týsdagur 9. oktober 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 195 - 9. oktober 2007
tíðindi
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Teir hava allir luttikið í
Ungt Virki fyrr og í fjør gav
Handilsskúlin í Tórshavn
teimum møguleikan at søk
ja um luttøku í tiltakinum
EMFD 2007 (European
Manager For a Day 2007).
Teir 4 handilsskúlanæm
ingarnir, talan er um, eru
Bjartur V. Hjaltalin, Bogi
Berg, Hjørtur K. Justinussen
og Jákup Berg, og eru teir
allir sera áhugaðir í at stov
na egna fyritøku.
Hesir ungu menn hava til
felags at teir hava luttikið í
Ungt Virki kappingini, ið er
tilætlað
føroyskum
vinnufúsum unglingum.
Hetta tiltak er samskipað
av YEAD (Young Enterprice
Alumni group Denmark)
samsvarandi til Ungt Virki í
Føroyum, og er hetta ein lið
ur í Young Enterprice sam
takinum.
EMFD snýr seg um, at
geva ungum íverksetarum
møguleika, at fylgja nøkr
um av “topp leiðarunum” í
Danmark. Tiltakið er í døg
unum frá 10. til 12. oktobur
og umfatar eisini eitt skeið
um íverksetan, har millum
annað fleiri kendir fyrilest
rarhaldarar greiða frá um
hetta evni. Tiltakið var fyrs
tu ferð hildið í 2005, og
fekk sera góða móttøku,
bæði frá luttakarum, sam
skiparum og leiðarum. Eing
in í Føroyum hevur áður
luttikið í hesum tiltaki.
Av teimum uml. 15.000
“Ungt Virki” luttakarunum
í danska kongaríkinum, eru
vit fýra, millum tey tólv
hepnu, ið eru útvald til at
verða við í tiltakinum, for
telur Bogi spentur.
Danmark sum íverk
setanarsamfelag
Danmark roynir miðvíst at
skapa
eitt
“íverksetanar
samfelag”. Endamálið við
tiltakinum er, at menna,
búna og geva ungum ágrýt
num íverksetarum vitan,
innlit og ein sokallaðan
“kick start” út í vinnulívið.
Í Føroyum eru vit eisini við
at taka hesu góðu gongdina
til okkum, og siga hesir
ungu menn seg vilja vera
teir fyrstu við góðum úrslit
um.
Vit ynskja at verða nakr
ir av teimum fyrstu ungu
íverksetarum við góðum
úrslitum, og vit vilja vera
við til at skapa framgongd í
Føroyum.
Ikki ókeypis
Tiltakið er tó ikki heilt
ókeypis fyri hesir unglingar.
Størsta útreiðslan er, at teir
skulu av landinum. Tað er
heldur ongin loyna, at teir
sum lesandi og hava lítið av
tíð til at vinna sær pening.
Kostur, yvirnátting og flutn
ingur (tok, bussur o.t.) verð
ur tískil eisini ein lutfalsliga
stór útreiðsla fyri teir.
Teir
fáa
peningaligan
stuðul frá Eik, Handils
skúlanum og Alpha Travel.
Tommy Næs Djurhuus hev
ur verið teimum ein góður
stuðul eisini.
Teir vera vekk í 3 dagar
og ynskja at fáa sum frægast
burturúr, og hvør veit um
man ikki fær eygað á eitt
hvørt í framtíðini, ið hesir
ungu menn hava verið við
til at ment.
Eftir eitt tílíkt tiltak skul
di møguleikarnir í øllum
førum verið góðir, fyri at
okkurt gott skuldi spurst
burturúr.
European Manager For a Day
Mikudagin 10. oktober fara 4 ungir Handilsskúlanæmingar til Dan
markar, har teir skulu luttaka í tiltaki fyri ung fólk við alsk fyri íverkset
an. Vit eru allir sera áhugaðir í íverksetan fortelur Hjørtur og leggur
afturat at teir gleða seg rættuliga nógv til at sleppa at fylgja einum
høgum vinnulívsmanni í ein heilan dag.
Vinnufúsir handilsskúlanæmingar
áðrenn fráferð til Danmarkar