Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 196 - 10. oktober 2007 Nú skaðarnir umborð á donskum fiskiførum eru minkaðir, er hugsandi, at fiskimenn sleppa við at gjalda minni í trygging Danmark Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nýggj tøl hjá danska Arb­ eiðseftirlitinum vísa, at fiskiveiða ikki longur er eitt vandamikið yrki. Tað eru bara læknar, tannlæknar og fysiotera­ peutar, sum siga frá smærri skaðum umborð á skipum. Fiskeri Tidende skrivar, at minkaða talið av skaðum í donsku fiskiskipavinnuni merkir, at gjaldið til sjúkra­ trygging, sum fiskimenn rinda, kann lækkast. Tryggari fiskiveiða Færri skaðar eru í donsku fiskiskipavinnuni Hvussu kann ein mað­ ur klára seg í einum 12 fót stórur báti úti í Atlantshavinum – við ongum mati og vatni í 21 dagar. Tað letur seg gera. Hetta er søgan um russaran, Valdim Smolyan, eitt prógv um ÍrlanD Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri fann írska sjó­ verjan ein 22 ára gamlan russara, Valdim Smolyan, í einum lítlum báti heilar 210 kilometrar út fyri útsynningsstrondini á Ír­ landi. Maðurin hevði tá rikist á havinum í 21 dag­ ar – uttan mat og drekka. Báturin var einans 12 føtur stórur, men hevði kortini klárað at hildið sær omaná sjónum í fleiri lágtrýstum og illveðri í økinum. Russarin var eftir um­ støðunum væl fyri, tá sjó­ verjan kom fram á bátin, sum hann eftir øllum at døma hevur stjolið í franska býnum Roscoff tíðliga í september. Men tað var ikki bara sum at siga tað at fáa mannin úr bátinum. Tá ið sjóverjan kom út á leiðina, hevði hon trupul­ leikar at samskifta við Valdim Smolyan. Sum skilst, vildi hann treyðugt úr bátinum, men at enda gekk hann við til at koma upp úr bátinum og upp í bjargingarskipið, Le Aisling. Seinast, vit frættu, bíð­ aði Valdim Smolyan eftir avhoyring í málinum. Russarin var eftir um­ støðunum ógvuliga væl fyri eftir hesa longu ferð, men hann var ógvuliga svangur og tystur. Í Írlandi undra tey seg yvir, at maðurin er komin livandi frá hesi ferð – í so lítlum báti og við ongum mati og drekka. Tað er heimasíðan seilas.no sum ber hesi tíðindi. 21 dagar uttan mat og drekka Ein løgreglumaður í Írlandi fylgir russaranum, Valdim Smolyan, sum nú verður avhoyrdur í málinum um stjolna bátin Norska Matvøru­ eftirlitið hevur heitt á fólk um ikki at fiska í Oslo­fjørð­ inum, tí vandi er fyri, at svangur svart­ fuglur tekur húkin noreg Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Einaferð spurdi ein dan­ skur ferðamaður, sum stóð í Vágsbotni og eygleiddi ein mann, sum seldi royttan og svidnan fugl á marknaðinum: ”Hvad er det for en fisk...?” Danin kendi ikki mun á fugli og fiski. Mangir spurningar kunnu vera undarligir, tá fólk ikki vita betur, og mangar avgerðir um fugl og fisk kunnu tykjast undarligar ­ sæð við okkara eygum. Herfyri heitti norska Matvørueftirlitið á fólk um ikki at fiska í Oslo­ fjørðinum, tí vandi var fyri, at svangur svartfuglur tekur húkin. Nógvir túsund deyðir svartfuglar eru sæddir í Oslo­fjørðinum seinastu tíðina, og norðmenn hald­ a, at fuglurin er ”blástur” inn í fjørðin í illveðri, sum var í Skagerak. Teir fuglar, sum vóru sæddir á lívi í fjørðinum, vóru útmaktaðir og desp­ eratir eftir at fáa fatur á føði. Beinleiðis orsøkin til, at Matvørueftirlitið heitti á fólk um ikki at fiska í Oslo­fjørðinum, var vand­ in fyri, at svartfuglurin tekur húkin. Tað er Fiskaren, sum ber hesi tíðindi úr Noregi. Svartfugl á húkin Tað man bara vera í Noregi, at svartfuglur av týdningi kann veiðast við húki handverkarar Á bedingini hjá Tórsahvnar Skipasmiðju standa trý skip uppi í løtuni, Ran (mynd), Thor Provider og ein alibátur. – Nógv virksemi er bæði í Havn, Skála og í Runavík, sigur Gunnar Mohr, stjóri Mynd: Vilmund Jacobsen úr eitt nú Ruslandi og Noregi til pólskt skipasmið. ­ Tórshavnar Skipasmiðja hevur verið eitt støðugt arbeiðspláss hesi stívliga sjeyti árini, skipasmiðjan hevur verið virkin, og tí hava vit eisini ein góðan “stab” av dugnaligum føroyingum, sum arbeiða hjá okkum, sigur Gunnar Mohr. Men hetta er ikki nóg mikið til alt tað virksemi, sum er. Nýbygningarnir Tann fyrri supply­báturin, sum Skipasmiðjan á Skála byggir fyri Thor, verður sambært sáttmálanum latin eigarunum í desember. Hesin stendur nú í dokkini og fer í november niður til Danmarkar til sandblás­ ingar. Hin seinni er strektur í byggihøllini, og verður sambært sáttmálanum latin eigarunum 14. september 2008. Alibátarnir, sum standa í gerð á Tórshavnar Skipa­ smiðju, verða latnir eigar­ unum seinni í hesum árinum. Veðrur vigaði 110 pund Skopun: Tað var ikki hissini vekt, sum menn í Skop­ un vórðu vitni til mánakvøldið. Hetta kvøldið varð ein veðrur hjá Bergur Hentze dripin, og vigaði hann 110 pund. Heimasíðan bkv.fo skrivar, at hetta er størsti veðrur sum er dripin í Sandoynni. Krovið var tungt at fáa upp á vektina, men hvat sakar tað, tá ein setur slíkt met. Nýggjur leiðari settur á Mørkini Kristbjørg Toftegaard, sum hevur verið virkandi leiðari á Røktarheimi­ num á Mørkini síðan 1. februar, er nú sett í starv sum leiðari, boðar Nærverkið frá. Leiðarastarvið fevnir um Røktarheimið á Mørkini, har Kristbjørg fer at hava skrivstovu, og Heimatænastuna í Sundalagnum og á Eiði. Heimasíðan hjá Sunda kommunu skrivar, at við einum felags leiðara fyri Heimatænastuna í økinum og fyri Røktarheimið verða hesar tænastur betri samskipaðar. Fyri viðskiftafólkini fer tað óivað at merkjast sum eitt framstig í teirra gerandisdegi.