Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 11. oktober 2007 13 viðmerkingar Nýggjastu tølini frá lands­ bankanum vísa, at 2007 er árið, tá landskassin hevur líka nógv á bók, sum skuldin er. Seinastu 10 árini hava vit havt stóran búskaparvøkst­ ur. Hóast útreiðslur lands­ kassans eru vaksnar í meira lagi, kann staðfest­ ast, at ábyrgdarfullur politikkur er førdur við ymsum samgongum. Allir flokkar hava verið við hesi árini, men bert Fólka­ flokkurin allatíðina. Í 1997 var skuldin hjá landskassanum 6,8 milli­ ardir kr. meðan bert 1,3 mia kr. stóðu sum reiður peningur. Tvs. netto var skuldin tí 5,4 mia.kr. Sonevndur útbúnaður er ikki roknaður við. Útbún­ aður er m.a. partabrøv, sum tað almenna átti í feløgum. Henda áogn var uppgjørd til 1,5 mia, og tí var nettoskuldin, íroknað útbúnað, kr. 3,9 mia. kr. Meiri vælferð Hesi 10 árini er vælferðin hjá føroyingum betrað mun­ andi, samstundis sum skattalættar hava tryggjað ein rímuliga høgan búskap­ arvøkstur. Vit kunnu í dag staðfesta, at vit eru skuldarfrí. Í landsbankanum standa nú 2,1 mia. Annar pening­ ur hjá landskassanum í umferð er 1 mia. kr. Íalt 3,1 mia. kr á bók. Haraftur­ at er útbúnaður 1,6 mia. kr. Røsk at gjalda aftur Eisini hava vit verið røsk at goldið skuld aftur. Í brævalánum er skuldin 2,1 mia. kr, og onnur skuld er 0,6 mia. kr. Umframt er eitt serligt lán til danska statin upp á 0,5 mia. kr, ið bert skal gjaldast aftur, um vit finna olju áðrenn 2018. Hetta merkir, at um vit onga olju finna, er henda skuld strikað. Um vit hinvegin finna olju, er henda skuld ikki at rokna sum skuld, tí tá fylgja væl meir av inntøkum við. Hetta merkir, at vit í dag eiga 400 mió. kr. meir á bók, enn vit skylda. Rokna vit skuldina til danska stat­ in og ogn í partabrøvum o. l. við, eiga vit 1,5 mia. kr. meira, enn vit skylda. Vit kunnu tí fegnast og staðfesta, at í 2007 er nettoskuldin hjá lands­ kassanum burtur. Landskassin skuldarfríur formaður Fólkafloksins Jørgen niclasen Á forsíðuni á “Dimmu” 10. í hs. er áhugaverd grein at síggja. Sum ikki einaferð nú seinastu tíðina, er her talan um sjúkrahúsverkið. Greinin ber tíðindi um tilgongdina av stórfundi­ num, sum hildin var dagin fyri, har m.a. ráharrin við heilsumálum eisini var til staðar. Yvirskriftin á greinini er ikki sørt sigandi: “Sjúklingurin skal í fokus”. Ja, hvussu skal hetta nú skjiljast? Hevur sjúklingurin ikki áður verið í fokus, tá talan er um eitt sjúkrahús? Er tað nú loksins gingið upp fyri teimum, hetta at sjúklingurin eigur at vera í fokus á einum sjúkrahúsi? Tað er ikki meir enn rætt og rímiligt, at sjúktahúsið yvirhøvur er til, fyri at sjúklingurin fær tær sømdir sum hann, tú og eg, hava fyri neyðini, at viðgerð og heilsubót í allarmesta mun kann fáast? Stutt og greitt: Sjúklingurin skal altíð, til eina og hvørja tíð, verða í fokus. Føroyska heilsuverkið hevur sanniliga seinastu tíðina fingið skotið í skóg­ varnar og hoyrt fyri líka­ sælu sína. Ein hevur ikki kunna opnað vikubløðini, uttan at hava sæð negativar ábendingar og ákoyringar frá almennari síðu. Umtalaðu misálit hava oftast, fyri ikki at siga hvørja ferð, verið svaraðar sum ein slutur fyri ein slatur. Tíðinda­ greinin hin 10.hs. ber eisini boð á sama hátt. Ráharrin pástendur at Landssjúkrahúsið er gott. Tað kann so gott verða at so er. Eitt Landssjúkrahús fyri nógvar hundraðtals milliónir skuldi sanniliga verið gott. Men fyri at rættleiða ráðharran, skal pástandast, at tað er ikki Landssjúkrahúsið, sum galið er við, men heldur viðgerðin sum heild, sum har verður givin. Hann sigur víðari, at hann ikki er samdur við støðið í greinarøðini, sum seinastu tíðina hevur verið í føroyskum fjølmiðlum, ti tær geva eina ræðumynd. Men hetta er nú einaferð so. Og sannleiksorð sjálvt um tey geva eina ræðu­ mynd ella ikki, kunnu ikki goymast burtur í hesum føri. Eitt er so heilt víst, at tær sorgarsøgur vit hava lisið og hoyrt um, eru minni parturin av “kiskunum” ið framm eru farnar innan Føroyska Heilsuverkið. Skal viðganga, at eg eri vitandi um fleiri aðrar, sum av góðari grund, ikki eru festar á blað. Eg ivist onga løtu í, at allarflestu starvsfólkini á sjúktahúsunum rundt landið, gera sítt allarbesta í núverðandi óunniligu støðu teirra. Og tøkk skulu tey hava fyri tað. At ráharrin fyrsta dagin skal uttanlanda, oppá