Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 196 - 10. oktober 2007 tíðindi Skúlin á Fossánesi verður í hesum døgum útbygdur fyri einar 7 mió krónur. – Hetta er ein íløga til verandi næmingar og næmingar í framtíðini, sigur Júst Poulsen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu Skúli Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Norðdepil: Fyrrapartin í gjár var skúlagongd sum vanligt í skúlanum á Fossá­ nesi. Børnini eru so líðandi vorðin von við, at handverk­ arar arbeiða og halda nakað av gangi uttanfyri. Tey vita – sum vituligt er ­ at hetta er eitt tíðaravmarkað ar­ beiði. Tey kunnu gleða seg um at tey í framtíðini fáa mun­ andi betri umstøður við nýggjum skúlastovum og øðrum hentleikum. Síðani verður hildið fram við at nútíðargera tann gamla skúlan. ­ Í dag er støðan hon, at tú mást hava øgiliga góðar umstøður innan skúlagátt­ ina. Og tað er júst tað sum vit royna at gera her í komm­ ununi. ­ Okkara ynski er, at geva okkara børnum ein so góð­ an skúla sum yvirhøvur gjørligt, staðfestir Júst Poul­ sen. Skúlin á Fossánesi varð tikin í nýtslu í 1983. Fyri alla familjuna Ein høvuðsorsøkin til at kommunan nú er farin undir at byggja út henda 24 ára gamla skúlan er nógva tosið um skúlar, skúlaskipan og PISA­kanningar. ” Hóast tað bert eru 50 næmingar í skúlanum nú, er hann nærum ov lítil (Júst Poulsen, borgarstjóri) ” Arbeiðið verður skipað soleiðis, at hetta skal nerva skúlagongdina sum minst. Hon kemur ongatíð at steðga sum so (Kristian Jacobsen, byggimeistari) Stór íløga fyri framtíða Orð Snorri Brend Myndir Høgni Thomsen Nordoyggjar - Hetta er ein íløga í framtíðina, sigur borgarstjórin, Júst Poulsen (vinstrumegin). Fyritøkan hjá Kristiani Jacobsen stendur fyri arbeiðinum Mynd: Høgni Thomsen Skúlin er liðugur fyri í dag. “Í morgin” verða umstøðurnar enn betri Mynd: Høgni Thomsen