hósdagur 17. mai 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 93 - 17. mai 2001
Nr. 93 - 17. mai 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Tað er ógvuliga hart
trýst á Føroya
Arbeiðarafelag fyri at
fáa undantaksloyvi til
alt handa slag
VERKFALL
Áki Bertholdsen
Hesar dagarnar, verkfallið
hevur verið, hevur verið
rættiligur telefonstormur
hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Ikki minst er rættiligur
ágangur á felagipð um at
fáa undantaksloyvi til alt
møguligt.
Bara eina lítla løtu,
Sosialurin var inni á gólv-
inum, var tað ein maður úr
Eysturoynni, sum hevði
verið í Klaksvík og keyp
melassu til nakrar kálvar,
sum var steðgaður í Leirvík
og sum vildi hava undan-
taksloyvi at sleppa víðari.
Ein maður úr Vágum
ringdi og gramdi seg um, at
hann fekk ikki heilivág,
hann hevði brúik fyri, tí
postbilurin
slapp
ikki
ígjøgnum
byrgingina
í
Kollafirði.
Tey máttu so greiða
honum frá, at orsøkin til, at
postbilurin fekk boð um at
venda við aftur,var, at hann
var fullur av øðrum farmi,
sum onki hevði við post at
gera.
Ein kona, sum var limur í
Føroya
Arbeiðarafelag,
ringdi at spyrja um hon
kundi átaka sær nakrar vik
artímar, sum henni stóð í
boði at hava í skúlanum,
hóast hon var í verkfalli.
Ingeborg Vinther sigur, at
hetta eru bara nøkurfá dømi
um, hvat fólk biðja um
undantaksloyvi til.
Hon sigur at tað er heldur
ikki óvanligt at biðja um
undantaksloyvi til at fáa
mat og aðra varu til eitt
brúdleyp, silvurbrúdleyp,
gullbrúdleyp,
rundan
føðingardag, ella annan
hátíðardag.
– Vit viðgera allar um-
sóknir vit fáa og so taka vit
støðu í hvørjum einstøkum
føri, sigur hon. Men hon
sigur, at tey fara ikki at
nokta fólki at fáa varu til
eitt brúdleyp ella til ein
rundan føðingardag. Men
áðrenn
undantaksloyvi
verður givið, kanna tey
málið í hvørjum einstøkum
føri fyri at vita, um talan
veruliga er uym brúdleyp,
ella annan hátíðardag.
Annars sigur Ingeborg
Vinther, at undantaksloyvi
verður
ikki
givið
til
vanligan farm.
– Umfatandi smug-
ling fer fram kring
landið og tí kanna
vit bilarnar, sam-
stundis sum byrg-
ingar verða settar
upp fleiri staðni í
landinum, sigur
Ingeborg Vinther
VERKFALL
Áki Bertholdsen
Nú er tað ikki bara í
Kollafirði og í Leirvík, at
vegirnir verða avbyrgdir
fyri at kanna bilar fyri
smuglaravørur. Nú eru
vegbyrgingar eisini gjørd-
ar fleiri aðrar staðir í land-
inum.
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeið-
arafelag, segði fyrrapartin
í gjár, at at tað fer ein um-
fatandi smugling fram
ymsastaðni í landinum og
tí er tað neyðugt at seta
fleiri byrgingar upp ysma-
staðni í landinum.
Eitt nú er byrging sett
upp á vegnum oman til
Fuglafjørð. Samstundis er
byrging eisini sett upp á
bryggjuni í Vestmanna og
ætlanin er eisini at gera
meiri burturúr at kanna
bilarnar, sum fara umborð
á Smyril til Suðuroyar.
Bilarnir, sum koyra á
hesum strekkkjum, mugu
so finna seg í at verða
steðgaðir og kannaðir.
Harafturat standa fólk
til reiðar fleiri aðra staðni
í landinum við. Ikki minst
í Suðuroy eru fleiri roynd-
ir gjørdar art smugla vørur
í land av bátum, sum eru
komnir úr Havnini. Men
bátarnir eru afturvístir.
Eitt nú eru miseydnaðar
royndir gjørdar at fáa farm
í land í Hvalba, á
Tvøroyri og eisini í Vági
hava skjóttgangandi bátar
verið við varu, men hon er
ikki sloppin í land.
Samstundis
eru
tey
eisini farin at hava eitt
vakið eyga við post-
bilnum, tí tey hava varn-
ast, at postbilarnir eisini
eru farnir at flyta farm. Tí
fara tey nú at kanna
postbilarnar í størri mun,
enn tey hava gjørt.
