Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 196 - 10. oktober 2007 Stutt Sagt Gore kann fáa friðar- heiðursløn Norska Nobelnevndin hevur fingið uppskot um 135 einstaklingar og 46 felagsskapir, nú nevndin skal gera av, hvør skal fáa ársins friðarheiðursløn. Millum einstaklingarnar, sum verða hildnir at ghava bestu møguleikarnar at fáa heiðurslønina, eru fyrr­ verandi amerikanski vara­ forsetin Al Gore, polska kvinnan Irena Sendler og leiðarin í altjóða veð­ urlagsnevndini hjá ST, Rajendra Pachauri. Onnur, sum verða hildin at hava ein møguleika, eru finski friðarsemingsmaðurin Martti Ahtisaari og fyrr­ verandi talskvinnan hjá inuittunum, kanadiska Shei­ la Watt­Cloutier. Avgerðin hjá norsku Nobelnevndini verður almannakunngjørd fríggjadagin klokkan 10. Olmert avhoyrdur Ísraelski forsætisráðharr­ in, Ehud Olmert, var aftur í gjár til avhoyringar hjá løgregluni. Olmert er part­ ur av einum rættarmáli um svik, tí løgreglan hevur illgruna um, at alt fór ikki rætt fram, tá næststørsti bankin í Ísrael, Bank Leu­ mi, bleiv einskildur fyri tveimum árum síðani. Tá var Ehud Olmert fíggjar­ málaráðharri, og sambært illgrunanum hjá løgregluni royndi hann at ávirka handilin á ein tílílan hátt, at nakrir av kenningum hansara skuldu fáa meiri burtur úr handlinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ehud Olmert er settur í samband við svik, men hann er ongantíð dømdur. Framstig í Moskva Forsetarnir Vladimir Putin í Russlandi og Nocolas Sarkozy í Fraklandi hava verið ríkandi ósamdir um kjarnorkuætlaninar hjá Iran. Í gjár hittust teir í Moskva, og har segði Sarkozy, at framstig vóru hend í málinum. Hann vildi tó ikki siga, hvat tað merkir. Sarkozy segði, at fundurin teirra millum er týðandi, tí í næstu viku fer Putin til Iran at tosa við leiðararnar har. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Vit leggja okkum ikki á knæ fyri generalunum. At tingast undir tílíkum treytum er nyttuleyst (burmesiska andstøðan) útlond Turkiski herurin vil sleppa um irakska markið at jagstra kurdiskar álopsmenn, men USA mutar ímóti Leiðslan í turkiska stjórnar­ herinum er í øðini inn á kurdiskar álopsmenn, sum hava beint fyri 15 stjórnar­ hermonnum teir seinastu dagarnar. Trupulleikin hjá herinum er, at teir kurdisku álops­ menninir fjala seg í Norður­ irak, men nú hevur herleið­ slan mist tolið og hevur bið­ ið stjórnina um loyvi til at fara um markið eftir álops­ monnunum. Í gjár gjørdi Tayyip Erdogan, forsætis­ ráðharri, av at gera eftir áheitanini frá herinum, og hann hevur nú biðið tjóð­ artingið staðfesta avgerðina hjá stjórnini. Amerikanska stjórnin er harðliga ímóti, at turkiskir hermenn fara inn í tann kurdiska partin av Irak, og hon hevur biðið stjórnirnar í Ankara og Irak loysa málið. Amerikanska her­ leiðslan hevur ávarað um, at tað kann fáa sera álvars­ samar avleiðingar fyri tryg­ dina í Norðurirak, um Turkaland sendir hermenn um markið aftan á kurdisku álopsmonnunum. Turkaland ætlar at senda herin inn í Norðurirak Tayyip Erdogan hevur givið herinum loyvi at senda hermenn um irakska markið, sjálvt um USA sigur nei Danska stjórnin ætlar at geva teimum skattalætta, um teir vilja arbeiða meiri enn nú, men tilboðið hevur lítlan áhuga Vanliga er skattalætti søtur tónleikur í oyrunum hjá fólki, men nú vísir ein kanning í Danmark, at har fellur orðið ikki so væl í oyruni á fólki longur. Í einari roynd at lætta trýstið á arbeiðsmarknaðin hevur stjórnin skotið upp, at fólk, sum arbeiða meiri, skulu sleppa lagaligari í skatti. Men eftir kanningini hjá Institut for Konjunk­ turanalyse hevur tilboðið frá politikarunum lítlan áhuga. ­ 75 prosent av donsku arbeiðsmegini vilja ikki arbeiða meiri, sjálvt um tey fáa skattalætta, sigur Thomas Søby, sum hevur staðið fyri kanningini. Hann leggur afturat, at av teimum almennu starvs­ fólkunum siga heili 80 prosent nei takk til tilboðið um skattalætta aftur fyri meiri arbeiði, og áhugin er heldur ikki stórur millum teirra, sum arbeiða hálva tíð, sigur hann. ­ Vandin fyri at gerast arbeiðsleysur er sera lítil. Arbeiðsloysið minkar støð­ ugt, danski búskapurin virk­ ar væl, og fólk hava sjáldan havt tað betur enn nú. Teimur tørvar ikki meiri, sigur Thomas Søby við danska útvarpið. Danir leggja ikki í at arbeiða meiri Andstøðan í Burma vil ikki tosa við generalarnar undir teimum treytum, sum generalarnir løgdu við ­ Skal nakað koma burtur úr tingingum, mugu báðir partar vera sonnaðir at lata og at taka. Tað dugir ikki, at bara annar parturin fær treytir, sigur burmesiski andstøðuflokkurin NLD. Í síðstu viku boðaði her­ naðarstýrið frá, at tað var sinnað at tingast við NLD og leiðaran, Aung San Suu Kyi, men við teirri treyt, at andstøðan skuldi taka frástøðu frá mótmælis­ gongum og útlendskum tiltøkum ímóti hernaðar­ stýrinum. Men hesa treyt vil Aung San Suu Kyi ikki ganga undir. ­ Vit fara ikki at leggja okkum á knæ fyri general­ unum, stendur í fráboðanini frá flokki hennara. Aung San Suu Kyi hevur sitið í húsavarðhaldi sein­ astu nógvu árini, og gen­ eralarnir hava boðað frá, at hon sleppur ikki leys. Aung tók ikki av Í fleiri londum í Asia ganga fólk stuðulsgongu til frama fyri andstøðuna í Burma. Hendan myndin er úr Teilandi í gjár