týsdagur 9. oktober 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 195 - 9. oktober 2007 ]
SÍ-Fleyr 3-1 (25-
19, 26-24, 22-25,
25-19)
SÍ basti
Fleyr
Síðsta kappingarár
gekk einki serligt
hjá monnunum í
Sørvági, men í ár
hava teir fingið eina
sera góða byrjan
við sigri á Fleyr í
fyrsta umfari
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tey bæði liðini, sum end
aðu ávikavist aftast og
næstaftast síðsta kapp
ingarár í meistaradeildini
hjá monnum, hittust í
fyrsta dystinum í nýggja
kappingarárinum, tá SÍ
tók ímóti Fleyr.
Og SÍ, sum endaði aft
ast síðsta kappingarár,
fekk eina góða byrjan
upp á nýggja kappingar
árið. Ikki tí, munurin á
liðunum var ikki tann
heilt stóri, men tað var tó
SÍ sum gjøgnumgangadi
hevði munin.
Í fyrsta setti gekk javnt
á millum liðini. Tað var
tó SÍ, sum alla tíðina
hevði munin, og hetta
gjørdi heimaliðið sær eis
ini dælt av. Móti endanum
fóru teir frá Fleyr, og so
vunnu teir fyrsta sett 25
19.
Í 2. setti var Fleyr tó
nógv betri við. Nú fylgd
ust liðini allan vegin,
móti endanum var tað
enn einaferð SÍ, sum var
kaldari. Teir vunnu 26
24, og tí lá ein sigur nú á
gáttini.
Í 3. setti svaraði Fleyr
aftur við einum 2522
sigri, men at enda gjørd
ist tað tó SÍ, sum vann.
Teir vunnu nevniliga enn
einaferð 2519 í 4. setti,
og við sigrinum hava teir
nú fingið eina góða byrj
an upp á nýggja kapping
arárið.
UEFA ákærir Dida
Í Champions Leaguedystinum millum Celtic og
Milan síðsta mikudag rann ein áskoðari inn á
vøllin móti endanum av dystinum. Áskoðarin
kom at raka málmannin hjá AC Milan, Dida, sum
gjørdi eitt sera stórt nummar út av hendingini.
Nú hevur UEFA gjørt av at reisa sak ímóti Dida.
Sakin ímóti Dida verður umrødd á fundi
hósdagin, so tá fær man at vita, hvussu stór
revsingin verður til Dida. UEFA hevur eisini reist
sak ímóti Celtic, tí felagið ikki megnaði at fora
áskoðaranum at sleppa inn á vøllin.
Týskari vil ikki spæla móti Ísrael
Týski U21 landsliðsspælarin, Ashkan Dejagah, sum til dagliga spælir fyri Wolfsburg,
hevur noktað at spæla við í U21 landsdystinum ímóti Ísrael av politiskum orsøkum.
Dejagah, sum hevur iransk foreldur, hevur valt at fylgja ráunum frá presidentinum í
Iran, Mahmud Ahmajinedad, sum hevur forboðið øllum iranskum ítróttarfólkum at fara
við til kappingar, har Ísrael er ein partur. Avgerðin hjá Dejagah hevur skapt politiska øði
í Týsklandi. – Hetta kann ikki góðtakast. Vit mugu ikki blanda ítrótt og politikk, sigur
Friedbert Pflügel frá tí konservativa stjørnarflokkinum, DCU. Týska fótbóltssambandið
hevur tó valt at góðtaka avgerðina hjá Dejagah.
Hoyvíkingar vunnu
enn ein tættan dyst
um vikuskiftið,
tá teir tóku ímóti
strandingum. Mun
urin á liðunum var
ikki serliga stórur,
men H71 tóktist tó
vilja heldur meir enn
StÍF henda dagin, og
tí var sigurin eisini
uppiborin
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
H71 fekk eina dreymabyrjan
upp á nýggja kappingarárið
fyri viku síðani, tá teir á úti
vølli vunnu ein uppibornan
sigur yvir kollfirðingum.
Sunnudagin skuldi unga
H71liðið so royna at halda
fast í góðu gongdini, tá teir
fingu vitjan av StÍF.
Strandingar fingu eisini
eina sera góða byrjan upp á
nýggja kappingarárið, tá
teir tóku ímóti Kyndli fyri
viku síðani. StÍF vann dyst
in við 10 málum, og tí vóru
tað tvey ósigrað lið, sum
møttust
í
toppdystinum
Hoyvíkshøllini sunnudag
in.
