Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 197 - 11. oktober 2007 fer fyri tingið seinni í hes­ um mánaðinum, segði lands­ stýrismaðurin. Báðar verkætlanirnar eru við í fíggjarlógini fyri í ár og í uppskotinum fyri kom­ andi ár. Nýggj psykiatrilóg Psykiatriska økið er ógvuli­ ga breitt, og landsstýrismað­ urin nevndi, at barna­ og ungdómspsykiatrisk konsu­ lenttænasta er sett á stovn fyrst í hesum samgongu­ skeiðinum. Hetta er ein skipan, sum síðani er víðk­ að og ment, bæði í ár og ætlandi komandi ár. Somuleiðis er arbeitt við at betra um tilboðini í hin­ um endanum av skalanum, so at siga, nevniliga ellis­ psykiatri, sum nú verður skipað. Ein onnur spennandi menning innan økið er, at reglulig tiltøk støðugt verða sett í verk fyri at menna við­ gerðir og førleikar hjá starvsfólkunum. Her nevndi landsstýismaðurin ítøki­ liga: ­ Síðsta vetur vóru fyrstu prógvini handað í samband við verkætlanina á Psykiat­ riska Deplinum um at útbúg­ va fyrrverandi sjúklingar sum serstøk starvsfólk við brúkararoyndum. Eisini eru ítøkiligar ætlan­ ir um nútímansgerð av Psykiatriska Deplinum. Eitt annað, sum lands­ stýrismaðurin legði stóran dent á, er, at verandi psykia­ trilóg er gomul, heilt frá 1938. Men nú er so ein nýggj á veg. Hetta er ein lóg, sum í mestan mun mið­ ar ímóti at nútímansgera øll viðurskifti í sambandi við psykiatriina. ­ Lógin er ávegis og verður løgd fyri tingið síðst í oktober, segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður. Lívligt orðaskifti Til orðaskiftið vóru eisini boðin umboð fyri politisku flokkarnar, og møtt vóru Lisbeth L. Petersen fyri Sambandsflokkin, Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin, Finnur Helmsdal fyri Tjóð­ veldi, Andreas Petersen fyri Javnaðarflokkin, Bill Justin­ ussen fyri Miðflokkin og Anna Louisa Joensen fyri Sjálvstýrisflokkin. Hesi seks høvdu eitt stutt innlegg í part, og síðani varð høvið hjá fundarfólk­ inum at seta fram spurningar og viðmerkingar. Og talan gjørdist um eitt drúgt og lív­ ligt orðaskifti, tí nógv høv­ du okkurt upp á hjarta. Fólk høvdu nógv at spyrja um og nógv at finnast at. Nógv snúði seg um bústað­ arviðurskifti og arbeiðstil­ boð, og eyðvitað høvdu samgonga og andstøða hvør sína loysn upp á tað sum í so mongum øðrum førum. Yvirhøvur var tað soleiðis, at fundarfólkið, sum spurdi og gjørdi viðmerkingar, fekk rungandi klapp, meðan politikararnir vórðu møttir við eini nærmast háðandi kvirru. Men har vóru eisini posi­ tivar afturmeldingar frá fundarfólkinum, treyðugt so. Politikararnir hildu, at tað hóast alt var hent nógv á økinum seinastu árini, fundarfólkið var minni sann­ ført um, at so var. Øll tókt­ ust tó samd um, at enn var langur vegur á mál. Í Noregi við sild Gøtuskipini Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði hava verið Noregi og landað sild. Finnur Fríði kom til Liavåg tíðliga í morgun, har teir skuldu landa góð 500 tons, og Tróndur í Gøtu var í Liavåg í gjár og landaði um 530 tons. Sildin er góð, og meðalvektin var beint niðan fyri 400 gram. Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava partrolað hendan túrin, og teir fingu sildina í altjóða sjógvi norðuri á 69 stigum, skrivar reiðaríið á heimasíðuni. Íslendingar á Jan Mayen Umboð fyri íslendsku sjóverjuna hava verið á Jan Mayen og kunnað seg um umstøðurnar har. Millum annað fingu gestirnir eina frágreiðing um veðurstøðina, loranstøðina og annan útbúnað, sum er har. Teinurin millum Ísland og Jan Mayen er um 320 fjórðingar, og málið við ferðini var at kanna, um íslendsk leitingarflogfør kunnu brúka Jan Mayen til millemlendingar eftir brennievni í sambandi við leiting og bjarging norðanfyri. Egi Dam og Katarina Nolsøe førdu fram brot úr leikinum »Eitur nakað land weekend« hjá Jóanes Nielsen Mynd: Leo Poulsen Talan var um Trapputing í orðsins sanna týdningi. So nógv fólk var samankomið, at fleiri máttu reint bokstaviliga seta seg í trappuna, vildu tey hoykja bakendan niðurat Mynd: Jan Müller