mikudagur 16. mai 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Læknarnir hildu seg
ikki kunna geva grønt
ljós, og so gjørdu
Ståle Solbakken og
konan av, at Ståle skal
gevast við fótbólti á
høgsta støði
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Mánadagin komu boðini. Á
tíðindafundi í Parkini í
Keypmannahavn
segði
FCK miðvallarin Ståle Sol-
bakken, at hann fer ongan-
tíð aftur at spæla fótbólt á
høgum støði. Í síðstu viku
ljóðaði annars, at tað vóru
góðir møguleikar fyri, at
norski liðfelagin hjá Toda
Jónsson aftur fór at spæla.
Ståle Solbakken kunn-
gjørdi avgerðina um at gev-
ast við gráturødd:
– Eg kenni meg væl, men
læknarnir kunnu ikki veita
trygd fyri, at tað, sum var
mær fyri undir venjing fyri
tveimum mánaðum síðani,
kann koma fyri eina ferð
afturat. Konan hevur sagt
mær, at so ber tað ikki til at
spæla fótbólt á høgum
støði, og eg eri samdur við
henni.
Ståle Solbakken, sum,
hóast hann bara spældi
fjúrtan dystir fyri FCK,
gjørdist ein hin best um-
tókti spælarin í felagnum
nakrantíð, helt fyri, at tað
var við atliti til so mong, at
hann hevði tikið tungu av-
gerðina um at gevast:
– Tað ber ikki til, at onn-
ur halda ondini, hvørja ferð
eg liggi eftir á í fótbólti.
Spurningurin hevði alla tíð-
ina verið, um eg nú fór at
koma á føtur aftur. Tað
kann eg ikki bjóða fyrst og
fremst konuni og børnun-
um, men hetta hevði heldur
ikki borið til yvirfyri lið-
feløgunum,
mótstøðu-
monnunum, áskoðarunum
og pressuni. Tað hevur ver-
ið tungt at tikið avgerðina,
men tá eg hugsi um, hvussu
væl eg eri komin meg aftur,
eftir at eg lá í respiratori
fyri tveimum mánaðum
síðani, so eigur hetta ikki at
hava so stóran týdning,
staðfestir 33 ára gamli
norðmaðurin, sum í 1997
kom til AaB, har hann
spældi 70 dystir, áðrenn
hann í fjør flutti til FCK.’
Ståle Solbakken umboð-
aði Noreg í 58 landsdyst-
um.
Ítróttarstjórin hjá FCK,
Niels
Christian
Holm-
strøm, segði á tíðindafund-
inum, at teir fara at tosa
um, hvussu tað skal verða
við framtíðini hjá Ståle
Solbakken og FCK.
– Men áðrenn vit fara at
gera tað, skulu hann og
familjan halda frí og hvíla
eitt sindur. Tað hevur verið
strevið hjá teimum teir
seinastu tveir mánaðirnar.
Nýggjan spælara
FCK kunngjørdi á sama
tíðindafundi, at teir hava
keypt ein spælara. Talan er
um Carsten Fredgaard, sum
felagið hevur gjørt fýra og
eitt hálvt ára sáttmála við.
Hann hevur áður spælt í
Lyngby og tískil verið lið-
felagi við fleiri av FCK
spælarunum. Tey
bæði
seinastu árini hevur fram-
rættaði maðurin verið í
Sunderland, men har hevur
hann spælt ímillum lítið og
einki. Eitt skifti var hann
útleigaður til Bolton.
Todi Jónsson hevur á sín-
ari
egnum
heimasíðu,
todi.fo, hesa viðmerkingina
um nýggja liðfelagan hjá
sær:
–
Carsten
Fredgaard
kenni eg væl. Vit hava
spælt saman í Lyngby.
Hann er skjótur, og so hev-
ur hann hampuliga góðan
teknikk. Plássini hjá honum
eru í álopinum og á mið-
vøllinum í vinstru síðu.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at talan er um ein
kappingarneyta til plássini
hjá Toda í FCK. Men í løt-
uni tykist ikki vera so nógv
hjá Toda at óttast fyri. Vit
fingu tað ikki við í blað-
num í gjár, og tí taka vit tað
við nú, at sunnukvøldið
metti fótbóltssendingin on-
side í TV3, at Todi hevði
staðið seg so mikið væl
ímóti Herfølge, at teir settu
hann á vikuliðið.
