Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 197 - 11. oktober 2007 Sosialurin Avtakið deyðarevsing nú! SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Í gjár tann 10. oktober var altjóða dagur móti deyðarevsing. Amnesty International heitti í hesum sambandi á heimsins tjóðir, um at atkvøða fyri einum uppskoti um eitt altjóða steðgibann í sambandi við deyðarevsing. Uppskotið verður lagt fram á aðalfundinum hjá ST. Hetta er sera týðandi, og ES stuðlar hesum máli av fullum huga. A.I. vísir á, at tað, Harrin havi lov, er eitt rák mótvegis avtøku av deyðarevsing. Hetta er sera jaligt og upplyftandi hjá teimum mongu, sum stríðast móti hesi barbarisku revsing, og talið av avrættingum er fallið við 25 prosentum í 2006 í mun til árið fyri. Bert 25 lond framdu avrættingar í 2006, og bert seks lond stóðu fyri 91 prosentum av øllum avrættingunum. Hesi lond vóru: Iran, sum avrættaði í minsta lagi 177 fólk, harímillum fýra ungdómar; Irak, sum avrættaði í minsta lagi 65 fólk, harímillum ein ungdóm; Sudan í minsta lagi 65 fólk; Pakistan í minsta lagi 82 fólk; USA 53 fólk og Kina, sum avrættaði í minsta lagi 1010 fólk, men hetta tal er í veruleikanum nógv hægri. USA er einasta landið á amerikanska meginlandinum, ið hevur avrættað sínar borgarar síðani 2003. Hetta er stór vanærilig skomm fyri landið, ið vil metast at standa á odda fyri demokratiska heiminum. Demokrati er heilt einfalt ósameinligt við deyðarevsing við tað, at demokratiið er sjálv ímyndin av humaniterari lívsáskoðan. Vit mugu vóna og biðja til, at heimsins stjórnir fara at stuðla uppskotinum, sum verður lagd fram á ST-fundinum og harvið taka eitt avgerandi stig móti einum heimi uttan deyðarevsing, sigur Amnesty og vil bera hesi orð til okkara. Deyðarevsing er ein inhuman og ræðulig revsing. Hesin revsiháttur hoyrir ikki heima í siviliseraðum og upplýstum heimi. Hartil kemur, at tað ferð eftir ferð henda mistøk, soleiðis, at ósek fólk verða tikin av døgum. Hetta kann sum verða man ikki endurbøtast og ger hetta revsingina enn meira inhumana og ræðuliga. ES og serstakliga Italia, hevur leingi gingið fremst í stríðinum móti hesi ræðuligu revsing, men er samstundis forðað í at fara aktivt fram av tí, at tað sera konservativa Póland hevur eina ullinta støðu til avtøkuna av deyðarevsing. Vónandi broytist hetta við komandi vali í Pólandi, sum verður fyrsta dagin. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Búskaparligi kolossurin niðri í Alpunum, Sveis, fær nú aftur skyldina fyri, at tað ongan veg gongur í uttanríkispolitisku viður­ skiftum føroyinga. Hetta er sjálvandi bara en søga, ið fjalir veruligu viðurskiftini. Tað er tíverri ein pínligur veruleiki, at eingi frambrot enn eru nádd í samráðing­ um okkara um limaskap í EFTA, og eingin sum helst ivi er um, at ófrælsa støða Føroya er ein forðing fyri, at at vit røkka handilsligum sambondum úteftir. Tað er komið fram og upplýst í uttanlandsnevn­ dini, at samráðingarnar standa í stað. Størsti trupulleikin er, at ongin tykist rættiliga kunn­ aður um tað grundarlag og teir vegir, ið landsstýrið roynir at samráðast eftir. Fyrimunirnir við einum veruligum EFTA­lima­ skapi, sum Tjóðveldi skjýtur upp, eru: at vit tá eru í einum væl grundaðum altjóða felagsskapi saman við bæði Íslandi og Noregi (eitt norðuratlantiskt samstarv), at vit umvegis EFTA­ limaskap fáa skipaði viðurskifti við ES gjøgnum