týsdagur 9. oktober 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 195 - 9. oktober 2007
lýsingar
Ognin matr.nr. 422, Skopun verður hervið lýst
til sølu.
Talan er um eini sethús í tveimum hæddum,
og er grundøkið 535 m2. Húsini eru bygd í
1983.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Jóhan J. Lamhauge, advokat, jjl@lawfirm.fo
ella á heimasíðu okkara www.lawfirm.fo
AdvokAtfelAgið við Strond 4
Yviri við Strond 4 · tel 311260 · fax 311261 · P.o. box 359
fo-110 tórShavn · faroe iSlandS
email: lawfirm@lawfirm.fo
HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO
tormóður djurhuuS · jógvan Páll laSSen · Petur even djurhuuS
jógvan e. ellefSen · anna dam · ingi højgaard · jóhan j. lamhauge
gunn ellefSen · mimi SteintórSdóttir
HúS Í SkOpun tIL SøLu
Frá Sláturmiðstøðini
Vit hava yvirtikið arbeiðið hjá AG – Kjøt á Toftum
Vit eru byrjaðir at fletta, so um tú ikki hevur tíð
og orku, so eru vit til reiðar at hjálpa tær, óav-
markað nøgd.
Eisini er møguleiki at bíða, ímeðan flett verður.
Vit kunnu eisini skipa fyri flutningi, um tað er
neyðugt.
Skjótt og væl úr hondum greitt.
Ring: 21 67 47 ella 28 67 87
Sláturmiðstøðin
Fjøruvegur 1 · 785 Haraldssund
Frá Havnar Róðrarfelag
Eyka aðalfundur verður mikudagin 24.
oktober 2007 klokkan 18.00. Skráin er:
1. Val av fundarstjóra.
2. Val av grannskoðara.
3. Framløga av granskoðaum
ársrokniskapi 2006 til góðkenningar.
4. Val av eykalimum.
5. Ymiskt.
Allir limir felagsins – bæði rógvarar og limir
annars – eiga at møta á eyka aðalfundinum.
Vinarliga
Havnar Róðrarfelag
Nevndin
Handilsbygningur
til sølu
Handilsbygningur við Klaksvíksveg 34 til sølu,
um hóskandi boð fæst. Bygningurin er í trimum
hæddum og hvør hædd er 48m2.
Tlf. 456428 ella 220606
Frá Barnagarðinum á Teiginum á Sandi:
Pedagogar
Vit sóknast eftir 2 pedagogum. Størvini
verða sett 15. november, 2007. Talan er
um ávíkavist eitt fast starv 30 tímar um
vikuna og eitt barnsburðarfarloyvisstarv í
25 tímar um vikuna í 3 mánaðir.
Krøvini til tín eru:
at tú er fyrikomandi og erlig/ur
at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
og ábyrgdarfult í samráð við børn og
starvsfelagar.
at tú heldur arbeiði við 0-9 ára gomlum
børnum vera spennandi og avbjóðandi.
at tær dámar at verða úti í øllum veðrið.
at tú dugir at síggja møguleikar heldur
enn avmarkingar.
at tú er nærverandi og dugir at lurta.
at tú vil verða við til at menna
barnagarðin og tað arbeiði vit hava sett
okkum fyri.
Størvini verða lønt sambært sáttmála mill-
um Føroya Pedagogfelag og KAF/Fíggjar-
málaráðið. Arbeiðstíðin er vanliga millum kl.
7.30 og 17.30.
Tú fært nærri upplýsingar um størvini, um
tú vendir tær til Lailu Marston Petersen,
stovnsleiðara á tlf. 361750/212751.
Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum,
skal sendast til Sjálvsognarstovnin Barna-
garðin á Teiginum, Koytugøta 1, 210 Sandur.
Umsóknarfreistin er úti 31.10.07. Allir
umsøkjarar fáa svar.
Sjálvsognarstovnurin
Barnagarðurin á Teiginum
LÆRARAR TIL
KOLLAFJARÐAR SKÚLA
Søkt verður eftir lærara at byrja 1. nov. 2007
Starvið er fulltíðarstarv, ið er sáttmálasett og
tíðaravmarkað skúlaárið út.
Í Kollafjarðar skúla ganga 136 næmingar í 1. til 9.
flokki.
17 lærarar at starvast í skúlanum.
Kollafjarðar skúli er ein eitt-sporaður skúli við 9
árgangum.
Vit arbeiða í trimum deildum við einum lærara-
toymi í hvørjari deild.
Býtt er soleiðis: 1.-3. flokkur, 4.-6. flokkur og 7.-9.
flokkur.
Vit sóknast eftir lærara, ið kann átaka sær undir-
vísing í kristni í 2. og 3. flokki, føroyskum í 3.
flokki, telduundirvísing í 4.-6. flokki og nakað av
serundirvísing. Eisini má lærarin helst kunna átaka
sær at vera telduvørður.
Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgving.
Tó kann annað fólk verða sett, um eingin lærari
søkir.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1 – 27.4.
Umsókn saman við CV, avriti av prógvum og
møguligum viðmælum, verður at senda til:
Kollafjarðar skúla
Botnavegur 2
FO-410 Kollafjørður
í seinasta lagi mikudagin 24. oktobur 2007 kl. 12.00.
Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum
til skúlastjóran, Karin Hammer, á tlf. 30 25 53 ella
22 14 07 ella á t-posti karin.hammer@skulin.fo