20
Nr. 92 - 16. mai 2001
gult20 cyan20 magenta20 svart20
C
M
Y
K
20
Nr. 92 - 16. mai 2001
21
gult21 cyan21 magenta21 svart21
Port State Control
Hósdagin 17. mai 2001, millum kl. 14.30 og 18.00
verður kunnandi fundur um »Port State Control«-
skipanina hildin á Føroya Sjómansskúla. PSC er
ein skipan, har tey flestu evropeisku londini,
saman við Kanada, hava tikið seg saman um at
samskipa eftirlitið við,at útlendsk skip,sum koma í
teirra havn ella sjóøki, lúka altjóða krøv frá IMO
um trygd og havumhvørvisvernd á sjónum. Eftir-
litið er serliga rættað móti handilsskipum í altjóða
sigling.
Umboð frá Søfartsstyrelsen og Sjóvinnufyrisiting-
ini verða við.
Frá Søfartsstyrelsen kemur Arne Ulstrup, yvir-
skipasýnsmaður og limur í nevndini, sum gjørdi
álit um yvirtøku av skipaeftirlitinum at greiða frá
hesum:
1. Stutt lýsing av altjóða sáttmálum frá IMO um
trygd á sjónum
2. Samanhangur millum altjóða sáttmálar og
føroyska lóggávu
3. Hvussu er eftirlitið við altjóða krøvum skipað
í »Port State Control« skipanini
4. Hvussu oftani verða handilsskip kannað í
útlendskari havn og hvar gongur markið fyri,
nær skip verða eftirhildin
5. Hvørjar fylgjur fær tað um skip og manning
ikki lúka altjóða sáttmálar
Umboð fyri Sjóvinnufyrisitingini, Eyðun Berth
Jacobsen, deildarstjóri, greiðir frá teimum før-
oysku lógunum innan sjóvinnu, sum eru mann-
ingarlógin, mynstringarlógin og sjómanslógin.
Víst verður á samanhangin millum førleikakrøv til
manning og sjóvinnubrøv.
Á fundinum er lagt upp til kjak um, hvussu reiðar-
ar og manningar kunnu vera við til at lyfta stand-
ardin á føroyskum skipum soleiðis, at Føroyar
kunnu koma millum tey framkomnu londini á tí
árliga PSC-listanum.
Fundurin er almennur.
Tórshavn tann 14.mai 2001
Sjóvinnufyrisitingin
Valevnislistar
Fuglafjarðar skúli
Valevnislistar til skúlastýrisvalið tann 28.mai 2001
eiga at verða latnir skúlastjóranum sum skjótast
og í seinasta lagi mánadagin 21. mai.
Fuglafjørður,tann 15.mai 2001
Valnevndin f. Fuglafjarðar skúla
Feriuavloysari
Søkt verður eftir feriuavloysara til ítróttarhandil
okkara. Arbeiðið fevnir um alt vanligt handils-
arbeiði og verður sett sum skjótast.
P/f Thomas Dam Ítróttur
Niels Finsensgøta 5
100 Tórshavn
Føroyskt/Hetlendskt
Vinafelag
Aðalfundurin verður mikudagin 16.5. kl. 17.30 á
Miðrás 6.
Dagsskrá samb. lógini.
Nevndin
Føroyskt/Bretskt
Felag
Aðalfundurin verður mikudagin 16.5. kl. 19.30 á
Miðrás 6.
Dagsskrá samb. lógini.
Nevndin
e-mail: torship@post.olivant.fo
www.torship.com
• Skipamekling
• Skipaumboðan
• Skiparakstur
Meira fæst at vita á:
Tlf. 318531 • Fax 319369
Keyp og søla av skipum
-tað
loysir
seg
Tveir av NSÍ spælar-
unum eru leikbann-
aðir, og ein kemur
við aftur, eftir at
hann hevur verið
leikbannaður
UPPTAKT
Jóannes Hansen
6. mai skuldu FS Vágar
og NSÍ havt spælt í Mið-
vági. Av serligum umstøð-
um varð dysturin útsettur.