EBS­avtaluna. Hetta gevur okkum allar fyrimunir við at verða partur av innara marknaðinum hjá ES uttan at gerast limur, at vit samstundis kunnu taka lut í handilssáttmál­ um, sum EFTA ger við triðja lond – eitt nú í Asia og Suðuramerika. Men landsstýrið arbeiðir als ikki við einum verulig­ um EFTA­limaskapi. Samráðingarheimild løgmans er vegna Konge­ riget Danmark for såvidt angår Færøerne – og tað er tískil danska ríkið, ið skal fáa okkurt slag av limskapi í EFTA. Hetta útihýsir beinan­ vegin, at Føroyar umvegis EFTA kunnu fáa skipað samstarv við ES – tí har er Danmark frammanundan limur, og Danmark kann ikki gera ein altjóðarættar­ ligan sáttmála við seg sjálvt. EBS­samstarvið, sum er størsti vinningur við EFTA­limaskapi, er harvið als ikki á dagsskránni. Skuldi ætlanin hjá lands­ stýrinum eydnast, verður bert talan um ein avmark­ aðan og – fyri onnur lond – óskiljandi limaskap, har Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne er avmarkaður limur í EFTA og bert tekur lut í virksemi­ num hjá EFTA, sum snýr seg um sáttmálar við triðjalond. Hendan óskiljandi og ógreiða støðan er eisini ein av orsøkunum til, at Sveis er sera ivasamt um ætlanir landsstýrisins og rætt og slætt ikki skilja, hví stór orka skal brúkast í EFTA til nakað so avmarkað og ógreitt, sum á ongan hátt kann styrkja EFTA sum felagsskap, men heldur gera hann minni virkisføran. Uppskot Tjóðveldisins, sum liggur á tingborði, snýr seg um ein veruligan og fullan EFTA­limaskap, har vit taka øll tey stig, ið kunnu beina forðingarnar fyri limaskapi burtur. Vit skilja ikki ætlanir og royndir landsstýrisins, sum ikki snúgva seg um ein veruligan EFTA­limaskap, men um okkurt avmarkað og fløkt tilknýti til EFTA gjøgnum Danmark. Vit halda tí fast við, at yvirtøkurnar av teimum har nevndu málsøkjunum – kosta minni enn 20 mió.kr. ­ kunnu gerast tað frambrot­ ið, ið neyðugt er fyri at fáa gongd á samráðingarnar og røkka málinum um lima­ skap í EFTA og EBS. Kolossurin í Alpunum og drumburin í Norðurhøvum HERgEIR NIELSEN Las grein av A. Guttorm Djurhuus, “Hví Bíblian ikki er barnalesnaður. ”Eg kenni ikki Gottorm, men allarhelst er hann væl lisin maður. Tí kundi eg hugsa mær at spurt hann nakrar spurningar: 1. Er føroya søga barnalesnaður? 2. Eru íslendsku sagarnar barnlesnaður? 3. Er verðinssøgan barnalesnaður? 4. Kunnu børn hoyra týðindi í útvarpi? 5. Kunnu børn síggja týðindini í sjónvarpi? 6. Er Anders Dunna barnalesnaður? Hetta hevði verið áhuga­ vert at fingið at vita. Vón­ andi fyllir hetta líka nógv í bløðunum sum øll endur­ gevingin av Bíblini gjørdi. Hetta kundi kanska eisini verið eitt gott hugskot til eina byrjan uppá eina Pedagogy Encyclopedia by A.Guttorm Djurhuus. Hvat er barnalesnaður? PætUR M. HANSEN Eg vil fegin takka so hjarta­ liga fyri eitt ógloynandi vikuskiftið í sambandi við at Vágs komuna fylti 100 ár. Ein stór tøkk til Kirstin Støm Bech borgarstjóra og øll hini í býráðnum, og ikki at gloyma øll tey mon­ gu sum ikki sóust og gjør­ du eitt so stórt avrik fyri at alt skuldi ganga upp í eina hægri eind,tykkara partur liggur ikki eftir.. Er tað nakað í Vábingar duga, so er tað at skipa fyri tílíkum tiltøkim. Tað var so stórsligið, øll tiltøkini og so ymisk, at øll sum vitjaðu fingu eina stóra uppliviging heim aftur við sær. Enn einaferð tøkk vábingar. Ein hjartans tøkk til vábingar og Vágs býráð Argir BjøRgHILd djURHUUS