landsins besta, fyri at kunna seg um stýring á heilsuverki í øðrum londum, er eftir mínum tykki tiltrongt í stóran mun. Manglandi kunnleiki hansara á hesum øki, er onki at ivast í. Tí tað hevur mangan undra meg, og ikki bert meg, at tað ongantíð er gingið upp fyri honum, at kannska feilurin liggur á øðrum stað. Kannska í leiðsluni. Fokus her og “hokus pokus” har HJalmar n. Poulsen Tíðindaskriv Fríggjadagin 12. oktober 2007 kemur fotoyrkingar­ savnið “meditations on salt” út, og verður tað lagt fram á almennari móttøku í Royndarhúsinum í Nólsoy fríggjakvøldið kl. 20.00. Yrkjarin er Randi á Ryggi, og í savninum eru yrkingar á trimum málum. Foto­ myndirnar, ið styðja yrk­ ingarnar, hevur yrkjarin sjálvur tikið, og eru øll myndevnini úr Nólsoy. Yrkingarsavnið er nýskapandi, við tað at yrkjarin nýtir tveir tættir at fáa sín boðskap fram. Annar er at blanda mál, yrkingarhættir og svartar/ hvítar fotomyndir. Hin er, at yrkjarin ítøkiligger melankoliina og metafor­ ikkin í savninum í uppset­ ingini av sjálvari bókini. Á henda hátt skapar “medita­ tions on salt” nýggjar ímyndarligar leiðir í føroyskum bókmentum. Randi á Ryggi er fødd Randi Ward í West Virg­ inia, USA í 1982. Eftir at hava lisið í Noregi og Danmark kom Randi til Føroya í 2004 at granska føroyska mentan. “meditations on salt” er sostatt skrivað og sett saman í árunum 2004­ 2007. Randi tók sær navnið ”á Ryggi” eftir staðnum, har hon búði í Nólsoy. Yrkingarnar í “medita­ tions on salt” eru skipaðar í tríggjar kapitlar og eru settar lið um lið við foto­ myndir, sum tilsamans skapa ein økjandi spenn­ ing, ið kemur í hæddina og verður útloystur í syklu­ sinum í høvuðsyrkingini – í einum samanspæli av ljósi, gráa, salti, luft og mannahondum. Savnið hevur heiti eftir høvuð­ syrkingini, “meditations on salt”, og er ein staðbundin innhugsanarroynd at perspektivera, lýsa og dýpa eksistensiellar spurningar ígjøgnum frásagnir/ yrkingar og landslagið og byggilistina í Nólsoy. "meditations on salt” er eisini ein sjónarmiðrík og fjølbroytt roynd at gera føroyskar bókmentir og mentan meiri atkomilig hjá útlendskum lesarum. Útgávan er stuðlað av Mentanargrunni Landsins og amerikanska internet­ veitaranum www.cisnet. com. Uppseting og repro hevur Ole Wich stílað í samstarvi við Randi á Ryggi. Sjónband hevur prentað. Yrkingasavnið fæst til sølu í bókabúð­ unum frá mánadegnum 15. okt. fyri kr. 220,­. 10% av inntøkunum frá hvørjari seldari bók verða latnar Nólsoyar skúla. Øll eru hjartaliga vælkomin til Nólsoyar fríggjakvøldið 12. okt. 2007, tá ið bókin verður løgd fram. Ritan fer av Havnini kl. 19.00 og siglir inn aftur til Havnar kl. 22.25. Yrkjarin fer at hava framløgu um savnið, og til ber at seta spurningar. Eisini verður møguleiki hjá áhugaðum at ogna sær verkið og at fáa tað signerað, um onkur ynskir tað. Høvi verður eisini at fáa ein drekkamunn í hugnaligum umhvørvi. Rithøvundur: Randi á Ryggi Fotoyrkingarsavn: meditations on salt (www. randiward.com) 84 blaðsíður: yrkingar á føroyskum, enskum og norskum Prísur: kr. 220,­ Egið forlag Uppseting og repro: Ole Wich (www.wichgrafik. dk) Prent: Sjónband Press fotos: www. wichgrafik.dk/randiward Nýtt forkunnugt yrkingasavn á ymsum tungumálum Tað tykist, sum er fjáltur komin á landsstýrismannin, ið varðar av Demokratia. Tað er líkt til, at hann, heldur enn at taka undir við uppskotinum um at leingja tíðina hjá Demo­ kratia og berjast sum úlvur á skóg fyri framhaldi av hesum arbeiði, beinleiðis ynskir at steðga nevndini. Vit eru nøkur, ið spyrja hví, nøkur sum halda, at enn er lítið vunnið og uttan iva ófantaliga langt eftir á mál, hóast stórur áhugi í løtuni tykist vera fyri hesi søk. Vit hoyra, at Demo­ kratia hevur fleiri hugskot og ítøkiligar ætlanir, sum tey tó tíverri ongan møgu­ leika hava at fremja í verki í hesum umfarinum. Vit kundu eisini mint á, at endamálið við einum slíkum arbeiði er ikki rokkið, fyrr enn vit hava javnt býti millum menn og kvinnur á tingi/í politikki, so einfalt er tað, og tí kennist tað næstan sum verða hesi fólkini hildin fyri spott, tá ið sagt verður, at nú er nokk gjørt. Fólk hava brúkt eina rúgvu av orku og brenna fyri málinum. Tí kann ein ivast í, um landsstýrismaðurin veruliga man ynskja javn­ støðu í politikki. Virkar Demokratia ov mikið væl? inga ellingsgaard