Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 197 - 11. oktober 2007 Í sambandi við altjóða psykiatridagin mikudagin, var Tórsgøta karmur um eitt megnar tiltak, sum Sinnisbati, Psykiatridepilin, Stuðulstænastan og Alv skipaðu fyri. Heilsumál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Altjóða Psykiatridagur, sum er 10. oktober, verður hildin kring allan heimin. Eisini her hjá okkum, varð dagurin hildin við at varpa ljós á støðuna hjá psykia­ tri’ini í Føroyum og hvat gerast skal fyri betra um umstøðurnar á hesum øki. Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, sigur í dag, at tey eru sera glað fyri dagin í gjár. ­ Vit eru hugtikin av, hvus­ su stórur áhugin var. Har passaði ikki eitt menniskja inn afturat í Miðlahúsinum, og hóast tað regnaði vóru eini 150 møtt upp, sigur hon. Og hon fegnast eisini um, at ymiskar áskoðanir og hugsjónir um psykiatriina komu fram í ljósmálan. ­ Tað er sera týðandi, at vit fáa politikararnar í talu. Um vit ikki eru í dialogi, so gita vit okkum bara til støð­ una á økinum, sigur Soffi Egholm, sum avgjørt kundi hugsað sær at havt eitt slíkt tiltak aftur næsta ár. Tiltøk fleiri staðni Flestu tiltøkini vóru í Tórs­ gøtu í Havn. Setanin fór fram í Posthúskjallaranum, har Tórmóður Stórá, frá Psykiatriska deplinum, og Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, settu dagin. Á Hvonn var hugnalig kafé við løttum og leskilig­ um tilboðum, meðan lista­ framsýningin “Undirverk” var í Posthúskjallaranum. Eisini bjóðaði Løkjukafé’in “mat til hjartað”. Seinnapartin var kunning um viðgerðar­ og virknistil­ boð í Miðlahúsinum, og orkestrið “Sóleyga” fram­ førdi í Posthúskjallaranum. Eisini vóru sokallaðar “Hvonnløtur” við tónleiki við Mirjam L. Nattestad, og yrkingar vórðu lisnar. Seinni um kvøldið var Trapputing í Miðlahúsinum, har landsstýrismaðurin í almanna­ og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, greiddi frá ætlanunum um framtíðar psykiatri í Føroyum. Umboð fyri allar teir polit­ isku flokkarnir luttóku eisi­ ni í orðaskiftinum. Upplyftandi psykiatridagur í Tórsgøtu Orkestrið Sólreyga framførdi í Posthúskjallaranum Mirjam L. Nattestad framførir í Hvonn – eisini vórðu yrkingar lisnar Nógv fólk varð komið saman í Posthúskjallaranum. Í bakgrundini síggja vit myndir frá framsýningini, sum hongur uppi til 18. oktober. Kerstin Rasmussen, sjúkrasystir, vísir plakatina, sum gjørd varð til dagin Kristianna Øster framførir Anna Mari Berg lesur upp egnan tekst um tað at koma seg eftir sálarsjúku