týsdagur 9. oktober 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 9. oktober 2007
27
hugleiðing
Elsa Annika Olsen
Góðveðursdagar tá hon
rennur líðandi og møk. Tað
bláa loftið og sólargeiðsl
arnir spegla og spæla sær í
henni.
Regndagar, tá hon
skúmandi og vill fer
brúsandi út í sundið, og ein
ikki møðist av at líta á og
aftur og aftur undrast á ta
ótrúligu náttúrumegi, sum í
henni er goymd.
Óveðursdagar, tá ið
vindurin blæsir Antarfoss
beint upp í loft, og tað
tykist sum tjúkkur roykur
úr skorsteininum, og vit
siga: ”Nú kókar kellingin
døgurða”. Àin, sum frá
upphavi sínum hevur
runnið og runnið, og aftur
og aftur hevur verið havd á
munni. ”Hygg áin, hvussu
vøkur hon er í dag”, ella ”
Ì dag er hon soltin” ella
”Hygg hvussu stór hon er ì
dag , nú er hon vandamikil
og børnini mugu ikki fara
henni ov nær” … Hvussu
mangan hava vit ikki
undrast og aftur undrast á
vakurleikan, friðin og
villuna, sum hon hevur við
sær. Og um vit ikki hava
sagt nakað, so hava vit
hugsað…. Jú av sonnum
ein dýrabar PERLA, sum
frøðir eygað, rørir sálina,
og fær ein at gleðast um
Guðs stóra skapanarverk.
Ikki møðist hon, hvønn
dag syngur hon song sín,
hin sama, sum hevur ljóða
øld eftir øld…. Men lurtið!
Nú syngur hon deyðsong
sín. Skjótt fer songur
hennara at tagna. Skjótt
fara vit bert at síggja
leivdirnar av henni og
onkran hissini slíggjutan
hyl, við stinkandi rotnum
vatni. Skjótt fara dust og
mold at leggjast ímillum
stóru klettarnar og smáu
steinarnar í henni, og skjótt
fer grasið at grógva, har
hon áður so stolt og vøkur
rann. Skjótt fer hon, tann
seinasta av øllum, at verða
eins og allar hinar her um
leiðir, uppturkað og ljót.
SEV hevur fingið loyvið
til at taka hana og gera tað
sama við hana, sum við
allar hinar, nevniliga at
leiða hana undir heilt, so at
hon eina ferð fyri allar
hvørvur, og vit ongantíð
aftur skulu undrast á
vakurleikan og megina í
henni, og hon ongantíð
aftur skal røra kenslur
okkara. Kenslur, sum ikki
kunnu keypast fyri pengar,
og sum ongantíð kunnu
virðismetast í gulli og
skreyti. Kenslur, sum gera
okkum til menniskju, og
sum vit ongantíð fara at
fáa, við at tendra eina
kontakt, um so peran íð
tendrað verður, er fleiri
túsund watt.
Sigast skal, at eg við
heilum huga gangi inn fyri
reinum umhvørvi, og at tað
er gott at vit kunnu vinna
orku úr náttúruni. Men at
gera eitt so stórt inntriv,
sum her er gjørt, er heilt
burturvið. Fert tú ein túr í
hagan, rennur tú teg allar
staðir í uppturkaðar áir,
sum skemma og mispríða
náttúruna heilt ótrúliga
nógv, og fáa landslagið at
síggja fátakt og berligt út.
Tú roynir at ímynda tær,
hvussu tað nú hevði verið,
um handan, ella handan
áin rann har og har. Eg
havi ikki sæð tær, av tí at
eg ikki eri uppvaksin her.
Men arrini síggjast, hvar tú
enn vendir tær. Hugsi, at
tað átti at bori til, um ikki
annað at latið tær áir, sum
renna ígjøgnum bygdinar
fingið frið.
Dugi illa at skilja, at
loyvið varð givið til at
hendan áin skal fáa somu
lagnu sum allar hinar, og
dugi als ikki at skilja, at
fólkið í kommununi, ikki
mótmælir. Hóskandi hevði
verið, um øll kommunan
savnaðist um hana, áina
vøkru, Stórá, sum øld eftir
øld hevur ljóðað og sjóðað.
