hósdagur 17. mai 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnulívsfólk og
politikkarar úr
Hanstholm, sum
vitjaðu í Føroyum í
november í fjør, eru
við á fiskivinnu-
messuni í Runavík.
Teirra millum er
borgarstjórin
SAMSKIFTI
Edvard Joensen
Runavík: Millum framsýn-
ararnar
á
fiskivinnu-
messuni í Runavík eru
vinnulívsfólk og politikk-
arar úr Hanstholm í Dan-
mark. Ein teirra, sum er
við, er borgarstjórin Aase
Jensen, sum eisini var í
Føroyum og vitjaði í nov-
ember mánaða í fjør.
Aase Jensen sigur, at vitj-
anin seinasta heyst gav so
mikið góð sambond til Før-
oya, at tey ivaðust ikki í at
koma aftur til stevnuna,
sum nú verður hildin í
Runavík.
– Nú hevði Hanstholm
væl av sambandi við føroy-
ingar frammanundan, sigur
borgarstjórin, men vitjanin
seinast gjørdi tað bara upp
aftur betri.
Sum dømi nevnir hon, at
onkur beinleiðis handilsav-
tala varð gjørd á teirri ferð-
ini. Til dømis varð avtalað
gjørd millum prentsmiðju í
Hanstholm
og
okkurt
føroyskt lýsingarblað um
prenting í Hanstholm.
Sjálvandi er tað á fiski-
vinnuøkinum, mesta sam-
bandið millum Hanstholm
og føroyingar hevur verið.
Men so sanniliga eisini á
ferðavinnuøkinum,
har
Norrøna er berandi kraftin.
Aase Jensen, borgarstjóri
í Hanstholm, sigur, at
Hanstholm Kommuna ar-
beiðir í løtuni við útbygg-
ing av havnini í Hanst-
holm,
soleiðis
at
tey
millum annað eru til reiðar
at taka í móti nýggju
Norrønu, tá hon kemur.
Borgarstjórin sigur, at tey
síggja stórar møguleikar í
nýggja skipinum.
Í Hansthom leggja tey
stóran dent á at vera tann
sonevnda Atlantiska Grind-
in ella West Link, sum tey
nevna tað.
Har
er
samband
úr
Noreg, Englandi og Føroy-
um beinleiðis inn á europe-
iska meginlandið.
Møguleikarnir at koma
úr Hanstholm, sum er ein
av teimum stóru fiski-
vinnuhavnunum í Europa,
víðari inn á europeiska
marknaðin, eru góðir, sigur
Aase Jensen.
Hanstholm marknaðar-
førir vanliga seg sjálvan
sum býin við teirri góðu
tænastuni, og tí fara tey at
halda fram við. Tey ætla
eisini at betra tænastuna í
tann mun, tað er gjørligt,
sigur borgarstórin. Mottoið
er full tænasta 24 tímar um
samdøgurðið, sjey dagar
um vikuna. Tað er nakað,
sum kundarnir skilja og
virða, sigur hon.
Donsku havnirnar hava
verið almennar fram til
nýggjárs. Tá kom nýggj
lóggáva, sum ger havnirnar
kommunalar, og tað gevur
eisini nýggjar avbjóðingar.
Men hesum avbjóðingum
hevur Hanstholm lagt upp
fyri, og tey ætla avgjørt
framvegis at vera millum
størstu fiskivinnuhavnir í
Europa.
Aase Jensen, borgar-
stjóri, sigur, at hon er greið
yvir, at ikki allar donsku
havnirnar fara at klára at
yvirliva eftir nýggju lóg-
gávuni.
– Men Hanstholm fer.
Ikki bara at yvirliva, men
eisini at vaksa, sigur hon
avgjørd.
Hetta bjartskygnið bygg-
ir hon á teir góðu møgu-
leikarnar fyri útbygging,
sum eru í Hanstolm. Nógv
pláss er til at byggja á, og
útreiðslurnar eru lutvíst
lágar í Hanstholm í mun til
nógva aðrastðani.
