Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. oktober 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 195 - 9. oktober 2007 ] Gongur væl hjá Laursen Seinastu árini hevur danski verjuspælarin í Aston Villa, Martin Laursen verið illa plágaður av skaðum. Í ár tykist Laursen tó vera komin ordiliga av við skaðarnar, og hann hevur eisini verið fastur maður í verjuni hjá felagnum úr Birmingham. Áskoðararnir hjá Aston Villa eru eisini glaðir fyri Laursen, tí á heimasíðu felagsins hava áskoðararnir valt Laursen til besta spælaran hjá felagnum í september mánaði. Laursen fekk heili 63% av stemmunum. EB/Streymur tosar við Sigfríða Seinastu fimm árini hevur póllendingurin Piotr Kra­ kowski verið venjari hjá EB/Streymi, men hann heldur ikki fram í felagnum. Áhaldandi søgur vilja síðani verða við, at nýggjur venjari hjá EB/Streymi verður Sigfríður Clementsen, sum í løtuni er venjari hjá AB. Sigfríður vil bara staðfesta, at hann ikki verður venjari á Argjum næsta kappingarár. Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, sigur, at partarnir høvdu tosað saman, men at onki ítøkiligt enn er komið burturúr. SÍ-Mjølnir 3-1 (24-26, 25-15, 25-8, 25-16) SÍ basti Mjølni Kvinnurnar hjá SÍ skuldu brúka eitt sett, áðrenn tær vóru rættiliga klárar til nýggja kappingarári. Men eftir at tær høvdu tapt fyrsta sett ímóti Mjølni, var eingin ivi um úrslitið FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ein dystur í fyrsta um­ fari í meistaradeildini hjá kvinnum var í fim­ leikahøllini í Sørvági leygardagin, har SÍ tók ímóti Mjølnir. Sjálvt um SÍ helst var favor­ ittur undan dystinum, so var tað tó Mjølnir, sum byrjaði dystin bet­ ur. Fyrsta settið var ógvu­ liga javnt, og liðini fylgdust at kalla allan vegin. Móti endanum dugdi Mjølnir tó betur at halda høvdið kalt, so tær vunnu fyrsta sett 26­24. Hetta fekk tó SÍ at vakna, og nú vóru tær klárar. Í øðrum settið gekk aftur javnt á eina løtu, men so fór SÍ frá Mjølnir. Úrslitið gjørd­ ist 25­15, og nú var SÍ komið í gongd. Í 3. setti var slett eingin ivi. Her førdi SÍ allan vegin, og at enda vunnu tær heili 25­8. Nú skuldi Mjølnir vinna 4. sett, um tær skuldu hava møguleika at vinna dystin, men soleiðis bleiv ikki. Enn einaferð var SÍ væl sterkari, og hetta settið vunnu tær 25­16. Sostatt hevur SÍ fingið eina góða byrjan upp á nýggja kappingarárið. Dráttur vann ein rættiliga tryggan sigur í fyrsta umfari í meistaradeildini hjá kvinnum um viku­ skiftið, tá TB var á vitjan. Sjálvt um TB vann eitt av settunum, so var Dráttur tó greitt oman á at kalla allan dystin FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tvey av liðunum, sum síðstu árini hava verið við til at mynda oddin í føroysk­ um kvinnuflogbólti, hittust í høllini á Giljanesi u viku­ skiftið. Her tók Dráttur ímóti TB, og sjálvt um hesir dystirnir ofta hava verið rættiliga spennandi, so var spenningurin tó ikki tann heilt stóri henda dagin. Sjálvt um TB megnaði at vinna eitt av settunum, so var Dráttur oman á at kalla allan vegin, og 3­1 sigurin hjá teimum var greitt uppiborin. Dráttur kom væl frá byrjan Tað var eisini heimaliðið, sum legði betur fyri. Tær settu seg á dystin frá byrjan av, og tíðliga í fyrsta setti høvdu tær vunnið sær eina rættiliga trygga leiðslu. Hesa megnaðu tær eisini at økja um restina av settinum, so tá settið kom at enda, hevði Dráttur vunnið ein sannførandi 25­14 sigur. Hetta vildi TB tó ikki lata sær lynda við. Tær komu út sum eitt ódnarveður í øðr­ um setti, og nú sá nógv betri út hjá kvinnunum av Tvøroyri. Tað gekk annars rættiliga javnt á í øðrum