Týsdagin førdi tað við
sær, at ein postbilur, sum
skuldi vestureftir, varð
steðgaður í Kollafirði og
mátti venda aftur, tí hann
var fullur av farmi.
Verkfalsvaktirnar halda,
at hetta er ábyrgdarleyst
av postverkinum, tí post-
bilarnir føra eisini neyð-
synjarvøru, eitt nú heili-
vág, og tá ið postbilurin
noyðist at venda aftur,
kemur heilivágurin heldur
ikki fram.
Ikki privatfólk
Orsøkin til alt hetta hóva-
stákið er at forða fyri, at
handilsvøra verður flutt
inn á verkfalsrakt øki, sig-
ur Ingeborg Vinther.
Men hon leggur dent á,
at tey eru ikki úti eftir
fólki, sum hava verið í
Havn og keypt ymiskt til
egna nýtslu.
–Vit eru ikki úti eftir
privatfólki. Vit taka ikki
fólk, sum hava verið í
Havn og keypt ein epla-
sekk, ella tveir, ella aðra
varu til sín sjávs, tí tað
tænir ongum endamáli.
– Men tað eru mong,
sum
royna
at
brúka
persónbilar til at smugla
vørur í, sum ætlanin er at
selja víðari og tað eru hes-
ir bilarnir, sum verða
steðgaðir.
Hon sigur, at tað kemur
meiri enn so fyri, at
persónbilar koma søkk-
ladnir framvið byrgingina
og tá er tað sjálvsagt, at
talan er ikki um varu til
egna nýtslu, men at ætlan-
in er at selja hana víðari í
ymsum handlum.
Eitt nú var ein bilur
steðgaður í Kolafirði nú
ein dagin við fullum við-
førisrúmi av bananum og
hann mátti venda við aft-
ur, tí tað var trupult hjá
honum at sannføra verk-
falsvakirnar um, at hetta
var til egnu nýtslu. Og
skuldi hann roynt at bilt
teimum inn, at hann hevði
apur kjallaranum, høvdu
tey neyvan trúð honum
heldur…
Ongin sleppur ígjøgnum
nálareyga í Kollafirði, men
nú eru byrgingar settar upp
fleiri aðra staðni eisini
Framferðin hjá sem-
ingsstovninum og
arbeiðsgevarunum er
óhoyrd í nýggjari
fakfelagssøgu, sigur
Føroya Arbeið-
arafelag
VERKFALL
Áki Bertholdsen
–Limirnir
í
Føroya
Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðsmannafelag skulu
fáa 2,5% minni í lønar-
hækking,
enn
Havnar
Arbeiðsmannafelag
og
arbeiðarafeløgunum
í
Klaksvík, hava fingið.
– Hetta var ætlanin hjá
Semingsstovninum og Før-
oya
Arbeiðsgevarafelag,
siga Føroya Arbeiðarafelag
og Havnar Arbeiðskvinnu-
felag.
Tey bæði feløgini siga, at
eftir at hava havt fund við
arbeiðsgevararnar, løgdu
semingsmenninir eitt upp-
skot fram, sum hevði givið
feløgunum, sum nú eru í
verkfalli, eina lønarhækk-
ing, sum var 2,5% lægri ,
enn Havnar Arbeiðsmanna-
felag og feløgini í Klaksvík
høvdu fingið.
Tað, tey sipa til, er, at í
seinastu samráðingunum í
1999, fingu Føroya Ar-
beiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag eina
hægri lønarhækking, enn
Havnar Arbeiðsmannafelag
og feløgini í Klaksvík hava
fingið.
–Men eftir semingsupp-
skotinum, sum varð lagt
fram í hesum samráðing-
unum, skuldi lønin verða
tann sama hjá øllum feløg-
unum. Sostatt var ætlanin,
at vit hesuferð skuldu fáa
eina lønarhækking, sum var
2,5% lægri enn tann, sum
Havnar Arbeiðsmannafelag
og feløgini í Klaksvík hava
fingið.
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar
Arbeiðskvinnu-
felag, siga, at hetta er
óhoyrt í nýggjari fakfelags-
søgu og at tey kundu sjálv-
sagt undir ongum umstøð-
um góðtaka eina slíka ráða-
gerð ímóti limum felagsins,
sum teu nevna tað.
