týsdagur 9. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 9. oktober 2007
15
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Mortan Petersen av Hvítanesi á Tvøroyri,
andaðist leygardagin 81 ára gamal. Kistan fer úr
kappelinum á Tvøroyrar sjúkrahúsi í kvøld klokkan
18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju miku
dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Mortan, kunnu
lata Eldrasambýlinum við Sýlánna eina peninga
gávu. Konta í Føroya Banka.
Símun Leo Einarsson ættaður úr Rituvík búsitandi
í Lamba, andaðist sunnudagin 52 ára gamal. Jarðar
ferðin verður úr Glyvrar Kirkju fríggjadagin kl. 14.
Dánjal Petur Hansen, av Nesi, vanliga nevndur
Petur, andaðist á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi
leygardagin, 81 ára gamal. Kistan fer av Røktar
heiminum í Runavík týskvøldið kl. 18. Jarðarferð
in verður úr Fríðrikskirkjuni mikudagin kl. 14.
Tey, ið vilja minnast Petur, kunnu lata Parkinsonfel
agnum eina peningagávu. Konta í Føroya Banka
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at mín elskaði maður og kæri pápi, verpápi, abbi
og langabbi okkara
Dánjal Petur Hansen
vanliga nevndur Petur á stykkinum
av Nesi
andaðist á Eysturoyar røktar- og ellisheimi 6. oktobur,
81 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni mikudagin kl. 14.
Vegna familjuna
Mary
Elsa, Margretha, Hans Terji, Andrias
Alberg, Magnus, Dagmar og Eyðbjørg
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
tá góða mamma, vermamma, omma og
langomma okkara
Magdalena Olsen
á Válinum
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólk og búðfólk á sambýlinum
í Vestmanna.
Takk fyri vakran sang og andakt, tá komi
varð í kirkjuna.
Takk til Marjun Bæk prest, Magna Cristiansen
fyri vakran sang, kirkjutænarar, sangarar, berarar,
gravarar og øllum tykkum sum hjálptu til við
jarðarferðina. Takk fyri blómur, kransar og
peningargávur til missiónshúsið og kirkjuna, og
tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Marin, Dinna, Magnina, Hanna, Iva, Vilhelm
Magnus, Elsa og Kári
Dagurin
10. oktober. Gereon, deyður umleið ár 300. Eftir halgi
søguni kristin herhøvdingi, sum varð tikin av døgum.
Føðingardagur
Í dag, týsdagin 9. oktober, fyllir Pól Dánjal Poulsen,
bussførari á Strondum, 50 ár. Opið hús verður heima á
Rættartrøðni frá kl. 18, har øll eru vælkomin.
Nú Sofus er farin leita tankarnir
aftur í takksemi yvir at hava kent
hendan merkismann. Tað var sum
reiðari at vit komu at kenna Sofus,
við tað at Ingolf sigldi við Kambi.
Tað eru slíkir vinnulívsmenn við tí
hugburði, sum Sofus hevði, sum
hava
ment
og
ríkað
okkara
samfelag.
At verða heiðurligur, reiðiligur og
at gjalda hvørjum sítt, vóru dygdir
hann legði seg eftir. Hetta eru
lyndiseyðkenni, ið ikki kunnu metast
nóg høgt. Eg trúgvi hesar dygdir eru
førningur, hann hevur ført víðari frá
abbabeiggjunum, sum eisini høvdu
reiðaravirksemi. Trúfesti og livandi
áhugi eyðkendu eisini Sofus. Sjálvt
um tað eru fleiri ár síðani vit høvdu
vinnuligt samband við Sofus, hevur
samskifti verið hildið við líka alla
tíðina. Eg og Sofus funnu eina ávísa
frægd í at verða ósamd um ymisk
lívsins viðurskifti. Við hansara arg
andi lyndi høvdu vit mangar stuttlig
ar samrøður. Sofus var gávumildur
sum fáur, men hann vildi verða tað í
loyndum; sum tað stendur, lat ikki
vinstru hond tína vita hvat høgra
hond tín ger.
Seinast eg tosaði við Sofus tosaði
hann um, at tá lívsins stormar herja,
hava pengar so ómetaliga lítlan týdn
ing. Tá liggja virðini á einum hægri
stað. Vit gleddust eisini saman um,
at eftir svára sorg, var áræðið og
gleðin yvir lívið byrja at rakna við
aftur.
Sóley, Lis og Sólva, fyri tykkum
má tað kennast ómetaliga svárt, at
bert eftir 10 mánum hava bæði móð
ir og faðir hendur slept. Hesar hend
ur, sum frá fyrsta degi av hava vart
og fjálga tykkara lív. Tá eru lyftini
góð um hendur, sum ikki sleppa í
Heb. 13,5: »Eg skal als ikki sleppa
tær og á ongum sinni fara frá tær.«
Jesus styrki tykkum við familjum.
Eisini mammuna og systrarnar við
familjum; Rósing og Niels Jacob við
familjum og øllum, sum varða av.
Heilsan við áskriftini á blaðnum
til jarðarferðina, 1. Pætursbræv 5,7:
»Kastið alla sorg tykkara á Hann, tí
at Hann hevur umsorgan fyri tykk
um.«
Sólfríð og Ingolf
Minningarorð um
Sofus í Selvindi