Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 196 - 10. oktober 2007 Eitt ár síðani vanlukkuna á Stord Í dag er eitt ár síðani flogvanlukkuna á Stord í Noregi. Minningarhald verður um middagsleitið. Minningarhald til minnis um tey fýra, sum doyðu í vanlukkuni við flogfarinum hjá Atlantsflogi 10. oktober í fjør, verður í Sørstokken-floghavnini. Har verður ein minnispláta eisini avdúkað. Enn er tann endaliga skaðafrágreiðingin ikki komin, men av einari ella aðrari orsøk fóru spoilarnir ikki upp, tá flogfarið setti seg vanlukkumorgunin. Hetta saman við vætu á vøllinum gjørdi, at flogfarið steðgaði ikki, men fór út av breytini, har eldur kom í tað. Kunningarleiðarin hjá Aker Stord, Alf Terje Myklebust, segði við Kringvarpið í gjár, at avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív í vanlukkuni, eru boðin til minningarhaldið. Tey, sum sluppu frá vanlukkuni við lívinum og teirra familjur, eru eisini boðin við. Fjóðri hvør persónur fær eina sálarsjúku onkuntíð í lívinum. Á Psykiatriska Depl­ inum gagnnýta tey førleikarnar og roynd­ irnar hjá fyrrverandi sjúklingum, sum nú eru at finna millum starvsfólkini. ­ Vit kenna kenslur­ nar og kunnu stuðla sjúklingunum á ein øðrvísi hátt enn van­ ligu starvsfólkini, sigur Fía Lamhauge, sjúklingaumboð, sum nú er frísk aftur, eftir eitt langt tíðarskeið sum sálarsjúk Heilsuverk Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Viðhvørt er tað bæði ein før- leiki og eitt krav at hava ver- ið sálarsjúk. Úti á Psykiatr- iska Deplinum starvast fýra fyrrverandi sjúklingar, har- ímillum 48 ára gamla Fía Lamhauge úr Havn. - Sálarsjúklingar hava onki sjálvsvirði, og eru skjótir at mistulkað signalir frá teimum frísku starvsfólk- unum. Har eru vit fyrr- verandi sjúklingar eitt gott íkast til hini tilboðini á depl- inum, tí vit hava verið har, sigur Fía Lamhauge, sum í dag starvast sum sjúklinga- umboð á Psykiatriska Depl- inum. Fremsti førleiki hennara í hesum starvi er, at hon sjálv hevur verið psyki- atriskur sjúklingur, umframt ein ótroyttiligur vilji til at bøta um umstøðurnar hjá sálarsjúklingum. Í dag er altjóða psykiatri dagur, og verður hann markeraður við einum stórum tiltakið allan dagin í Tórsgøtu í Havn. Gjørdist sjúk Fyri 10 árum síðani fekk Fía Lamhauge eina álvars- liga psykosu, sum endaði við, at hon varð innløgd á afturlatnari deild. - Tá eg varð útskrivað nakrar mánaðir seinni, for- kláraði sálarfrøðingurin Eyðun Joensen tað soleiðis, at eg hevur verið fyri nógv- um brotasjógvum, men at skútan kanska lá nakað tungt í sjónum frammanund- an, sigur Fía Lamhauge myndaliga. Áðrenn hon gjørdist sjúk, livdi hon eitt púra vanligt lív sum heima- gangandi húsmóðir við manni og trimum børnum. Næstu árini arbeiddi Fía Lamhauge miðvíst við sær sjálvari. Hon varð innløgd aftur og gekk javnan í terapi. - Tá eg varð útskrivað, varð eg send heim, og hóast eg var niðurundirkomin av møði, diddarak og deprimer- að, skuldi eg klára hús og heim eins og fyrr. Gekk í terapi, sum avgjørt er vegur- in fram. Men kendi sam- stundis ofta, at tíðin millum viðtalurnar vóru harðar, tí eg gekk einsamøll við øll- um hesum kenslunum, sum eru so stórar, sigur Fía