mikudagur 10. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 10. oktober 2007
15
viðmerkingar
smádrongurin fara yvir hagar at
tilbiðja; vit koma so aftur til
tykkara.« v6 Ábraham tók tá
viðin til brennioffurið og legði
hann upp á herðar Ísaks, sonar
síns; sjálvur tók hann eldin og
offurknívin; og so gingu teir
báðir saman. v7 Tá talaði Ísakur
á Ábraham, faðir sín, og segði:
»Faðir mín!« Hann svaraði: »Ja,
sonur mín.« Hann segði: »Her er
eldurin og viðurin, men hvar er
lambið til brennioffurið?«
v8 Ábraham svaraði: »Guð man
sjálvur finna sær lambið til
brennioffurið, sonur mín.« Og so
gingu teir aftur báðir saman.
v9 Og tá ið teir komu á staðin,
sum Guð hevði sagt honum, reisti
Ábraham har altar og legði viðin
til rættis; síðan bant hann Ísak,
son sín, og legði hann upp á
altarið oman á viðin. v10 Og
Ábraham rætti út hond sína og
tók knívin til at slátra son sín.
v11 Men tá rópaði eingil
Harrans á hann av himni og
segði: »Ábraham, Ábraham!«
Hann svaraði: »Her eri eg.«
v12 Og hann segði: »Legg tú
ikki hond á sveinin og ger honum
einki mein; tí at nú veit eg, at tú
óttast Guð, við tað at tú ikki sýtti
mær einkarson tín.«
Hvussu man Ísak hava havt tað
sálarliga aftaná at hava verið fyri
slíkari viðferð?
Horurnar Óhola og Óholiba
Ez. 23. v1 Og orð Harrans kom
til mín soljóðandi:
v2 Mansbarn! Eina ferð vóru
tvær konur, døtur somu móður.
v3 Tær drivu hor í Egyptalandi í
ungdómi sínum; har vórðu bróst
teirra tumlað; har fóru menn við
hondum um moyggjarbarm
teirra. v4 Hin eldra æt Óhola og
systir hennara Óholiba. Eg fekk
tær báðar, og tær aldu mær synir
og døtur. Um nøvn teirra er at
siga, at Óhola er Sámária og
Óholiba Jerúsalem.v5 Men
Óhola sveik meg við leysalevnaði
sínum; hon brann í girnd eftir
ástarmonnum sínum,
Assursmonnum, ið komu til
hennara v6 skrýddir í skarlak,
jallar og landshøvdingar, hinir
fríðastu unglingar, reiðmenn hátt
á hestbaki. v7 Hon oysti hordóm
sín yvir teir, yvir allar hinar
mætastu menn Assurs, ið hon
legði ást við, og gjørdi seg óreina
av øllum hjágudum teirra.
v8 Men hon helt fram við
horfikni sínum eftir Egyptum, tí
at teir høvdu havt samlegu við
hana í ungdómi hennara, høvdu
farið við hondum um
moyggjarbarm hennara og oyst
yvir hana girndarhug sín.
v9 Tessvegna gav eg hana upp í
hendur á alskarum hennara,
Assursmonnum, ið hon brann av
girnd eftir. v10 Teir flettu upp
um blygd hennara, tóku synir og
døtur hennara og drópu hana
sjálva við svørði, so at hon
varð øðrum konum til tiltak.
Soleiðis evnaðu teir dómin
yvir hana.v11 Hetta sá
systir hennara Óholiba,
men bar tó av henni við
leysalevnaði sínum og
dreiv hor verri enn
systir sín. v12 Hon
fekk nálg at
Assursmonnum,
jallum og
landshøvdingum,
ið komu til
hennara
skreytbúnir,
allir samlir
ungir og
prúðir
menn ríðandi á hestbaki. v13 Eg
sá, hvussu hon óreinsdaði seg, og
at báðar gingu somu leið.
v14 Men hon fór enn longur í
horðómi sínum; tá ið hon sá
menn drignar á vegg, myndir av
Kaldeum málaðar við reyðum
kriti, v15 gyrdir við belti um
lendar og við flákrandi vavhúgvu
um høvur, allir á at líta eins og
kappar, líkir Bábelmonnum,
føðiland teirra er Kaldea, v16 tá
brann hon av girndarhugi eftir
teimum, so skjótt sum hon bar
eyga við teir, og sendi ørindreka
til Kaldeu eftir teimum. v17 Og
Bábelmenn gingu inn til hennara
til ástarsamlegu og gjørdu hana
óreina, og hon gjørdi seg óreina
á teimum, til sál hennara stóðst
við teir. v18 Hon framdi
leysalevnað sítt opinberliga og
fletti upp um blygd sína; tá stóðst
sál míni við hana, eins og sál
míni hevði staðist við systur
hennara. v19 Men hon helt enn
longur á fram í hordómi sínum,
við tað at hon mintist ungdóms
dagar sínar, tá ið hon dreiv hor í
Egyptalandi; v20 og hon brann í
girnd eftir ástmonnum tess, ið
høvdu hold eins og asnar og
girndarhugi eins og graðhestar.
v21 Tá saknaði hon ungdóms
leysalevnað sítt, tá ið Egyptar
fóru við hondum um barm
hennara og tumlaðu
moyggjarbróst hennara.
v22 Tessvegna, Óholiba, sigur
Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg
vil eggja móti tær ástmenn tínar,
ið sál tíni stendst við, og lata teir
úr øllum ættum ráðast á teg,
v23 Bábelmenn og allar
Kaldear, Pekod og Sjoa og Koa
og við teimum allar Assursmenn,
hini prúðastu ungmenni, allir
jallar og landshøvdingar,
navnframir kappar, allir ríðandi
á hestbaki. v24 Teir skulu herja
á teg við nógvum rossum og
vagnum og herfjøldum margra
tjóða; stórar og smáar skildir og
hjálmar skulu teir seta upp ímóti
tær alt íkring; eg leggi málið
fram fyri teir, og teir skulu døma
teg eftir sínum lógum. v25 Eg
skal lata vandlæti mítt ganga
yvir teg; teir skulu fara øgiliga
við tær; nøs tína og oyru skulu
teir skera av, og tað, sum eftir
verður av tær, skal falla fyri
svørði; sonum tínum og døtrum
skulu teir fara avstað við, og tað,
sum eftir verður av tær, skal
farast í eldi. v26 Teir skulu
skræða klæðini av tær og taka
skartgripir tínar. v27 Soleiðis vil
eg gera enda á leysalevnaði
tínum, sum tú hevðist at í
Egyptalandi, so at tú ongantíð
aftur hevjar eygu tíni upp til
teirra ella minnist á Egyptaland.
v28 Tí at so sigur Harrin,
drottin: Sí, eg gevi teg upp í
hendur teirra, sum tú hatar, og
sum sál tíni stendst við;
v29 haturliga skulu teir fara við
tær; teir skulu taka ognir tínar
og lata teg eftir nakna og bera og
soleiðis nekta títt horfikna likam.
v30 Hetta fært tú aftur fyri
siðloysi og leysalevnað títt, av tí
at tú fekst nálg eftir tjóðunum og
gjørdi teg óreina av hjágudum
teirra. v31 Tú hevur fylgt sama
vegi sum systir tín; tessvegna
rætti eg tær bikar hennara.
v32 So sigur Harrin, drottin: Tú
skalt tøma bikarið hjá systur tíni,
hitt djúpa og víða – tú skalt
verða til háð og spott –. Tað
tekur nógv v33 og er fult av
ørsku og kvølum; bikar fylt við
øtan og ræðslu er bikarið hjá
systur tíni Sámáriu. v34 Tú skalt
tøma tað at botni og sleikja
botnin og ørkymla bróst tíni; tí at
eg havi talað, sigur Harrin,
drottin. v35 Tí sigur Harrin,
drottin, soleiðis: Fyri tað at tú
hevur gloymt meg og tveitt meg
aftur um bak, skalt tú nú bøta
fyri siðloysi og hordóm tín.
