mikudagur 10. oktober 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 10. oktober 2007
13
viðmerkingar
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Føroyum vantar arbeiðs
megi. Vit mugu hava út
lendsk arbeiðsfólk higar til
lands, er orðalagið. Ímeðan
hava vit skipanir, sum bein
leiðis forða føroyingum at
sleppa til arbeiðis. Pension
istar og fólk við fyritíðar
pensión liva undir skipan
um, sum halda teimum
vekk frá arbeiði.
67 ár so heim
Nógvir almennir stovnar
hava sum reglu, at á tínum
67 ára føðingardegi er upp
sagnarbrævið í postkassan
um. Hetta er burturvið.
Hesin pensjónsaldur hevur
sín uppruna í 1950árun
um, tá fólkapensjónin kom,
og tá fólk blivu í meðal 67
ára gomul.
Eisini í kreppuni
skortaðu arbeiðspláss, og
67ára aldursmark loyvdi
yngri fólki við familju og
húsum at sleppa til arbeið
is.
Men alt hetta er nú
broytt. Vit liva 10 ár longur
í meðal, og mong hava
heilsu og hug til at halda
fram at arbeiða eftir 67 ára
aldur.
Fólkaflokkurin hevur
sum stavnhald, at fólk
skulu hava rætt til pensión,
tá tey gerast 67 ár, um tey
ynskja tað. Men tey skulu
hava rætt at arbeiða meir,
um tey heldur velja tað.
Eisini skulu fólk hava
rætt at arbeiða niðursetta
tíð á eldri árum. Sjálvandi
skulu fólk verða á arbeiðs
marknaðinum so leingi tey
orka og vilja tað.
13 av hvørjum 100
Næsta forðingin fyri
arbeiði eftir pensjónsaldur
er mótrokning í pensión.
Tá ein pensionistur hevur
forvunnið gott kr. 54.000,
verður viðbótin minkað.
Fyri hvørjar 100 kr, pen
sjónisturin forvinnur, verða
60 kr. trektar av pensiónini.
Kommunuskatturin fer við
um 20 krónum, alt eftir
bústaði, og landsskatturin
tekur at byrja við 7 krónur.
Nú eru 13 krónur eftir til
pensionistin sjálvan.
Hetta líkist ongum, held
ur Fólkaflokkurin og má
broytast.
Somuleiðis er støðan hjá
teimum mongu við skerd
um førleika, tvs fólki, ið
móttaka fyritíðarpensión.
Landstýrið hevur nú boðað
frá, at ætlanin er at broyta
mótrokningina í fyritíðar
pensión soleiðis, at
mótrokningin skal verða
45 kr. ístaðin fyri tær 60
kr.
Tað merkir, at fólk
ístaðin fyri 13 kr, í fram
tíðini fáa 28 krónir av
hvørjum 100 tey forvinna.
Her skal framvegis ikki
loysa seg at arbeiða.
Forða teimum tað ikki
Broytingin má verða størri,
meinar Fólkaflokkurin, og
hon skal eisini galda pen
sionistar.
Fólkaflokkurin hevur
hug til at lækka mótrokn
ingina í viðbótini og pen
sjónini úr verandi 60 kr.
fyri hvønn tjentan 100
krónuseðil, heilt niður í 30
kr. Tað merkir, at vit á
henda hátt fyri landskass
ans viðkomandi lækka
”marginal”skattin úr 60 %
niður í 30%.
Hjá øllum, sum hava
førleika, skal tað loysa seg
at arbeiða. Tað kostar
pengar, sigur onkur. Nei,
loysir tað seg at arbeiða,
fáa vit peningin fleri ferðir
innaftur í búskapin og í
landskassan.
Hví skal samfelagið
skýggja gráa gullið. Her
eru nógvar og góðar
kreftir, sum samfelagið
hevur brúk fyri. Forða
teimum tað ikki.
Jú fleiri, ið lyfta hvør
sær, jú meiri lyfta vit
saman.
Gráa Gullið
formaður
Fólkafloksins
Jørgen
nIclasen
Svenska stjórnin gevur
kvinnu 200.000 svenskar
krónur í endurgjaldi fyri
skaða í heilsuverkinum,
har ongin feilur er gjørdur.
Tað snýr seg um eina
kvinnu sum fekk epidural
doyving undir føðing. Eftir
føðingina hevur kvinnan
havt kroniska pínu og
ongin viðgerð er at bjóða.
Málið hevur verið uppi í
sjúklingakærunevndini við
tí niðurstøðu, at ongin
feilur er gjørdur.
Sjúklingartyggingin
hevur eisini havt málið, og
her varð ikki funnið
samband millum viðgerð
og skaða og sostatt onki
endurgjald.
Klagan varð síðani beind
til stjórnina sum fyri fáum
døgum síðani gjørdi
úrskurð og hevur veitt
200.000 krónur í
endurgjaldi til kvinnuna.
Avgerðin verður sjálvandi
at liggja sum grund fyri
líknandi fyribrygdum.
Eg nevni hetta mál sum
eitt framhald av míni grein
um feilir og skaðar í
sjúkrahúsverkinum í
Føroyum. Tað er ikki so
frægt, at vit hava eina
sjúklingatrygging í
Føroyum, tíansheldur
møguleika fyri at klaga til
Landsstýrið.
Hinvegin kenni eg meg
sannførdan um, at ein
stórur partur av
trupulleikunum sum
Dimma hesur tikið upp
seinastu tíðina hava sína
grund í hugburði innan
sjúkrahúsverkið. Og her
hugsi eg ikki bert um
læknar men so sanniliga
eisini um leiðslu.
