mikudagur 10. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 196 - 10. oktober 2007
sjónarmið
A. Guttormur Djurhuus
Kenna ikki sína egnu halgubók
Tá eg skrivaði grein um at
Bíblian ikki er nøkur barnabók,
rakti tað meint hjá nøkrum
lesarum. Teir hava tikið sær tykni
av tí. Ikki hevði eg ætlað mær at
nevnt dømi um slíkt, sum er so
ótespuligt at tað er alt annað enn
barnamatur. Slíkt sum eisini
kann vera herskin kostur fyri
vaksin. Tað býður mær ímóti,
men av tí at tað ikki tykist mær,
sum um tey, sum hava sagt mær
ímóti, hava lisið Bíbliuna, kenni
eg noyddan til at taka fram nøkur
fá dømi úr henni til at lýsa, hví
hon er óhóskandi fyri børn.
Lot og døturnar
1. Mós. 19. v5 Og teir rópaðu á
Lot og søgdu: »Hvar eru
menninir, sum komu til tín í
kvøld? Send teir út til okkara, so
at vit mega svala girndarhug
okkara á teimum!« v6 Lot fór tá
út í dyr til teirra, lokaði hurðina
eftir sær v7 og segði við teir:
»Fremjið, brøður mínir, fyri alt
ongar ósømdir! v8 Sí, eg havi
tvær døtur, sum ikki hava kent
kallmann; tær skal eg fáa
tykkum; gerið við tær, sum tit
vilja; men latið hesar menninar
vera í náðum, tá teir nú eru
komnir inn undir skuggan av taki
mínum!« v9 Tá rópaðu teir:
»Hav teg burtur! Hesin eini
maður er komin higar at búgva
sum fremmandur, og nú vil hann
gera seg til dómara! Men nú
skulu vit fara verri við tær enn
við teimum!« Og teir løgdu á
mannin, á Lot, og nærkaðust til
at bróta upp hurðina. v10 Tá
rættu menninir hondina útum,
tóku Lot til sín inn í húsið og
lokaðu hurðina. v11 Men
menninar, sum vóru uttan fyri
húsdyrnar, blindaðu teir, bæði
smáar og stórar, so at teir góvust
at finna inngongdina.
1.Mós.19. v30 Lot fór nú úr
Zoar niðan í fjallalandið og
settist niður har saman við
báðum døtrum sínum, tí hann
tordi ikki at búgva í Zoar; og
hann búði í hellinum saman við
døtrum sínum. v31 Tá segði hin
eldra við hina yngru: »Faðir
okkara er gamal, og eingin
kallmaður er eftir her í landinum
at koma inn til okkara á vanligan
hátt. v32 Kom tí, latum okkum
geva faðir okkara vín at drekka
og leggja okkum hjá honum, so
at vit mega fáa avkom við faðir
okkara.« v33 Sama kvøldið góvu
tær honum vín at drekka; og hin
eldra kom og legði seg hjá faðir
sínum; hann vardi hvørki, at hon
legði seg, ella at hon fór upp.
v34 Morgunin eftir segði hin
eldra við hina yngru: »Sí, í nátt
lá eg hjá faðir mínum; latum
okkum nú eisini í kvøld geva
honum vín at drekka; far tú tá og
legg teg hjá honum, so at vit
mega fáa avkom við faðir
okkara!« v35 Síðan góvu tær
aftur tað kvøldið faðir sínum vín
at drekka, og hin yngra fór og
legði seg hjá faðir sínum; og
hann vardi hvørki, at hon legði
seg, ella at hon fór upp.
v36 Soleiðis vórðu báðar døtur
Lots við barn av ávum faðirs
teirra. v37 Og hin eldra føddi
son og nevndi hann Móab; hann
er ættarfaðir Móabs enn í dag.
v38 Eisini hin yngra føddi son;
og hon nevndi hann Ben-Ammi;
hann er ættarfaðir Ammonita enn
í dag.
Minnir meg ikki sørt um
gudsmann, sum fyri stuttum varð
dømdur fyri at hava kávað uppi á
dóttrini. Hann hevði gjørt tað í
svøvni, var hansara verja!
