Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 93 - 17. mai 2001 Nr. 93 - 17. mai 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Sambært landsstýris- manninum við ábyrgdini fyri Post- verkinum, er líkt til, at ætlanin um at dagføra Postverkið er punkterað av Tjóð- veldisflokkinum POSTVERKIÐ John Johannessen Politiskt skuggaspæl frá Tjóðveldisflokkinum er sambært landsstýrismann- inum í vinnumálum, Bjarna Djurholm, allarhelst or- søkin til, at Postverkið ikki verður dagført. – Í november í fjør var Vinnumálastýrið nærum komið á mál við eini ætlan um, hvussu Postverkið skuldi dagførast. Men av ávísum orsøkum, ið eg haldi vera politiskar, datt ætlanin niðurfyri, sigur Bjarni Djurholm. Næstan á mál Sosialurin skilir, at Bjarni Djurholm sipar til nakrar fundir millum Vinnumála- stýrið og limirnar í Post- felagnum um eina skiftis- skipan fyri starvsfólkini innan Postverkið, ið skuldi koma í gildi, tá stovnurin varð dagførdur. Á hesum fundum vóru Postfelagið og Vinnumála- stýrið komin ásamt um, at Postfelagið skuldi taka undir við eini dagføring, um limirnir afturfyri fingu eina fyritíðarpensjón, eftir- útbúgving í skiftistíðar- skeiðnum lutvíst við løn, møguleika fyri starvi í øðrum almennum stovni og persónliga førleikan skriv- liga staðfestan. Men, sum vit skilja á landsstýrismanninum í Vinnumálum var eftir øll- um at døma nógv samskifti millum Postfelagið og Tjóðveldisflokkin, meðan hesar samráðingar fóru fram. Og var hetta sam- skiftið beinleiðis orsøkin til, at einki spurdist burtur- úr. – Vit vóru til reiðar at nýta tíggju milliónir krónur til skiftisskipanina. Men av einari ella aðrari politiskari orsøk, fór alt í vaskið, harmast Bjarni Djurholm. 10 mió til Tórbjørn og Helenu Hetta gjørdi, at Bjarni Djurholm legði málið um Postverkið fyri aftur lands- stýrisfund. Har fekk hann grønt ljós fyri at gera eitt lógaruppskot, um at Post- verkið millum annað skuldi skipast um til partafelag. Afturfyri skuldu tær tíggju milliónirnar til skift- isskipan í komandi fíggjar- lóg fara til Mentamála- stýrið hjá Tórbjørn Jacob- sen, landsstýrismanni, og Almanna- og Heilsumála- stýrið hjá táverandi lands- stýriskvinnuni, Helenu Dam á Neystabø. Fingu tey milliónirnar, slapp Bjarni Djurholm at gera næstan, sum hann vildi við Post- verkinum, var semjan í Tinganesi. Súltað av Tjóðveldisflokkinum Bjarni Djurholm legði tí í januar uppskot fyri tingið um framtíðina hjá Post- verkinum. Men fyri góðum tveimum vikum síðani var tingsetan av, og uppskotið hjá Bjarna Djurholm kom aldri longur enn til fyrstu viðgerð. Uppskotið varð eftir fyrstu viðgerð 1. februar 2001 beint í Vinnunevnd- ina. Og síðani er ikki meira hent. – Hetta gevur mær orsøk til at halda, at semjan er politiskt spolerað. Upp- skotið er súltað í Vinnu- nevndini, har Heini O. Heinesen, formaður í ting- bólki Tjóðveldisfloksins millum annað situr, sigur Bjarni Djurholm. Einki kappingarføri Avleiðingarnar av øllum hesum heldur Bjarni Djur- holm vera sera óhepnar. Tí eftir hansara tykki er tað nú greitt, at vit framhaldandi fáa eitt Postverk, ið als ikki er kappingarført, og sum hevur eitt lágt tænastustøði. – Postverksstjórin má nú leggja fíggjarætlanina so- leiðis til rættis, at alt hong- ur saman. Og tað fer at merkja uppsagnir og vána- ligt tænastustøði, ger Bjarni Djurholm greitt. Postverkið er politiskt punkterað Sambært landsstýrismanninum við ábyrgdini fyri Postverkinum, er politiskt skuggaspæl og avtalubrot frá Tjóðveldisflokkinum orsøkin til, at vit framhaldandi hava eitt postverk við ongum tænastustøði Sáttmáli við blaðmannafelagið Nýggir partaeigarar hava sett 120 milli- ónir krónur av nýggjum partapen- ingi í P/F Smyril Line Hækkaði partapeningurin merkir, at Smyril Line fer at halda fram við virksemi sínum sum higartil, og at nýggja Norrøna verður latin felagnum seinast í mars mánaða 2003. Hækkingin av partapen- inginum hevur gjørt, at øll viðurskifti við týsku skipasmiðjuna, sum smíðar nýggja skipið, eru komin upp á pláss. Nýggj fýramanna nevnd, sum umboðar nýggju partaeigararnar í Smyril Line, verður vald á eyka- aðalfundi, sum fer at verða hildin um einar 14 dagar. ej Fíggingin í lagi TÍÐINDASKRIV Blaðútgevarafelag Føroya Í nátt varð semja gjørd í sáttmálasamráðingunum millum Føroya Blaðútgev- arafelag og Føroya Blað- mannafelag. Semjan merkir eina hækking í lønini pr. 1. mai 2001 upp á 4,5%, umframt eina hækking av eftirlønini upp á 2% og pr. 1. mai 2002 eina hækking í lønini upp á 4,5% og í eftirlønini upp á 2%; tilsamans 13% nom. í eitt tvey ára sátt- málaskeið. Hóast blaðútgevarafe- lagið undir samráðingunum hevur gjørt vart við, at eitt ov høgt samráðingarúrslit í mun til tær semjur, ið eru gjørdar higartil, fer at fáa avleiðingar á redaktiónun- um vegna fíggjarligu støð- una hjá bløðunum, hava blaðmenninir tvíhildið um at fáa eina hækking av real- lønini. Blaðútgevarafelagið hevur valt at innganga semju, og fara Dimmalætt- ing og Sosialurin nú at fyrireika og fremja um- struktureringar og ratio- naliseringar á redaktiónum sínum. C M Y K 2 i