– Bara eitt ting sum vatn,
sigur
borgarstjórin,
er
millum tær vørurnar, sum
Hanstholm hevur millum
tær bíligastu í Danmark.
Jú, Aase Jensen, borgar-
stjóri í Hanstholm er sann-
førd um, at tað loysir seg
væl hjá Hanstholm at hava
gott samband við føroy-
ingar. Og tað, heldur hon,
er eisini galdandi hinvegin.
Tey komu aftur
John Turka, býráðssskrivari
(kommunaldir.) Aase Jensen,
borgarstjóri, og Hans Kjær,
havnarstjóri, eru millum
luttakararnar, sum umboða
Hanstholm á fiskivinnu-
messuni í Runavík
Mynd: Jens Kristian Vang
Eitt model av havnini í Hanstolm, gjørt av Lego klossum, er at síggja á fiskivinnumessuni
Mynd: Jensk Kristian Vang
6
Nr. 93 - 17. mai 2001
Nr. 93 - 17. mai 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
Tvær vikur áðrenn
FM í svimjing tók
Karina Petersen øll á
bóli. Hon ggifti seg og
rýmdi av landinum í
nakrar dagar. Men
hon kom afturíaftur
og gjørdist stóri
sigursharrin í føroya-
meistaraskapinum í
svimjing seinasta
vikuskiftið
RINGSVIMJING
Eyðun Klakstein
Tvær vikur áðrenn føroya-
meistaraskapin í svimjing
tók svimjarin Karina Peter-
sen úr Fuglafirði eitt óvan-
ligt stig.
Hon gifti seg við Jó-
hannes Petersen úr Gøtu og
fór síðani á brúdleypsferð
til Skotlands. Hon var burt-
uri frá umráðandi venjing í
næstan eina viku, og tá hon
kom aftur til landið, var
bara ein góð vika eftir til
FM í svimjing.
– Vit høvdu tosað um, at
eg skuldi eita Petersen, tá
eg fór til FM í ár, og stutt
frammanundan FM av-
gjørdu vit at giftast, sigur
Karina, sum er betri kend
við eftirnavninum Eliasen.
Hon hevur verið millum
fremstu
svimjararnar
í
landinum seinastu nógv
árini, og hon hevur umboð-
að Føroyar á tveimum
Oyggjaleikum.
Mátti bíða við
tilmeldingini
Venjarin hjá Karinu visti
einki um æltaninar hjá
svimjaranum, tí alt skuldi
haldast loyniligt.
Bara nærmasta familjan
fekk at vita um vígsluna, og
tá nýgifta parið fór á
brúdleypsferð dagin eftir
flaggdagin, visti venjarin í
Fulgafjarða Svimjifelag av
ongum.
– Eg skuldi útfylla ein
tilmeldingarseðil til FM-
kappingina, og hesum mátti
eg bíða við sum longst fyri
ikki at avdúka planirnar hjá
okkum, sigur Karina.
Eftir nakrar dagar í Skot-
landi komu Karina og Jó-
hannes aftur til Føroya, og
Karina fór undir seinasta
partin av venjingini til
føroyameistaraskapin.
– Eg var einasti luttakarin
fyri Fuglafjarða Svimji-
felag, og tí vildi eg fegin
hava eitt gott úrslit. Eg
hugsaði ikki um Oyggja-
leikatíðir, men bara um at
vinna eitt gullheiðursmerki,
sigur Karina.
Gull til mannin
Karina Petersen svam ikki í
fjør, men í vetur hevur hon
stríðst við at koma í røttu
venjingina aftur.
– Eg helt, at hon skuldi
fara at svimja aftur, og tað
eydnaðist at yvirtala hana,
sigur Jóhannus.
Tá Karina var farin undir
venjingina aftur, vóru boð
eftir henni til landsliðið,
men her gav hon avboð.
Hon hugsaði ikki um
landsliðið í fyrstu syftu,
men meiri um at koma á tað
støði, sum hon hevði verið
á.
Karina hevur tikið venj-
ingina í stórum álvara, og
umframt sjálva svimjivenj-
ingina hevur hon eisini
runnið og havt styrkis-
venjing.
