Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 195 - 9. oktober 2007 ] Flogbóltsdystur útsettur Ein dystur í meistaradeildini hjá monnum skuldi vera í høllini á Kambsdali í gjárkvøldið í millum ÍF og Fram. Hesin dysturin er tó fyribils blivin útsettur, tí Fram ikki fær mannað liðið. Sum skilst er einki nýtt dato sett fyri, nær dysturin skal spælast. Alves skoraði sjey ferðir Síðsta kappingarár keypti hollendska felagið, Heerenveen, brasilska áleyparan, Afonso Alves. Og hetta skuldi vísa seg at vera eitt gott keyp. Í fyrsta kappingarárinum skoraði Alves 34 mál í 31 dystum, og tí stóðu stórfeløgini í røð at keypa hann. Felagið vildi tó ikki selja Alves, sum hevur verið sera misnøgd­ ur síðstu mánaðirnar. Alves var tó á vøllinum um vikuskiftið, tá Heerenveen møtti Heracles í bestu hollendsku deildini, og Heerenveen gjørdi ikki matari enn at vinna heili 9­0. Tað sermerkta við dystinum var tó enn einaferð leikluturin hjá Afonso Alves, sum fekk heili sjey av málunum. Tað leikaði javnt á fyri steðgin, tá Kyndil og Neistin brustu saman í Sunset-kappingini hjá kvinnum, men eftir steðgin lat Neistin ongan iva vera um, hvat var betra liðið. Tær vunnu dystin sannførandi, og tí hava tær enn fult stigatal í bestu kvinnudeildini HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lokaluppgerð var í høvuðs­ staðnum leygardagin, tá bestu kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum brustu saman í øðrum umfari av Sunset­kappingini. Í fyrsta umfari hevði Neistin vunnið stórsigur á VÍF, meðan Kyndil mátti noyðast við javnleiki úti ímóti StÍF, og tí var Neistin uttan iva favor­ ittur undan dystinum. Síðsta kappingarár kom tað tó fyri í fleiri førum, at Kyndil gav Neistanum ein skarpan gang, og tí vóru helst fleiri, sum væntaðu, at hesin dyst­ urin eisini kundi gerast spennandi. Leikaði javnt á Og fyrra hálvleikur gjørdist eisini rættiliga spennandi. Fyrstu løtuna av dystinum var Kyndil við yvirlutan í málum, men tað gekk ikki long tíð, áðrenn Neistin fór fram við Kyndli. Neistin førdi eisini allan vegin fyri steðgin, men Kyndil fylgdi tó væl við. Stóran part av hálvleikin­ um skiftust liðini um at skjóta mál, men tá ið fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, kom Neistin fyri fyrstu ferð fram um við fýra málum, og nú var okk­ urt, sum bendi á, at Neistin kundi fara at avgera dystin. Kyndil helt tó fast í bláa havnarliðnum, og við tveim­ um teimum síðstu málunum í fyrra hálvleiki megnaðu tær grøna at halda fast um vónina at fáa eitt gott úrslit. Nú vóru aftur bert tvey mál á muni, og tí var líkt til, at alt kundi henda eftir steðgin. Avgerðin Men seinni hálvleikur var ikki nógvar minuttir gamal, tá dysturin í roynd og veru bleiv avgjørdur. Neista­ kvinnurnar komu nevniliga út á vøllin sum eitt satt ódn­ arveður, og fyrstu 10 min­ uttirnar skoraði Neistin sjey ferðir, meðan Kyndil bert fekk eitt mál, so nú førdi Neistin brádliga við átta málum. Tískil var avgerðin í dyst­ inum eisini fallin, men síðstu 20 minuttirnar royndu kyndilskvinnurnar tó at kempa av øllum alvi. Tær fingu eisini í einum føri munin niður á seks mál, men neistakvinnurnar vóru skjótar at svara aftur, og so fór luftin av Kyndli. Endin var, at Neistin vann dystin 29­18, og fyri aðru ferð í ár av tveimum møgu­ ligum vísti Neistin sera gott spæl og góðan vilja í seinna hálvleiki. Hetta gjørdi eis­ ini, at tær