hósdagur 11. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 197 - 11. oktober 2007
- Vit høvdu ikki havt
brúkt so nógvan
pening upp á hesa
verkætlan, um vit
ikki meintu nakað
við tað. Gongd er í
málinum, og vit vilja
bara vissa okkum,
at alt konseptið er
tað skilabesta og
burðardyggasta –
bæði nú og frameftir,
áðrenn farið verður
í gongd við sjálva
byggingina, sigur Óli
Marner Christiansen
Handilsmiðstøð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað hevur ljóðað, at stigtak
ararnir aftanfyri ætlaðu hand
ilsmiðstøðina í Klaksvík,
vóru ivasamir um ætlanina,
sum eftirhondini hevur nøkur
ár á baki. Men eftir at Sosi
alurin í morgun hevur prátað
við primusmotorin aftanfyri
verkætlanina, Óla Marner
Christiansen og borgarstjóran
í
Klaksvíkar
kommunu,
Steinbjørn Jacobsen, er einki,
sum bendir á, at glóðin er
kølnað.
Kanska skjótt
Nei, ætlanin er avgjørt
ikki slept. Vit eru ikki til
reiðar at fara í gongd beint í
løtuni, og vit hava heldur
ikki lagt endaligu tíðarætl
anina. Hugsandi er, at vit
fara í gongd heilt skjótt –
men tað kann eisini taka
nakrar
mánaðir,
áðrenn
byggingin byrjar.
Óli Marner sigur, at stig
takararnir arbeiða framhald
andi við at laga stóru verk
ætlanina til tann tørv og
marknað, sum er og væntast
at verða í økinum fleiri ár
fram í tíðina.
Verkætlanin er nógv
broytt og tillaga til tað betra,
og vit fara í gongd, tá vit
veruliga kenna, at hetta er
tað, vit eiga at leggja okkum
eftir – og ikki minst, at hetta
er tað, sum er og verður
skilagott og burðardygt.
Konseptið betur
Hann vísir á, at tað er eitt
krav fyri Klaksvíkarbý, at
ein
slík
handilsmiðstøð
verður bygd, og býráðið
brennir fyri, at ætlanin
verður framd í verki.
Tað er keðiligt, at verk
ætlanin hevur drigið út,
men vit kunnu ugga okkum
við, at hon bara er vorðin
betur – og at vit eftir okkara
tykki eru nærri rætta kon
septinum nú enn áður.
Óli Marner, sum hevur
verið og er drívmegin aftan
fyri ætlaðu handilsmiðstøð
ina í Klaksvík, sigur, at
hann hevur havt nøkur fólk
aftrat sær.
Vit høvdu ikki havt
brúkt so nógvan pening upp
á hetta, um vit ikki meintu
nakað við tað.
Hann dylur ikki, at sam
anlagt er talan um miljónir,
sum eru brúktar, og tað
brúkar eingin til stuttleikar.
Stórur áhugi
Spurdur um Norðoya Spari
kassi er við í verkætlanini,
sigur Óli Marner, at fígging
in eftir øllum at døma ikki
er nakar trupulleiki.
Noroya Sparikassi hevur
framvegis áhuga fyri verk
ætlanini og vil hjálpa til,
men tað eru fleiri, sum hava
áhuga fyri at verða við. Tað
er ikki har, tað haltar, leggur
hann aftrat. Tað, sum vit
vilja kenna á okkum, áðrenn
verktætlanin endaliga verð
ur sett á kjøl, er, at hon er
líka góð um 20 ár, sum hon
er um 5 ár, sigur hann.
Óli Marner sigur, at í ætl
aðu
handilsmiðstøðini
verða umframt stórur mat
vøruhandil
einir
1820
ymskir aðrir handlar við
fjølbroyttum útboði.
Uppgávan hjá okkum er
at skrúva tað rætta konseptið
saman, sum vit vita er burð
ardygt, bæði nú og í fram
tíðini.
Marknaðurin
er
avmarkaður,
og
tí
er
neyðugt neyvt at leggja seg
eftir rætta útboðnum, sigur
hann.
