Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 196 - 10. oktober 2007 ] Vágbingurin Rúni Nolsøe, sum vit best kenna sum miðvallaovasta á HB liðnum, gjøgnum mong ár, byrjaði sum venjari í AB fyri tveimum árum síðani. – Eg føldi at tíðin var búgvin til at royna eitthvørt nýtt, og tí tók eg av, tá tilboðið fyrilá um at taka við venjarastarvinum á Hamrinum FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Rúni Nolsøe byrjaði sítt venjaravirksemi í AB fyri 2 árum síðani, og tað kann bara staðfestast at hann hevði eydnuna við sær í fyrstu roynd. Hann megnaði at føra Argjamenn upp í Formula deildina eftir bert einum ári í starvinum, og var hetta fyrstu ferð í søgu felagsins, at teir vóru komnir so langt upp. Trivnaður og samstarv Rúni metir at tað er av al­ stórum týdningi at trivnað­ urin er í hásæti, har man er. – Á hendan hátt fær man bestu úrslitini og mest burturúr tilfeinginum, ið er at ráða yvir, sigur ein av­ gjørdur Rúni Nolsøe. Eitt annað, ið hann metir vera høvuðsgrundarlagið undir viðburðinum, ein venjari hevur er gott samstarv og arbeiðssamt hjálparfólk. Bæði á Argjum og á Toft­ um havi eg verið sera hepp­ in við at havt avbera gott fólk at arbeitt saman við, fortelur Rúni. Hann sigur síðani at hann metir at tað ikki høvdu verið eins góð úrslit, ið høvdu spurst burturúr, um so ikki var. 1.deild Árið í ár hevur verið eitt avbera gott ár hjá bæði Rúna Nolsøe og felagnum hann hevur verið tilknýttur. 1. deild í ár snúði seg um B68 og so hini liðini. B68 vóru snøgt sagt nógv tað besta og mest støðuga av liðunum, og er hetta sjálv­ sagt stuttligt hjá teimum. Rúni sigur seg eisini vera glaðan fyri góðu gongdina í ár, men samstundis er hann eitt sindur keddur av at mót­ støðan hevur verið so lítil. ­ Vit hava verið einaráð­ andi, nærum síðan kapping­ arbyrjan, og seinastu tíðina var tað einans ein spurning­ ur, um nær meistaraheitið var tryggjað, sigur Rúni. Hann sigur eisini at tað er trupult at halda spælarunum eggjaðir til at geva sít besta hvørja ferð teir trýna inn á vøllin, tá teir eru so langt frammanfyri hini liðini. Formula á Toftum Hvat heldur tú vera rímu­ ligt hjá Toftamonnum at vænta sær av B68 í Formu­ ladeildini í komandi ári? ­ Eg meti at um B68 fær styrk so skuldi verið væl borið til hjá teimum at hildið sær í bestu deildini, sigur Rúni hugsunarsamur. Hann heldur áframm við at siga at um teir fáa styrkt liðið við einum spælara til hvørja ketu, samt fingið nýtt ungu kreftirnar í felagnum til fulnar so er ikki óhugsandi at teir á Toftum skulu megna at hildið sær yvir niðurflyting­ arlinjuni. Samanlegging í Suðuroy Sum vágbingur hevur Rúni ein ávísan áhuga fyri hvussu gongst barndómsfelagnum í Vági. Hann heldur at at­ kvøðugreiðslan um saman­ legging av liðunum í oynni er eitt gott hugskot, og at tað kanska longu skuldi verið gjørt fyri fleiri árum síðani. ­ Ov fáir spælarir av rætt­ ari dygd eru í VB/Sumba og í TB, men um samanlegg­ ing verður veruleiki, kunnu teir samansjóva samlaðu dygdina í oynni, sigur Rúni avgjørdur. Hann vónar at limirnir í feløgunum síggja veruleik­ an í eygnui og atkvøða har­ eftir. Rúni sum succesvenjari Saha ikki við móti Føroyum Louis Saha, sum vit kenna frá ensku Manchester United, verður ikki við móti Føroyum leygardagin. Hetta visti franska fótbóltssambandið at siga í dag. Saha sigst dragast við skaða í knænum, og er farin heim úr venjingarleguni í Clairefontaine. Hóast Saha er skaddur hevur venjarin Raymond Domenech ikki valt at senda boð eftir einum avloysara til Saha. Og hetta seinasta hevur spunnið øði í Juventus áleyparin David Trezeguet, ið ikki skilur hví hann ikki er valdur at umboða »Les Bleaus«. Sálin er við at hvørva í fótbólti Kendi írin Roy Keane metir at sálin í fótbólti er við at hvørva. Hann sigur víðari at prísirnir á atgongumerkjum eru alt ov høgir. – Vanlig fólk hava ikki ráð at fara til fótbóltsdyst longur. Liðini í Onglandi hava nærum ongar bretar eftir í hópunum, og tá ein so eisini skal gjalda heilt upp ímóti £30 fyri ein dyst, fullan av útlendingum, ja hvar er sálin tá. Man brennir ikki líka nógv fyri liðnum, og man kanska gjørdi fyrr. Tað er alt so ókent og ósigandi. Ferð eftir ferð sær man tóm áskoðarapláss til dystir, og so galið er tað enntá summa staðni, at nærum ongin kemur til dyst. Hetta er sera óheppið metir Roy Keane, ið er manager hjá Sunderland FC í ensku Premier League. Rúni Nolsøe standandi við steypi í hondini, frá einum av hansara mongu meistaraheitum í HB-búnanum