Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 196 - 10. oktober 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tað ber ikki til at lýsa við orðum, saknin og tómrúmi, sum er, nú tú ikki ert ímillum okkum meir. Tú vart eitt so serstakt menniskja Guðr­ un, tú vart okkum ein sera góður arbeiðisfelagi og vinur, og tað gong­ ur ikki ein einasti dagur, har vit ikki hugsa um teg, tosa um teg, ja, tað er sum um tú ert mitt ímillum okkum við hvørt, og vit næstan hoyra teg fyri okkum, tú hevði ein serligan máta at siga tingini uppá, og vart so ótrúliga skemtingarsom, uttan at vita av tí. Tú gekk uppí títt arbeiði 100%, og vart eitt av okkara allar størsta áliti í felagnum, og vita vit eisini at okkara trúgvu ferðafólk sakna teg. Okkara tankar eru hjá tykkum øll­ um sum Guðrun var so ómetaliga góð við: Eigil, Elinborg og Anfinn v/familju. Vit kunnu ikki seta okkum inní tykkara støðu, men engin ivi er í, hvussu góð Systi var við tykkum, dagliga tosaði hon um tykkum , og tá vit vóru til handils í øðrum lond­ um, ja so vóru kuffertini altíð full við ymiskum til tykkara, Oddmar, tú vart henni ein so góður maður, stuðul og hennara tryggleiki, og tosaði hon um teg við kærleika og takksemi. Tit voru eitt gott toymi, og trygg kundi hon fara frá húsum, tí hon visti at tú vart har fyri dreing­ irnar. Mammusa dreingir, Borgar og Eigil, tit vóru hennara størsta gáva, og mamma var so stolt av tykkum, hon elskaði tykkum yvir alt, og lýsti upp tá hon fortaldi okkum um tykkum. Okkara bøn er at Harrin skal geva tykkum styrki, uggan, og mót til hvønn dag sum kemur. Vit kenna okkum so fátæk, nú Guðrun er farin handan sýn, men alíkavæl so ríkan, tí vi fingu høvi til at kenna hana,og minnini eru okkum so ómetaliga rík og góð, tey kann ongin taka frá okkum. Takk fyri alt góða Guðrun. Friður verið við minninum um starvsfelaga okkara, Guðrun Hervør Joensen. Flogmanningin, Atlantic Airways Góða Guðrun Dagurin 11. oktober. Nikatius. Grikki, sum í 2. øld boðaði evangeliið í Suðurfraklandi og stovnaði kirkjulið og saman við øðrum og bygdi kirkjur m.a. í Lyon. Hann og ein av monnum hansara, Probus, sum eisini hevur staðið í álmanakkanum, vóru tiknir av døgum av uppøstum heidningum. Nólsoyar Páll varð doyptur hendan dagin í 1766. Í dag fyllir Jórun Klakkstein í Klaksvík 65 ár. Jórun er ættað úr Fuglafirði, men hevur búð í Klaksvík í 45 ár. Seinastu 20 árini hevur hon verið dagrøktari. Foreldrini vóru Margretha og Esmar Simonsen í Fugla­ firði. Jórun er elst av fýra systkjum og einasta systur. Beiggjarnir eru Tróndur, Martin og Mourits. Tróndur og Martin búgva í Fugla­ firði, og Mourits býr á Kambsdali. Sum ung var Jórun niðri í Keypmannahavn, har hon arbeiddi á Hotel Hebron eina tíð. Í 1962 fór hon til Klaksvíkar at arbeiða í handl­ inum hjá Dorus Hvidbro í Víkunum. Í Klaksvík hitti hon Steinmund Klakkstein, ættaður úr Vági í Klaksvík, og tey giftust í 1963. Í 1968 bygdu tey hús á Stongunum – á Skáltavegn­ um ­ og har búgva tey enn. Fyrstu nógvu árini var Jórun heimagangandi, og tað var nóg mikið at tríva í við fýra synum, sum vórðu føddir í árunum frá 1964 til 1976. Synirnir eru: Heini (1964), Esmar (1968), Eyðun (1972) og Bárður (1976). Tríggir teir elstu búgva við familju í Klaksvík, meðan Bárður í løtuni er búsitandi við fam­ ilju í Esbjerg. Ommubørnini eru blivin 9 í tali og lang­ ommubørnini 2. Miðskeiðis í 80’unum byrjaði Jórun sum dagrøkt­ ari, og hon hevur framvegis børn í dagrøkt. Føðingardagurin verður hildin á Skáltavegnum 4. Jórun Klakkstein 65 ár Andlát og jarðarferðir Mortan Petersen úr Hvítanesi Tvøroyri andaðist 6. oktobur 81 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Tvøroyrar sjúkrahúsið týskvøldið kl. 13. Tey, ið vilja minnast Mortan, kunnu lata Eldrasambýlinum við Sýlánna eina peningagávu. Konta í Føroya Banka Svanhilda Magnussen, vanliga nevnd Nana, and­ aðist á Eysturoyar ellis og røktarheimi í Runavík týsdagin, 94 ára gomul. Kistan fer úr røktarheiminum leygardagin klokkan 4 í Glyvrar Kirkju. Jarðarferðin verður sunnudagin klokkan 2. Tey, ið vilja minnast Nanu kunna lata ein peningagávu til missiónsung­ dómshúsið á Glyvrum Estrid Joensen av Eiði andaðist á Landssjúkrahús­ inum týsdagin, 79 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Eiðis kirkju fríggjadagin klokkan 13.Tey, ið vilja minnast Estrid kunnu lata eina peningagávu til Korndalsbýlið. Konta í peningastovni. Paulina Olsen ættað ur Streymnesi, búsitandi á Fredriksberg andaðist týsdagin 78 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaði maður, kæri pápi, verpápi og abbi Símin Leo Einarsson Lamba andaðist sunnudagin 7. oktober, 52 ára gamal. Kistan kemur í Glyvra kirkju hósdagin umleið kl. 17.30. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju fríggjadagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Sonja, Sigurjón, Sóley, Sámal Í staðin fyri blómur ella krans, kunnu fólk lata eina peningagávu til nýggju kirkjuna á Glyvrum. Konta í peningastovnunum. Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum, sum sýndu samkenslu, tá ið okkara kæra mamma, vermóðir, omma og langomma Louisa Olsen andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Missiónshúsið. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar. Tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Sólborg og Thordis Lesið Sosialin - so eru tit við