Undanførsla
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar
Arbeiðskvinnu-
felag siga, at tað er onki
uttan undanførsla, tá ið
Føroya Arbeiðsgevarafelag
sigur, at hetta verður gjørt
fyri at sleppa undan ójavn-
um í sáttmálunum.
–Føroya Arbeiðsgevara-
felag hevur áður góðtikið,
at júst limirnir í Havnar
Arbeiðsmannafelag fingu
1% meiri í løn, enn limirnir
í hinum arbeiðarafeløgun-
um hava fingið.
–Tá var tvær ferðir neyð-
ugt hjá hinum feløgunum at
fara í verkfall, fyri at fáa
hendan ójavnan innaftur.
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar
Arbeiðskvinnu-
felag vísa eisini á, at í 1999,
tá ið samráðingar vóru
seinast,
høvdu
Havnar
Arbeiðsmannafelag
og
feløgini í Klaksvík als ikki
settu fram krav um at fáa
tær sømdir, sum Føroya Ar-
beiðarafelag og Havnar
Arbeiðskvinnufelag, fingu.
Tí kann tað ikki vera
rætt, at tey nú skulu fáa
hesar ágóðar framíhjá og
sostatt fáa eina lønarhækk-
ing, sum er 2,5% ægri enn
tað, sum Føroya Arbeiðara-
felag og Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag, kunnu fáa.
–Sostatt er tað eisini
beinleiðis átaluvert, tá ið
Føroya Arbeiðsgevarafelag
roynir at geva fólki tað
fatan, at øll feløgini hava
fingið tilboð um somu
lænarhækking, tí tað er
skeivt.
Føroya Arbeiðarafelag og
Havnar Arbeiðskvinnufel-
ag siga, at tey fara ikki at
góðtaka, at teir 8.000
limirnir í teimum báðum
feløgunum, skulu fáa eina
lægri lønarhækking í ár,
enn hini feløgini hava fing-
ið.
Verkfallið:
Seta byrgingar upp fleiri
staðir í landinum
Ætla at geva okkum minni
lønarhækking
Nógv vilja hava undantaksloyvi
Ætlanin er at vit skulu fáa
minni í lønarhækking, enn
Havnar Arbeiðsmannafelag
og feløgini í Klaksvík hava
fingið og tað góðtaka vit
sjálvsagt ikki, sigur Ingeborg
Vinther
– Tað eru ákoyringar á Føroya Arbeiðarafelag eftir at fáa undantaksloyvi til alt handa slag
Stór dansistevna
verður í Havn leygar-
dagin. Umleið 600
dansifólk úr øllum
landinum fara at
hittast. Setanin, sum
verður á Vaglinum
klokkan 15.00 er
almenn, meðan restin
av tiltakinum bert er
fyri tey, sum
tilmeldað eru
FØROYSKUR DANSUR
Edvard Joensen
Leygardagin klokkan 15.00
verður stóra dansistevnan
sett á Vaglinum í Havn. Tá
hittast fólk úr øllum dansi-
feløgunum í landinum.
Heðin Mortensen, for-
maður í mentunarnevnd
Tórshavnar Býráðs fer at
seta stevnuna. Eftir sjálva
setanina verður tikið saman
á Vaglinum, har Martin
Tórgarð fer at skipa eina
stutta vísu.
Fyrireikararnir av dansi-
stevnuni, sum eru tey trý
dansifeløgini í Havn, Tøk-
um Lætt, Dansifelag Kagg-
ans og Dansifelagið í Havn,
leggja dent á, at setanin á
Vaglinum er einasta al-
menna tiltakið, sum verða á
stevnuni. Restin av stevn-
uni er fyri teir tilmeldaðu
luttakararnar.
Eftir
setanina
verður
farið niðan í Ítróttarhøllina
á Nabb, har borðhald verð-
ur fyri teimum 600 luttak-
arunum. Eftir døgurðan í
ítróttarhøllini verður farið
oman í Sjónleikarhúsið, har
dansað verður til tann ljósa
morgun.
Fyrireikararnir siga, at
teir hava fingið alt Sjón-
leikarhúsið, sum tað er. Og
teir leggja dent á, at hølini
aftan fyri sjálvan salin eru
tey rúmligaru hølini, so
umstøðurnar verða góðar
hjá fólki at hittast, um farið
verður niður úr ringinum
eina løtu. Móti morgni
veðru morgunmatur, smurt
breyð, at fáa í Sjónleikar-
húsinum.