Tað snýr seg heilt eikult
um grundleggjandi
fólkaskikk. Og her skuldi
ikki verið tørvur á
psykologum, men vanligari
viðring fyri hvørjum
øðrum. Tað verið seg
starvsfólk, sjúklingar og
avvarandi.
Verður hetta so styðjað
við tvungnari rapportering
av størri feilum,
sjúklingatrygging og
møguleika at leggja
trupulleikan inn fyri hægri
fyrisiting, so meti eg, at
nógv kundi verið vunnið.
Lat okkum byggja eina
skipan, har vit viðurkenna,
tá alt ikki hevur gingið
eftir ætlan og geva
sjúklingum lættari
møguleika fyri endurgjaldi.
Fekk kr. 200.000,- í endurgjaldi eftir epidural
Jákup
petersen
Atsókn á Orð Guds
Sagt hevur verið, ongum nýtist at verja eina leyvu, lat
hana sleppa leys, hon verjir seg sjálv, soleiðis er við
Bíbliuni Orði Guds, tað verður standandi og alt annað
gongur til grundar, eitt og hvørt mál, ið stríðir ímóti
Bíbliunar meginreglu, sum verður borið niðan í
tingið, eiga trúgvandi tinglimir at afturvísa og ikki
bert sita passivir, eins og var tá andstøðuuppskot
bleiv samtykt, handfaringin í málinum átti at verið
heilt klár, eingin samgonga við slíkari undirtøku.
Og nú frameftir skal Bíblian (orð Guds) standa fyri
skotum, sum vit síggja dagliga í alheimsgerðini. Tað
er umráðandi at tinglimir eru vaknir, siga orð á
røttum stað, í rættari tíð, Kristus. Hitt livandi orð.
Orð einglanna til Mariu, søgd frá av Lukkas lækna,
Heilagi Andin, skal koma yvir teg, tí skal eisini hitt
heilaga ið føtt verður, kallast.
Sonur Guds (Lukkas 1,35) Kristus spyr jødarnar
hvussu teir kunnu trúgva orðum hansara, tá teir ikki
trúgva skriftum Mósesar (Jóh. 5,47). Jesus sigur í
Getsemane urtagarði, tá flokkurin frá teim elstu varð
komin fyri at taka Hann.
Hetta hendir fyri at skriftirnar skulu ganga út
(Mark 14.49).
Angisróp Kristusar á krossinum: Gud mín, Gud
mín, hví ert tú farin frá mær, er at finna í fyrsta
ørindi av Sálmi 22, eftir David.
Faðirin í himli mátti venda sær frá honum, Kristus,
sonur Faðirin í himli mátti fullføra verkið aleinaður.
»Tað er fullgjørt«, stendur í seinasta ørindi í sama
sálmi.
Faðir í hendur tínar gevi eg anda mín er setningur
úr Sálmi 31.
Vit síggja týðiliga, alt mátti henda fyri at skriftirnar
skuldu ganga út. Øll skriftin er innblást av Gudi og er
nyttulig til lærdóm, til sannføring til rættleiðing, til
uppforstran í rættvísi 2. Tim. 3,16.
Øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi skulu
verða atsøkt. 2. Tim. 3.12.
Jesus sigur, tá ið heimurin hatar tykkum, skulu tit
vita, at hann hevur hata meg, áðrenn hann hataði
tykkum, Jóh. 15.18.
Eingir álítandi upplýsingar eru um Kristus uttanfyri
Bíbliuna, tískil ber ikki á nakran hátt til at taka ímóti
Honum, uttan so, at vit góðtaka orðini fyri sonn, sum
Bíblian ognar honum.
Samuel, staðfestir leiðir Harrans yvirfyri Eli. Eg,
Harrin, havi kunngjørt honum (Eli) at eg skal døma
hús hansara til ævigar tíðir afturfyri ta misgerð, at
hann visti, at synir hansara drógu bann oman yvir seg
og kortin ikki av álvara setti at teimum, 1.
Sámuelsbók 3,13.
Harrin rópti, Sámuel! Sámuel! Og Sámuel svaraði:
Tala Harri tænari tín hoyrir 1. Samuelbók 3.9.
Harrin segði við Sámuel: Nú skal eg gera nakað í
Ísrael, sum skal fáa tað at ringja fyri báðum oyrum
álra teirra, ið hoyra um tað, 1. Samuelsbók 3.11.
Vit síggja greidliga at skriftirnar Orð Guds eiga at
verða tiknar til eftirtektar og verða alt avgerandi.
26.09.07
WIllIam
Dam
Razor Black 18”
Við dekkum
Flott 18" felga. Svartlakkerað
við poleraðum, breiðum kanti.
Fæst til flestu bilar
5-Star 17”
Við dekkum
Klassisk 5-stjørna 17" felga.
Fæst til flestu bilar
Fyri settið
9.990,-
Fyri settið
6.880,-
Fantastiska flottar felgur í
hypersilver. Á goymslu í 5x112 til
VW, Audi, Seat.
Boston 19”
Við dekkum
Original-look felgur til VW/Audi.
Búmerki eru við.
New RS4 18”
Við dekkum
Fyri settið
12.900,-
Fyri settið
10.800,-
Umframt nevndu felgur/dekk kunnu vit bjóða hópin av øðrum spennandi felgum og dekkum
til ógvuliga kappingarførar prísir. Send ein t-post ella ring og hoyr nærri
www.dekkmaster.fo
info@dekkmaster.fo
telefon 227 000