Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 196 - 10. oktober 2007 Sosialurin Tingið dugir illa at raðfesta SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Hjá stóra grannanum fyri sunnan er nýggj fíggjarlóg júst løgd fram av Labour fíggjarmálaráð­harranum Alistair Darling. Í hesari fíggjarlóg eru týð­ilig merki eftir rað­festingum. Bretska heilsuverkið­ NHS fær eina risastóra øking í nýggju fíggjarlógini, og signalerar bretska stjórnin harvið­, at hatta er eitt øki, sum verð­ur rað­fest frammanfyri nógv onnur øki. Hetta merkir, at alt verð­ur ikki hækkað­ um ein kamb, sum man mangan sær í Føroyum. Summi bretsk stýri skulu spara, með­an onnur fáa meir, alt eftir hvussu rað­fest verð­ur. Til dømis hevur bretski fíggjarmálaráð­harrin álagt sínum egna Fíggjarmálaráð­i at spara nærum 5%, með­an t.d. altjóð­a menning fær 11% meir. Aftur her er eitt sera týð­uligt signalvirð­i í hesum, sum føroyska fíggjarmálaráð­ið­ kanska kundi lært eitt sindur av. Annars avskaffar Labour stjórnin í Bretlandi ferð­aavgjaldið­ á einstaka ferð­afólkið­, hækkar markið­ fyri skattafrían arv upp í góð­ar seks milliónir krónur og lækkar partafelagsskattin 2%. Harafturímóti verð­a meira grøn avgjøld løgd á ymiskt virksemi. Tað­, sum er vert at bíta merki í við­víkajndi grønum avgjøldum, skuldi onkur føroyskur politikari kvett eftir hesum reglum, er, at peningur, sum kemur inn í slíkum avgjøldum, verð­ur oyramerktur til umhvørvisátøk. Nú er ikki alt, sum bretska stjórnin ger, relevant fyri Føroyar, men tað­ er altíð­ læruríkt at skeita eitt sindur suð­ureftir, tá ein fíggjarlóg er á skránni. Tað­ kundi verið­ eitt hugskot til Fíggjarmálaráð­ið­ at gingið­ á odda í rakstrarrationalisering hjá sær sjálvum. Tað­ vildi eisini verið­ ein máti at tálmað­ búskapinum, um man m.a. effektiviserað­i MVG skipanina ella skattaumsiting. Við­víkjandi rað­festing kunnu føroyingar læra nógv av bretum. Í Føroyum tykist mangan sum um, at øll øki fáa eitt lítið­ sindur minni, enn bið­ið­ var um, við­ tí úrsliti, at einki er heilt optimalt. Skal sparast, so er tað­ mangan eftir tí víð­agitna “pleniklippara” háttinum, har alt skal spara um ein kamb. Soleið­is sleppa føroyskir politikarar sær undan at rað­festa. Rað­festingin í føroyskum politikki er ov vánalig, og fíggjarlógin ber brá av, at politikarar í flestu førum ikki hava rygg til at siga nei til summi ting. Hví fáa nýuppfunnin almanna- og heilsuátøk pengar, tá sjálvur grundarsteinurin, sjúkrahúsverkið­ manglar pengar? Hví fær føroyski fólkaskúlin ov lítið­, með­an okkurt annað­, so sum eftirskúlin bara fær eitt eiti, tí man politiskt ikki hevur rygg at siga nei. Tað­, sum er neyð­ugt, so sum vælvirkandi sjúkrahúsverk og skúlaverk, má koma framum tað­, sum bara er gott at hava. Tað­ sæst ikki í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 – tíverri. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Í lesarabrævi spyrja Gyðja Johannesen og Miriam Nolsøe Johanne­ sen, hví vit hava valt at nýta óbundna navnið “Tjóðveldi” – heldur enn at velja navnið bundið sum “Tjóðveldið”. Fari at takka fyri greiða spurningin. Og eri fegin um at fáa høvi at svara. Avgerðin um eitt óbund­ ið ella bundið navn varð væl og virðiliga umhugsað. Bæði við málsligum atlit­ um og málsligari ráðgeving – men ikki minst við atliti til, hvat vit standa fyri hug­ sjónarliga, og hvørji virðir vit vilja leggja dent á politiskt. Og hesar grundgevingar gjørdu munin, tá vit valdu óbundna navnið “Tjóð­ veldi”: Hugsjón og virði: Vit hava valt navnið óbund­ ið, tí vit vilja leggja dent á hugsjónina “tjóðveldi”: Altso framsjónina um eitt samfelag bygt á óskert fólkaræði, har allar av­ gerðir skulu takast eftir fólkaræðisligum grund­ reglum og virðum. Hug­ sjónin er í sjálvum sær óbundin, og skal ikki ímynda ein serligan bólk av fólki við fastlæstum