– Eg fór til FM fyri at
luttaka í so nógvum kapp-
ingum sum gjørligt. Eg
vildi sjálvandi hava eitt so
gott úrslit sum gjørligt,
men stóra málið var at
vinna eitt gullmerki til
mannin, sigur Karina.
Og gull fekk maðurin.
Tí tá FM-kappingin var
av, var Karina mest vinn-
andi svimjarin. Hon vann
fimm gullmerki, fýra silvur
og eina bronsu.
– Eg vann fyrsta gullið
longu fyrsta kvøldið, so tað
gekk óvæntað væl. Eg
hevði ikki droymt um, at eg
skuldi vinna fimm gull,
sigur Karina.
Eingir Oyggjaleikir
Vanligt er ikki, at fremstu
svimjararnir taka lut í so
nógvum kappingum til FM.
Heldur leggja teir seg eftir
færri kappingum, fyri at fáa
so góða tíð sum gjørligt.
Tað er ikki talið á gull-
merkjum ella serliga avrik,
sum
skaffa
svimjarum
Oyggjaleikapláss.
Hinvegin er tað ein kald-
ur spurningur um sekund
og hundraðpartar.
– Eg hugsaði als ikki um
Oyggjaleikirnar, tí so hevði
eg ikki verið við í so
nógvum kappingum. Tað er
strævið at svimja so nógvar
kappingar eitt vikuskifti, og
tað ávirkar sjálvandi tíðir-
nar
eitt
sindur,
sigur
Karina.
– Eg vildi bara hava so
gott úrslit sum gjørligt, og
eg eri sera væl nøgd við
tað, sum spurdist burtur úr.
Tað tóktist sum, at eg
skuldi verða vónbrotin, tí
eg ikki slapp við til
Oyggjaleikirnar, men so-
leiðis er tað als ikki, sigur
Karina.
Maðurin, Jóhannus, er
eisini ovurfegin um avrikið
hjá konu síni.
– Eg havi ongantíð havt
serliga áhuga fyri svimjing,
áðrenn eg møtti Karinu,
men FM-kappingin var líka
spennandi, sum tá GÍ
plagdi at vinna fótbólts-
kappingarnar, sigur Jó-
hannus.
Tekur eitt ár afturat
Ætlanin hjá Karinu var at
taka eitt svimjiár afturat,
men eftir framúr úrslitið í
FM-kappingini hevur hon
broytt hugsan.
– Í vetur havi eg í grund-
ini bara vunnið mínar bestu
tíðir innaftur. Nú kann eg
royna at betra meg komandi
vetur, og eg ætli mær at
verja FM-heitini næsta ár.
Tað eru fleiri góðir ungir
svimjarar á veg, og tí kann
eg rokna við nógv størri
kapping næsta ár, sigur
Karina Petersen.
– Tað vórðu ov fá føroysk
met sligin í ár, men eg ælti
mær at gera okkurt við tað
næsta ár. Tað er umráðandi,
at svimjarar leggja alla
orku í at fáa betri tíðir, og at
teir royna at betra føroysku
metini.
Og Jóhannus er fegin um,
at konan ætlar at taka eitt
tørn afturat sum svimjari.
– So er bara at vóna, at
einki
óvæntað
kemur
uppí...
Nýgift og á toppinum
Karina og Jóhannus Petersen
eftir frálíka úrslitið í FM-
kappingini í svimjing. Nýgift
og sigursharrar
Mynd: Øssur Mohr
Karina Petersen ovast á
sigurspallinum. Har stóð hon
fimm ferðir undir
føroyameistaraskapinum í
svimjing. Hon var einasta
umboðið hjá Fuglafjarða
Svimjifelag, men felagið
endaði hóast tað nummar 3 í
røðini
Mynd: Øssur Mohr
C
M
Y
K
6
Scania P93 til sølu
Árg. 1991.Við nýggjari lift. Hevur isoleraðan kassa (Norfig),
og er í góðum standi. Møguliga í býti við nýggjari lítlan vøruvogn
Tlf. 314728