hósdagur 11. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 197 - 11. oktober 2007
Í sambandi við
Altjóða psykiatri
dagin er framsýning
við tekningum,
málingum og
standmyndum í Post
húskjallaranum líka
fram til fríggjadagur
18. oktober.
Framsýningin er komin í
lag við samstarvi millum
Psykiatriska depilin, Sinnis
bata, Stuðulstænastuna og
Alv. Framsýningin “Undir
verk” er valt út av Ole Wich
og Oggi Lamhauge fyri Psy
kiatriska Depilin. Hon sýnir
eitt úrval av verkum, sum
vóru tøk í oktobur 2007.
Ætlanin er, at hetta slagið
av framsýning verður eitt
afturvendandi tiltak í sam
band við altjóða psykiatri
dagin. Í skránni til framsýn
ingina stendur:
At útrykkja seg, er ein
avgerandi partur av at vera
menniskjað. Í flestu førum
skilja vit ikki ímillum út
rykki og persónin handan
útrykki. Tí hevur tað per
sónliga útrykki altíð fingið
nógvan ans. Vit verða støð
ugt viga og dømd í okkara
dagliga sambandi við onnur
menniskju.
At geva hvør øðrum
gætur hevur bæði fyrimunir
og vansar. Tað er gott, at
hava áhuga fyri hvør øðrum,
men vit vita eisini, at tann
persónliga framferðin í sam
felagnum er undirløgd ávís
ar normar og hevur ofta
trongar avmarkingar. At
fara út um hetta markið,
sum í dagligari talu verður
nevnt “normalt”, inniheldur
per definitión ein møguleika
fyri burturvísing av felag
skapinum.
Eitt ringasta slag av burt
urvísing er sjúkliggering av
persónum, sum hava sinnis
trupulleikar og tí hava tørv
fyri professionellari hjálp
til, at koma víðari í lívinum.
Tað er hart, at blíva allýst
fyri tað vit ikki megna,
ístaðin fyri at blíva vird fyri
tað vit megna.
Luttakararnir í framsýn
ingini “Undirverk”, hava í
størri ella minni mun verið
í samband við psykiatrisku
skipanina. Tað er týdningar
mikið, her sum í øðrum
menniskjaligum viðurskift
um, at taka støði í møgu
leikum heldur enn í avmark
ingningum. Tað er eisini
galdandi við hesi framsýn
ing.
Verkini fáa egið lív,
soleiðis at vit lættari kunnu
taka støðu til útrykki, uttan
teir vanligu avmarkingarnar
vit hava lyndi at binda
hvønn annan við. Verkini
fortelja, at tað í øllum viður
skiftum eru nýggir vinklar,
nýggjar áskoðanir og høvi
til at ríka okkara heim,
hóast møguligar avmarking
ar.
Framsýningin
“Undir
verk” er samansett av Ole
Wich og Oggi Lamhauge
fyri Psykiatriska Depilin.
Hon sýnir eitt úrval av verk
um, sum sambært okkara
vitan varð til taks í oktobur
2007. Framsýningin er eitt
úrval, men her eru nógvir
aðrir møguleikar.
Framsýningin er opin frá
mikudagur 10. oktobur til
fríggjadagur 18. oktobur kl.
16 18.30.
Læknafakligur
depilsleiðari Tor
móður Stórá tosaði
um stigmatisering,
tá hann setti altjóða
psykiatrindagin í
Tórsgøtu mikudagin.
Her prenta vit
røðuna, sum hann
flutti fram.
Eitt av aðalmálunum við at
skipa fyri tílíkum tiltøkum
sum hesin altjóða psykia
tridagurin, er at psykiatriin
letur dyrnar upp móti sam
felagnum sum eina miðvísa
roynd at burturbeina stig
matiseringina, sum sálar
sjúk um allan heim verða
undirløgd.
Hetta hugtakið, stigmati
sering, sum á føroyskum
kanska kundi iti ”brenni
merkingin”, er í samfelags
vísindini eitt hugtak fyri
sosiala avvíkjan, ein avvík
jan í høvuðsheitum negativa
vegin. Tann sum víkir av,
verður niðurmettur og upp
fataður sum minni verdur.
Stigmatisering elvir lættlig
ani til útilokan frá felags
skapinum.
Tann, sum verður stigma
tiseraður, verður raktur á
sítt sjálvsvirði, sína sjálvs
fatan og sjálvskenslu og
upplivir oftani at verða
uttanfyri. Á hendan hátt
kemur stigmatiseringin í
sær sjálvum at fasthalda
fólk í eini atferð, sum víkir
frá. Stigmatisering kann
hava við sær, at fólk ikki to
ra at tosa um sína sjúku, av
ótta fyri unirmetanini hjá
hinum. Stigmatisering snýr
seg um hugburð og um virð
ir, bæði hjá tí einstaka og
hjá samfelagnum.
Aftanvert stigmatisering
ina liggja nógvar ímyndir
og leysasøgur. Kansa ein
ímynd um at sálarsjúkur
kunnu smitta. Ímyndir um
at sálarsjúkur eru tekin um
moralska ódygd ella persón
ligan veikleika. Ella kanska
ein ímynd um at fólk við
sálarligum sjúkum eru van
damikil og harðlig, fátøk og
minni ment. Alt ímyndir,
sum eru grundaðar á fávits
ku.
Stigmatisering kann hava
álvarsligar
avleiðingar.