Stevnan er skipað á tann
hátt, at hvørt felag møtir
við sínum kvæði ella vísu.
Skráin, sum hevur verið at
fingið í Kunningarstovuni í
Havn nú eina tíð, sær
soleiðis út:
Norðstreymoyar Dansi-
felag: Tróndar kvæðið -
Dansifelag Kaggans: Fípan
Fagra - Nólsoyar Dansife-
lag: Fruntatáttur - Vága
Dansifelag: Grindavísan -
Tvøroyrar
Dansifelag:
Brestis kvæði - Dansi-
felagið í Havn: Jallgríms
kvæði - Klaksvíkar Dansi-
felag:
Viljorm
Kornus
kvæði - Tøkum Lætt:
Hafburd Konge og Sivard
Konge - Sumbiar Dansi-
felag: Herr Ålebrands vísa
- Eysturoyar Dansifelag:
Kong Hans - Dansifelagið í
Suðuroyar norðaru helvt:
Jøkils kvæði - Jómsvík-
ingar: Vilmunds kvæði og
Stigum fast: Santa Jákups
vísa.
Landsdansistevnan varð
á fyrsta sinni hildin í 1983.
Tað var Vága Dansifelag,
sum tók stig til stevnuna,
sum eisini varð hildin í
Vágum ta ferðina. Síðan
hevur hon verið hildin av
dansifeløgunum
kring
landið, og er nú komin runt.
Tó hevur hon einaferð fyrr
verið hildin í Havn, men
síðan tá er okkurt felag
komið aftrat í Havn, og
hevur tað so gjørt, at hon
aftur verður í Havn hesa-
ferð.
Nýggj bók um før-
oysk kvæði kemur út,
samstundis sum
Landsdansistevnan
verður sett á
Vaglinum í Havn
leygardagin
MENTAN
Edvard Joensen
Nýggj bók við fimm kvæð-
um, sum yrkt eru við
evnum úr Føroyingasøgu,
kemur út leygardagin. Árni
Dahl hevur lagt til rættis,
Edward
Fuglø
hevur
myndprýtt, og Bókadeild
Føroya Lærarafelags gevur
út.
Kvæðini, sum viðgjørd
verða í bókini, eru Brestis
kvæði og Sigmundur og
Tórir, sum Mikkjal á Ryggi
yrkti,
Bjarnabani,
sum
Jeffrei Henriksen yrkti og
Sigmunds kvæði yngra og
Leivs kvæði, sum Jens
Christian Djurhuus, Sjóvar-
bóndin, yrkti.
Undan hvørjum kvæði er
stutt frágreiðing um søgu-
gongdina, og harafturat eru
orðafrágreiðingar á hvørj-
ari blaðsíðu, so ung fólk
lætt kunnu fáa greiði á
torskildum orðum og mál-
iskum, sigur Bókadeildin í
tíðindaskrivi.
Heitið á bókini, Vin-
menn, sipar til teir báðar
Sigmund og Tór, sum eru
høvuðspersónarnir í teim-
um kvæðunum, sum við-
gjørd verða í bókini.
Vinmenn er givin út eftir
áheitan frá Sláið Ring, sum
er landsfelag hjá føroysku
dansifeløgunum.
Lands-
felagið hevur sett pening av
til tess at gera tilfar, sum
kann kunna ungfólk um
føroyskan dans og kvæði.
Bókin, sum nú verður givin
út, er úrslit av arbeiðinum,
sum ein arbeiðsbólkur, ið
settur varð til endamálið,
hevur gjørt.
Vinmenn er 70 blaðsíður
í litum. Bókin er innbundin
og fer at kosta 150,- krónur
í bókabúðunum. Hestprent
hevur staðið fyri repro,
umbróting og prenti.
Í samband við at Lands-
dansistevnan verður sett á
Vaglinum leygardagin 19.
mai kl. 15.00, verður stutt
framløga í Býráðssalinum
beint eftir setanina, har
greitt veðrur frá bókini,
sigur Bókadeild Føroya
Lærarafelags.
Skulum vær nú til Havnar suður
Vinnmenn
Edward Fuglø hevur myndprýtt bókina um føroysk kvæði, sum Árni Dahl hevur lagt til rættis
Vága Dansifelag tók stig til
fyrstu landsdansistevnuna,
sum varð hildin í Vágum í
1983
Myndin er frá dansiferð í Noreg í fjør
C
M
Y
K
4