Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 196 - 10. oktober 2007 Evald Kjølbro frá Landsverk er ikki eins bjartskygdur um flogvøll í Nólsoy, sum aðrir. Hann sær stórar trupulleikar fyri sær FLOGVØLLUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Longu dagin eftir, at Bjarni Djurholm hevði fingið handað uppskotið hjá Magnus Hansen, lat hann tað víðari til Landsverk at gera nærri metingar og kanningar. Serfrøðingurin innan økið hjá Landsverk, Evald Kjølbro, sigur, at hann sær stórar trupulleikar við lendisviðurskiftunum, men hann vil kortini ikki í løtuni siga, at oyggin kann avskriv­ ast sum flogvallarøki. ­ Vit viðgera málið í løt­ uni og seinni í vikuni kunnu vit siga nærri, um økið á Borðuni í Nólsoy er egnað ella ikki. Men vit vita longu nú, at tað eru lendistrupul­ leikar bæði norðarfyri og sunnanfyri ætlaða vøllin, sigur Evald Kjølbro. Hann sigur, at tað finnast altjóða reglur fyri millum annað lendisviðurskifti, og hesi skapa trupulleikar við innflúgving yvir Havnini. ­ Lendið er ov bratt. Tað krevst eitt ávíst frílendi við síðuna av vøllinum, og tað verður ein trupulleiki norð­ antil. Og eisini sunnanfyri eru trupulleikar, tí tað gerst of bratt útav, sigur Evald Kjølbro Men hann vil sum nevnt ikki siga nakað avgerandi, fyrr enn teir eru lidnir at gera teirra metingar, og tað verður seinni í vikuni. Tað verða trupulleikar Evald Kjølbro er serfrøðingurin innan flogvallir hjá Landsverk. Her frá framløguni av útbyggingarætlanunum í Vágum og uppskotum um alternativan flogvøll Mynd: Jens Kristian Vang Danski uttanríkis­ málaráðharrin, Per Stig Møller, hevur verið í Føroy­ um á árliga kunn­ ingarfundinum. – Vit eru samdir um næstan alt, sigur hann KUNNINGARFERÐ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Per Stig Møller gjørdi ein lítl­ an »avstikkara« í morgun, áðrenn fundin við uttanlands­ nevndina hjá løgtinginum. Hann nýtti høvið at hyggja nærri eftir Heinesens Húsi. Danski uttanríkismálaráð­ harrin hevur í tveir dagar vitj­ að í Føroyum á árliga kunn­ ingarfundinum, har hann kunnar løgmann og uttan­ ríkisnevndina um viðurskifti í altjóða høpi. Fram móti miðdegi í dag hildu Per Stig Møller og løgmaður tíðinda­ fund úti í Tinganesi. Og at døma út frá tónan­ um á fundinum, er alt tann reini idyllur landanna mill­ um. Í gjár var fundur millum løgmann og danska uttan­ ríkismálaráðharran, og har vóru sambært løgmanni fleiri mál umrødd. Eitt nú støðan Føroyar­ES og okk­ ara leiklutur á ES­økinum, serliga við atliti til útbúgv­ ing og flogferðslu. Eitt annað mál var ynski um føroyskan EFTA lima­ skap, nakað, ið varð gjølla umrøtt á tíðindafundinum. Løgmaður greiddi frá, at tað fyri tað mesta er Sveits, sum liggur í buktini, tí bæði Noregi og serliga Ísland hava talað fyri føroyskum lima­ skapi. Liktenstein hevur hug at halla tann vegin Sveits hell­ ur, so takið verður at sannføra sveitsarar um tað skilagóða í føroyskum limaskapi. Gott samstarv Men eisini Fámjinskjalið, radarin á Sornfelli og verju­ politikkurin í Norðuratlants­ havi sum heild vóru uppi at venda. Sama vóru uttanrík­ ispolitiska heimildarlógin og atlimaskapurin í FAO vórðu umrødd. Per Stig Møller var fámæltari enn løgmaður, men vissaði um, at londini bæði høvdu eitt framúr gott samstarv. Alt varð latið upp í hendurnar á føroyingum, og danir stóðu klárir at hjálpa uttan mun til, hvat vit annars máttu tikið støðu til at gjørt. Spurdur, um hann vildi mæla til føroyskan ES­lima­ skap segði danski uttanríkis­ málaráðharrin, at tað var ikki hansara borð. Eg skal fegin bjóða føroy­ ingum upp í ES, men tað verður upp til teir sjálvar at taka støðu til. Og teir hava valt heldur at sleppa upp í EFTA, og so hjálpa vit við tí eftir førimuni, segði Per Stig Møller. Hann undirstrikaði, at tað í løtuni eingin ósemja vald­ ar millum føroysku og donsku stjórnina. Og hesum kundi løgmaður bert taka undir við. Per á kunningarferð Per Stig Møller gjørdi ein avstikkara í morgun at hyggja nærri at Heinesens Húsi Mynd: Jens Kristian Vang Avgustur rak á land Tá menn nú um dagarnar vóru á fjalli við Kaldbaksvík í Íslandi, gingu nakrir teirra fram við sjónum. Umframt seyð komu menninir fram á mangt og hvat, sum var rikið upp á land í summar, men tað mest merkisverda, sum teir funnu, vóru leivdirnar av einum hvali. Hvalurin, ein avgustur, var umleið 14 metrar langur. Men sum myndin hjá einum av fjallmonnunum vísir, hevur hvalurin ligið leingi í fjøruni, og har varð hann liggjandi, skrivar Morgunblaðið. Kanna veðurlags- broytingar Danska veðurstovan DMI og Roskilde Universitetscenter fara nú undir eina verkætlan, sum hevur til endamáls at kanna veðurlagsbroytingarnar í Suðurgrønlandi, og hvussu tær ávirka viðurskiftini hjá fólki har, skrivar blaðið Sermitsiaq. DMI hevur skrásett ísviðurskiftini í Suðurgrønlandi síðani 1950, og nú ætlar stovnurin at spyrja fólk har, hvussu ísbroytingarnar hesi 57 árini hava ávirkað teirra gerandisdag, skrivar Sermitsiaq.