Jefta og dóttirin
Dóm. 11. v30 Og Jefta gjørdi
Harranum lyfti og segði: »Um tú
gevur Ammonitar upp í hendur
mínar, v31 tá skal tann, sum
fyrstur kemur út úr húsi mínum
móti mær, tá ið eg komi heim
aftur í øllum góðum frá Ammo-
nitum, hoyra Harranum til, og eg
skal ofra honum hann sum
brennioffur.« v32 Síðan fór Jefta
í hernað móti Ammonitum; og
Harrin gav teir upp í hendur
hansara, v33 so at hann vann
almiklan sigur á teimum frá
Ároer og alla leið til Minnit –
tjúgu borgir – og til Ábel-
Keramin. Soleiðis máttu
Ammonitar lúta fyri
Ísraelsmonnum. v34 Men tá ið
hann kom heim aftur til Mizpe,
sí, tá kom dóttir hansara út móti
honum við glymskálum og dansi;
hon var onkarbarn hansara;
hann átti hvørki son ella dóttur
umframt hana. v35 Og tá ið
hann bar eyga við hana, skræddi
hann klæði síni sundur og
rópaði: »Á, dóttir mín, tú veldir
mær sorg og elvir mær miklan
trega, tí at eg havi latið upp
munn mín fyri Harranum, og eg
kann ikki taka orð míni aftur!«
v36 Men hon segði við hann:
»Faðir mín, hevur tú latið upp
munn tín fyri Harranum, tá ger
við meg eftir orðum tínum, nú tá
ið Harrin hevur givið tær hevnd
yvir fíggindar tínar,
Ammonitarnar!« v37 Og hon
mælti við faðir sín: »Eitt biði eg
teg um: Veit mær frest í tveir
mánaðir, so at eg kann fara í
fjøllini saman við vinkonum
mínum at gráta yvir, at eg má
doyggja sum ungmoy.«
v38 Hann svaraði: »Far!« Og
hann sendi hana burtur í tveir
mánaðir. Hon helt tá í fjøllini við
vinkonum sínum at gráta yvir at
skula doyggja sum ungmoy.
v39 Men tá ið teir tveir
mánaðirnir vóru lidnir, kom hon
heim aftur til faðirs síns; og
hann gjørdi tá við hana eftir
lyftinum.
Jú, tú lesur rætt. Hann slatraði
og grillaði sína egnu dóttir til
Guds heiður.
Hópneyðtøka og uppskering
av konu
Dóm. 19. v22 Men meðan teir
soleiðis gjørdu sær til góðar,
kringsettu borgarmenninir húsið
– hesi ótýggi – og teir bardu á
hurðina og rópaðu á hin gamla
mannin, sum átti húsið, og
søgdu: »Kom út higar við
manninum, sum er komin til tín,
so at vit mega kenna hann!«
v23 Men maðurin, sum átti
húsið, fór út til teirra og segði
við teir: »Nei, brøður mínir!
Gerið nú einki ilt! Maðurin er
komin inn í hús mítt; og tit skulu
ikki fremja tílíka skemdargerð!
v24 Men her hava tit dóttur
mína, sum er moyggj; neyðtakið
hana og farið við henni, sum
tykkum lystir! Men móti hesum
manni skulu tit ikki fremja tílíka
skemdargerð!« v25 Men
menninir vildu ikki lurta eftir
honum. Tá tók maðurin hjákonu
sína og leiddi hana út á gøtuna
til teirra; og teir framdu vilja sín
og fóru illa við henni alla náttina
og alt út á morgunin og sleptu
henni ikki, fyrr enn tað lýsti av
degi. v26 Í lýsingini kom hon
aftur og datt niður fyri húsdurum
mansins, har sum húsbóndi
hennara var, og har varð hon
liggjandi, til tað var alljóst.
v27 Men um morgunin, tá ið
húsbóndi hennara fór upp og læt
húsdyrnar upp og gjørdi seg til
til at fara avstað, sí, tá lá konan,
hjákona hansara, fyri
húsdurunum við hondunum niður
á gáttina. v28 Hann segði tá við
hana: »Rís upp og latum okkum
fara avstað!« Men hon svaraði
ikki. Tá tók hann hana upp á
asnan og byrjaði ferðina heim.
v29 Men tá ið hann var
heimkomin, tók hann knívin og
tók so hjákonu sína og skar hana
lim fyri lim sundur í tólv lutir og
sendi teir um alt Ísraels land.
Er hetta lesnaður fyri børn?
Abraham lumpar Farao
1. Mós. v11 Tá ið hann nú
nærkaðist Egyptalandi, segði
hann við Sárai, konu sína: »Eg
veit, at tú ert vøkur kona. v12 Tí
munnu Egyptar, tá ið teir síggja
teg og halda teg vera konu mína,
fara at drepa meg og lata teg
vera á lívi. v13 Tí skalt tú siga,
at tú ert systir mín, til tess at tað
má vignast mær væl fyri tínar
sakir, so at eg má verða á lívi tín
vegna.« v14 Tá ið Ábram kom
inn í Egyptaland, sóu Egyptar
konuna, og at hon var sera vøkur.
v15 Men tá ið høvdingar Fáraos
høvdu sæð hana og róst henni
fyri Fárao, varð hon flutt inn í
húsið hjá Fárao. v16 Men hann
gjørdi væl við Ábram hennara
vegna, so at honum ognaðist
bæði smalur og stórdýr, trælir og
trælkvendi, asnar og øsnur og
kamelar. v17 Men Harrin nívdi
Fárao og hús hansara við
ringum plágum fyri sakir Sárai,
konu Ábrams. v18 Tá sendi
Fárao boð eftir Ábrami og segði
við hann: »Hvat er hetta, tú
hevur gjørt mær! Hví segði tú
mær ikki, at hon var kona tín?
v19 Hví segði tú, at hon var
systir tín, so at eg tók hana til
konu? Her hevur tú nú konu tína!
