nakar minuttir
og kanska eisini um
peningarupphæddir í
ymsum máti.
Nýggjur flogvøllur
Hans Pauli J.
Hentze
Í eini blaðgrein, sum stóð í
Dimmalætting seinasta týs
dag, gramdi Høgni Hoydal
seg um, at kollektiva minn
ið í Føroyum er sera stutt,
og tí ber til hjá politikarum
at siga hvat sum helst í fjøl
miðlunum, uttan at tað verð
ur eftirkannað ella hildið
upp ímóti veruleikanum.
Hetta kann ikki sigast at
vera nøkur óvanlig byrjan
til eina blaðgrein hjá Høg
na Hoydal, og tað er heldur
ikki serliga óvanligt, tá
hann í næsta setningi sigur,
at hetta sum hann nevnir,
serliga er galdandi fyri
politikarar úr øðrum flokk
um enn hansara egna. Og
so endar alt sum tað plagar,
við at Høgni leggur sína
egnu søgu fram (eina av tí
slagnum, sum so avgjørt
átti at verið bæði eftirkann
að og hildin upp ímóti
veruleikanum).
Var tað eitt bragd?
Høgni hevur útbúgving í
samskifti, og hevur tí lært
at brúka positiv orð um
sínar egnu gerðir, og nega
tiv orð um tað sum hini
standa fyri. Hetta kemur
týðuliga til sjóndar í grein
ini. Millum annað fær hann
tað at ljóða sum eitt búskap
arligt bragd, at undanfarna
landsstýri hevur tveitt meira
enn tvær milliardir í blokk
stuðli út av vindeyganum,
tí, sum hann sigur, høvdu
teir ikki gjørt tað, so høvdu
vit havt endurtikið 80’ini á
tamb – uha, uha!
So var tað kanska eisini
gott, at alifiskurin bleiv
smittaður við ILA, tí hvat
kundu pengarnir ikki verið
brúktir til? Vorðið sum
búskaparpolitikkur !
Mugu hava inntøkur
Er tað nakað, sum føroyski
búskapurin hevur brúk fyri,
so eru tað tryggar inntøkur.
At tveita verandi inntøkur
burtur, er eingin kunstur,
og fara politikarar haraftur
at at ávara ímóti inntøkum,
tí vandi er fyri, at vit ikki
duga at eiga pengar, so er
lítið gott í væntu.
Stóðu ikki á egnum beinum
Høgni sigur, at talan hjá
undanfarna landsstýri var
um at taka meira enn 360
mió. krónur úr búskapinum,
at stýra ábyrgdarfult og
standa á egnum beinum.
Hann sigur alt hatta í einum
setningi, fyri at lesarin ikki
skal varnast, hvussu lítið
høpi er í tí, sum sagt verður.
Jú rætt er tað, at meira
enn 360 mió. krónur vórðu
tiknar úr búskapinum (um
árið). Men at teir stýrdu
ábyrgdarfult og stóðu á
egnum beinum, hevur einki
við veruleikan at gera. Teir
høvdu eitt samlað undir
skot á næstan 2,5 milliardir
krónur í 6 ár, og hetta und
irskotið bleiv fíggjað við
blokkstuðli úr Danmark.
Kalla tað so “at standa á
egnum beinum”.
Vilja skerja meira
Nú hava teir forkomið ein
um parti av hesum møgu
leikanum, og sambært
Degi og Viku fríggjakvøld
ið, hevur Høgni longu boð
að fólkatinginum frá, at
hann ætlar at strika restina
av blokkstuðlinum í koma
ndi valskeiði, meðan Kar
sten Hansen (í einum øð
rum innslagi í somu Degi
og Viku) gekk og leitaði
eftir uppsparingini í Lands
bankanum. Hann skilir
ikki, hví so fáir pengar eru
eftir har. – Nei hvar munnu
pengarnir vera farnir?
Hvussu ber tað til, at tá 2
milliardir verða tveittar
burtur, so er minni eftir at
spara upp?
Er tað kanska tann
ábyrgdarfulli búskapar
politikkurin (á egnum
beinum), sum er farin at
vísa seg í verki?
Ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur
Helgi
abraHamsen
Í næstum fer Demokratia at
handa undirritaða frágreið
ing um, hvussu vit kunnu
økja um leiklutin hjá kvinn
um í politiskum avgerðum.
Nevndin varð ultimo 2005
sett av Hans Paula Støm,
landsstýrismanni, sum tá
umsat javnstøðumál. Í 2006
var málsræðið flutt til
undirritaða.
Í Demokratia eru 10 limir,
mannað við umboðum úr
politisku flokkunum, Javn
støðunevndini, Kvinnufelags
samskipan Føroya, Føroya
Kommunufelag og KSF.
Arbeiðssetningurin hjá
nevndini er soljóðandi:
”Nevndin skal skipa fyri
tvørpolitiskum tiltøkum til
tess at økja um leiklutin hjá
kvinnum í politiskum avgerð
um, so talið á kvinnum á løg
tingi og í kommunustýrum
økist, og umboðanin samsvar
ar á leið við umboðanina í
hinum Norðurlondunum.”
Í Føroyum eru ongar lógar
ásettar forðingar fyri javn
støðu. Kortini er ikki javn
støða millum kynini í poli
tikki, í privatum, almennum
størvum osfr. Henda støða
er óivað hugburðstreytað.
Aðrastaðni verður dentur
lagdur á, at meginumsitingin,
kommunurnar og vinnan
hava í huga javnstøðu í øllum
viðurskiftum. Soleiðis eigur
eisini at vera í Føroyum.
Tá Demokratia handar
undirritaða frágreiðingina
við hugskotum um, hvussu
talið á kvinnum kann økjast
á løgtingi og kommunu
stýrum, er fyrsti tátturin hjá
nevndini lokin.
Í tí sambandi verða Demo
kratia og javnstøðunevndin
kallað til fundar í Vinnumála
ráðnum, har frágreiðing og
niðurstøður verða viðgjørd.
Tá er eisini grundarlag at
taka støðu til, um undirritaði
skal heita á løgtingið um at
lata Demokratia halda fram í
t.d. eitt ár fyri at eftirmeta
gongdina á løgtingavalinum
komandi, at viðgera komm
unuvalið o.s.fr. Higartil hev
ur Demokratia ikki heitt á
undirritaða um, at nevdnin
skal halda fram
Arbeiðið hjá Demokratia
fer eisini at svara høvuðs
spurninginum hjá ST í
CEDAWfrágreiðingini, sum
ljóðaði soleiðis: What temp
orary special measures, if
any, are being contemplated
in the Faroe Islands to incre
ase the number of women in
political and public life?
Tí verður í spenningi
bíðað eftir frágreiðingini hjá
Demokratia. Ein frágreiðing,
sum óivað verður eitt keldu
vað av uppskotum at taka
støðu til og at fremja í verki.
Javnstøða er eisini eitt
arbeiðsmarknaðarmál. Tí
hevur undirritaði tikið stig
til at manna eina kommis
sión, sum hevur sum enda
mál at lýsa týdningin av javn
vágini millum privatlív/fam
iljulív og arbeiðslív. Arbeið
ið byrjar í næstum, og skal
kommissiónin lata Vinnu
málaráðnum frágreiðing og
uppskot við ársenda 2008.
Samanumtikið fevna javn
støðuspurningarnir víða. Und
irritaði leggur stóran dent á
at tryggja, at javnstøða gerst
ein sjálvsagdur partur í
gerandisdegnum politiskt,
alment, privat og ikki minst á
arbeiðsmarknaðinum.
limur í Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag og
fyrrverandi varalimur í
stýrinum fyri ALS
Føroyska arbeiðsloysis
skipanin varð sett í gildi
í 1992, eftir at føroyska
samfelagið hevði rent
seg fast í djúpa og víð
fevnda fíggjarliga krep
pu. Longu í 1992 var
arbeiðsloysið vorðið
sera høgt og eginognin
hjá nýstovnaðu føroysku
arbeiðsloysisskipanini
var lítil og ongin – ein
ans 20 mió. kr. í byrjun
arfæ frá landskassanum.