setti, men tað tóktist tó alla tíðina, sum TB hevði mun­ in. Móti endanum av settin­ um byrjaði TB eisini at fara frá Drátti, og kvinnurnar úr Vágum megnaðu ikki at svara aftur. TB vann annað sett 25­18, og so var aftur púra opið á Giljanesi. Dráttur avgjørdi Í 3. setti raknaði Dráttur tó rætiliga við aftur. Nú vóru tað aftur tær, sum settu seg á dystin, og gongdin var at kalla tann sama sum í fyrsta setti. Tað gekk ikki long tíð, fyrrenn Dráttur hevði lagt seg á odda, og spakuliga øktu tær um leiðsluna, so­ leiðis at eingin ivi var um úrslitið móti endanum av settinum. Dráttur vann nevniliga eisini triðja sett sannførandi 25­14, og nú sá ikki so gott út hjá TB. Í 4. setti royndi TB at stríð­ ast av øllum alvi, men munurin var tó ov stórur á liðunum. Dráttur var alla tíðina eitt fet framman fyri, og sum tað leið út á fjórða sett gjørdist greitt, at her hevði TB ongan møguleika. Dráttur økti støðugt um leiðsluna, og fyri triðju ferð henda dagin eydnaðist Drátti at vinna 25­14, og sostatt vunnu tær eisini dystin 3­1. Við sigrinum hevur Drátt­ ur sostatt fingið eina góða byran upp á kappingina, og tað tykist ikki vera nakar ivi um, at tær fara at spæla við heilt frammi í oddinum í ár. KÍF­kvinnurnar vunnu sannførandi í sínum fyrta dysti á árinum, tá tær tóku ímóti Fleyr, sum aftur var at síggja í meistaradeildini. Størsti spurningurin eftir dystin er, hvat Fleyr ger í meistaradeildini FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Eftir ársaðalfundin hjá Flog­ bóltssambandinum fyrr í ár var tað serliga eitt mál, sum bleiv nógv umrøtt á fundin­ um og eftir fundin. Hetta snúði seg um besta kvinnu­ liðið hjá Fleyr, sum fekk meiriluta fyri at flyta upp í meistaradeildina, sjálvt um tær ikki høvdu vunnið 1. deild. Leygardagin skuldi Fleyr so fyri fyrstu ferð í eldin í ár, tá tær vitjaðu í Kollafirði hjá KÍF, og eftir dystin kann bert staðfestast, at munurin á Fleyr og KÍF var risastórur. KÍF vann dystin 3­0, og ivi var ongantíð um úrslitið. KÍF legði hart út KÍF legði fyri sum eitt ódnarveður leygardagin, og í fyrsta setti fekk Fleyr ongantíð fótin fyri seg. KÍF legði seg á odda beinanveg­ in, og tær øktu eisini støðugt um leiðsluna ígjøgnum sett­ ið. Tá fyrsta sett var komið at enda, hevði KÍF vunnið 25­10, og so var støðið lagt fyri dagin. Í øðrum setti var Fleyr heldur betri við. Tær royndu veruliga at geva KÍF­kvinn­ unum mótstøðu, men tá alt kom til stykkis var munurin millum liðini bara ov stórur. KÍF vann hetta settið 25­ 18, men hevði tað ikki verið tí at fleiri av royndu KÍF­ leikarunum royndu at gera ymiskt smart hetta settið, so kundi sigurin verið væl størri. Í triðja setti valdi KÍF at skifta ein stóran part av leik­ arunum út. Hetta skapti eitt sindur av forvirringi fyrstu løtuna, men tá hesar fyrst vóru blivnar heitar, so fór KÍF aftur støðugt frá Fleyr. Úrslitið av 3. setti gjørdist 25­17, og við hesum vann KÍF sín fyrsta dyst sann­ førandi. Hjá Fleyr sá hinvegin ikki serliga lovandi út. Eingin ivi er um, at ungu leikararnir í felagnum hava góð evni, men at blaka eitt heilt lið av blaðungum leikarum í eldin í meistaradeildini tykist ikki vera rætta loysnin. Nú skal Fleyr sjálvandi ikki avskrivast eftir fyrsta dystin­, men eftir spælinum í Kollafirði at døma, so fer liðið at fáa tað sera, sera trupult. KÍF – Fleyr 3-0 (25-10, 25-18, 25-17) KÍF bukaði nýggja liðið Dráttur – TB 3-1 (25-14, 18-25, 25-14, 25-14) Dráttur kom væl frá byrjan Dráttur vann ein rættiliga sannførandi 3-1 á heimavølli ímóti TB, tá fyrsti umfar í meistaradeildini hjá kvinnum var á skránni um vikuskiftið