Serkøn hjálp
Stigtakarin vísir á, at teir,
sum standa aftanfyri verk
ætlanina, hava havt serkøna
hjálp úr Danmark at skipa
so fyri, at handilsmiðstøðin
kemur at líkjast eini veru
ligari handilsmiðstøð, tá
hon er liðug.
Vit hava havt donsku fyri
tøkuna ICP (Indrætning og
Centerplanlægning) til hjálp
ar, og hetta er sama fyritøka,
sum eitt nú SMS hevur brúkt
í sínum arbeiði at menna
Sølumiðstøðina í høvuðs
staðnum. ICP hevur eisini
verið okkum til hjálpar at
meta um, hvørjar handlar, vit
eiga at hava inni í hand
ilsmiðdeplinum, sigur hann.
Óli Marner vísir á, at tað
er stórur áhugi fyri at sleppa
inn í miðstøðina í Klaksvík,
og hann vónar, at tað fer at
eydnast teimum at smíða
eitt konsept saman, sum
verður til gagns fyri handils
virksemi,
fólkið,
sum
kemur at hava sína gongd í
deplinum og ikki minst við
skiftafólkini.
Hann væntar eisini, at
ætlaða miðstøðin kemur at
hava stóran týdning fyri
Klaksvíkina og Norðoyggjar
í síni heild.
Sum eg nevndi í áðni,
so er tað eitt krav, at ein
býur sum Klaksvíkin hevur
eina handilsmiðstøð, leggur
hann aftrat.
Tvær miðstøðir
Vit skulu bara nøkur heilt
fá ár aftur í tíðina, tá talan
var um at byggja tvær hand
ilsmiðstøðir í Klaksvík.
Eivind Jacobsen á Strond
um, sum tá átti timburhandil
in, hevði nevniliga í hyggju
at byggja timburhandilin og
økið har um vegir um til
eina minni handilsmiðstøð.
Hann helt, at tað fórv at
verða lættari at yvirskoða
eina minni verkætlan, eins
og tað eftir hansara tykki fór
at
verða
bíligari
hjá
handlunum at leiga seg inn,
tá verkætlanin ikki gjørdist
so kostnaðarmikil.
Síðan hevur Eivind selt
seg burtur úr økinum aftur,
og aðrir reka nú virksemið,
sum hann hevði.
Vit spurdu tí Óla Marner,
um hugskotið og tankarnir
hjá Eivindi hava havt nakra
ávirkan á gongdina í hand
ilsmiðdeplinum, sum hann
hevur gingið á odda fyri.
Nei, ætlaninar hjá Eiv
indi hava onga ávirkan havt
á okkara verkætlan, sigur
hann.
Púra opið
Stigtakarin sigur, at tað
framvegis
stendur
púra
opið, hvør sleppur inn í mið
støðina, tá hon verður bygt.
Áhugin er stórur, og enn
eru allir møguleikar opnir,
sigur hann.
Vit spurdu eisini Óla
Marner, um tað er hugsandi,
at Niels Mortensen gerst
ein partur av konseptinum?
Vit í Klaksvík skulu
ikki vænta, at tað gevur okk
um nakað at halda aðrar
uttanfyri. Vit hava longu
FK, sum hevur ætlanir um
serstaka bygging og Bónus,
sum verður rikin úr høvuðs
staðnum.
Stigtakarin sigur, at ”dia
logur” er millum fleiri
partar, men hann vil ikki
vátta, um Niels Mortensen
møguliga gerst partur av
konseptinum.
Sjálvur kundi eg rikið
fleiri handlar, men í løtuni
hugsi eg meira um at vera
tann,
sum
skipar
fyri,
soleiðis at handilsmiðstøðin
verður rikin á skilabesta og
burðardyggasta hátt, sigur
Óli Marner Christiansen.
Fyrsta dagin verður felag
stovnað, sum kemur at
standa fyri verkætlanini
frameftir.
Gongd er í hansdilsmiðs-
deplinum í Klaksvík
Tað er her inni í botninum á Klaksvíkini, at ætlaða handilsmiðstøðin skal byggjast. Økið er einar 20.000 fermetrar til støddar. Alt grótið í fyllingini er komið úr Norðoyartunlinum
Mynd: Vilmund Jacobsen