vunnu sín næsta stórsigur á rað. Harvið liggja tær nú einsamallar á odda í Sunset­kappingini hjá kvinnum. Hjá Kyndli sá gott út fyri steðgin. Í seinna hálvleiki gekk tó ikki heilt eftir vild hjá Kyndli, og tí máttu tær taka til takkar við fyrstu tapinum í ár eftir ein javn­ leik í fyrsta dystinum. Kyndil – Neistin 19-28 (11-13) Enn ein stórsigur til Neistan Sigurin kundi farið báðar vegir, tá ið bestu kvinnuliðini hjá VÍF og VB møttust í Vestmanna leygar- dagin. Men í staðin fyri ein sigur til annað liðið endaði dysturin við javnleiki, og hetta var helst eisini eitt rættvíst úrslit HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Leygardagin var ein dystur á skránni í Sunset­kappingini hjá kvinnum í Vestmanna, har VÍF tók ímóti VB. Í fyrsta umfari tapti VÍF stórt ímóti Neistanum, meðan dysturin leygardagin var tann fyrsti hjá kvinnunum úr Vági. Tí var eisini ilt at meta um, hvat av liðunum var favorittur at vinna dystin. Verður hugt eftir síðstu árunum, so hevur VB verið fastur inventar í oddinum, meðan VÍF júst er flutt upp í bestu deildina, og tí var helst væntandi undan dyst­ inum, at VÍF kundi vænta sær eina harða uppgávu. VÍF legði hart út Tað sást tó als ikki frá byrjan av, at VÍF var nýggja liðið í deildini. Eftir eina rættiliga javna byrjan, har liðini fylgd­ ust fyrstu knøppu 10 minutt­ irnar, so var tað VÍF, sum setti seg á dystin. Upp á fimm minuttir fóru tær frá 3­ 3 upp á 7­3, og hesa løtuna sá rættiliga gott út hjá VÍF. Tá góðir 10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki førdi VÍF enn við fýra málum, men so steðgaði brádliga upp hjá heimaliðnum. Í staðin var tað nú VB, sum fann rætta spælið fram, og serliga í verjupartinum sá gott út. Hóast VB fekk fýra útvís­ ingar síðstu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki, so megn­ aðu tær allíkavæl at halda VÍF niðri á bert tveimum málum hesa løtuna, meðan VB skoraði heili átta ferðir í hinum endanum. Við hesum var tað VB, sum var á odda 13­11, tá liðini fóru til hálvleiks, og nú tóktust gestirnir vera komnir í gongd. VÍF kundi avgjørt Seinni hálvleikur byrjaði nakað sum tann fyrri. Tað gekk javnt á millum liðini, og tá knappir 10 minuttir vóru farnir, var VB á odda við trimum málum, men so tók VÍF fullkomiliga yvir. Næstu minuttirnar skor­ aði VÍF seks mál á rað, með­ an VB einki fekk, og hesa løtuna var líkt til, at VÍF fór at avgera dystin. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, førdi VÍF nú 19­16, og við gongdini síðstu minuttirnar var líkt til, at VÍF fór at hála sigurin í land. Men VB gavst ikki so. Tær tóku Time Out fyri at tosa um tingini, og hetta vísti seg at hjálpa. Tær tóku spakuliga inn aftur á VÍF, og tá tríggir minuttir vóru eftir javnaðu tær. VÍF kom tó aftur á odda lítla løtu seinni, men í síðsta minutti megnaði stóri spælarin hjá VB, Daiva Tuomaite at javna. Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og tí býttu VÍF og VB stigini sínámillum. Hóast bæði liðini høvdu møguleikar at avgera dyst­ in, so endaði tað heils við javnleiki, og sum dysturin lagaði seg, var hetta helst eisini eitt rættvíst úrslit. VÍF – VB 22-22 (11-13) Javnleikur í Vestmanna Fyri aðru ferð í ár vunnu kvinnurnar hjá Neistanum ein tryggan sigur. Hesa ferð var lokalupp­ gerð í Havnini ímóti Kyndli, og eftir ein javnan fyrra hálvleiki avgjørdi Neistin alt eftir steðgin. Mynd: Álvur Haraldsen