týsdagur 9. oktober 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 195 - 9. oktober 2007 ]
Føroysku luttak
ararnir á Special
Olympics í Kina hava
megnað at vunnið sær
nógv heiðursmerki,
og enn fleiri eru í
væntu. Vit eru sera
fegin um úrtøkuna
á leikunum higartil,
og er hetta nógv
betur enn vit tordu
at vóna, fortelur
Mariann Øster,
ið er við føroysku
luttakarunum í Kina
ÍTRÓTTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Okkara
lið
á
Special
Olympics í Kina má sigast
at hava klárað seg sera væl.
Í øllum regninum og vind
inum hevur tad eydnast
teimum at vinna enn fleiri
heiðursmerki heim.
Tann 07.10., vunnu tey 2
gullheiðursmerki
afturat.
Ragnvaldur vann sína kapp
ing i 100 m bringu vid tíðini
1.19,96, og var hetta før
oyskt met.
Apolonia vann somuleiðis
sína kapping, sum var 200
m blandað. Tey bæði vóru
sum vera man sera glað, tá
ið tey komu aftur á hotellið
aftaná ein langan dag i
svimjihøllini.
Aftaná langir dagar, har
tey hava verið í sving í nógv
ir tímar, koma luttakararnir
aloftast sera glað heim á
hotellið, veit Mariann Øst
er, ið er leiðarin á túrinum,
at siga frá.
Í gjár, 08.10., vóru aftur
finalur i svimjing á skránni.
Ragnvaldur skuldi svimja
200 m bringu, og Magnus
svam 50 m rygg. Og aftur
her vunnu vit tvey heiðurs
merki. Ragnvaldur vann
gull vid tíðini 2.56,94, og
setti hann enn einaferð før
oyskt met.
Tað var sera flott at
síggja hann svimja næstan
uttan kapping fra hinum i
hylinum, fortelur Mariann.
Ragnvaldur er nu liðugur
við sína kapping, og ikki
kann sigast annað enn, at
hann enn einaferð hevur
víst, hvør hann er og hvat
hann megnar í hylinum.
Hann fekk 2 gull og eina
silvur til hesar leikirnar.
Magnus svam eisini sína
síðstu kapping í dag, sum
var 50 m rygg. Her eydnað
ist honum at vinna eitt silv
urheiðursmerki.
Magnus
hevur ment seg ótruliga
nógv síðsta árið, og Mariann
sigur at tað hevur verið ein
sonn fragd at síggja hann
kappast við allar hinar um
heiðursmerkini.
Og sigast má, at hann
hevur veruliga hevur uppi
borið bronsuna og silvurið,
sum hann hevur við heim
frá hesum leikunum.
Í dag, 09.10., eru sídstu
kappingarnar í svimjing á
skránni. Apolonia og Halla
skulu bádar svimja finalu i
200 m fri, og møguleiki er
fyri at vinna tvey heiðurs
merki afturat i svimjing.
Frælsur ítróttur
Frælsur ítróttur byrjadu sín
ar kappingar 06.10.. Men
orsakað av ódnini, sum hev
ur herjað yvir Kina í gjár og
í dag, so blivu allar kapp
ingar avlýstar. So tey fáa
ein sera strævnan dag í dag.
Tí í dag skulu tey nevnliga
bæði
gjøgnum
tær
kappingar, sum skuldu vera
i gjár, umframt tær finalur,
sum skulu vera i dag. Men
vónirnar fyri at vinna heið
ursmerki eru góðar.
Vit lova sjálvsagt at fylgja
kappingunum í frælsum
ítrótti upp, og koma eisini
við eini samandrátti
Samanumtikið, so hava
hesir Special Olympisku
leikirnir verið heilt fantast
iskir. Íðkararnir hava verið
fyrimyndarligir, og tað, at
tey eisini hava megnað at
vinna so nógv heiðursmerki
er út yvir alt tað, sum kundi
væntast av teimum. Hesi
fólk eru veruliga ein sera
sera góð fyrimynd fyri allar
Føroyar, og hava tey enn
einaferð megnað at sett Før
oyar á heimskortið, tí sum
skilst úr Kina, so hava nógv
runt alla verðina lagt merki
til, at vit hava eitt sera sterkt
Special Olympiskt Team.
Vidic úti við heilaskjálvta
Serbia má vera ein av týdningarmestu leikarunum fyri uttan, tá
teir spæla ímóti ávikavist Armenia og Aserbadjan í komandi viku.
Nemanja Vidiv, sum spælir við Manchester United, mátti skiftast
út tíðliga í dystinum ímóti Wigan leygardagin, eftir at hann hevði
rent høvdið saman við Marcus Bent. Nú er greitt, at Vidic hevur
fingið heilaskjálvta, og tí verður hann ikki tøkur til landsdystirnar
hjá Serbia. Hvussu leingi Vidic er úti, er ikki greitt, men talan er
ikki nakran langtíðarskaða.
KÍ leingir við ungdómsvenjaran
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur gjørt nýggjan sáttmála við ungdómsvenjaran
Pætur Clementsen, sum hevur verið í starvi hjá felagnum seinasta kappingarárið.
Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at avtalan við Pætur Clementsen er galdandi fram til
endan av næsta kappingarári. Vit mugu fáa hugburðin burtur, at fótbóltur einans
er ein hálvárs ítrótt. Fótbóltur í dag er ein heilársítrótt, og tað mugu vit eisini
venja tey ungu við, sigur Pætur Clementsen.
Formulaliðið
Special Olympics
í Kina
Ein ovurhondsfegin Halla Poulsen úr Fuglafirði á heiðursmerkjaskamlinum