FSF gjørdi av, at hann
skuldi spælast í kvøld.
NSÍ
hevur
sambært
heimasíðuni hjá felagnum
gramt seg hjá Fótbólts-
sambandinum um, at teir
eru undir órí muliga stór-
um trýsti. Teir spældu
l a n d s k a p p i n g a r d y s t
fríggjadagin, fyrru hálv-
finaluna í steypakapping-
ini sunnudagin, lands-
kappingardyst í kvøld og
aftur sunnudagin, seinnu
hálvfinaluna í steypa-
kappingini komandi hós-
dag og aftur landskapp-
ingardyst annan sunnu-
dag. Tí høvdu teir vilja
havt útsetta dystin í Mið-
vági spældan fyrst í juni.
Men FSF hevur staðið
við sína avgerð, og NSÍ
skal tískil vestur í Vágar í
kvøld.
Hjá NSÍ eru Sjúrður
Jacobsen og Ian Højgaard
leikbannaðir. Teir fingu
báðir reytt kort í Klaksvík
síðsta sunnudag. Kári
Hansen var leikbannaður
sunnudagin, tí hann fekk
reytt kort ímóti B68 dýra
biðjudag. Hann verður við
aftur í kvøld.
Hjá FS Vágum er hýrur-
in góður, eftr at teir megn-
aðu at koma av Sandi við
øllum trimum stigunum.
Allir spælararnir, sum
vóru tøkir ta ferðina, eru
eisini tøkir í kvøld.
Í fjør hittust FS Vágar
og NSÍ í øðrum umfari í
Sørvági. Ta ferðina endaði
tað 3–3.
Silkeborg vann 3–0 á
AaB og kappast
saman við Brøndby
og FCK um DM
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Eftir dystin í Silkeborg
mánakvøldið er greitt, at
tað framvegis eru trý
feløg, sum eru bestu boð-
ini upp á danska meist-
araheitið í fótbólti. Brønd-
by er fremst, men bara eitt
stig aftanfyri teir eru FCK
og Silkeborg.
Hetta seinast nevnda
felagið er tað einasta, sum
hevur møguleikan at vinn
the double. Hóskvøldið í
síðstu viku vunnu teir
seinnu
hálvfinaluna
í
steypakappingini 3–0 á
FCM. Í finaluni Kristi
himmalferðardag skulu
teir í Parkini spæla ímóti
AB. Í landskappingini
stríðist AB fyri at sleppa
undan
niðurflyting.
Í
steypakappingini megn-
aðu teir í seinnu hálv-
finaluni málleysan javn-
leik í Viborg, og tá teir
frammanundan
høvdu
vunnið 1–0 í Gladsakse,
er greitt, at AB skal spæla
ímóti Silkeborg ífinaluni.
AB hevur fleiri ferðir
verið í finaluni, meðan
finalan hósdagin í kom-
andi viku verður tann
fyrsta nakrantíð hjá Silke-
borg.
At vinna 3–0 boðar oft-
ast frá sannførandi avriki.
Men mánakvøldið var tað
ikki fyrrenn, tað restaðu
átta minuttir, at tað var
greitt, hvønn vegin sigur-
in skuldi fara.
Í 1. hálvleiki var heima-
liðið komið framum við
máli, sum Henrik Tømrer
Petersen skoraði. Eftir
steðgin royndi AaB at
trýsta, við útskiftingum
spentu teir álopsbogan, og
teir høvdu onkrar møgu-
leikar, sum landsliðsmál-
verjin, Peter Kjær, vardi
væl fyri.
So er avgerðin um framtíðina hjá Ståle Solbakken tikin, og hendan verður ikki at finna innan
yrkisfótbólt
Ståle hevur givið skarvin yvir
NSÍ vitjar FSV
í kvøld
Framvegis
trongligt í
toppinum