v36 Og Harrin segði við meg:
Mansbarn! Vilt tú ikki døma
Óholu og Óholibu? Ger teimum
andstygdum teirra kunnar,
v37 at tær vóru mær ótrúgvar
og hava blóð á hondunum; við
hjágudum sínum vóru tær mær
ótrúgvar og hava eisini latið
synir sínar, ið tær føddu mær,
ganga gjøgnum eldin teimum til
føðslu. v38 Framvegis gjørdu
tær mær hetta: Tær gjørdu
halgidóm mín óreinan og
vanhalgaðu hvíludagar mínar.
v39 Sama dagin, sum teir høvdu
slátrað hjágudunum børn síni,
komu teir inn í halgidóm mín til
tess at vanhalga hann. Soleiðis
bóru teir seg at í mínum egna
húsi! v40 Ja, boð vóru send eftir
monnum úr fjarløgdum londum;
og tá ið teir komu, tváaði tú tær,
litaði eyguni og lætst teg í skreyt.
v41 Síðan settist tú á dýrmæta
legu; fyri framman hana stóð
matbúgvið borð, og roykilsi mítt
og olju mína legði tú á tað.
v42 Tá hoyrdist har hjá
systrunum rómur og gangur av
øllum teimum monnum, ið
komnir vóru innan úr
oyðimørkini; teir góvu teimum
armringar og settu dýrmæta
krúnu á høvur teirra. v43 Tá
mælti eg: Soleiðis hava tær verið
mær ótrúgvar og livað í
leysalevnaði! v44 Menn gingu
inn til teirra eins og inn til
horkonu; soleiðis gingu teir inn
til Óholu og Óholibu til tess at
fremja skemdarverk. v45 Men
rættlátir menn skulu døma og
lata tær fáa sama dóm sum
horkonur og konur, ið úthella
blóð, tí at tær hava verið
ótrúgvar, og blóð er á hondum
teirra. v46 Ja, so sigur Harrin,
drottin: Stevnið saman mannfjøld
móti teimum til tess at pína og
ræna tær. v47 Og mannfjøldin
skal grýta tær við gróti og høgga
tær sundur við svørðum sínum;
synir teirra og døtur skulu verða
dripin og hús teirra uppbrend.
v48 Soleiðis skal skemdin verða
oydd úr landinum, og øllum
konum skal tað vera til
ávaringar, so at tær ikki gera
eftir skemdum tykkara. v49 Teir
skulu lata skemdir tykkara koma
oman yvir tykkum, og tit skulu
bøta fyri tær syndir, ið tit hava
framt við hjágudum tykkara, so
at tit viðurkenna, at eg eri
Harrin, drottin.
Um tú fyri fáum árum síðan
hevði skrivað slíkan tekst, hevði
tú verið koyrdur í fongsul fyri
útbreiðslu av pornografi.
Barnabíblia
Tað eru útgivnar serligar
barnabíbliur, har Bíblian er
umskrivað, so at hon er gjørd
borðbar fyri børn. Ringastu
fúlheitirnar eru strikaðar ella
umskrivaðar. Guds orð soldað.
Hvat í allari víðu verð er tað sum
ger, at fólk, sum sjálvi siga, at
Bíblian er Guds orð, kunnu loyva
sær at sensurera og umskriva
hana? Slíkt kalli eg ándaliga
neyðtøku av børnum.
Barnalokkarar eru tíverri eisini í
andaliga heiminum.
Tann persónur, sum heldur at
omanfyri nevndu dømi er
hóskandi barnalesnaður er farin
púrasta av lagið salarliga av eini
ella aðrari orsøk. Av at lesa
Bíbliuna?