Sum uttan iva hevur sløkt
mangan tostan, svælt
manga pannu og skola
mangt plaggið. Stórá, sum
sá undanfarnu ættarlið
vaksa upp. Hana, sum um
hon hevði mannamál,
kundi sagt okkum so
mangt um tað
undanfarnað. Jú, vit áttu at
savnast um hana, sum
ótroyttulig nátt og dag,
hevur sungið og sungið, og
heiðurliga sagt henni
farvæl og sungið
deyðsongin saman við
henni og syrgt hana. Tí
syrgiligt er tað, at hon skal
fara. Og víst er tað, at
verður gjørt eftir ætlan, og
verður Stórá, tann seinasta,
sum eftir er her á leið tikin,
so er óðamannaverkið
fullkomið. Tá vendist ikki
aftur. Tá kunnu vit so siga
komandi ættarliðið frá, um
áina vøkru sum einaferð
rann. Vár og summardagar
møk og vøkur,
heystardagar, stór og
brúsandi, og um tá ið hon á
vetrardegi vill og óð bresti
ísin av sær, tí at hon aftur
vildi renna frí. Um børnini
sum spældu í henni, um
kellingina sum kyndið og
um hvussu harmuligt og
syrguligt vit halda tað
verða, at hon ikki er meir.
Við Norðskála 8
okt.2007
100 ára haldið í Vági
hevur verið alla farnu
viku og fríggjadagin
var stórfingin
kirkjukonsert í Vágs
Kirkju
Tónleikur
Planet.fo
Vágs Kommuna er 100 ár
og tiltøk hava verið í hópa
tali alla vikuna. Leygardagin
byrjaði tað við almennum
morgunmatarborði við al
skyns undirhaldi og á kvøldi
var kvøldseta og dansur.
Fríggjadagin vóru mong
tiltøk, m.a. spurnarkapping
og sangløtur og ein stór
kirkjukonsert í Vágs Kirkju.
Eini 500600 fólk høvdu
leitað sær í Vágs Kirkju til
konsertina, sum kirkjuráðið
tók stig til og sum Tórður
Poulsen samskipaði.
Hjalmar
Magnussen,
Magni Christiansen, Lisa
Frederiksberg
og
Heini
Lützen leiktu í nevndu rað
fylgju. Heini og Magni sum
einstaklingar, meðan Hjalm
ar og Lisa høvdu tónleikarar
afturat sær.
Hjalmar var lokala inn
leggið á konsertini, og legði
fyri, og við sær hevði hann
Trónd Enni og Dagfinn
Olsen. Teir spældu bæði
kent tilfar, so sum Vovið av
Guði, og nýtt upprunatilfar
hjá Dagfinni.
Hjalmar, ið er kendur
sangari í Suðuroynni, men
sum kring landið helst er
kendast sum maðurin, i
syngur Vovið av Guði á
fløguni Vælskapt
Brek,
kom sera væl frá sangfram
førsluni.
Framførslan hjá hesi trio
var sermerkt við, at mann
ingin í teimum 5 løgunum
leikti fleiri ymisk ljóðføri,
so sum gomlu urguna í
kirkjuni,
klaver,
guitar,
bass, mandolin, harmoniku,
horn og ukulele.
Magni Christiansen trein
síðani fram vi guitari, hatti
og undirløgdum tónleiki og
hann gjørdi beinanvegin
greitt, at hann vildi hava
fjøldina við og hann dugdi
eisini væl at framføra og at
fáa fjøldina við sær.
Talan var um rættan coun
trytónleik og Magni sang
væl og á skránni vóru sang
ir, ið eru kendir frá fløgum
hansara. Terji Vestergaard
sang við Magna.
Lisa Frederiksberg kom
síðani fram gólvið saman
vi tónleikarum og hon sang
sera væl, og saman við tón
leikarum sínum hevði Lisa
eina góða og inniliga kon
sert.
Lisa dugdi eisini væl at
samskifta við áhoyrararnar.
Heini Lutzen skuldi seta
punktum og tað gjørdi hann
við góðari rødd og góðum
guitarspæli. Hann hevði
eina góða og trygga fram
førslu, har m.a. frálíku út
setingarnar av sálmum hug
tóku.
Heini prógvaði sína góðu
rødd og sítt frálíka guitarspil
og setti eitt virðiligt punkt
um, innan Patrick de Neer
gaard, prestur, takkaði fyri
og fjøldin sang “Nú dagurin
at enda er“, meðan høvuðs
nøvnini á konsertini sungu
fyri, og ein stórfingin løta í
Vágs Kirkju var at enda
komin.
Áin vakra, Stórá við Norðskála
Stórfingin kirkjukonsert