Útgjaldsprosentið varð
tískil sett til einans 70%
av einari arbeiðaraløn –
t.v.s. heili 20% lægri
enn 90%útgjaldspros
entið, ið var og enn er
galdandi í donsku
arbeiðsloysisskipanini.
Tásitandi kreppu
landsstýri lovaði teimum
arbeiðsleysu og fakfeløg
unum á privata og alm
enna arbeiðsmarknaði
num, at útgjaldið hjá
ALS skuldi hækka til
danskt støði, tá tíðirnar
blivu betri og ALS skip
anin hevði ment seg
fíggjarliga.
Vert er at bíta merki í,
at umboð fyri tásitandi
politiska viljan – Marita
Petersen, løgmaður,
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í al
mannamálum og Signar
á Brúnni, landsstýris
maður vegna Tjóðveldis
flokkin longu á fundi
hin 9. mei 1994 millum
fakfelagsumboð á
almenna og privata
arbeiðsmarknaðinum
umframt Felag Teirra
Arbeiðstøku góvu til
kennar, at útgjaldið hjá
ALS kundi hækka til
90% av einari arbeið
araløn, tá peningur bleiv
tøkur. Í hesum sama
høpi skal somuleiðis
verða víst á, at fyrrver
andi stýrisforkvinna fyri
ALS, Karin Kjølbro,
(frá 1996 til 2004) í
sambandi við at arbeiðs
loysisútgjaldið varð sett
á dagsskrá í fjølmiðlu
num fleiri ferðir legði
dent á, at ALS mátti kon
soliderast til uml. 500
mió. kr. áðrenn útgjaldið
hjá ALS kundi hækka.
Síðan ALS varð sett á
stovn í 1992 hava fak
feløgini á almenna og
privata arbeiðsmark
naðinum á fleiri fundum
samtykt at heita á stýrið
fyri ALS og politiska
myndugleikan at hækka
útgjaldið til 90% ella i
minsta lagi 80% av ein
ari arbeiðaraløn. Hesar
áheitanirnar um hækkan
av arbeiðsloysisútgjald
inum hava higartildags
onki úrslit givið. Arb
eiðsleys í Føroyum fáa
framvegis eitt sera lágt
útgjald – eitt útgjald
sum framvegis bert er
70% av eini arbeiðara
løn hetta sjálvt um
føroyska arbeiðsloysis
skipanin nú er fult kon
soliderað og eginognin
hjá arbeiðsloysisskip
anini er vorðin sera høg.
Eginognin í ALS kom
longu fyri 4 árum síðani
uppá uml. 500 mió. kr.
og var eginognin sam
bært rakstrarroknskap
inum hjá ALS fyri árið
2006 knappar 550 mió.
kr. Skipanin hevur sost
att nú ein eginpening
uppá uml. 550 mió. kr.
at standa ímóti við. Tíð
in er sostatt komin at
hækka útgjaldsprosentið
til 90% av einari arbeið
araløn, soleiðis sum
politiski viljin meldaði
út fyri skjótt nógvum
árum síðani.
Núverandi politiski
viljin Javnaðarflokkurin
og aðrir politiskir flokk
ar, ið siga seg vilja frem
ja veruliga vælferð fyri
allar borgarar landsins –
eisini fyri tey, ið eru ella
gerast arbeiðsleys – eiga
uttan meiri drál at signal
era, at lága føroyska
arbeiðsloysisútgjaldið
beinanveg eigur at hækka
frá 70% til 90% av einari
arbeiðaraløn.
Somuleiðis eigur
politiski viljin/politiska
skipanin at syrgja fyri, at
lógin um ALS verður
broytt soleiðis at eisini
fiskimenn fáa møguleika
at fáa útgjald frá ALS, tá
teir gerast arbeiðsleysir.
Demokratia og framtíðin
landsstýrismaður
bJarni
DJurHolm
ALS konsoliderað
- tíðin er nú komin at
hækka útgjaldið hjá ALS
ingriD s.
Henriksen