Far við henni!« v20 Og Fárao
beyð monnum sínum at fylgja
honum og konu hansara við
øllum, sum tey áttu, á leið.
(13,1) Ábram fór nú úr
Egyptalandi í suðurlandið við
konu síni og øllum, sum hann
átti; og Lot var við honum.
At Abraham lýgur fyri Farao
og letur honum konu sína til
frillu, tykist at vera í lagi. Hetta
er ikki moralur, eg vildi lært míni
børn.
Jeriko verður oyddur og alt
livandi, uttan svikarar, dripið
Jós. 6. v14 Annan dagin gingu
teir uppaftur eina ferð kring um
borgina og snúðust síðan aftur í
herbúðirnar; soleiðis gjørdu teir
í seks dagar. v15 Hin sjeynda
dagin fóru teir snimma upp, tá ið
tað roðaði fyri sól, og tóku at
ganga eins og áður sjey ferðir
um borgina; men einans á hesum
degi gingu teir sjey ferðir um
borgina; v16 og sjeyndu ferðina
tóku prestarnir at blása í
lúðrarnar. Tá mælti Jósva við
fólkið: »Hevjið nú herrópið, tí at
nú hevur Harrin givið tykkum
borgina! v17 Borgin og alt, sum
í henni er, skal við bannføring
verða halgað Harranum; einans
Ráhab skøkjan og allir, sum eru í
húsi hennara, skulu vera eftir á
lívi, av tí at hon krógvaði
ørindrekar teir, sum vit sendu út.
v18 Tit skulu einans varnast tað,
sum er bannført, so at tit ikki
girnast nakað av tí, sum bannført
er, og ikki taka av tí og soleiðis
avoyða herbúðir Ísraels og rinda
honum í ógævu. v19 Men alt
silvurið og gullið og allir lutir av
kopari og jarni skulu verða
Harranum halgaðir og fluttir inn
í goymslubúr Harrans!«
v20 Síðan skar fólkið í herróp
og blásti í lúðrarnar; og tá ið
fólkið hoyrdi lúðrablásturin,
hevjaðu teir mikið herróp; tá
raplaði borgargarðurin í grund,
so at alt fólkið gekk beint inn í
borgina og vann hana á tann
hátt. v21 Og teir bannførdu alt,
sum var í borgini, við svørði,
bæði menn og konur, ung og
gomul, stórdýr, smalur og asnar.
v22 Men við teir báðar
menninar, ið njósnast høvdu um
landið, segði Jósva: »Farið inn í
húsið hjá skøkjuni og leiðið út
haðan konuna og alt, sum hon
eigur, so sum tit svóru henni!«
v23 Sveinarnir, sum høvdu verið
njósnarar, fóru tá og leiddu út
Ráhab og faðir og móður og
brøður hennara; alt ættarfólk
hennara og alt, sum hon átti,
leiddu teir út og fluttu tað út á
ein stað fyri uttan herbúðir
Ísraels. v24 Síðan settu teir eld
á borgina og alt, sum í henni var.
Men silvurið og gullið og allar
lutir av kopari og jarni fluttu teir
inn í goymslubúrini í húsi
Harrans. v25 Men Jósva eirdi
Ráhab skøkjuni og øllum
ættarfólki hennara og øllum, sum
hon átti, so at hon varð búgvandi
í miðjum Ísrael og somuleiðis
avkom hennara alt fram at hesum
degi, av tí at hon krógvaði
ørindrekarnar, sum Jósva sendi
út til tess at njósnast um Jeriko.
v26 Um tað mundið svór Jósva
og mælti: »Bølbiðin skal hvør
maður vera fyri Harranum, ið
byggir uppaftur hesa borg,
Jeriko; tá ið hann grundar fyri,
skal hann missa frumgitna son
sín; og yngsta son sín, tá ið hann
setir upp lið hennara.«
v27 Soleiðis var Harrin við
Jósva, og ágiti hansara barst út
um alt landið.
Gud elskar blóðdálkað svørð.
Gud roynir Ábraham
Mós. v1 Eftir hesar tilburðir
royndi Guð Ábraham; og hann
rópaði á hann: »Ábraham!«
Hann svaraði: »Ja, eg eri her!«
v2 Og hann segði: »Tak tú
einkarson tín, Ísak, sum tú elskar,
og far til Mórialands og ofra
hann har sum brennioffur uppi á
einum av fjøllunum, sum eg skal
vísa tær á!« v3 Snimma
morgunin eftir legði Ábraham á
asna sín, tók tveir av sveinum
sínum við sær og Ísak, son sín,
kleyv viðin til brennioffurið og
helt avstað hagar, ið Harrin
hevði sagt honum. v4 Triðja
dagin, tá ið Ábraham leit seg um,
sá hann staðin langt burturi.
v5 Tá segði Ábraham við sveinar
sínar: »Bíðið tit her hjá
asnanum, meðan eg og
Hví Bíblian ikki er barnalesnaður
viðmerkingar