meiningum. Heldur skal hon bjóða til at velja fólka­ ræði, egna ávirkan og ábyrgd fyri samfelagnum. Vit kunnu javnmeta við, um vit ístaðin vildu nýtt hugsjónina “fólkaræði” ella hugsjónina “frælsi” sum navn. Tá høvdu vit eisini valt óbundna formin. Høvdu vit rópt okkum “Fólkaræðið” ella “Fræls­ ið” í bundnum formi, so hevði hetta eftir okkara tykki avmarkað hugsjónina til bara eitt ávíst slag av fólkaræði ella eitt ávíst frælsi. Opinleiki og ávirkan: At hava navnið óbundið er eisini ein roynd at vísa á, at Tjóðveldi má og skal vera ein livandi rørsla og ein opin fylking millum fólk (eins og upprunin til flokk­ in), og ikki ein afturlatin politiskur flokkur, har tú verður sett/ur í bás og noyðist at verja gomul og stirvin sjónarmið. At velja Tjóðveldi er at velja ávirk­ an og ábyrgd – ikki bert á egið samfelag og okkara framtíðarmøguleikar í heiminum, men eisini á politisku floksskipanina. At hava møguleikan at skilmeta og finnast at politikkinum. Vit halda, at tørvur er á eini uppgerð við teir stirvnu politisku flokkar­ nar, sum sita og halda fast við gamlar telvingar og læsa samfelagið fast. Til tess at røkka málinum um einar frælsar Føroyar við rættartrygd, møguleikum og frælsi til øll, krevst, at vit savna okkum um hug­ sjónirnar og virðini heldur enn at reka okkum inn í básar, har ofta ikki sæst út um fjóshurðina. Fjølbroyttari møguleikar og samansetingar: Við óbundna navninum verður sostatt víst til hug­ sjónina og tann opna polit­ iska felagsskap, ið Tjóð­ veldi vil vera og standa fyri. Men tað gevur eisini nógv fjølbroyttari møgu­ leikar í málsligu saman­ setingunum og nýtsluni. Ongin forðing er fyri at benda navnið og gera tað bundið í dagligari talu og skrivt – alt eftir, í hvørjum samanhangi, vit nýta heitið. Eg velji til dømis bundna formin, tá eg sipi til ítøki­ lig arbeiði og uppskot frá tingmanningini, sum jú er ein ávísur partur av polit­ iska felagsskapinum og rørsluni. Tá sigi og skrivi eg tildømis: “Tjóðveldið heldur...” ella: “Vit í Tjóðveldinum halda...”. Á sama hátt vildi eg í umrøðuni eftir eitt floks­ ting nýtt ein bundnan form: “Nógv nýggj og slóðbrótandi uppskot frá Tjóðveldinum á floks­ tingi”. Men tá vit seta navnið á lýsingar, troyggjur, heima­ síðu og formlig pappír sum sjálvt heitið á politiska felagsskapinum og hugsjón­ ini, so brúka vit óbundna formin “Tjóðveldi”. Á henda hátt ber til at fáa fleiri týdningarmunir í málbrúkinum. At benda navnið í ymsum saman­ hangum og eisini at nýta bundna formin sum eitt slag av eyknevni ella “kelinavn”. Valdu vit bundna formin í sjálvum navninum, so høvdu vit verið bundin av altíð at nýta navnið bundið. Nú hava vit frælsi at velja. Eftirlýsta eddið hjá E HøgNI HoydAL Alt tað eg minnist, hevur sangur og tónleikur haft stóra ávirkan á meg. Stór ávirkan merkir ikki altíð góð ávirkan, her velst um, hvat verður sungið, til hvønn, um hvat av hvørjum. Eitt dømi um góða ávirkan var at hoyra úr Klaksvík sunnudagin herfyri. Kanska verða teir blóðsdroparnir í mær, sum hava sín uppruna í Klaksvík, serliga heitir, tá tónarnir koma haðani, men eitt er vist, tann upplivingin eg fekk úr radiotólinum henda dagin breyt allar avmarkingar. Sálmasangurin lyfti meg upp um alt smátt og grátt og situr mær í merginum enn. Tankin tók í meg, sanniliga búgva fólk her, sum meina tað, tey syngja, sum veruliga syngja tað tey meina. Ikki so at onnur ikki meina tað, men her hoyrdist nakað langt omanfyri alt. Nú hvítna tindar ikki longur við sorg, men við vón og takksemi fyri Guðs góðsku til okkara, við einum friði, sum ber av øllum mannaviti. Hetta skal ikki fatast sum skammrós tí skammrós er nakað, ið ein ikki meinar. Men líkamikið hvat tað kallast so viknar mín tøkk til Klaksvíkar ikki eitt vet og Guð løni tykkum fyri tað. Tórshavn 2.9.07 Sálmasangur úr Christianskirkjuni lyfti meg upp RoLANd WAAgStEIN RASMUSSEN