Lam- hauge. Tá var onki skipað tilboð til útskrivaðar sjúk- lingar, og tí var tað nær- liggjandi hjá Fíu, saman við Psykiatriska Deplinum, at taka stig til eitt tilboð til útskrivaðir sjúklingar. Førleiki og royndir Í londunum kring okkum hevur leingi verið arbeitt við at gagnnýta førleikarnar og royndirnar hjá fyrrverandi sjúklingum í arbeiðinum við sálarsjúk. Hetta hava tey eis- ini verið opin fyri her heima, og í dag hevur Fía innrættað sær eina skrivstovu á lækna- gongini úti á Psykiatriska Deplinum, har útskrivaðir sjúklingar kunnu venda sær, antin við at møta upp ella at ringja. Tilboðið er ætlað sum eitt ískoyti til onnur til- boð innan økið. Fía Lam- hauge greiðir frá, at fólk, sum hava verið sjúk, kenna seg ofta einsamøll og hava angist, og at tey allarflestu, sum verða sálarsjúk, virka normalt, tá tey ikki eru sjúk. Men meðan tey eru sjúk, kenna tey tað ofta sum at vanligu starvsfólkini eru á einum øðrum plani. - Vit eru eitt slag av sjálv- hjálpartilboði. Vit kenna kenslurnar aftur, og kunnu geva teimum nøkur amboð, sum kunnu hjálpa, umframt at vit kunnu lurta. Tað er sjálvandi ymiskt, hvat ið hjálpir, men tað kann vera at halda einum steini í hond- ini, sum symboliserar styrki, ein yrking, eitt teksta- brot ella ein fløga, sigur Fía Lamhauge. Í sambandi við starvið á Psykiatriska Depl- inum var Fía í Danmark í 2½ ár, har hon tók útbúgving sum life-coach. Liva í aðrari verð Tað kann vera torført at ímynda sær, at fólk, sum eftir øllum at døma liva eitt fullkomiliga normalt lív, knappliga gerast sálarsjúk og púrasta svøk. Hetta kann eitt nú koma til sjóndar við at tey síggja ella hoyra okkurt, sum ikki er. Og Fía Lamhauge greiðir frá, at tað eitt nú kann vera, at tey kenna tað sum at eldur er í. Allir sansirnir liva við í ímyndini og tey lukta royk- in, hoyra brakini, kenna hit- an og standa mitt í einum eldhavi, har tey veruliga kenna tað sum at eldur er í. - Tá er eisini lættari at skilja, hví sálarsjúklingar gera fullkomiliga svakar gerðir, sum eisini kunnu vera kriminellar. Tey vita ikki, hvat ið tey gera, men fyri tey, kennist tað neyðugt, sigur hon. Skommin og tøgnin Eitt sum upptekur Fíu nógv í sambandi við sálarsjúku, er tøgnin og tabuið, sum ræður á økinum. - Summi ynskja at tosa um tað, meðan onnur heldur vilja tiga. Tað skulu tey sjálvandi eisini hava loyvi til. Men ongin ivi er um, at opinleiki er vegurin til hjálp. At tosa um kenslur og upplivingar við tey, sum ein hevur álit á, sigur Fía Lamhauge, sum eisini vil vera við, at skommin forðar fólki at fáa hjálp. - Vit sum samfelag skulu læra okkum at tosa hart um tað og at upplýsa eisini. Eitt nú í skúlum og barnagørð- um, har vit eiga at læra børnini at seta orð á kensl- urnar og at lurta eftir hvørj- um øðrum, sigur hon. Og hon vísir á, at um vit ikki vita, at nakað er, sum til dømis eitur depressión, so vita fólk tað heldur ikki, tá tey fáa sjúkuna. - Og tað er spell, tí tað er púra normalt og til ber at fáa góða hjálp, staðfestir Fía Lamhauge. Øll kunnu blíva svøk Fíu Lamhauge heldur tað vera neyðugt at tosa og upplýsa um sálarsjúku. - Øll kunnu blíva sjúk og tað er spell at vit tiga, tí tað ber til at fáa hjálp, sigur hon