hósdagur 11. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 197 - 11. oktober 2007
Pól Skarðenni í Smiðuni
í Lítluvík
Í morgin fríggjadagin letur Pól Skarðenni upp málninga
framsíning í Smiðuni í Lítluvík. Myndaevnið er tað føroyska
landslagið, bygdir, bátar og býir. Tær flestu myndirnar eru
málaðar uti á staðnum. Tær stórstu tó á vekstaði. Tøknin er
olja á lørift, mála við knívi. Opið verður soleiðis:
Fríggjadagin 12. oktober kl. 15 – 18, leygadagin 13. oktober
kl. 11 – 14, sunnudagin 14. oktober kl. 15 – 18, mánadagin
15. oktober kl. 15 – 18, týsdagin 16 oktober kl. 15 – 18.
Pensjónistar í Íslandi
Ein ferðabólkur frá Pensionistafelag Føroya er komin til
Íslands at vitja. Í hesum sambandi skipar Hótel Loftleiðir
fyri hugnakvøldi hóskvøldið 11. oktober kl. 20.00 har øll
eru hjartaliga vælkomin. – Høvi verður til at keypa sær
ein kaffimunn og eisini verður barrin opin. Tey eldru úr
Føroyum eru sera áhugað í at hitta føroyingar, búsettar í
Íslandi, bæði yngri og eldri. Tað verða sagdar søgur frá
gamlari tíð og eitt sindur av felagssangi verður tað nokk
eisini pláss til. Karlakór Reykjavíkur vitjar uml. kl. 21.30.
Meira fæst at vita við at venda sær til Marentzu Poulsen,
tlf. 661 7305.
- Støðan er so vána-
lig, at tað er bæði
eyðmýkjandi og
tragikomiskt fyri
føroysku tjóðina.
Hetta er stór skomm
og kostar okkum
harafturat fleiri milli-
ardir í mistum út-
flutningsvirði, sigur
Hóraldur Joensen á
Náttúruvísindaligu
deildini á Fróðskapar-
setrinum
GranskinG
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eg eri lættari skelkaður.
Ta ið Hóraldur Joensen
fyri stuttum fór í starv á
Náttúruvísindaligu deildini
á Fróðskaparsetrinum, trúði
hann ikki, at tað stóð so illa
til, sum tað ger.
Náttúruvísindaliga deild
in er fólksins tøkniliga
mentanarháborg, men fíggj
arliga er hon so illa niður
pínd, at tað er stór skomm
fyri land og fólk.
Vit hava eitt framtíðar
mál, sum vit hava nevnt
Framsjón 2015. Har verður
ikki bara staðfest, at vit
skulu vera frammaliga. Har
verður enntá staðfest, at vit
skulu vera eitt av teimum
fremstu londunum.
Í hesum sambandi skal
dentur eisini leggjast á at
menna framkomnar matvør
ur úr havinum.
Men skal tað eydnast, er
sjálvandi ógvuliga umráð
andi, at neyðug tól til
gransking og menning eru
til staðar.
Sum støðan er í løtuni, so
finnast fleiri av hesum
tólum ikki í landinum.
Hóraldur Joensen stað
festir, at tað er ikki nóg mik
ið við vælútbúnum fólki.
Á fólksins tøkniligu
mentanarháborg er bara ein
starvsstova, ið stórt sæð
manglar øll tól, sum krevj
ast fyri at nærkanna tilfeing
ið í føroyskum havøki.
Vit hava nøkur reagens
gløs og onkur hissini onnur
tól, sum allarflestu skúlar
eisini hava.
Hann sigur, at her má
vend koma í, tí skilið er
vanlukkuligt.
Men hann sigur eisini, at
støðan er eyðmýkjandi, tí
tað er ein stór og týðandi
forðing fyri altjóða sam
starvi innan evnafrøðiliga
og lívtøkniliga gransking.
Tá ið vit søkja grunnar
uttanlands um stuðul til yms
ar verkætlanir, ella skulu
vera við í ymsum gransking
ar netverkum, verða vit aloft
ast spurd, hvørjar kanningar
og royndir, vit sjálvi kunnu
gera her heima.
Og tá mugu vit tíverri
greiða teimum frá, at vit fáa
at kalla onki gjørt her heima,
sigur Hóraldur Joensen.
Hetta er beinleiðis tragi
komiskt fyri eina tjóð, sum
hevur sett sær sum mál at
vera millum fremstu tjóðir
á útvaldum økjum innan
gransking og menning av
vørum úr havinum.
Sum støðan er nú, verða
vit noydd at senda gransk
arar av landinum at granska,
eitt nú, teir granskarar, sum
eru í holt við Phd verkætl
anir.
Teir fáa ikki gjørt nakrar
royndir her heima og tí hava
vit sostatt yvirhøvur ongar
møguleikar at lata teir
arbeiða í Føroyum.
Veruleikin er eisini, at
koma granskarar higar at
arbeiða, er tað tann vissi
deyðadómur
yvir
teirra
karrieru, tí teir fáa ikki høvi
til at granska og framleiða
dáta og at skriva greinar í
vísindaligum tíðarritum.
Ein dropi í Havinum
Hóraldur Joensen staðfestir,
at tað ber ikki til at hava øll
tól í Føroyum, men eitt
minstamark má vera
Sum eina maka byrjan, er
meiningin at gera íløgur í tól,
sum kunnu brúkast til gransk
ing, undirvísing og í vinnu
ligum høpi til at framleiða av
rádata og sostatt at fáa vitan
um lipidir, proteinir, mineral
og spormetal í rávøru úr hav
inum og til at granska í
framkomnum úrdráttum.
Allastaðni rundanum
okkum verður stórur dentur
lagdur á at granska í funku
føði,
heilsuvarðveitandi
kosti og heiliráðkosti.
Veruleikin er, at fólk liva
ósunt og tað kostar heilsi
verkinum ovurhonds stórar
upphæddir. Av tí sama brúka
onnur lond stórar upphæddir
at granska í heilsugóðum
kosti, eitt nú úr havinum og
her hava vit ein gyltan
møguleika.
Hann sigur hevði Náttúru
vísindaliga fingið útgerð
fyri seks milliónir, hevði tað
avgjørt verið ein byrjan.
Og nú fíggjarlógin fyri
næsta ár er til viðgerðar,
heitir hann staðiliga á fíggjar
nevndina og á Løgtingið um
at játta hesa upphæddina.
Missa milliardir
Hóraldur Joensen ásannar
eisini, at nógv fólk hava eina
fatan av, at gransking er onki
annað enn fjas og fjant, sum
bara kostar pening.
Hinvegin er tað onki í
vegin hjá føroyingum at
apa seg eftir øðrum og taka
vitan til sín, sum onnur
hava fingið til vega, men
tað er oftast gomul vitan.
Men fyri at skera tað út í
papp, hvussu stóran búskap
arligan týdning, gransking
hevur, nevnir hann, at bara
tann livurin, vit hvørt ár
tveita í havið, hevur eitt
virðið upp á eina ella tvær
milliardir, vissi vit gera
okkum ómak at fáa fulla
nyttu burtur úr lýsinum og
fáa hana í kapslar.
Tað sama ger seg galdandi
fyri innvøl av fiski, skræðu
og slógv.
Tað er ongin ivi um, at
vit
høvdu
kunnað
økt
okkara útflutningsvirði við
milliardum, høvdu vit lagt
okkum eftir at granska í
føði úr havinum.
Men áðrenn vit kunnu
heysta, mugu vit sáa. Brúka
vit pening til gransking nú,
heysta vit fruktirnar um nøk
ur
ár,
sigur
Hóraldur
Joensen.
Umframt at vera lektari á
Náttúruvísindaligu deildini,
er hann eisini leiðari fyri
granskingarkjarnanum
í
evnafrøði og livtøkni.
Hesin kjarnin er fluttur
yvir á Nàttúruvísindadeild
ina og synergieffektin av, at
hesir báðir stovnarnir eru
undir somu lon, er tann, at
grundgransking,
vinnu
gransking og undirvísing
ganga upp í eina hægri eind.
Hann hevur eisini góðar
vónir um, at tað fer at eydn
ast fáa tey tólini, tey hava
biðið um.
Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum og í vinnu
málum hava víst so mikið
stóran áhuga í hesi saman
renning, at teir komu til
kunnandi fund, beinanvegin
heitt var á teir og tað er
eisini greitt, at spurningurin
um at játta okkum pening
til tey ymsu tólini, verður
tikið upp á landsstýrisfundi
í næstum, sigur Hóraldur
Joensen.
Eg eri skelkaður
– Vit eru so illa stødd við útgerð
og tólum, at tað er ein stór forð
ing fyri altjóða samstarvi. Vit
noyðast at senda granskarar
uttanlands, tí í Føroyum eru
ikki tey mest grundleggjandi
tólini at gera kanningar við og
koma granskarar til Føroyar
at arbeiða, er tað tann vissi
deyðadómur yvir teirra karri
eru, sigur Hóraldur Joensen