Hetta kann forða fólki at
søkja sær hjálp, tí tey ikki
vilja vera við, at tað er nak
að sálarligt, sum er galið
við teimum. Ella tað kann
forða fólki í at fortelja um
sjúkuna til vinir, familju og
starvsfelagar
Løgið nokk, so er upprana
týdningurin av orðinum stig
matisering ein heilt annar.
Stigmata var navnið á
merkjunum kristusar likami
aftaná krossfestingina – á
hondum á fótum, av naglu
num og í andlitinum av
tornakrúnuni.
Søguliga
hava vit hoyrt um frásagnir
frá trúgvandi fólki, sum
óforkláriliga, kundu vísa
fram líknandi merkir, og
var hetta uppfatað, sum um
tey vóru serliga útvald av
Gudi.
Stigmatisering er ein av
teimu mest álvarsligur forð
ingunum fyri, at fólk við
sálarsjúkum kunnu endur
vinna teirra sosiala førleika.
Í fyrrárið samtyktu 52 evro
peisk lond eina yvirlýsing
og eina atgerðarætlan við
víkjandi sálarheilsu. Heitið
er „Mental Health: Facing
the challanges, building
solutions“.
Yvirlýsingin og atgerðar
ætlanin er framløgd av
Alheims Heilsustovninum
WHO. Millum tey punktir,
sum verða nenvd í yvirlýs
ingini er “burturbeinan av
stigmatisering og diskrimi
nering”. Hetta er eitt týðan
di stig í móti at ábyrgda og
venda eygu politikaranna
móti sálarligum sjúkum og
sosialu avleiðingunum av
hesum. Yvirlýsingin stremb
ar eisini eftir eini neyðugari
upplating fyri fólk við sálar
sjúkum í vanliga samfelags
lívið.
Alheims Psykiatarafelags
skapurin WPA framlegði í
1996 eina altjóða ætlan ,
har endamálið var at niður
berja stigmatisering og dis
kriminering av fólki ið høv
du
skizofreni.
Ætlanin
hevði heitið ”Open the
doors”, og vendi sær serliga
móti ávísum málbólkum,
sum sum fjølmiðlafólkum,
læknum, skúlanæmingum
og embætisfólki í almennu
umsitingunum.
Tiltakið í dag er eisini í
hesum anda, ”Open the
doors”, har psykiatriin hev
ur latið hurðarnar upp og er
farin út í býin – ein annan
dag skulu vit eisini lata
hurðar upp og bjóða samfe
lagnum inn á gólvið í psy
kiatriini.
Fjølmiðlarnir hava ein
serligan leiklut í stríðnum
móti stigmatisering. Fjøl
miðlarnir seta oftani skrán
na, tá tey t.d. leggja dentin
á tær vánaligu søgurnar so
leiðis at tær góðu søgurnar
mugu víkja, nakað sum í
stóran mun er til at styrkja
stigmatiseringina av sálar
sjúkum. Men miðlarnir stan
da ikki einsamallir. Bæði
tey sum professionelt eru
partar av psykiatriini, brúk
arar, avvarðandi og felags
skapir hava eina ábyrgd
fyri at tryggja eitt breitt
alment tjak, so vit saman
kunnu hjálpa upp á feilir,
ávirka hugburð og geva
miðlafólkunum tað neyðugu
vitanina.
Atgerðarætlanin
hjá
WHO nevnir nøkur økir,
sum arbeiðast skal við í
stríðnum móti stigmatiser
ing og diskriminering.
Tey mest umráðandi eru:
skapa
virksemi,
sum er beinleiðis rættað
móti stigmatiseringini
stríðast fyri at sjúk
lingarættindi og mannarætt
indi í lóggávu umfata fólk
við sálarsjúkum á sama
støði sum fólk við øðrum
sjúkum
Fremja møguleik
an fyri, at fólk við sálarsjúk
um kunnu venda aftur til
teirra arbeiði ella at fáa eitt
arbeiði
Tryggja einfaldan
veg til psykiatriska hjálp av
einum hvørjum slagi
Stuðla og stimbra
fólki at arbeiða við sálarlig
um heilsuátøkum, t.d. sjálv
bodnum felagsskapum
Tað er sjálvandi gott at
WHO tekur slík stig, tað er
gott at evropeiskar stórnir
taka undir við hesum, men
hagani kann vera langt til at
fáa gjørt nakað munagott
við at burturbeina stigmati
sering og diskriminering.
Grundleggjandi virðir í
arbeiðinum á sálarsjúku øki
num eru respekt, fakligheit
og ábyrgd. Stigmatisering
er í andsøgn til øll hesi virð
ir. Tað er respektleyst, ósak
ligt og ábyrgdarleyst at stig
matisera onnur.
Øll stig á leiðini gera
mun, og grundleggjandi
hugsanin við degnum í dag
er at taka eitt slíkt stig. Lata
dyr upp, blanda okkum,
vísa fram, hyggja, lurta,
tjakast steðga á – og taka
fleiri stig á leiðini, hvør sær
og saman, sum dagurin í
dag, tiltakið her, er tekin
um.
Við vón um at vit øll fáa
ein góðan seinrapart og gott
kvøld her í gøtuni ávegis
onkrastaðni.
Um stigmatisering
»Undurverk« í
Posthúskjallarinum
Lillian Juul Heinesen 2000
W W W . W I C H G R A F I K . D K
Framsýningin er opin
10.-18. oktobur kl.16 -18.30
Tórmóður Stórá,
læknafakligur depilsleiðari,
talaði um stigmatisering
Ingi S. Jacobsen,
listamaður, sýnir fram
í Posthúskjallaranum