Javnur fyrri
hálvleikur
Tað vóru gestirnir av Skála
fjørðinum, sum fingu betru
byrjanina upp á dystin
sunnudagin.
StÍF
legði
nevniliga rættiliga væl fyri,
og teir megnaðu at halda
hoyvíkingum frá málinum
fyrstu fimm minuttirnar av
dystinum. Hesa løtuna skor
aði StÍF eisini tvær ferðir,
og tí vóru teir á odda frá
byrjan av.
H71 hevur tó síðstu árini
víst sera skjótt og gott spæl,
og tað var ikki minst hesum
at takka, at teir skjótt fingu
strandingar
aftur.
Fleiri
skjótálop, umframt okkurt
væl spælt álop, førdu til, at
H71 fekk seks skjót mál, so
nú vóru tað brádliga teir,
sum førdu 64 ímóti strand
ingum, tá fyrri hálvleikur
var hálvrunnin, men so
steðgaði upp hjá heimalið
num. Eftir støðuna 74 til
H71 fekk StÍF rættiliga
gongd á verjuna, og ikki
minst á Marian í málinum.
Næstu 10 minuttirnar hildu
Marian og verjan H71
fullkomiliga
burtur
frá
málinum. Í hinum endanum
skoraði StÍF fimm ferðir í
hinum endanum, so tá tað
restaðu góir tveir minuttir
av fyrra hálvleiki, førdi
StÍF 97, og síðstu løtuna
hevði spælið hjá teimum
verið rættiliga gott.
Móti endanum av fyrra
hálvleiki fekk H71 tó aftur
glið á, og síðstu góðu tveir
minuttirnar skoraðu hoyvík
ingar tríggjar ferðir, soleiðis
at teir fóru til hálvleiks við
eini 109 leiðslu.
H71 avgjørdi
móti endanum
Í seinna hálvleiki var tað
H71, sum byrjaði betur.
Teir fingu tvey mál rættiliga
tíðliga, soleiðis at munurin
nú var trý mál í millum lið
ini. Strandingar góvust tó
ikki soleiðis. Teir fingu eis
ini okkurt málið, og næstu
løtuna skiftust liðini um at
skjóta mál.
Tað tóktist tó allíkavæl
sum um, at H71 hevði mun
in hesa løtuna, og teir tókt
ust eisini vera grammari á
vøllinum.
Hetta
gjørdi
eisini, at teir, tá seinni hálv
leikur var 10 minuttir gam
al, fyri fyrstu ferð í dystin
um kundu leggja seg á odda
við fýra málum.
Men so hendi júst tað
sama sm í fyrra hálvleiki.
Nú steðgaði aftur upp hjá
H71, meðan StÍF byrjaði at
spæla rættiliga væl. Hetta
gjørdi, at StÍF við fýra mál
um á rað komu upp á javn
leik, og nú var alt púra opið
í Hoyvíkshøllini.
Næstu løtuna skiftust lið
ini um at skora, men tá góð
ir fimm minuttir vóru eftir,
skoraði H71 aftur tvær ferð
ir á rað, soleiðis at teir brád
liga vóru á odda við tveim
um málum. Nú byrjaði
hetta at líkjast einum sigri
ti heimaliðið, og sjálvt um
StÍf megnaði at minka um
munin eina ferð, so avgjørdi
H71 alt síðstu løtuna. Í
síðsta minuttinum skoraðu
teir til 2320, og eftir hetta
megnaði StÍF bert at pynta
um úrslitið eina ferð afturat,
so endaliga úrslitið gjørdist
2321.
Við sigrinum hevur H71
nú rættiliga víst, at tað eru
nýggjar tíðir í føroyksum
hondbólti. Liðið, sum síðstu
árini hevur liðið í botninum,
er nú brádliga oddalið sam
an við Neistanum, og ser
liga skjóta spælið hevur
riggað sera væl hjá ungu
hoyvíkingunum í ár.
Hjá strandingum var tal
an hinvegin um fyrsta tapi í
ár, so teir eru bert tvey stig
aftan fyri tey bæði odda
liðini.
H71 – StÍF 23-21 (10-9)
Hoyvíkingar enn ósigraðir
H71 avgjørdi enn ein dyst
í síðstu minuttunum um
vikuskiftið, tá teir tóku ímóti
strandingum, og við sigrinum
eru teir enn ósigraðir í
Atlantic Airways-kappingini
hjá monnum.
Mynd: Álvur Haraldsen