Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 197 - 11. oktober 2007 Ikki almennan banka Grønlendska arbeiðsgevarafelagið heldur lítið um hugskotið hjá tingmanningini hjá Siumut um at stovna ein banka, sum einans grønlendingar skulu eiga. Stjórin í arbeiðsgevarafelagnum, Ole Rud, sigur við KNR, at hugskotið hjá Siumut er beinleiðis vandamikið, tí eitt mál við tí er at forða fyri, at pengar fara úr Grønlandi. Harafturat vísir stjórin í GA á, at tað fer at kosta landskassanum eitt stórt milliónatal at stovna ein banka. Fyrsta sildin landað Um mánaðarskiftið september-oktober plagar heystvertíðin hjá íslendsku sildaskipunum at byrja, og soleiðis er eisini í ár. Fyrradagin kom tann fyrsta sildin upp á land, tá trý skip landaðu á Fáskrúðsfirði og í Höfn. Tey høvdu millum 100 og 150 tons í part. Sildin verður skorin til flak og fryst, men á Fáskrúðsfirði varð ein partur saltað í tunnur, skrivar Vísir. Íslendingar rópa hesa sildina Suðurlandssildina, og skipini leita nú á Suðurlandinum. Politikararnir á Trappu­ting­inu­m u­m psykiatri í Mið­lahús­ inu­m í g­járkvøldið­ – og­ fyri ein part áhoyrararnir – vóru­ samdir u­m, at nóg­v er hent á psykiatriska økinu­m seinastu­ árini . Men øll vóru­ samd u­m, at enn er lang­t eft­ ir á mál PSYKIATRI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var Trapputing í orðsins sanna týdningi í Miðlahúsi- num í gjárkvøldið, tá fleiri felagsskapir innan økið skipaðu fyri orðaskifti um viðurskiftini hjá teimum sál- arliga veiku í Føroyum. Tí fólk máttu bókstaviliga sita í trappuni, vildu tey hoykja bakendan niðurat. Eftir at Tormóður Stórá hevði bjóðað vælkomin, fekk Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður orðið. Og hann vísti á eina røð av betr- ingum, sum farnar eru fram innan psykiatriska økið seinastu árini. - Í sambandi við altjóða psykiatriska dagin er vert at vísa á eina gleðiliga, positi- va gongd, sum seinastu árini hevur verið á psykiatri- ska økinum í Føroyum, segði Hans Pauli Strøm. Síðani greiddi hann frá, at heildarpsykiatriin er rað- fest, og at ítøkiligar ætlanir eru stungnar út í kortið í álitinum um heildarpsykiatri frá 2002. Hetta álit leggur upp til at menna allar trígg- jar høvuðstættirnar innan psykiatriina samstundis, tað vil siga sjúkrahúspsy- kiatriina, økispsykiatriina og sosialpsykiatriina. Og av hesum er seinast nevnda hin mest átrokandi. - Í Føroyum hava vit tru- pulleikar á psykiatriska øki- num, millum annað tí vit nústaðni eru farin í holt við neyðuga økis- og sosialpsy- kiatri. Hetta elvdi serliga til stórar trupulleikar fyri sjúk- rahúspsykiatriina, tí eitt nú orsakað av manglandi bústaðartilboðum til sálar- sjúk var avleiðingin tann, at nógv sálarsjúk – eini 40 fólk – vórðu noydd at liggja á sjúkrahúsinum, hóast tey vóru liðugt viðgjørd og kun- du útskrivast, segði Hans Pauli Strøm. Nýggj sambýli Síðani nevndi landsstýris- maðurin eina røð av økjum, har betrað var munandi um viðurskiftini. Skjótt kunnu nevnast tvey nýggj sambýli í Sandavági, Deildin fyri Sinnisveik varð sett á stovn, og at játtanin til hendan stovnin verður økt frá 7,4 milliónum í ár upp í 20,3 milliónir krónur næsta ár. Síðani er stungið út í kort- ið, at økispsykiatriin skal hava um hendi alla eftirvið- gerð av áður innløgdum sjúklingum, og skal veita eitt ambulant fyribyrgjandi viðgerðartilboð til sjúkling- ar, sum verða ávístir av kommunulækna. Men umframt sambýlini í Sandavági verður farið und- ir tvær nýggjar byggiverk- ætlanir seinni í ár. Ein bygginevnd er liðug við fyrireikingarnar at byggja nýtt sambýli til sinnisveik í Havn. - Umframt umstøður fyri virknistilboðum, skulu verða sekstan búpláss. Bygt verður í tveimum stigum soleiðis, at farið verður und- ir fyrsta byggistigið seinni í hesum árinum. Hendan verklagslóg er á veg í tingið, segði Hans Pauli Strøm. Eisini skal økisdepil fyri sinnisveik byggjast í Vági. Og eisini her er komið so langt ávegis, at farast kann undir byggingina seinast í hesum árinum. - Ætlanin er at samskipa økispsykiatrisk tænastutil- boð við sosialpsykiatrisk virknistilboð og bústaðir, átta til búpláss og tvey til umlætting. Verklagslógin Ikki komið á mál enn Stúgvandi fult av fólki miðlahúsinum til Trapputing um psykiatri. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, legði fyri við at greiða frá um ábøturnar, sum eru gjørdar innan økið seinastu árini Mynd: Leo Poulsen