mikudagur 10. oktober 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 196 - 10. oktober 2007
Símun Eliasen úr
Fuglafirði hevur í
mong ár nýtt nógva
tíð til fótbólt, hetta
hevur hann ætlanir
um at broyta.
– Fótbólturin fer
við nógvari tíð, og
samstundis havi eg
alsamt meiri at gera
í mínum starvi sum
verkfrøðingur, sigur
Símun. Hann sigur
seg eisini vilja nýta
meiri tíð saman við
konuni og døtrum
teirra
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Símun Eliasen byrjaði at
spæla fótbólt við barndóms
felagnum, men ÍF skuldi
ikki gerast hansara einasta
felag, til tað vóru evnini
heilt einfalt ov góð. Eftir ÍF
vóru liðini, Símun umboð
aði; KÍ, Århus Fremad, HB,
F.C. Århus og Viby I.F. og
nú seinast, EB/Streymur.
Familjan
32 ára gamli Símun og kona
hansara eiga tvær døtur og
tær eru ávíkavist 6½ og 3
ára gamlar. Yrkisleið hans
ara er verkfrøði og valdi
hann at fara hesa leið í
1997, tá hann bleiv álvars
liga skaddur av fótbólti,
sum hann tá spældi í Århus
Fremad.
Onki er so ringt at tað
ikki er gott fyri okkurt,
sigur Símun skemtandi og
fortelur so víðari, at hann
breyt beinið eftir bert tveim
um vikum í felagnum í
Århus, og fekk tað hann at
umhugsa víðari lestur.
Símun arbeiðir í dag hjá
fyritøkuni HMPConsult og
býr nú í høvuðsstaðnum.
Felagsliðið
Tá Símun verður spurdur
um hvussu tíðin hjá honum
hevur verið í felagsliðnum,
svarar hann at tað hevur
verið ein góð tíð fyri hann
og hann fer altíð at goyma
minnini frá hesu tíð, væl.
EB/Streymur er eitt
felag, ið hugsar eins nógv
um framtíðina, og tað ger
um nútíðina og besta lið
felagsins. Símun er av teirru
áskoðan at hetta er av
alstórum týdningi, at so er,
um lív skal vera lagað einum
liði sum EB/Streymi.
Árið í ár
Kappingarárið
hjá
EB/
Streymi í ár má sigast at
hava verið heldur svingandi,
og tó. Við sínum sigri í
finaluni í steypakappingini
hevur felagið, fyri fyrstu
ferð í søguni, tryggjað sær
luttøku
í
UEFA
CUP
kappingini.
Vit høvdu nógvir skaðar
at dragast við tey fyrstu
umførini í landskappingini,
fingu eina heldur trilvandi
byrjan, og tað sást aftur á
laku úrslitunum, fortelur
Símun og leggur afturat at
tá skaddu profilarnir komu
aftur á liðið, fingu teir liðið
at “koyra”.
Framtíðarútlit
Eg
meti
at
felagsliðið
stendur einari bjartari fram
tíð í møti, tí teir hugsa fram
yvir og seta spælarar við, so
hvørt sum teir koma til rætta
aldur, sigur Símun og sipar
til allir teir ungu spælararnir,
EB/Streymur hevur í hópi
num. Hann heldur áframm
við at siga at hetta viðførir
eina náttúrliga útskyfting av
spælarum.
Hann
metir
at
EB/
Streymur hevur eina unga
“stammu” á liðnum, so tað
skuldi verið undarligt, um
hesir ikki skuldu megna at
staðið seg líka væl í
framtíðini,
ella
kanska
betur enn inniverandi lið.
ÍF og uppflyting
Hvat dámar tær at barn
dómsfelagið aftur er flutt
upp í bestu deildina?
Eg eri sera fegin teirra
vegna og ynski teimum alt
tað besta framyvir, svarar
ein avgjørdur Símun.
Símun heldur at um ÍF
skal vera lív lagað í Formula
deildini, so mugu teir fáa
styrk. Tó metir hann at tað
eru nógvir leikarir knýttir
at felagnum, ið kunnu fara
at standast væl. Her hugsar
hann um nógvu ungu and
litini í ÍF.
Aloftast tá eitt minni
felag flytir upp, hevur tað
hug til at hyggja uttanfyri
landoddarnar eftir styrki,
heldur enn at royna seg við
teimum ungu lokalu kreft
unum, ið longu eru í felag
num. Hetta metir Símun
vera óheppið. Hann kundi
betur hugsað sær at man fór
til verka á ein annan hátt.
Vit áttu kanska at spart
peningin og nýtt hann
aðrastaðni.
Samstundis
kundi
man
hugsast
at
tilfeingið,
ið
longu
er
tilknýtt felagnum, venur
oftari og meira málrættað,
hugleiðir ein hugsunarsamur
Símun Eliasen.
Venjarastarv í
Fuglafirði?
Herfyri hoyrdist at Símun
hevur fingið tilboð úr barn
dómsfelagnum, um at vera
hjálparvenjari hjá nýupp
fluttu bygdamonnum sín
um. Hetta vil Símun ikki
vátta, men vil viðurkenna
at partarnir hava tosað
saman.
Hann vil ikki siga nakað
um hvat hann fer at gera
framyvir, innan ítróttar
heimin, men viðgongur at
tað nokk fer at kribla í fót
liðunum, tá líður móti kapp
ingarbyrjan, komandi kapp
ingarár.
Símun umhugsar at gevast
á hægsta støði
Símun Eliasen í Gundadali, frá hansara tíð í HB
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur