hósdagur 11. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 197 - 11. oktober 2007
Estrid Joensen av Eiði andaðist á Landssjúkrahús
inum týsdagin, 79 ára gomul. Jarðarferðin verður
úr Eiðis kirkju fríggjadagin klokkan 13. Tey, ið
vilja minnast Estrid kunnu lata eina peningagávu
til Korndalsbýlið. Konta í peningastovni.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum teimum, sum
heiðraðu meg á 85 ára føðingardegi
mínum.
Vinaliga
Mona Midjord
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum
á ymiskan hátt gleddu okkum á 70 ára
føðingardegnum 13. juli.
Tit gjørdu okkum dagin ógloymandi.
Kærastu heilsanir
Hildigunn og Mortan
Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri í Klaks
víkar kommunu,
sigur, at kommunan
hevur verið til reiðar
við sínum íkasti alla
tíðina. – Vit fegnast
um, at gongd er í
málinum, og vit vildu
helst sæð, at gongd
kemur á byggingina
av handilsmiðstøðini
heilt skjótt, sigur
hann
Handilsmiðdepil
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ikki Klaksvíkar
kommuna, sum hevur ligið
í buktini fyri ætlaðu handils
miðstøðini í Klaksvík.
Tað
sigur
Steinbjørn
Jacobsen, borgarstjóri.
Vit hava verið klárir við
okkara parti alla tíðina.
Økið er lagt út til miðdepilin,
og vit fara at gera tann
partin, sum verður okkara.
Stórt øki
Borgarstjórin sigur, at økið,
sum er lagt út og liggur inn
ast á vágni í Klaksvík, er ein
ar 20.000 fermetrar stórt, og
tað er ríkiligt til teir umleið
6.000 fermetrarnar, sum
ætlanin í fyrsta lagi hevur
verið at byggja á økinum.
Kommunurnar partur er
í fyrsta lagi byggilendið og
tær kloakkir og íbindingar,
sum skulu til. Haraftrat kem
ur ætlaða torgið og uttanum
økið, sum hann tekur til. Vit
ætla eisini at gera eina
atløgu á ytra enda á økinum,
har bátar kunnu liggja, eitt
nú stuttleikabátar og onnur
smærri før. Endamálið við
hesum er at gera umhvørvið
við handilsmiðstøðina spenn
andi og dragandi.
Mentanarhøll
Borgarstjórin sigur, at aðrar
ætlanir, sum eru á økinum,
er ein stór mentanarhøll,
sum feløg helst fara at
byggja. Júst, hvussu hetta
verður skipað, er ikki greitt
enn. Ein slík høll er ætlað
til mentanarlig tiltøk av
ymiskum slagi, eitt nú
konsertir, framsýningar av
ymiskum slagi og annað.
Okkara vón er, at bygg
ingin av handilsmiðdeplin
um kemur í gongd sum
skjótast, og vit gleðast um,
at áhugin fyri miðstøðini er
stórur, bæði millum stigtak
arar, fólk, sum hugsa um
handilsvirksemi, men eisini
millum tey, sum vilja fíggja
verkætlanina, sigur borgar
stjórin í Klaksvíkar kommu
nu, Steinbjørn Jacobsen.
Dagurin
12. oktober. Maximilianus, deyður umleið ár 285.
Pávin Sixtus II sendi hann sum trúboðara til tað, sum nú
verður rópt Eysturríki.
– Vit hava verið
klárir alla tíðina
- Okkara vón er, at byggingin av handilsmiðdeplinum kemur í
gongd sum skjótast, og vit gleðast um, at áhugin fyri miðstøðini
er stórur, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn
Jacobsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Norski útróðrarmað
urin, Finn Bertram
Evensen, er helst sjó
látin eftir, at 33 fót
stóri útróðrarbátur
hansara Skarbak varð
ásigldur av 140 metra
langa norska kemi
kaliuskipinum Doris
sorgarleikur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Dúgliga hevur verið leitað
eftir manninum, men hóast
báturin er funnin – og eisini
ein yvirlivilsisdrakt, bendir
alt á, at Finn Bertram Even
sen er druknaður.
Finn, sum var 54 ára gam
al og búði í Straumsjøen í
Vesterålen, var annars ein
av teimum, sum yvirlivdi
stóru flóðalduna á frítíðar
plássinum Patong í Thai
landi í 2004.
Miðskeiðis í februar og
bert tveir mánaðir eftir
herviligu flóðalduna, sum
tók lívið av fleiri enn
284.000 fólkum, var útróðr
armaðurin longu fyrstu ferð
í báti sínum aftur.
Í samrøðu, sum dagbladet
no. hevði við Finn umborð á
Skarbak,
haðani
henda
myndin er, segði hann, at tað
var umborð á báti sínum, at
hann hevði funnið besta
friðin eftir ræðuleikarnar,
hann upplivdi í Thailandi.
Eg fann ikki friðin, fyrr
enn eg var umborð aftur á
báti mínum, segði hann.
Undir veldugu flóðalduni
royndi
norðmaðurin
at
bjarga fólki, ið vóru á leið
ini, har hann var staddur.
Meðan hann stríddi seg
niðaneftir strondini í øgiligu
rúgvuni av sjógvi, kom
hann fram við einari enskt
talandi kvinnu, sum var
púrasta útmødd. Hann bar
ein lítlan son, men megnaði
ikki at halda honum úr
vatnskorpuni. Tað eydnaðist
Finni at bjarga teimum báð
um aftur um ein betongmúr.
Meðan tey stóðu aftanfyri
múrin, kom hjúnarfelagi
hennara rekandi fram við.
Hann megnaði at koma
higar, har vit vóru stødd.
Tey avgjørdu at royna at
sleppa tvørtur um nógva
streymin av sjógvi. Eg
segði, at tey vóru noydd at
fylgja mær, tí eg var kendur
í økinum. Men tað gjørdu
tey ikki. Eg sá, at tey vórðu
knúst í øllum meldrinum.
At eg ikki var meira avgjørd
ur um, at tey skuldu fylgja
mær, hevur virkuliga plágað
meg, segði útróðrarmaðurin
við dagbladet.no.
Nú bendir alt á, at Finn
Bertram Evensen sjálvur er
sjólátin.
Báturin er sleipaður til
lands og er tikin upp, eins
ymiskt annað, sum lá og
rakst á leiðini, har hann
varð ásigldur.
Yvirlivdi flóðaldu
- druknaði á útróðri
- Eg fann ikki friðin, fyrr enn eg var umborð á báti mínum
aftur, sigur norskur útróðrarmaður, sum eftir øllum at døma er
druknaður eftir ásigling