mikudagur 10. oktober 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 196 - 10. oktober 2007
Eitt norskt roykivirki
hevur fingið 600.000
krónur í bót fyri at
hava brúkt krabba
meinselvandi nitrit
í síni framleiðslu av
royktum laksi
Noreg
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Matvøruframleiðarin Haar
berg & Lassen í Tróndheimi
í Noregi hevur brúkt ólóg
ligt
krabbameinselvandi
nitrit í síni framleiðslu av
royktum laksi.
Herfyri fekk fyritøkan
eitt sektaruppskot upp á
600.000 norskar krónur,
sum felagið góðtók.
Tað var løgreglan í Syðra
Trønderlag, sum legði upp
skotið fyri Haarberg &
Lassen, sum nú hevur skift
navn til Lerøy Haarberg
AS.
Dagligi leiðarin, Torger
Haarberg,
hevur
eisini
fingið eina bót upp á 40.000
norskar krónur.
Leiðarin váttar, at fyri
tøkan hevur tikið við bótini,
men hevur annars ongar
viðmerkingar til málið.
Tað var norska matvøru
eftirlitið,
sum
avdúkaði
ólógliga nitritið, og tað er
Adresseavisen og Fiskaren,
sum bera hesi tíðindi.
Bót fyri krabbameinselvandi evni í laksi
Norska Matvørueftirlitið
avdúkaði vandamikið
nitrit í royktum laksi
Tað er stórur tørvur
á handverkarum í
Føroyum. Men hesi
tørvur er ikki bara í
Føroyum. Í Póllandi,
haðani vit hava leigað
fleiri handverkarar til
føroyskt skipasmið,
er eisini trot á
arbeiðsmegi, og tí er
tað ikki so lætt at fáa
pólskar handverkarar
higar til lands heldur
HaNdverk
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í tíðum, tá nógv virksemi er
í einum landi, er tað ofta
handverkaravinnuni,
sum
tørvar fólk. Nógv bygging
er kring landið, og hetta
krevur fólk á fleiri økjum,
bæði innan betong, timbur,
hita og el.
Men tað er ikki bara
byggivinnan, sum hevur
nógv jørn í eldinum í løtuni.
Innan skipasmíð og umvæl
ingararbeiði á smiðjum og
maskinverkstøðum er eisini
úr at gera.
Og her vantar nógv fólk.
Vanta 30 mans
Gunnar Mohr, stjóri á
Tórshavnar
Skipasmiðju,
sigur, at nógv virksemi er á
skipasmiðjuni
í
Havn,
skipasmiðjuni á Skála og á
FJM í Runavík, sum sam
takið eisini eigur.
Vit hava nógv at gera á
øllum trimum støðunum,
og okkum vantar tilsamans
einar 30 handverkarar.
Stjórin sigur, at á Skála
eru teir í fyrsta lagi í holt
við tvey supplyskip, og har
er eisini ymiskt umvælingar
og viðlíkahaldsarbeiði.
Á skipasmiðjuni í Havn
byggja vit tveir alibátar, og
her er eisini nógv umvæ
lingar og viðlíkahaldsvirk
semi. Í løtuni standa trý
skip á bedingini, Ran, Thor
Provider og ein alibátur.
FJM í Runavík er smið
jan, sum í fyrsta lagi
arbeiðir við rustfríum stáli.
Vit hava í løtuni tríggjar
mans í Spaniu, sum eru í
holt við at seta verksmiðjuna
upp umborð á nýbygning
unum, sum Beta letur bygg
ja. Verksmiðjan er smíðað á
verkstaðnum í Runavík,
sum eisini umboðar kryvji
maskinurnar, ið settar verða
í skipini. Ætlandi
skulu
nýggju skipini hjá Beta
verða liðug í Spaniu um
mánaðarskiftið november/
desember.
Eisini í Póllandi
Gunnar Mohr sigur, at einir
3540 pólskir handverkarar
eru á Skála, og í Havn eru
teir einir 15 í tali.
Men tað er ikki bara
sum at siga tað at fáa
útlendskar handverkarar til
Føroya at arbeiða. Vit hava
góðar royndir av póllend
ingum gjøgnum mong ár,
men í Póllandi er eisini
nógv skipasmíð, og haðani
er ikki lætt at fáa hand
verkarar í løtuni.
Stjórin sigur, at póllend
ingar innflyta arbeiðsmegi
Skipasmiðjunum vantar 30
- Tórshavnar
Skipasmiðja hevur verið
eitt støðugt arbeiðspláss
hesi stívliga sjeyti árini,
skipasmiðjan hevur verið
virkin, og tí hava vit
eisini ein góðan “stab” av
dugnaligum føroyingum.
Men hetta er ikki nóg
mikið til alt tað virksemi,
sum er, sigur Gunnar
Mohr, stjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Høvdavirkið á føroyskum hondum
Høvdavirkið í Leirvík er nú á føroyskum hondum, eftir at størsti føroyski partaeigarin hevur keypt
ognarpartin hjá tveimum íslendskum fyritøkum, sum higartil hava átt helvtina av virkinum. Høvdavirkið
hevur havt sunnan rakstur, síðan tað varð sett á stovn í 2001, og virkið markeraði eisini eitt nýbrot í
føroyskum vinnulívi í sambandi við gagnnýtslu av fiskaúrdráttum. Hetta hevði við sær, at fyritøkan í
2005 fekk heiðurin sum ársins virki í Føroyum. Tað er smápartafelagið H. Konoy, ið áður átti eina slaka
helvt av partapeninginum, sum hevur keypt partapeningin frá teimum báðum íslendsku fyritøkunum og
einum minni føroyskum íleggjara, soleiðis at H. Konoy nú eigur hundrað prosent av partapeninginum í
Faroe Marine Products. Á Høvdavirkinum starvast umleið seksti fólk, og høvuðsvirksemið fevnir um at
útflyta turkaðan fisk umframt høvd og ryggir. Stjóri er Eirikur á Húsamørk.